Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 9. apríl 2002 27 Sjálvt um landskapp- ingin í flogbólti júst er endað, er longu farið undir fyrireik- ingarnar til næsta kappingarár. Í tí sam- bandi skipar Flog- bóltssamband Føroya fyri ymsum venjara- skeiðum. Tey fyrstu — barnavenjara- skeiðini — vera longu fyrst í mai mánaði FLOGBÓLTUR Sveinur Tróndarson Kappingarárið er ikki meira enn endað fyrr enn Flog- bóltssambandið er farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Hetta sæst við, at FBF nú býður teimum, sum hava hug at nema sær venjaraútbúgv- ing, at koma á skeið hjá tveimum dønum. Skeiðini, sum FBF býður út hesaferð eru »barnavenj- araskeiði« og »T1« og »T2«, og tey eru ein liður í venjaraútbúgvingini, sum FBF hevur í samstarvi við danska flogbóltssamband- ið. Danir hava lagt venjara- útbúgvingina til rættis í samráði við hálendska flog- bóltssambandið, av tí at há- lendska landsliðið er mill- um tey fremstu í heiminum. Tað vera teir báðir Jan Pilsmark og Peter Morell, sum fara at undirvísa á skeiðunum. Teir eru báðir settir skeiðsamskiparar og undirvísarar hjá DVBF, og tað eru eisini teir, sum hava gjørt tilfarið, sum undirvíst verður eftir. Fyrsta skeiðið, sum fer av barkastokki, verður »barna- venjaraskeiðið«. Tað verður hildið fríggjadagin 10. og leygardagin 11. mai, meðan »T1« og »T2« skeiðini vera hildin í september. Sum sagt verður »barna- venjaraskeiðið« longu vikuskiftið 10. og 11. mai og møtt verður á Eystur- skúlanum kl. 17.30. Undir- vísingin byrjar kl. 18.00 og hildið verður á til klokkan 22. Byrjað verður aftur leygarmorgunin kl. 9.00 og tá verður hildið á til kl. 19.00. Tey, sum hava hug at vera við til skeiðini, hava enn møguleika at boða frá lut- tøku. Seinasta freist er nevniliga í dag, týsdag, tann 9. apríl, kl. 18.00. Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram á hesum støðum: Hjá FBF á telefon 318766 ella fartelefon 218766 og hjá Klæminti Isaksen á telefon 319657. Tey, sum vilja vita meira um venjaraútbúgvingina kunnu fáa fleiri upplýsingar við at vitja inn á heimasíð- una hjá danska flogbólts- sambandinum. Adressan til ta heimasíðuna er www.volleyball-dvbf.dk. Við at velja teigin »Volley- ball« kemur tú inn á eina nýggja síðu. Í vinstra borði standa nakrir valmøgu- leikar. Vel »Træneren« og tú fært meira at vita um venjaraútbúgvingina. Flogbóltssambandið skipar fyri venjaraskeiðum Tað vera teir báðir Jan Pilsmark og Peter Morell, sum fara at undirvísa á skeiðunum Øll oddaliðini vunnu í hollendsku Toto- deildini, har FC Zwolle framvegis er á odda HOLLAND Jákup Mørk Felagið hjá Súna Olsen, FC Zwolle, er framvegis á odda í næst bestu hol- lendsku deildini, eftir at teir fríggjadagin vunnu á enn eini stórari forðing. Zwolle átti heimadyst ímóti Emmen, sum undan dystinum var á fimta plássinum. Seks stig aftan fyri Zwolle. Brotsspørk avgjørdu Soleiðis var talan um ein torføran dyst á pappírinum, og tað skudli eisini vísa seg, at Emmen veruliga gav Zwolle mótstøðu. Bert 10 minuttir vóru leiktir, tá tað eydnaðist gestunum at leggja seg á odda, og størsta partin av fyrra hálvleiki var líkt til, at hetta skuldi gerast í øllum førum hálvleiksstøðan. Fimm minuttir undan steðginum fekk Zwolle tó brotsspark, sum Roelofsen sendi í netið, og tá hann var enn einaferð tryggur, tá dómarin bert tveir minuttir seinni aftur peikaði á 11- metra blettin. Soleiðis ráddi um hjá Zwolle at binda fyri í seinna hálvleiki. Størsti denturin varð lagdur á verjupartin, og tó at Emmen royndi at trýsta, so var líkt til, at tað skuldi eydnast oddaliðnum at halda fast. Og í seinasta minutti hendi so tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Í royndunum at javna tveitti Emmen nógv fólk fram á vøllin, og so kundi Zwolle svara aftur, tá Booscaart í einum skjótum mótálopi bendi allan iva um úrslitið til viks. Oddurin vann Sum sagt, so ber sigurin hjá Zwolle við sær, at teir framvegis halda fast um ovasta sessin, sum teir vunnu sær fyri viku síðani ognaðu sær. Men munurin niður til næstu liðini er framvegis lítil. Trý tey næstu liðini á stigatalvuni vunnu øll sínar dystir, so enn er so langt ífrá sloppið hjá Zwolle. Fyri framman bíða nú tveir útidystir, sum báðir eru móti liðum, sum eru stødd niðarliga á stigatalvuni, men slíkir dystir eru altíð sera torførir móti kapp- ingarenda, tá hesi stríðast fyri lívinum. Zwolle við fullari ferð Julian Johnsson var ikki á vøllinum, tá Jan Mølby við greiðum tapi fekk eina vánaliga byrjan í nýggja venjarastarvinum ONGLAND Jákup Mørk Ein skaði forðaði Julian Johnsson at vera við, tá Hull leygardagin setti sjøtul á eitt nýtt tíðarskeið við Jan Mølby sum venjara. Fingu bank Nýggja tíðarskeiðið skal ætlandi bera við sær, at úrslitini í felagnum batna somikið nógv, at felagið komandi kappingarár kann verða partur av uppflytingarstríðnum, men dysturin hesa ferð gav tó lítlar og ongar ábendingar um, at so skuldi verða. Móti oddaliðnum, Luton, fekk Hull ikki eitt bein til jørðina, og tapið gjørdist somikið greitt sum 4-0, eftir at Luton í hálvleikinum var á odda við tveimum málum. Einki var gott Sum vera man, so kundi nýggi venjarin ikki finna tær heilt stóru rósurnar fram eftir dystin, men tó at hann at kalla einki gott hevði at siga um dystin, so var hann eitt sindur bjartskygdur, tá tosað varð um framtíðina. - Eg visti, at tað ikki stóð væl til, men eg hevði ikki roknað við, at støðan var so vánalig, sum dysturin í dag sýndi. - Har var einki positivt at taka fram í spæli okkara. Vit spældu snøgt sagt ikki nóg væl. - Tá tú hevur sæð ein slíkan dyst, spyrt tú altíð sjálvan, um tað var nakað, sum riggaði væl hjá okkum. Vardu vit væl? svarið er nei. Stríddust vit manniliga? Svarið er aftur nei. Var venjingarstøðan nóg góð til at halda ferðini allan dystin? So avgjørt ikki. Alt var rættiliga vánaligt. - Men eg eri tó sann- førdur um, at hetta fer at betrast til komandi ár. Tað er ikki torført at síggja, at nógv er, sum skal betrast, og íroknað hesum eru nøkur heilt grundleggjandi ting, segði Jan Mølby at enda, tá fjølmiðlarnir royndu at fregnast um nýggju avbjóðing hansara. Ring byrjan hjá Mølby 27 26 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Toftamenn søgdu seg ivast í, um bólturin hevði verið innanfyri strikuna, tá HB fekk sigursmálið LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen B68 tykist saman við KÍ at hava ilt við at spæla seg víðari úr bólka- spælinum og í fjórðings- finaluna í steypakapp- ingini. Leygardagin var HB á Toftum. Teir fóru avstað aftur við øllum stigun- um. Og nú skal tað vilja verri enn illa til, um HB ikki fer at vinna bólk trý og harvið er komið í fjórðsingsfinaluna. Dysturin var málríkur og harvið lívligur. Heimaliðið kom á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir. Eftir horna- sparksinnlegg úr høgru var Hans Fróði Hansen hægstur og stútaði í málið aftanfyri Bárð Jo- hannesen. Seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, tá Uni Arge javnaði til 1–1. Hann varð spældur leysur av Rógva Ja- cobsen. Seks minuttir seinni legði Andrew av Fløtum HB á odda, tá hann stýrdi innleggi í málið. Tíggju minuttir seinni javnaði Øssur Hansen upp á brotsspark. Jens Petur Brattalíð peikaði á ellivu metra blettin, tí hann segði, at ein verju- spælari hevði togað Hans Fróða Hansen niður, tá hornaspark varð lagt innfyri. Og so var tað, at HB fekk nógv umrødda sigursmálið. Tór–Ingar Akselsen sneiddi tveir av í høgru, áðenn hann sendi móti málinum. Bólturin brast í annan stólpan, rullaði aftanfyri málverjan og tók hin stólpan, áðrenn hann rullaði út og málverjin kundi lofta. Dómarin hugdi á linjudómaran, sum dømdi mál, og HB menninir fegnaðust. Toftamenn vóru ikki so blíðir. Teir søgdu seg vera sannførdar um, at bólturin hevði ongantíð verið innanfyri málstrik- una. Tað hildu teir eisini, at kósin hjá bóltinum eisini segði, men dóm- arin tók avgerðina hjá linjudómaranum til eft- irtektar. Liðini Hjá B68 var pólverki Michael Kokozanek í málinum. Hinir vóru Marlon Jorge, Messias Perreira, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam – Bogi Petersen, Oleif Joensen, Jann Ingi Petersen – Arnold Joen- sen, Anders Nygaard, Øssur Hansen. Fróði Benjaminsen var leikbannaður. Nakað eftir steðgin kom ung- lingaspælarin Gestur Lómstein inn í vinstru síðu. Tíggju minuttir undan leikloki kom Kristian Poulsen inn á miðvøllin fyri Boga Petersen. Hjá HB sá liðið so- leiðis út: Bárður Jo- hannesen – Jan C. Dam, Jóhannis Joensen, Hans á Lag – Tór–Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru (Hallur Daniel- sen, 75.) – Andrew av Fløtum (Rókur av Fløtum Jespersen, 63.), Bjarni Jørgensen (Vagn- ur Mohr Mortensen, 78.). Fyrrverandi B68 spælarin, Jan C. Dam, ætlaði sær at gevast við 1. deildarfóltbólti, tá hann segði farvæl á Toftum. Avrikið leygar- dagin bendir á, at hann verður ein av lyklaspæl arnum hjá HB í ár. Dysturin í tølum B68-HB 2-3 (1-0) 1-0: Hans Fróði Hansen 1-1: Uni Arge 1-2: Andrew av Fløtum 2-2: Øssur Hansen 2-3: Tór-Ingar Akselsen Hóast KÍ í 2. hálvleiki legði stórt trýst á mótstøðumálið, so vóru tað snildu kontra álopini hjá Skála, sum vóru tey vandamiklastu LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Um knappar fýra vikur verður fyrsta umfarið í landskappingini á skránni. Tá fær KÍ vitjan av Skála. Um klaksvíkingar heldur vildu spælt fyrsta dystin á útivølli ímóti eitt nú B36, so er tað ikki at undrast á. Leygardagin spældi KÍ fyri aðru ferð í ár ímóti Skála í steypakappingini. Fyri aðru ferð vann Skála, og harvið legði KÍ fyri aðru ferð rygg til sera eyð- mýkjandi tap. Skála vann 2–1. KÍ kom á odda, tá Heðin á Lakjuni sendi fríspark úr seytjan metrum uppum manngarð- in og í málið. Lítla løtu seinni var uppskriftin nett tann sama, tá Alexander Johansen javnaði til 1–1. Í 1. hálvleiki hevði yvir- vágin hjá KÍ ikki verið ser- liga eyðsýnd. Eftir steðgin royndi heimaliðið at leggja trýst á gestirnar. Forloys- andi málið kom ikki. So varð trýst uppaftur meiri, og sum 2. hálvleikur leið, var uppstillingin hjá KÍ alt meiri 2–4–4, meðan hon hjá Skála var 4–4–2. Tað bar á tað borðið, at í hvussu so er eitt mál fór at koma. Ágangandi KÍ spæl- ið hevði við sær, at fleiri spentar støður vóru í Skála brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í hinum endanum vóru skálamenn einar fýra ferðir í uppløgdum støðum at fáa mál, tá teir fóru í kontra. Tað eydnaðist eina ferð. Jonhard Frederiksberg, sum er sera skjótur álops- spælari, ið fyri tað mesta hevur spælt í 4. deild, tá hann ikki hevur verið til skips, sendi um miðstrik- una millum beinini á Kurt Mørkøre, rann ímóti málin- um og sendi framvið Meinhardti Joensen, tá KÍ málverjin fór út ímóti. Innskifti Tummas Olsen fekk síðsta stóra møgu- leikan. Hann lyfti upp um KÍ málverjan, men eisini framvið málinum. Avrikið var aftur ein stað- festing av, at KÍ hevur sera ilt við at spæla ímóti liðum, sum binda fyri í verjuni, og sum dúva upp á kontra møguleikar. Í fjør sást hetta í landskappingardystunum ímóti FS Vágum og EB/ Streymi, og nú er tað longu tvær ferðir tvær ferðir staðfest ímóti Skála. Spurningurin er so, hvussu tað verður triðju ferð. Tað verður í Klaksvík í fyrsta umfarinum í landskapping- ini. Liðini KÍ hevði hesa byrjunarupp- stillingina: Meinhardt Joensen – Andrass Jacob- sen, Kurt Mørkøre, Ove Nysted – Harley Berthold- sen, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør, Fríðin Ziskason – Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Heðin á Lakj- uni. Eftir steðgin kom Gunn- leif Biskupsstøð inn í álopsplássið í høgru. Atli Danielsen fór í plássið hjá Harley Bertholdsen, sum fór í plássið, sum Fríðin Ziskason hevði verið í. Allan Joensen, sum tóktist hava stórar trupulleikar í rygginum, kom eftir stegð- in í verjuplássið, sum An- drass Jacobsen hevði røkt. Erling Fles og Bárður á Lakjuni vóru á beinkinum, men teir komu ikki inn. Hjá Skála var Eugen, sum mesta partin av árinum í fjør var spælandi venjari, málverji. Hinir vóru Ronn- ie Hansen, Dánial Hansen, Jákup Petur Eliasen, Bent Djurhuus – Marius Joen- sen, Kári Nielsen, Pauli Hansen, Arnold Berg – Alexander Johansen, Jon- hard Frederiksberg. Í 2. hálvleiki loysti Pauli Poulsen Jákup Petur av. Áki Petersen kom inn fyri Arnold Berg, og síðstu minuttirnar kom Tummas Olsen inn í álopið. Dysturin í tølum KÍF-Skála 1-2 (1-1) 1-0: Heðin á Lakjuni 1-1: Alexandur Johansen 1-2: Jonhard Frederiksberg B68-HB 2-3 (1-0): HB á veg í fjórðings- finaluna KÍ-Skála 1-2 (1-1): Skála setti aftur KÍ upp á pláss Fyri aðru ferð í ár skelkaðu skálamenn klaksvíkingar, tá teir eisini vunnu útidystin ímóti KÍ í bólkaspælinum Mynd: SáH C M Y K 26