leygardagur 6. mars 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á |
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
4.
„gr“
PÓNSBAYN
FØROY,
SOSIAL: DEMOKRATUR
JAVNAÐUR
| Leygardagin 6. mars 1948 |
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið |
BROÐURSKAPUR
22 árg.
Tað myrknar.
Tað tiltikna jarnteppi verður
flutt vestureftir. Á Balkan hálv-
oynni eru í øllum londunum
uttan Grikkalandi Kommunistar
komnir til ræði. Sama er i Pól-
landi og Ungarn, og nú er at
frætta, at Tjekkoslovakia er ging-
ið somu leiðina. Og norðan ífrá,
frá Finlandi, koma tíðindini, at
Stalin sjálvur hevur sent bræv
og boð hagar og biður Finnar
at gera verjusåtimåla við Sovjet-
samveldið. Skýggini eru so statt
komin at okkara durum. Fin-
land er grannaland Norður-
landa, og hetta fólk hevur í øll-
um viðurskiftum stórt samband
við øll Norðurlandafólkini.
Tað kom dáttliga við, at
einaræðishugsanin og harðræði
hovdu hertikid Tiekkoslovakia.
Hini eystureuropeisku londini
hava i sosialum vidurskiftum
staðið aftarlaga, demokratiskur
hugsunnarhåttur i vestureurope-
iskum skapi hevur at kalla
verið ókendur, og tað hevur
kanska í mongum lutum ongan
undrað, at Kommunisman vann
fram so lættliga har. Men við
Tjekkoslovakia var øðrvísi. Hetta
fólk hevur altid verið mentanar-
liga væl áborið. Tað hevur í
politikki havt sterkt tilknýli at
demokratinum í Vestureuropa,
tó at har eins og í øllum euro-
peiskum londum hevur verið
ein Kommunistaflokkur, ið hev-
ur havt samband vid Kommu-
nistar aðrastaðni í Europa.
Annars hevur góður gróður
verið fyri kommunistisku rørsl-
uni eftir kriggið bæði í Tjekko-
slovakia og øðrum londum.
Lond vóru í sorli, stýrini fingu
illa lønir prísar at bera
saman, og handilsskapurin var
og
svikaligur. Men hin sterkasta
ávirkanin kom frá Sovjet-
samveldinum, sum hevði hin
størsta partin í frígering teirra,
og sum vildi tryggja seg móti
ålopi frá hinum kapitalistiska
heiminum.
Hendingarnar eystanfyri upp-
taka menn meir og meir. Vest-
anfyri dugir ein væl at síggja
órættvísi í einum samfelagi,
men órættvisi og ójavni fáast
ikki burtur við, at ein stættur
og ein minniluti av vissum
monnum taka sær vald og við
hørðum kúga allar aðrar hugs-
anir. Arbeidarin, sum barstfyri
rættindum og betri korum,
kemur tá bert í verri kor. Hann
verður bundin uppá hond og
fól og fær als ikki hvørki tað
figgjarliga ella politiska frælsi,
hann væntaði.
Í Vestureuropa er nú rættilig
róp komin í, at nú er ikki
longur at drála. Hetta er Nazisma
av nýggjum, sum drepa vil alt
mannafrælsi. Hetta mugu menn
til bardaga ímóti, áðrenn tað
etur seg inn í øllum londum.
Bevin í Onglandi tosar um
vestureuropeiska unión, og Ame-
ríka tekur undir losar um
snarliga peningahjálp til Europa,
áðrenn ovseint verður. Teir tala
eisini um, hvussu skjót vápna-
hjálp kann fáast í lag, um de-
mokratisku londini verða árend.
ý
og
nevndu, eru hesar
hóttanir komnar tætt at Norð-
urlondum. Bæði Eystur
Vestur hava tey á munni. Vest-
ur sigur, at nú sleppa tey ikki
undan at velja hvønn part, tey
skulu fara við.
Í Norðurlondum hevur hesin
spurningur verið havdur á máli,
Sum vit
og
S sands
OYRNAFJALL
hitt stásiliga stórfar Feroya legtings.
men stalsmenn sýnast at hava
havt ta áskoðan, at best hevur
verið at staðið uttan fyri og ikki
at fara í nakran vissan part.
Nú bíða øll alspent at vita
hvørja støðu, teir ráðandi í
hesum londum fara at taka.
Hesi fólk hava sínar røtur í
vestureuropeiskari mentun og
hugsunnarhátti. Men álvarsamt
er at velja í hesum líkindum
og umstøðum. Slíkt stig gerst
ikki um aftur, og har fert tú at
binda teg til lyfti, sum tú, tå ið
ástendur, má hava ábyrgdina av.
ÁHEITAN
U.N.-barnahjálpin.
U.N., sum er ein samtaksskipan fólkanna millum, heitir
á fólk um allan heim at senda inn pening til neyðstødd
børn, tey eru um 50 milliónir í tali í øllum heimspørtum.
Reyði krossur, Føroya deild, stendur fyri hesi inn-
savnan í Føruyum. Í hesum døgum verða listar bornir út,
har fólk kunnu tekna seg og gjalda beinan vegin tað, tey
vilja geva. Somuleiðis kann peningur latast beinleiðis til
kassameistara Reyða kross, C.O. Jensen, stjóra í Havn, ella
til bankar og sparikassar á Reyða kross U.N.-konto.
Vit heita við hesum á
ell fólk í Feroyum um at
stuðla hesa alheimsinnsavnan og taka væl ímóti teimum,
ið koma við innsavningarlistunum.
Hjálpið teimum neyðstøddu børnunum og gevið eftir
førinum.
Reyði krossur, Føroya deila.