Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 9. apríl 2002 29 Nýggi styrkislistan í talvi er júst dagførd- ur, og eingin ivi er um, at á pappírinum er John Arni Nilssen nógv hin sterkasti føroyski telvarin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Nýggi styrkilistin fyri før- oyskar telvarar vísur, at í løtuni kann eingin hótta John Arna Nilssen sum nú hevur heili 2384. John Arni hevði góð úrslit í donsku liðkappingini, og í einari vikuskiftiskapping í Keyp- mannahavn. Tað gav hon- um enn eitt ratinglop rætta vegin. Næsti í røðini er Heini Olsen, sum hevur tikið annað plássið frá IM John Rødgaard. Heini hevur telvað væl seinasta hálvárið á flatlondum, eisini í donsku liðkappingi, og er bert eitt ratingstig frá 2300. John Rødgaard misti nøkur stig eftir liðkappingina og einstaklinga-FM. FM var gott hál Føroyameistarin Hans Kristian Simonsen hevur gjørt eitt megnarhál upp- eftir listanum, og sjálvur sigur hann at málið er 2300 áðrenn hetta talvár er av. Sjálvsálit hevur maðurin, og ei heldur er tað merki- ligt. Allarhelst fer júst sjálvsálitið og talvdygdir- nar at førka okkara nýggja stjørnuskot úr Kollafirði enn longur fram í oddin. Er fyrsta pláss væl tryggjað hjá John Arna, kann ikki sigast tað sama um hini oddaplássini. Har er gott stríð, og hetta kapp- ingarstríð er jú eisini gott fyri føroyska telving. Olympiaduár er og kampur um plássini er tí sjálvsagt í hásæti. Tá rating viðvíkur er John Arni sjálv- skrivaður, og allarhelst eisini Rødgaard og Heini Olsen. Hesir seinast nevndu hava eisini øgiliga rutinu, sum er alneyðug í Talv-OL, sum í ár verður í Slovenia um mánaðarskifti oktobur/novembur. Hans Kristian er besti unglingur samstundis sum hann er føroyameistari. Hann verður tí á fyrsta sinni eisini við á olympiad- uni. Síðani eru tvey pláss eftir at manna seksmans- hópin, og sum tað sæst á listanum eru nógvir um boðið. Flóvin Tór Næs er besta boð, tá rating við- víkur, sum fimti maðurin, men ikki langt niðanfyri eru Eyðun Nolsøe og Ólav- ur Simonsen. Olympiaduliðið verður eftir ætlan úttikið 1. august, soleiðis at teir úttiknu hava góða tíð at fyrireika seg til kappingina, samstundis sum møguleiki er at gera ein vørr í summarmánað- unum innan endaliga út- tøkan verður veruleiki. John Arni Nilssen langt fremstur John Arni Nilssen er í løtuni nógv hin sterkasti føroyski telvarin Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby 25 16 - 6 - 3 56 20 36 54 2 FCK (M) 25 13 - 8 - 4 44 18 26 47 3 AaB 25 14 - 4 - 7 41 31 10 46 4 OB 25 10 - 8 - 7 37 37 0 38 5 AB 25 9 - 10 - 6 37 26 11 37 6 Esbjerg 25 11 - 4 - 10 36 35 1 37 7 FCM 25 9 - 9 - 7 31 22 9 36 8 Viborg 25 7 - 10 - 8 31 30 1 31 9 Silkeborg 25 6 - 6 - 13 27 33 -6 24 10 Vejle 25 5 - 7 - 13 29 56 -27 22 11 AGF 25 4 - 8 - 13 28 41 -13 20 12 Lyngby 25 2 - 8 - 15 21 69 -48 14 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Køge 17 13 - 1 - 3 36 17 19 40 2 Frem 19 11 - 5 - 3 41 21 20 38 3 Farum 18 11 - 5 - 2 39 24 15 38 4 HFK Sø. 18 11 - 3 - 4 38 24 14 36 5 Herfølge 19 10 - 5 - 4 29 19 10 35 6 B 1913 19 10 - 4 - 5 32 26 6 34 7 AC Horsens 19 8 - 6 - 5 27 20 7 30 8 Randers F. 19 8 - 5 - 6 29 23 6 29 9 FC Aarhus 18 6 - 5 - 7 25 28 -3 23 10 B 1909 19 5 - 5 - 9 31 42 -11 20 11 Hvidovre 19 4 - 7 - 8 29 37 -8 19 12 Brønshøj 19 5 - 4 - 10 27 38 -11 19 13 Fredericia 18 3 - 5 - 10 21 26 -5 14 14 Kolding FC 19 4 - 2 - 13 31 48 -17 14 15 B93 19 3 - 4 - 12 23 43 -20 13 16 Skive 19 2 - 4 - 13 22 44 -22 10 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Jo- hannesen (Hvidovre), Johan Byrial Hansen (Fredericia) Talvið hesa vikuna Føroyski toppurin apríl 2002 1 John Arni Nilssen HT 2384 2 Heini Olsen KTF 2299 3 John Rødgaard, IM VT 2272 4 Flóvin þór Næs HT 2251 5 Eyðun Nolsøe KTF 2232 6 Ólavur Simonsen KTF 2208 7 Hans Kristian Simonsen KT 2196 8 Torbjørn Thomsen KT 2194 9 Jóan Hendrik Andreasen HT 2193 10 Rógvi W. Rasmussen HT 2189 11 Bogi Ziska SF 2164 12 Jens Kristian Hansen TT 2157 13 Rani Nolsøe KTF 2154 14 Martin Poulsen HT 2120 15 Carl Eli N. Samuelsen HT 2111 16 Heini Danielsen HT 2109 17 Steintór Rasmussen KTF 2103 18 Martin Brekká TFS 2079 19 Terji Petersen KTF 2066 20 Torkil Nielsen ST 2058 21 Olaf Berg HT 2042 22 Finnbjørn Zachariasen TFS 2041 23 Herluf Hansen HT 2013 24 Tummas M. Anthoniussen KTF 2004 25 Bernhard Thomsen KT 1985 Hans Kristian Simonsen og IM John Rødgaard lógu undan seinasta umfari í FM javnir á fremsta plássi. Hans Kristian vann á Carl Eli N. Samuelsen meðan Martin Poulsen vann heldur óvæntað á John, sum tískil datt aftur á fjórða pláss í røðini aftanfyri Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen og Hans Kristian. Martin Poulsen (2111) — IM John Rødgaard (2291) Meistarabólkur (9. umfar) 1.d4 e6 2.c4 d5 3.Ric3 Rif6 4.Rif3 Be7 5.Rie5 0- 0 6.g3 c5 7.cxd5 Rixd5 8.Bg2 Rixc3 9.bxc3 Rid7 [9...cxd4 10.Fxd4 Fc7 tykist gott hjá svørtum] 10.Rixd7 Fxd7 11.0-0 Rd8 12.Be3 Fc7 13.Fb3 Rb8? [13...c4 14.Fb5 Bd6 og nøkunlunda javnvágur er í støðuni ] 14.Bf4 Bd6 15.Bxd6 Rxd6 [15...Fxd6 hevði kanska kunna bjargað svørtu støðuni] 16.Fb5! Kf8 17.dxc5 Rd8 (hvítur hevur nú greiðan fyrimun) 18.Rfd1 Bd7 19.Fb4 Bc6 20.Rd6 Bxg2 21.Kxg2 Rdc8 22.Rad1 g6 23.Rd7 Fc6+ 24.Kg1 Rc7 DIAGRAM 25.R1d6! Fxd7 26.Rxd7 Rxd7 27.c6+ Re7 28.Fd6 1-0 Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FC Zwolle + 30 19 - 7 - 4 55 29 26 64 2 RBC Roo’daal 30 19 - 5 - 6 68 33 35 62 3 Excelsoir + 30 18 - 7 - 5 66 29 37 61 4 ADO Den Haag30 17 - 7 - 6 50 31 19 58 5 Emmen 30 16 - 7 - 7 48 34 14 55 6 FC Volendam 30 13 - 7 - 10 59 43 16 46 7 Cambuur/L. + 30 13 - 6 - 11 44 35 9 45 8 Heracles A. 30 13 - 4 - 13 48 48 0 43 9 BV Veendam 30 12 - 6 - 12 51 51 0 42 10 Storm/Telstar 29 9 - 9 - 11 44 39 5 36 11 Dordrecht ‘90 30 9 - 9 - 12 55 58 -3 36 12 Haarlem 29 10 - 6 - 13 34 39 -5 36 13 Helmond Sp. 30 7 - 13 - 10 30 42 -12 34 14 MVV 30 8 - 7 - 15 42 55 -13 31 15 VVV 30 9 - 4 - 17 44 60 -16 31 16 G.A. Eagles 30 7 - 9 - 14 40 55 -15 30 17 Eindhoven 30 5 - 6 - 19 41 71 -30 21 18 Top/Oss 30 3 - 5 - 22 21 88 -67 14 Perioduvinnararnir eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Luton 44 29 - 6 - 9 94 48 46 93 2 Plymouth 43 28 - 9 - 6 63 27 36 93 3 Cheltenham 42 20 - 14 - 8 63 45 18 74 4 Mansfield 43 22 - 7 - 14 67 56 11 73 5 Rochdale 43 19 - 14 - 10 59 48 11 71 6 R&D 44 19 - 13 - 12 65 49 16 70 7 Scunthorpe 44 18 - 14 - 12 72 54 18 68 8 Shrewsbury 44 19 - 10 - 15 62 51 11 67 9 Hartlepool 44 18 - 11 - 15 65 47 18 65 10 Kidderm. 44 18 - 9 - 17 54 46 8 63 11 Hull C. 43 16 - 11 - 16 53 46 7 59 12 Southend 44 15 - 12 - 17 51 52 -1 57 13 Macclesfield 44 15 - 11 - 18 41 52 -11 56 14 Exeter 44 14 - 12 - 18 47 70 -23 54 15 Carlisle 42 12 - 14 - 16 49 52 -3 50 16 Darlington 43 13 - 11 - 19 55 65 -10 50 17 Torquay 44 12 - 14 - 18 42 57 -15 50 18 York 42 14 - 8 - 20 48 65 -17 50 19 Swansea 44 13 - 11 - 20 50 68 -18 50 20 Leyton O. 44 12 - 12 - 20 53 70 -17 48 21 Oxford Utd. 44 11 - 14 - 19 52 58 -6 47 22 Bristol R. 43 11 - 11 - 21 38 54 -16 44 23 Lincoln C. 44 10 - 14 - 20 42 60 -18 44 24 Halifax 44 7 - 12 - 25 33 78 -45 33 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) 29 28 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Álopsmakkarin hjá Toda Jónsson skoraði eina ferð og legði upp til hini trý málini, tá FCK vísti besta avrik- ið í ár SUPERLIGA Jóannes Hansen Góða páskaveðrið var burt- ur, men kortini møttu fim- tan túsund upp í Parkini sunnudagin, og teir flestu av áskoðarunum høvdu nógv at fegnast um. Í 1. hálvleiki spældi FCK gest- irnar úr Odense sundur og saman. Tá spælararnir fóru av vøllinum eftir fyrra um- farið, var støðan 3–0, og tað var ikki eitt mál ov stór leiðsla til heimaliðið, held- ur tvørturímóti. Í seinna umfarinum tóku teir í FCK tað meiri róliga. Ferðin var ikki tann, sum hon hevði verið. Tað tóktist sum um, at hugsanirnar longu vóru í uppgávunum, sum eru á skránni í annað- kvøld og aftur sunnudagin. So tætt liggja dystirnir í superliguni. Úrslitið varð 4–0, og ein maður var eyðsýndur fram um allar hinar. Tað var álopsmakkarin hjá Toda Jónsson, Zuma. Hann skor- aði fyrsta málið, tá eitt korter var farið. Eftir lang- skot og hálvbjarging var hann fyrstur á returbólti- num, og so var tónin sligin ann. FCK skoraði trý mál afturat, og Zuma átti hvørja ferðina næstsíðsta fótin. Í 28. minutti smeyg hann sær ígjøgnum í vinstru, og væl upplagdi Thomas Røll setti fótin á. Í 34. minutti var uppskriftin tann sama. Zuma rann frá OB verjuni í vinstru, og Todi Jónsson hevði fullkomuliga opið mál, tá hann skuldi skora til 3–0. Men Todi var óheppin. Hann kundi havt sett innaru síðuna á høgra fóti undir bóltin og skorað. Men í staðin valdi hann at vera uppaftur meiri nærlagdur. Temjingin við høgra og yvir til vinstra bein var ikki nóg góð, bólturin stakk ein metur frá Toda, og tá verju- spælarin Torben Sangild royndi at takla støkk bóltur- in í netið. Harmuligt hjá Toda. Einasta málið í 2. hálv- leiki var ein sovorðin perla, sum sjáldan er at síggja í donskum fótbólti. Aftur var Zuma upp á spæl í vinstru. Bólturin varð lagdur skrátt aftur eftir til norska Erik Mykland, sum úr 20 met- rum smekkaði til. Bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór í málið. Donsku fjølmiðlarnir góvu øllum FCK liðnum gott skoðsmál. At vera álopsmaður og at misnýta møguleikar kostar. Todi og tríggir liðfelagar fáa miðal- karakterin – 8. Hinir fáa níggju og tíggju. Ansar sær Todi var ikki á liðnum hjá FCK, tá teir í síðstu viku spældu fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Í onkrum av donsku fjølmiðlunum varð sagt, at Todi hevði mist plássið, tí hann ikki skoraði nóg nógv mál. Hetta var ikki frágreið- ingin hjá Toda. Hann hevði undan dystinum kent, at lærið var eitt sindur stívt, og tí hevði hann spurt, um tað bar til at sleppa undan at spæla. Men hann var klárur at taka eitt tørn, um venjarin segði, at tað skuldi hann gera. Todi sigur, at sjálvandi er tað ein møguleiki fyri, at avloysarin skorar mál, og so er ikki víst, at tú verður biðin aftur. Peter Møller loysti av í steypadystinum. Hann skoraði, men kortini var Todi í FCK álopinum sunnudagin. FCK venjarin lat teir somu ellivu spælararnar vera á vøllinum allar 90 minuttirnar ímóti OB. Iva- leyst vónaði hann, at tað skuldi eydnast hjá Toda at fáa mál. Tað eydnaðist ikki, men Todi var væl við í samanspælinum – ikki minst við stórstjørnuna Zuma, sum – um hann megnar at halda fram, sum hann hevur gjørt higartil í vár – fer at verða seldur til okkurt annað felag fyri nógvar milliónir. FCK skal aftur í eldin longu í annaðkvøld. Tá skulu teir spæla í Ikast ímóti FCM. Sunnudagin skulu teir spæla í Lyngby. Ivaleyst vil venjarin hava, at Todi er á liðnum í Ikast. Ímóti Lyngby er lættari at lata onkran av teimum bestu hvíla seg. Ímóti Lyngby er møguleikin góð- ur at taka seg upp eftir mál- skjúttaralistanum. Tí er einki at ivast í, at Todi hev- ði viljað verið við í tí dysti- num. Spenningurin um DM er ikki heilt burt- ur, og í botninum lyfti Vejle sær eitt vet longri burtur frá niðurflytingar- strikuni SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað gekk ikki, sum teir høvdu ætlað, tá oddaliðið í superliguni, Brøndby, sunnudagin var í Vejle. Úr- slitið var 1–1. Brøndby er framvegis nógv fremst. Men munurin aftur til FCK minkaði til sjey stig. Tað er nógv, og alt bendir fram- vegis á, at Brøndby verður meistari. Men møguleikin, fyri at FCK skal fáa teir aftur, vaks eitt sindur. Kan- ska verður tað heilt spenn- andi, tá FCK í næstsíðsta umfarinum fær vitjan av Brøndby. Tað er í sambandi við tann dystin, at Sosialur- in saman við Atlantic Air- ways skipar fyri ferð til Keypmannahavnar. Christian Høgni Jacob- sen var í Vejle álopinum frá fyrsta bríksli. Hann spældi í ein tíma. So varð hann skiftur út, og hann fær eitt sjey tal fyri sítt avrik. Vejle var alla tíðina verjukent, og teir royndu miðvíst at fáa ferðina niður. Harvið noyddust álopsspælararnir at arbeiða nógv einsamallir, tí teir fingu lítlan stuðul frá aftaru monnunum. Tað er ikki altíð so hugaligt, og tað sæst ikki altíð so nógv eftir, men tað eru korini, tá tú ert í álopinum hjá einum undirtippaðum liði, sum spælir ímóti oddaliðnum. Fimm minuttir eftir út- skiftingina kom Brøndby á odda. Ruben Bagger skor- aði málið, og so var Brønd- by mest hugað fyri at verja tepru leiðsluna og harvið at fáa øll stigini við aftur til hús. Tað eydnaðist ikki. Tveir minuttir undan dyst- arenda stútaði Jan Sønksen í málið aftanfyri Mogens Krogh. Í Vejle leguni vóru teir sera væl nøgdir við at hava fingið eitt stig ímóti oddaliðnum. Tað hevði við sær, at gloppið niður til strikuna vaks frá einum og til tvey stig. AGF illa statt Í síðstu viku fekk venjarin hjá AGF, John Stampe, sekkin. Liðið hjá honum hevði í fyrstu fimm dyst- unum eftir vetrarsteðgin bara skorað eitt mál. Tað var ikki nóg mikið, og so fekk unglingavenjarin Hans Petersen møguleikan í heita stólinum. Á heimavølli ímóti FCM eydnaðist tað AGF at skora tvey mál. Men tað var ikki nóg mikið. FCM vann 3–2. Sigursmálið fingu teir, tá tað restaðu fýra minuttir. Harvið noyddust teir í AGF enn eina ferð at ásanna, at botnliðini sjáldan hava marginalirnar á sínari síðu. Nú sær tað svart út hjá stór- liðnum í Århus. Í annað- kvøld skulu teir spæla á úti- vølli ímóti Brøndby, og sunnudagin fáa teir vitjan av AaB, sum er á bronsu- plássinum. AaB vann sunnudagin tepran og sera týdningar- miklan sigur í Esbjerg. Ein- asta málið skoraði Mikkel Beck, tá tað restaðu tríggir minuttir av fyrra umfari- num. At Mikkel Beck skor- aði mundi kennast sum ein stórur lætti – bæði hjá spælaranum og í felagnum sum heild. Mikkel Beck varð í vetrarsteðginum leig- aður úr franska felagnum Lille. Ætlanin var, at hann skuldi skora málini, sum AaB í heyst hevði trupul- leikar at fáa burturúr møgu- leikanum. Málið í Esbjerg var tað fyrsta hjá Mikkel Beck, síðani hann kom til AaB. Støðan hjá AGF gjørdist uppaftur verri av, at tað eydnaðist Silkeborg at megna 1–1 á heimavølli ímóti AB. Lyngby legði hesa ferð á heimavølli rygg til 5–1 tap ímóti Viborg. Í annaðkvøld sær skráin soleiðis út: AB – Esbjerg, AaB – Vejle, Brøndby – AGF, FCM – FCK, OB – Lyngby og Viborg – Silke- borg. Sunnudagin sær skrá- in soleiðis út: AGF – AaB, Esbjerg – Viborg, Lyngby – FCK, Silkeborg – OB, Vejle – AB og Brøndby – FCM. Øll tey føroysku feløgini í næstbestu deildini fingu stig, og nú tykist vandin fyri at Hvidovre skal flyta niður at vera sera lítil 1. DEILD Í DANMARK Jóannes Hansen Óli Johannesen verður mettur sum ein hin besti og kanska hin tryggasti verjuspælarin í Hvid- ovre. Sunnudagin varð enn eina ferð staðfest, at tá tað stendur nógv á, og tá tað er alneyðugt at fáa mál í hinum endanum, so er Óli Johannesen ein trumfur. Horsens var og vitjaði í Hvidovre sunnudagin. Leingi sá tað rættuliga svart út hjá heimaliðnum. Teir fingu eitt mál ímóti sær í 1. hálvleiki, og tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt økti Hor- sens til 2–0, eftir at mál- verjin, Stephen Ander- sen, sum annars er sera álitisfullur, hevði hálv- kiksað. Og so bendi nógv á, at øll stigini skuldu fara til Jyllands. Fram- manundan dystinum høvdu teir í Hvidovre annars vónað, at teir skuldu fáa øll stigini. Síðstu løtuna eydnaðist tað Hvidovre at skora tvær ferðir. Óli Johanne- sen var fluttur fram í álopið, og hann javnaði í yvirtíðini til 2–2. Tað gjørdi hann, eftir at bólt- urin var komin innfyri úr høgru. Johan B. Hansen og Fredericia spældu 2–2 í Skive, og felagið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, gjørdi eitt orduligt hál. Teir vóru á útivølli ímóti oddaliðnum í Køge. Í einari handa- vending kom Køge fram- um 2–0, og alt bendi tí- skil á tryggan heima- sigur. Men Randers Freja javnaði til 2–2, og tá teir komu framum 3–2, vóru teir á heimaliðnum noyddir at sleppa í verju- partinum. Teir trýstu fyri at javna til 3–3, men í staðin vóru tað gestirnir sum í snarálopi øktu til 4–2. Farum hevur ongantíð roynt seg í bestu deildini. Átta av spælarunum hava áður verið í superliguni. Tá vóru teir Lyngby spælarar. Venjarin, Chris- tian Andersen, og stjórin, Poul Hansen, hava báðir royndir úr bestu deildini. Teir hava verið venjarar hjá ávikavíst AB og FCK og hjá Lyngby. Í vikuskiftinum var Fa- rum í Århus, har teir vunnu 2–1 ímóti FC År- hus. Tað hevði við sær, at Farum er púra javnt við Frem í kappingini um næstfremsta plássið. Hesa ferð vann Frem 3–1 á útivølli ímóti B93. Gamla stórfelagið, sum Øssur Hansen spældi við eitt skifti í fjør, er í tung- um sjógvi. Hóast Preben Elkjær og aðrir hava spýtt pengar í, so tykist torført at venda gongd- ini, sum er ímóti niður- flyting. Herfølge vann 1–0 í Odense ímóti B1913, og HFK Sønderjylland, sum fegið vil uppaftur í superliguna, men sum haltar eitt sindur aftan- fyri oddaliðini, vann 5–1 á heimavølli ímóti Brønshøj. Óli syrgdi í síðstu løtu fyri javnleiki Zuma var í serflokki Brøndby kiksaði ímóti Christian Høgna Christian Høgni Jacobsen var í Vejle álopinum frá fyrsta bríksli, og hann fær eitt sjey tal fyri sítt avrik. C M Y K 28