leygardagur 17. apríl 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.
i
+
FØROY.
SOSIAL-DEMOKRATUR
2 Vá
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
N | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og |
Nr. 14 | | kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið 22 Arg.
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
Leygardagin 17. apríl 1948
Harðræðis og demokratiska
sosialisman
Sosialisman rann upp í Vest-
ureuropa, men sum hon breiddi
seg, skapti hon seg eftir teimum
stýrisløgum og lyndum, sum tey
ymisku fólkini høvdu.
Læran um kollveltingina varð
havd frammi, og hon var játtað.
Menn hildu, at styrislag í viss-
um førum var so, at sosialism-
an fekkst ikki fram, uttan hon
nýtti vold. Slitmannafjøldin var
so trælkað, at teir ráðandi høvdu
hana so undir fótum, at hon
kom ikki upp undan, uttan hon
nýtti megina.
Í Ruslandi og hinum eystur-
europeisku londunum høvdu
altíð verið eitt einaveldi og harð-
ræði.
Aðalsmannavaldið kúgaði fjøld-
ina, og menn, sum bardust fyri
sosialismu, ið hevði tað í skildri
sínum at frígera hin undirkúg-
aða, mæltu til at taka ræðið
við vápnum. Rusland fekk so
hina stóru kollveltingina, sum
sprongdi Zardømið, og stovnadu
teir so nýtt stýri og nýtt sam-
felag.
Hesin vinstriparturin av socia-
lismuni (kommunisma) sigur
seg ongantíð at hava havt tað
í kvittanum at sita við einaveldi
og harðræði. Umstøðurnar noyd-
du teir. Tá ið tað nýggja sam-
felagið var búgvið, skuldi de-
mokrati, politiskt frælsi og fríur
hugsunnarháttur gevast aftur.
Hetta var ein »Overgangsform«,
søgdu teir.
Eftir okkara uppfatan hevur
ikki verið so. Eystureuropa hev-
ur tikið kommunismu, men tað
er ikki demokrati, sum vit í
Vestureuropa skilja tað. Tað er
ein harðræðis sosialisma. Sosia-
lisman verður sett á stovn við
voldum. Eingir mótstøðufiokk-
ar loyvast, andsfrælsi verður
kúgað, hendingarnar verða duld-
ar. Hesi fólk eru vand við slík
viðurskifti, atfinningarfrælsi er
teimum ókunnugt. Tað, ið eftir
teirra hugsan er rætt og gagn-
ligt skal noyðast fram, og hann,
ið mælir ímóti, verður burtur
beindur.
Vestureuropa tók, sum sagt,
sosialismuna í øðrum skapi.
Sosialisman har kom fram sum
ein menning, ein vøkstur. Eingin
kollvelting. Hon skuldi laga seg
eftir umstøðunum, og hon skuldi
vaksa líðandi. Hon bygdi á tað
persónliga frælsi, sum Vestur-
lendingar hava hildið vera ó-
missiligt. Serliga andsfrælsi.
Hon bardist eisini fyri at bøta
um korini hjá slitfólkunum, hon
flutti fram, at stjórnin mátti
byggja á planøkonomi, nógv av
vinnulivinum mátti sosialiserast,
t. v. s. gerast almenn ogn. Men
øll hesi mál skuldu fremjast á
tann hátt, at Sosialistar fingu
meiriluta á hinum fólkavaldu
tingunum, og har skuldi eisini
mótstøðan, sum ein frískur
streymur, verða sitandi.
Í Europa í dag er strid, hart
stríð millum harðræðis — hina
totaliteru sosialismuna og
demokratisku sosialismuna. Vit
vita ikki, hvussu hetta stríð fer
at enda. Hin demokratiska so-
sjalisman, sum vil beina burtur
orsakirnar til illstøðu fjøldar-
innar, er sterkasta virki móti
harðræðnum. — Javnaðarflokk-
urin í Føroyum hevur altið stað-
ið undir liðini á hini demo-
kratisku socialismuni. Hann vil
berjast fyri, at innløgur sam-
felagsins vera javnliga útbýttar,
og at øll fáa atstøður at njóta
gagn av tí felag, tey liva í.
Somuleiðis at leggja undir al-
ment vald allar tær vinnur og
ognir, sum neyðugt er. Men
hann vil gera tað á einum de-
mokratiskum grundarlagi.
Ein gomul vísa.
Knút Wang og M.S. Viðstein
i »Dagbladnum« eru ágrýtnir at
verja grein »Dimmalættingar«
um Niels Årup og partamann
teirra, Hans Paula Klein i Klakks-
vík.
Tað er ivaleyst ikki at undra.
Men Javnaðarmenn hava litlar
orsakir til at bera Hans Paula
Klein rós ella líta á orð hans.
Sum kunnugt var hann Løg-
tingsmaður Javnaðarmanna eitt
skifti. Men so vendi hann skútu-
ni, og aðra ferð sigldi hann
inn í Løgtingshúsið við Fólka-
flokksins merki á stong!
Nekur orð enn
til Erlend Patursson
Ein maður segði einaferð, at
hann vildi »slett ikki vera skyld-
ur við Sakaris«. — Tygum vilja
slett íkki vera »skyldur« við
Axel Larsen! So siga vit tað.
Annars dugi eg, ivaleyst
mangir við mær, einki annað
navn at nevna flokk, ið sigur,
at hann skal standa vinstru-
megin javnaðarmenn, enn kom-
munistar, í roynd og veru, hvat
navn teir annars vilja nýta, sum
eg jú segði.
Tygum vilja vera við, alla-
reiða, at eg skal hava lagt tygum
undir at hava dripið Mazaryk,
men tað má vera ein misskiljan,
tí mangt kann ein býttlingur,
sum eg trúgva einum sprong-
lærdum manni sum tygum til,
men tað er tó eitt somikið fitt
petti millum skipasmiðjuna og
Praha, at tað haldi eg ikki tygum
kunna hava klárað, so bráddliga,
at eingin skal hava saknað tyg-
um burtur.
Ongastaðni havi eg sæð, at
tað er bannað at eita kommu-
nistur, t.d. eru 9 manns á fólka-
tinginum danska, id nevnast so,
og teir hava gingid friir og
frælsir seinast ein visti, og at
kommunistaflokkar, fólkademo-
kratar 0. t. eru avleggjarar
Papa Stalins« tori eg taka upp-
aftur.
Væl kann tað vera, at tað var
nakað hardliga sagt, at eg nevndi
slett selskap«, men eg haldi, eg
fari eisini at fasthalda hetta.
At old-abbasonur sjálvan Nóls-
ovar Pálls skuldi troysta sær at
hótta við at P.M. Dam og aðrir
góðir føroyingar skuldu í blå-
torn, fyri at teir høvdu veitt
prúðastu skúlu, ið nakrantid
og
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei k
salatir
konserves
S. HOULBERG A/S
Kødbyen, København.
hevur gingið út av Føroyum, til
landa; tann mannin fari eg at
meta soleiðis, al Páll hin
samli visti aftur í verðina tann
dagin, vildi hann ikki
verið skyldur við Erlend«, ti at
hansara egni ættingur vildi drepa
ástóð,
um
ya
»slett
kongstanka hansara, tå
tað hevdi hann ivalevst aldri
trúð møguligt. Hettar var av
sonnum ein „slett gerða!
Annars siga lygum frá, at
P. M. Dam hevur viljað haft
lygum sum nr. Í á lista i Havn.
Lukka fætti tygum fyri, at
tygum søgdu nei, tygum høvdu
óivað roynst illa sum javnaðar-
maður. Tygum siga væl gagnist,
háarliga um Louis Zachariasen,
men eg tori her at siga, at tann
maðurin hevur eingin illroyn-
ingur verið, hann tordi stridast
móti streyminum í lagnutíma
Føroya, gævi landið átti mang-
ar slíkar!
»Vit talast við seinni
inum«, enda tygum við.
donsk orðatýðing, soleiðis sigur
i rætt-
Rein
eingin føroyingur, ið dugir liv-
førovskt mál! Fyri
rætti? Eftir tygara
andi
hvørjum
»evangelium« er jú
danskur, og lygum, loysingar-
rætturin
hetjan mikla, geva tygum væl
ikki undir danskan rætt! Nei!
Tað verður ivaleyst til Haag vit
báðir í minsta lagi, eg
skal koma við | hvar
tygum tykjast best liggja fyri,
men tó, fyri Gottvald hin fræga
í Praha vildi eg helst sloppið
undan at komið.
Hvat dópsnavn milt er fáa
tygum ikki al vita fyrr enn vil
hittast t.d. i Haag, men Martin
fara
lygum,
Joensen eiti eg ikki, og hann
skal verða skotfríur í hesum,
men sum sagt halda tygum,
vit skulu fyri danskan rætt?
9. 4. 48. X