mánadagur 5. apríl 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5. apríl 1948
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. bladstjøri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
Sjúkrahúsið í Suðuroy
einaferð enn.
Blaðstjórar í Føroyum hava
ein heldur løgnan sið. Tá ið
teir skulu taka eitthvørt fram,
ið onnur bløð skriva og geva
tí andsvar, leypa teir á starvs-
felagar sínar hinar blaðstjórar-
nar persónliga.
»Dagbladid« hevur beinan
vegin valt sær henda siðin, og
nú herfyri, sá ein, at >Føroya-
tidindi« bar seg at á sama hátt.
Tað svarar (helst blaðstjórin
sjálvur) einari grein aftur, sum
stóð í hesum blaði, um sjúkra-
húsið á Tvøroyri og loypur á
blaðstjóra »F.S.D.«s við for-
hánisligum og vanvirðisligum
orðum. Blaðstjórin á >Føroya-
tíðindi“ harra Jens Dam, hevur
eisini ranglisið greinina í F.S.D.
Har stóð ikki, at Suðuroyggin
skuldi einki sjúkrahús fáa, og
bert Havnin stórt og nýtt hos-
pital.
Undan valinum varð nettupp
bæði skrivað og sagt av lækn-
um og øðrum ábyrgdarmonnum,
at eftir teirri sjúkrahúsætlan,
sum skotið var uppá, skuldi
sjúkrahúsið á Tveroyri verða hitt
fyrsta, ið bygt varð.
Vit søgdu, at tað var løtupo-
litikkur, bygdapolitikkur, ið
strembdi ímóti at gera eina heild-
arætlan viðvíkjandi sjúkrahús-
bygging í Føroyum, og tey orð-
ini standa vit við.
»Føroyatidindi« hevur væl
loyvi til at nevna javnadar-
mannapolitikkin »apportunis-
tiskan«, tå ið hann er tað. Men
viðvíkjandi = sjúkrahúsbygging
hevur hann ikki verið tað. Tí
øll kunna ásanna at tað var ikki
Javnaðarflokkinum til nakran
politiskan vinning, at hann
vardi hesa heildarætlan, sum
læknar høvdu mælt til. Mót-
støðumenn og -bløð nýttu tað
eisini til valgpropagandu móti
honum og á misvísandi hátt.
Men tað var og er eisini skilligt,
at tann ætlan fyri einum sjúkra-
húsi á Tvøroyri, ið undan krig-
num varð gjørd, og sum stud-
ningur varð játtaður til, kann
ikki nýtast longur.
Nú er viðtikin nýggj stýris-
skipan fyri Føroyar, og eftir
henni fara øll mál, allar ætlanir
og allir studningar at laga seg.
Síðst skal sigast, at >Føroya-
tíðindi“ og teir menn, ið stuðla
ti, ikki altíð hava nytt so >vak-
urt« orðalag um Javnaðarmenn,
at »bladstjørin á »Sosialinum«
og felagar hans vålka sær i
»apportunismu«!
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
V. U. Hammershaimb
hevur fingið minnisvarða.
Í Havn, har sum tú gongur
niðan á Bókasavnið, er settur
varði til minnis um V. U.
Hammershaimb, ið skapaði
skriftmálið hjá Føroyingum.
Myndahøggarin Janus Kamban
hevur gjørt relieffini, sum eru
á teimum tveimum síðunum.
Á hinum báðum stendur: 1846
legði V. U, Hammers-
haimb lunnar undir móð-
urmálið og so burtur úr
órindi hjá J. H. O. Djurhuus
til V. U. Hammerhaimb: Mild-
ar veittrar tendraðu ein
vita Føroyum stjørnu-
leið frá øld til øld.
Nøkur orð
til Erlend Patursson
Tygum høvdu eitt langt orða-
vav til javnaðarmenn og for-
mann teirra P. M. Dam, eftir
valið, við háð og spott fyri at
hesin flokkur var so lítil eftir so
langt áraskeið. Eru nú árini so
mong? Sjálvandi er tað harmi-
ligt, at javnaðarflokkurin ikki
er størri, men hvussu stórir
vóru javnaðarflokkarnir í hinum
norðurlondum tey fyrstu tjúgu
árini, sjálvandi í mun til fólka-
talið. Teir vóru smáir tá, men
teir detta tó ikki heilt burturúr
nú. — Í gjárkvøldið hoyrdust
høvdingar teirra tala í Stock-
holm, og eg tori siga, at eingin
føroyskur javnaðarmað. smædd-
ist við hesar menn. Haraftur-
ímóti haldi eg, um heilataki
nakað høpi er í tygum, at tyg-
um máttu blúgvast við at hoyra
partamann tygara Axel Larsen
nú um dagirnar.
Hvat navn tygum ætla at seta
á tann flokk, tygum gyrðast við
nú, veit eg ikki, nøvn hava
einki at siga, men ikki vilja før-
oyingar fylkjast við avleggarum
teirra, ið beindu fyri edilingin-
um Mazaryk, og sum leggja
finska fólkið í fjøtur. Kommu-
nistar eru av sonnum úlvur í
roði, ella hava verið tað, nú fer
roðið at fara av teim, og alla-
staðni hvar teir koma fram, er
atburðurin tann sami, fyrsta á-
lopið er altid á javnaðarmenn,
tá blúgvast teir ikki við at sláa
seg í hóp við stórkapitalin, júst
tað sama, ið tit gera nú. Tit
hava jú gjørt stórt álop á P. M.
Dam, tí hann hevur loyvt sær
at meint, í blaði sínum, at ein
av peningaharrum okkara hev-
ur verið væl so dýrur í vøru-
sølu.
Ikki kann eg siga nakað fyri
vist, men líkt er til, at Komin-
form (bolchevikasamtøkan)
koyrir á eisini her í Føroyum
í hesum døgum; men, sum sagt,
domini eru so greflig i Tjekko-
Nr. 182
INNHEINTARI
Plássið sum innheintari og málaraavlesari á Tórshavnar
elektricitetsverki verður ósett frá 15. apríl 1948.
Lønin verður 2400 kr. um árið, hækkandi 3. hvørt ár upp
til 3600 kr., umframt eftirløngevandi viðbót og dýrtíðarviðbót
eftir lønarskipan kommununnar. Umsøkjararnir mugu helst
ikki vera undir 25 ár.
1. árið er royndarár.
Upplýsingar um arbeidsvidurskifti o.a. fåast vid at venda
sær til verkstjóran.
Umsóknir um hetta pláss mugu vera býráðnum í hendi
í seinasta lagi leygardagin tann 10. apríl í ár.
Tórshavnar býráð, tann 24. mars 1948.
Fiskireiðskapur.
Línuhúkar frá nr. 7 til 12.
Fiskisneri 1'/,, 2, 2' og 3 lbs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/,—-6 02.
Ravmagnsperur
av øllum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnavørur
av øllum sløgum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og pr fs
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A m. b. Á
Hjálparmaður.
Plássið sum hjálparmaður á Tórshavnar elektricitetsverki
verður ósett frå 1. mai í ár.
Maður, sum er kunnigur við drift av elektriskum diesel-
anleggi, hevur fyrimun.
Lønin verður 3000
kr. um árið, hækkandi 3.
hvørt ár
upp til 4.200 kr., umframt eftirløngevandi viðbót og dyr-
tíðarviðbót eftir lønarskipan kommununnar.
1. árið er royndarár.
Upplýsingar um arbeiðsviðurskifti o.a. fáast við at venda
sær til verkstjóran.
Umsóknir um hetta pláss mugu vera býráðnum í hendi
í seinasta lagi leygardagin tann 10. april i ár.
Tórshavnar býráð, tann 24. mars 1948.
slovakiu og Finlandi, at ikki er
væntandi, at farbróður tygara
Sverri Patursson vil koma sær
i so „slett selskap«, hvat navn
tit so annars ætla at seta á
henda vælsignaða flokk, tí eitt
er vist, kommunistar tora tit
ikki at nevna tykkum.
19. 3. 48. X.
Ferskfiskasølan.
17. mars cwt. £
Orvur 212 942
Vesturskin 3.010 7.272
18. mars
Egil 2.426 5.837
24. mars
Jóannes Patursson 4.338 11.806
Havborgin 2.471 6.358
Jórun 147 752
25. mars
Dråttur 2.545 6.841
Boyne 2232 5645
Nólsoyar-Páll 2.708
|
29. mars
Stella Argus 1.202 2405
Polarfarið 1547 3400
Tróndur í Gøtu 2.650 5.861
30. mars
Tórfinnur 2.002 4.765
1. april
Eirik Jarl 1834 5.039
Sildberin 2.292 14.989
Vardberg 3.195 8531
FØRCYSK
grønsåpa
er tann besta
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
7.336 | ur - verða tryggjad.