Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 33 Eyðun Nolsøe, sum hevur arbeitt nógv saman við Terja Ras- mussen seinastu árini, er nú farin í tónleikaligt samstarv við bygdamannin Pætur við Keldu. Fríggjadagin spæla teir fyri fyrstu í Føroyum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Eyðun og Terji hava verið eitt av heitu nøvnunum til dansir og konsertir í Føroyum seinastu árini, men nú er hetta samstarvið farið eitt sindur í bakgrund- ina, eftir at Terji Rasmus- sen er fluttur úr Danmark til Nólsoyar at búgva. Terji er farin at spæla saman við nólsoyingum, og Eyðun Nolsøe er nú farin at arbeiða saman við einum øðrum klaksvíkingi á høv- uðsstaðarleiðini, Pæturi við Keldu. – Teir eru sera ymiskir sum persónar, men báðir góðir tónleikarar. Terji dugir sera væl at hava samband við áhoyrarar og at halda lív í, meðan Pætur er hugtakandi, tí hann er so inniligur. Mær dámar sera væl at spæla saman við teimum báðum, og eg kann ikki taka annan fram um hin. Men tað ber í hvussu so er til at staðfesta, at teir eru ymiskir, sigur Eyðun Nolsøe. Kendust ikki Samstarvið við Pætur við Keldu er komið líðandi, eftir at Pætur flutti til Keypmannahavn fyri tveimum árum síðani. Pætur var til onkrar fram- førslur hjá Eyðuni og Terja, og teir komu at práta saman. Síðani fóru teir at tosa um at spæla saman, og fyrstu ferð føroyingar kunnu uppliva nýggja samstarvið, verður á kon- sertini við Brandur Enni í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Tá fara Eyðun og Pætur at hita upp fyri unga stjørnuskotið, sum kemur við nýggjari fløgu um vikuskiftið. – Eg kendi ikki Pætur, áðrenn eg hitti hann í Keypmannahavn. Vit hava ymiska bakgrund, men tað er eingin trupulleiki, tá tað snýr seg um tónleik. Tónleikur sameinar, hann skilir ikki fólk, og soleiðis er eisini við okkum báðum, sigur Eyðun Nolsøe. Í mai mánaði fer danska songkvinnan Jeanett Debb at syngja á konsertum í Klaksvík og á Kambs- dali TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fríggjakvøldið 10. og leygarkvøldið 11. mai ber til at hoyra donsku song- kvinnuna Jeanett Debb syngja á føroyskum palli. Fríggjakvøldið verður hon við á konsert í KÍ-høll- ini í Klaksvik, og leygar- kvøldið fer hon á pallin í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tað er Lognbrá, sum hevur fingið Jeanett Debb til Føroya. Jeanett gjørdist rættiliga kend í Danmark, tá hon sang í fyrstu Big Brother sendirøðini. Í fjør gav hon út eina fløgu og fyrr í ár tók hon lut í danska Melodi Grand Prixnum við sang- inum Medieshow. Tá Pætur við Keldu var við í sendingini Hit med sangen í Danmarks Radio, var júst Jeanett Debb lið- felagi hjá honum. Umframt donsku song- kvinnuna fer eisini lovandi klaksvíksbólkurin Chain at spæla á báðum konsertun- um, og plátuvendari fer eisini at spæla nýggjan tónleik. Jeanett Debb til Føroya Eyðun og Pætur fyri fyrstu ferð Eyðun Nolsøe, h.m., og Pætur við Keldu hava ymiska bak- grund tónleikaliga og menniskjaliga, men nú hava teir funnið saman til tónleikaligt samstarv TÍÐINDASKRIV 3. mai, verða hurðarnir latnar upp, fyri størstu bústevnu nakrantíð í Føroyum. Stevnan sum verður í Runavík, hýsir øllum teimun førandi fyritøkunum sum hava við føroyska byggimark- naðin ella innbúgv at gera. Áhugin at verða við er so mikið stórur, at umframt ítróttarhøllina, er eisini eitt risa stórt telt leiga heim til endamálið. Stevnan er til allar føroyingar - bæði teimun sum ganga við tankum at byggja nýggj hús, teimun sum hava ætlanir at umvæla tey gomlu og teimun sum hava í huga at keypa sær innbúgv av ymiskum slag. Av tí at tað er ókeypis at koma inn, væntað fyrireikarnir nógv vitjandi. Stevnan verður 3., 4. og 5. mai og hava børn bert atgongd saman við vaks- num. Stór byggistevna í Runavík Jeanett Debb kemur til Føroya at halda konsertir í mai GRIND Vilmund Jacobsen - Lítil og eingin ágangur hevur annars verið móti okkara grindadrápi sein- astu árini, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sum heldur aðalfund leyg- ardagin. Í samband við eina ferðavinnustevnu í Berlin um dagarnar, boðaðu fólk, sum eru ímóti hvalaveiði og grindadrápi frá, at tey fóru at nýta høvi at mót- mæli japanskari og norsk- ari hvalaveiði og føroysk- um grindadrápi. Ólavur Sjúrðarberg hevur ikki frætt, hvussu leikur fór í Berlin, men ivast ikki í, at "aktivistarnir" gjørdu seg galdandi við sínum mót- mæli. Hann vísir annars á, at tað hevur verið stak friðar- ligt við mótmælum móti grindadrápi í seinastuni, og hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at felagið hevur frætt um slík mótmæli. - Eg vil siga, at lítil og eingin ágangur hevur verið seinastu árini, sigur Ólavur. Aðalfundur Grindamannafelagið heldur annars aðalfund í Norður- landahúsinum leygardagin, 6. apríl kl. 13.30. Umframt vanligu skránna, sum er á einum slíkum aðalfundi, fer Arni Thorsteinsson at greiða frá ymiskum fornfrøðisligum í samband við grind og grindadráp. - Her fer fornfrøðingurin m.a. at greiða frá, at sókn- arongulin ikki er gamalt amboð í Føroyum, sum mangur ivaleyst hevur hild- ið. Tríggir nevndarlimir eru í Grindamannafelagnum, og hesaferð stendur for- maðurin fyri vali. Ólavur hevur verið for- maður í felagnum í trý ár, og undan honum var Hans Jakku Hermansen formað- ur. Hetta verður níggjundi aðalfundur felagsins, og tað merkir, at felagið komandi ár fyllir 10 ár. Almennur Á aðalfundinum, har grindaformenn og sýslu- formenn eru bodnir við, fer Kate Sanderson eisini at greiða frá um felagsskapin, IWC. Annars er tað serstakt fyri aðalfundin hjá Grinda- mannafelagnum, at hesin er almennur. - Øll eru vælkomin á fundin, sigur Ólavur Sjúrð- arberg. Vanliga plaga eini 70- 100 fólk at verða á aðal fundi hjá Grindamanna- felagnum. Mótmæla grindadrápi í Berlin - Tað hevur verið sera friðarligt um grindadráp í longri tíð, men nú um dagarnar mótmæltu nakrir "aktivistar", sum Ólavur Sjúrðarberg kallar hesi, móti grindadrápi í samband við eina ferðavinn ustevnu í Berlin. Grindamannafelagið heldur annars aðalfund í Havn leygardagin HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góði gubbi Hjartaliga tillukku á 30 ára føðingardegnum, sum var 29. mars. Alt tað besta. Heilsan Súsanna Góða, fitta Heidi Hjartaliga tillukku á 5 ára degnum. Heilsan Hannis Góða, elskaða stórasystir Hjartaliga tillukku við 23 ára føðingardegnum tann 4. apríl. Allar bestu heilsanir, Hans David og Sólja Góða, elskaða Malla Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 5. apríl. Jesus signi teg. Heilsan omma, abbi og mammubeiggi Góða, elskaða Martha Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardegnum við Guds signing. Heilsan Sonja omma og Óli abbi Góða Edna Hjartaliga tillukku á 2 ára degnum 5. apríl ynskja omma og abbi í Sørvági Góða Beinta Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum tann 4. apríl. Takk fyri alt vit hava havt saman gjøgnum árini. Eisini ein heilsan til Bjartu, sum fyllir 19. Heilsan vinkona tín Góða Maria Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 4. apríl. Allar bestu ynski frá mammu, babba og Hera Elskaða dóttir og systir Lukku og gleði á tínum 4 ára degi. Vit elska teg nógv, góða barnið. Heilsan mamma, babba og Petur Góða, fitta Martha Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 5. apríl. Jesus pápi signi framtíð tína. Heilsan omma og abbi við Marknagilsveg Góði babba Hjartaliga tillukku við deg- num sum var í gjár. Bestu heilsur Beinta, Teitur og Heri Góða, elskaða Malla Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum. Jesus veri hjá tær. Heilsan mamma Góða Martha Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Jesus signi teg. Heilsan Bogi gubbi og Sólja Góða, elskaða Judit Mamma, babba og eg ynskja tær hjartaliga til- lukku við 6 ára føðingar- degnum. Muss og klemm frá Hans Sejer Góða Heidi Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 5 ára føðingardegnum í dag. Hannis fær eisini eina heilsan. Omma, abbi og Finn Ingi Her er hon lítil og fitt - nú er hon bara fitt. Tillukku við teim 25. Have a nice day!!! (Hvat er hatta) Heilsan Per (ella Pól?) Nei ha? C M Y K 33 32