Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-05-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OA — Nr. 20 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 19. mei 1947 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR kemur út eina ferð um vikuna og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið. Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. OSTAR's HEIMATÍÐINDI KAIIN BROTNAÐI Tá ið hin svenski damparin >Maude, sum komin er við saltfarmi til Føroyar, skuldi leggja at á Tveroyri, rendi hann við fullari ferð á miðjuna á kaiini, Bresturin var oførur, og nógv sást eftir, Træverkid spønadist sundur, stórir steinar klovnaðu og stórt bar kom í sjálvan garðin. Á damparanum sást einki. Skaðin varð mettur til 10.000 kr. »VESTMANNA« kom vid um 180 skippundum av salt- fiski. Hetta er eitt av teimum umbygdu gomlu skipunum, súm fingið hava sterkun motor og veiða við troli. Viðurskiftini hjá hesum skipum hava ikki verið laga- lig í vár. Veðrið hevur verið ringt, og í so ringum veðri ber illa til at trola við smáum skipum. »ROIN«, komin eisini undan Íslandi. Hann hevdi roynt við snurriváð og fingið 300 kurvar. Teir lótu eisini so illa at veðri. — Tað er at heyra av hverjum skipi, at menn klaga um veðrið, verið hevur í vár á Suðurlandinum. Flestu siga seg íkki hava vitað slíkt veður. Stormur og regn í heilum, og sjálvandi mugu slík veður- líkindi hava hindrað allan fiskiskap. »DRÅTTUR« hevði 160 tons av saltfiski. urin var toskur, so hetta var éfera góður túrur við hesum trolaranum. Meginpart- »SUDURFARIDe«, 30 tons snurrivådsbåtur, var å Tvøroyri seinasta friggjadag å veg til Onglands vid 400 kurvum av hýst undum Íslandi. »ØRNANIPAN« for vid fullum farmi nidur til Onglands. Teir hava fiskað undir Føroyum. Í sein- astuni tykist væl av fiski at hava verið rundan um Suðuroynna. Bátar eru eis- ini, sum roynt hava við kalvalinu og hevur vignast væl fyri teimum. KENDUR NORÐMAÐUR Hín kendi norski báturin »Ulf«, skip- ari, Simon Vik, id var her undir krígn- um, er komin higar aftur at vitja. Hann hevur legu á Tvøroyri og roynir mest rundan um Suðuroynna. Hann hevði fingið 80 centnarar fyrst hann reyndi. Seluviðurskiftini í Noreg fyri saltfisk eru ikki so lagalig. Statin hevur seluna undir hond og tekur ágóðan, so prísurin verður so lágur, at tað loysir seg ikki at selja. Vituligt er, at lond, sum illa hava verið hægreidd av krígnum, skulu hava stóran pening at byggja upp við, og félkið í hesum londum má áleggja sær stórar byrður og treingja at sær, um hetta skal eydnast. «FAGRANES«, snørisskip, hevði um 300 skippund. Mong snørisskip hava eftir líkindunum fiskað væl á Suðurlandinum í ár. »TJALDRID« fór úr Keypmannahavn leygardagin kl. 11 við 608 tonsum av stykkjagóðsi og 55 ferðafólkum. NÝGGJUR HVALABÁTUR Gudmund Mortensen, keypmadur, hevur keypt hvalabåt i Onglandi. Hesin båtur er ødrvisi å snidi enn hvalabåtar, vit vanliga eru von vid; men hann hevur góða maskinu og gongur einar 10—1I mil, Hann er umvældur í Onglandi, og nakað skal verða gjørt við hann her í Føroyum. SUMMARVEDUR Kaldur var veturin, og åpril månadur hevur verid av teimum ringastu; men hesin parturin av mei hevur verid hend ingagóður. Solskin og sterkur hiti hvønn dag. Folk, sum hava inniarbeidi hava leitað út aftaná arbeidstid, á sjógvin og í hagan. Líkindini hava eisini verið sera góð fyri alt landarbeiði, at seta eplini niður, ella um onkur ætlaði at skera torv; men tað er nóg so tíðliga eftir sum vant plagdi at vera. ÚTSKIFTINGIN Løgtingid lýsir eftir útskiftingarfor- manni, so ætlanin man vera at seta fastan Útskifting í Før- oyum er harðliga átroðkandi. Tær bygdir, id fingið hava útskift, mugu ikki ynskja eftir at fáa tað aftur í hitt gamla mann til hetta starv. skilið, um so mong illstødan var aftan á, at hvor hevði fingið sítt, tí menn hildu seg vera vanbýttar. ÍSFISKASOLAN Frá 13.—17. hava hesi skip selt: Í Aberdeen: Róin 333 ks. 1063 pund, Jórun 422 1210, Silver Spray 534 1559, Ørvur 195 687, Mary Margreth 481 1408, Ósi 430 1500, Dragaberg 2374 6.087, Polarstjørnan 847 3650, Eystnes 230 785, Grønhélmur 269 929, Ørnanipan 346 963, Skipafossur 316 803, August 239 1084. f Buckie: Glottin 345 ks. 983 pund, Håenni 396 1139. Í Leith: Ileana 278 ks. 671 pund. Í Fleetwood: Leivur Qssursson 2421 kits 7.467 pund. PALÆSTINA Spurningurin um Palæstina er lagdur fram fyri Sameindu Tjóðirnar at taka støðu til. Har er sum kunnugt ófriðurin í heilum, og er hetta eitt problem, sum ivaleyst verður ringt at greiða. Bæði Jødar og Arabarar mæla ímóti Palæstina-stevnuni. Ara- barar leggja t.d. fram, at Palæ- stina skal fáa óskert sjálvstýri og at bretska yvirvaldið skal falla burtur, og at Jødaflytingin til Palæstina verður stedgað. Frá jødisku verdaldarstevnuni i Prag koma har aftur ímóti boð um at loyva at flyta Jødar, sum eru tvangsflyttir, til Palæstina. Haðani verður framborið harm- ur um, at nú tvey ár aftaná, at kriggid er endað, eru enn 250.000 Jødar í Europa, sum móti sínum vilja liggja innistongdir í fanga- legum. Sameindu Tjóðirnar skulu nú fella dóm í hesum einum av mest merkiligu og fløktu málum, ið finnast í søguni: Ognarrætt- urin til Palæstina. Og nú tvey fólk seta krøv fram um henda fornu ognarrætt, verður málið enn fløktari og vandamiklari at greiða. Harra M. L. Viderø, fyrrverandi deknur- Tygum hava verið eitt sindur sinnisrerdur 28. april, hvat ger mær ógvuliga ilt, men vónandi gongur tað yvir. Handa greinin er eitt tílíkt journalistist meistaraverk, at vón- andi fáa tygum gylt fyri hana, æntin í kontantum ella »in natura«, sum aðrir líknandi stórir journal- istar, Meira timi eg ikki at skriva, t6 at rætt er sum tygum siga, mangt kundi verið at skriva..... Vinarliga, góði skyldmaðurin. Viggo Dalsgaard. FU Lótir. '>Dimmalættinga hevur nú prís- og lønspurningurin hevur verið umrøddur fleiri ferðir í leiðandi greinum átalað prís- politikkin og prísefliransingar- ráðið. Men hon hevur í sínum atfinningum reinsað Fólkaflokks- flokkin fyri alla skuld, mølmað um, at hann skuldi hava lagt fram eitthvørt, sum hevdi verið bótin, og var lað eftirfarid, hevdi hetta stríðið ikki verið. Men Javnaðarmenn og Sambands- menn eru teir, ið ábyrgdina hava, og eru menninir ið eru fedrar til henda órættvísa løn- »g prispolitikkin Nakað tílíkt fáa vit burtur úr skriving >Dimmalættingar<. Men ikki nevnir hon, hvørji tey góðu ráð vóru, Sambandið hevði, og ikki nevnir hon tað, at Sam- bandið má tó hava havt sítt um- boð og tað sín góða part av umboðnum í príseftiransingar- ráðnum. Sannleikin man vera hann, at Sambandsflokkurin hevði kan- ska hin størsta ávirkanin á pris- politikkin, fyrst id lógin kom í gildi. Vit vita ikki betur enn háðir teir fyrstu formenninir vóru Sambandsmenn, og tað var nettupp henda tíðin, id var hin lýdningarmesta, tá ið ráðið var skapt og alt var í gerði. Lógin var ivaleyst góð. Men meira enn lóg er tað, hvussu lógin verður umsitin. Okkara útlandshandil hevur altid verið leysur og bygdur á góðvild út- landska heilsølumanna. Og hann mundi ikki vera í bestu sporum undir krígnum. Príseftiransing- arráðið gav eisini heilsølumonn- unum rættin til at rokna sær eitt nógv ovstórt procenttal, ti ein mátti hugsa sær tann stóra »umsetning«, ið nú gjørdist, og tær stóru peningamongdir, ið fóru millum heilsølumenninar. Sambandsflokkurin = má so statt bera sín stóra og lunga part av príspolitikkinum. Og vit siga, at vit harmast ikki, um vit hava sagt okkurt hvassligt og spoyskligt orð um prísskriving »Dimmalættingar«. Atfinningar eru góðar at síggja, men so skulu verunleikar vera aftan fyri, og fram skal koma, hvat atfunnið verður. Ilt er at bera skikkjuna á báðum øxlum. H. BÆRENTSEN og J. M. KJELD NÝTSLUPLANTUR NORRØNA FORLAGIÐ Tósrhavn. Henda bókin, sum lærararnir H. Bærentsen og J. M. Kjeld hava skrivað, og sum Norrøna Forlagið hevur givið út, er ser- liga hent til skúlabrúks, men eisini onnur fólk enn ley, sum ganga í skúla og fáast við skúla- starv, kunna hava gagn og gleði av at lesa hana. Heilsurøkt og heilsulæra er týdningarmikil grein at lagt dent á í skúla, og henda bókin er sera góð at hava sum amboð, um lærarar fáa stundir at geva undirvísing í nevndu grein. Ofta er kunnleikin hjá fólki lítil viðvíkjandi tí mati og drekka, nýtt verður, og sum likamid hevur gagn ella skaða av. Men í seinastuni hava menn verið varir við, at hetta hevur alstóran tydning fyri manna- heilsuna, og flest allar sjúkur kunna verða ávirkaðar ella kykna upp av ti, ið maður nýtir. Tað er tí nú farið undir at geva upplýsing í bókum og bløðum um hesi viðurskifti, og verður tað mett til at vera ein hin størsta og týdningarmesta samfelagsuppgá áva Bókin henda sigur okkum frá fimm nýtsluplantum: kaffi, te, kakao, sukur og tubb- aki. Greidliga er sagt frá hvørji. Søgu hennara, sum mangan kann ljóða sum eitt ævintýr, hvar hon veksur, hvønn týdning hon hevur fyri tað land, har hon verður dyrkað, hvussu stórar mongdlr tey Á lond nýta av henni og hve gagn ella hvønn skaða, ið óð kann veita menniskjanum. Hetta eru okkum fremmindar plantur, sum grógva í fremm- indum londum, og sum vit inn- flyta, og sum nú á døgum nógv verður nytt av i Féroyum. Ikki eru tó so nógv år liðin síðan summar av Rhen vóru Førovingum eins og øðrum fólkum í Europa heilt ókunn- igar. Stuttlig søga er t.d. hiðani av landi um fyrstu ferð, ið te kom til eina føroyska bygd: Tað sigst, at enskt skip strand- aði; manningin var bjargað og fingu teir innivist í ymsum húsum í bygdini. Nakað av farminum var eisini bjargað, og har ímillum vóru fleiri kassar av góðum lei. Onglendingum dáma væl te, og ein dagin bið- ur ein matmóður sína kóka sær eitt sløg av hasum, sum er í kassanum. Konan hevði aldrin sæð hetta slagið fyrr, men hon vildi gera manninum henda heina, tå ið hann bad hana. Um dagin skal hann so fara og fáa sær døgurða, tá kemur konan berandi inn eitt stórt fat fult av tebløðum. Hon hevur tikið væl til úr kassanum at kóka til mannin, koyrt løgin burtur, sum vant plægdi at vera, og so sett tað ið eftir var, bløð- ini, inn á borðið. Men nú eru Føroyingar ikki ókunnigir við hesar fremmindu vørur, og nógv kemur til landið av teimum. Bókin sigur t. d. at tey síðstu 5 bardagaárini komu árliga til Føroyar um 310.000 sigarir, 14 millionir sigarettir og 30 tons av øðrum tubbaki, virðið var !/, millión krónur. Stórur peningur at fara upp í royki. Føroya Sjóvátrygging Skip útróðrarbátar - verur verða tryggjað Telf. 372. motorbåtar