leygardagur 17. apríl 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
øm
Nr. 14
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
17. april 1948
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMATÍÐINDI
Gudstænastur.
3. sunnudag eftir påskir præ-
dika:
J. Joensen próstur í Havnar
kirkju kl. 11.
Sama sunnudag Fester Thay-
sen prestur í Hest kirkju.
Trongligt við bryggjurnar.
Strandfararskipid »Smiril« kom
ikki til Sudurovar fyrr enn
mánadagin seinasta og skuldi
koma leygardag. Sagt varð, at
hann fekk íkki kaipláss! Ein
skuldi hildið, at rutuskipini
høvdu fyrsta rættin, tá ið so-
leiðis stóð til.
Sjúkrahúsið í Suðuroy.
Læknar og arkitektur hava
verið á Tvøroyri at hyggja at
grundum til hitt nógv umrødda
sjúkrahúsið fyri Suðuroynna.
Tá ið so væl er komið áleiðis,
er at vóna, at ein fær brátt at
síggja hetta drúgva mál koma
í ljósmála.
Saltgoymslan á Drelnesi.
Hetta verkið gongur væl framá.
Danir skipa fyri arbeiðinum,
og teir tykjast at fáa væl at
ganga.
Trolarasáttmálarnir.
Semja kom í lag á hesum
sinni millum maskinmenn og
útgerðarmenn, men í summar
aftur skulu sáttmálar trolar-
anna verða tiknir fram aftur av
nýggjum. Sum áður er nevnt,
halda útgerðarmenn, at út-
reiðslurnar hjá hesum førum
eru ovstórar og kunna tey íkki
bera seg. Teir vilja tí helst hava
lønir niðursettar.
Nú er so nevnd sett at kanna
spurningin um útreiðslur og
inntøkur, og verða eftirkann-
ingar hennara lagdar fram og
sjálvandi havdar til grundarlag
fyri næstu samráðingum.
Tað er til mikið tarn, at hesar
fløkjur eru. Skip liggja í bestu
fiskitid, so menn skuldu duga
at funnið sáttmálar, ið vóru í
lagi hjá øllum pørtum, og sum
vart kundu eitt gott tíðarskeið.
Tær andaligu Føroyar.
Blað her á landi segði frá, at
Føroya Amts Bókasavn hevði
einans 500 kr. til bókakeyp
árliga. Hetta tykist at vera eitt
lekin, og eitt syndarligt tekin á
ta andaligu ómegd, vit liggja 1,
hóast peningin, sum runnin er
inn á landið.
Tað eru ikki øll, ið hava
slíkar inntøkur, at tey hava ráð
at keypa bøkurnar, id út koma,
og á tann hátt kunna gera seg
kunnugan við útlendskar bók-
mentir. Tey mugu tí heita á
hókasøvnini, men - bókasøvn
kunna heldur íkki hava tær
nýggju bøkurnar, tá id tey ong-
an pening fáa.
Og hvussu stendur so til við
at fáa fram føroyskar bøkur?
Ja, skaldið J.H.O. Djurhuus
hevur týtt hitt tiltikna greska
kvæði >lleadanc til føroyskt,
eitt verk, ið øll mentað fólk
hava á sínum máli. Men hand-
ritið hevur nú ligið í 10 ár, og
ikki hevur enn verið sjógvað
so frætt, at tað er fingið til
prentingar.
Vit eru rík uppá orð og orða-
geip, men tað er altíð tekin
uppá andaligan fátækdóm.
Feskfskasølan.
Tofta Regin 1175 ks. 2889 pd.
og Hoyvik 483 ks. 2658.
Harra
Erlendur Patursson
Hatta tygum siga i bladi tyg-
ara, at eg skal hava dreivad
um bein tygara fyri at fåa tyg-
um i flokk okkara og bodid
tygum at verða nr. Í á javn-
adarmannalista i Havn er ikki
samsvarandi sannleikan.
Tá ið vit báðir hava talað
saman um politikk hevur annað-
hvørt Øregaard ella Jákup í
Jákupsstovu verið hjástaddur,
og báðir vilja vátta, at tygum
fara við ósannindum her. Báðir
vilja våtta, at eg ongatid, meðan
teir hava verið hjástaddir, havi
borið tílíkt uppá mál við tygum.
Tað ger mær ilt, harra Er-
lendur Paturssonur, at tað
treystið, eg hevði til tygara, tá
ið tygum komu aftur til Før-
oyar, er mókað burtur so við
og við, sum eg havi havt høvi
at royna tygum.
Hetta seinasta, at tygum ikki
aftra tygum við køldum blóði
at vera ósannur fyri at veita
mær høgg harmar mest.
Í Havn, 15/4-1948.
P. M. DAM.
Býráðsskrivstovan.
Frá 1. maí í ár verður býráðs-
skrivstovan opin fyri avgreidslu
hvønn gerandisdag frá kl. 11-13
og frá 15-16 Leygardag tó bert
frá kl. 11-13.
TORSHAVNAR BYRÅD, tann
15. aprit 1948.
ØTI eiga at brúka
Feroyska hondsápu
frá fabrik OKKARA
Fólkatingsvalið í tølum.
Sum mótmælisval:
Fyri stýriskipan: Jav. 1990 atkvøður
Sjá. 809 - = 2799
Sam. > 2754 tils. 5533 atkv.
Ímóti : Følkaf, - 4135 -
Tilsamans 9688 atkv. Munur; 1418 atkv. ella 58,65% fyri og
41,35%/, ímóti stýrisskipanini, ein munur uppá 17,30 9/0.
Samanliknad við seinasta fólkatingsval í 1945 vóru 33,809/,
fyri 46,20% ímóti, tá bert ein munur uppá 7,60%/,.
Fólkaflokksins afturgongd hesi 3 seinastu fólkatingsvalini:
3/5 1943: Jav. 1385 atk. Fólk. 3452 atk. Sam. 2308 atk. tils. 7145 a.
- 19,39 % - 48,31 % - 32309% - 100%
20/11 1945: Jav. 2520 atk. Fólk. 3989 atk. Sam 2126 atk. tils. 8635 a.
- 29,18 9 - n 46,20 % - 24,627“% - 100%
18/2 1948: Javn. 1990, Sjálv. 809 = 2799 atk. Fólkafl. 4135 atk.
Samb. 2754 atkv. tils. 9688 atkv.
Javn. 20,54, Sjálv. 8,35 = 28,89 % Fólkafl. 42,68 %
Samb. 28,43 %/o tils. 100 0/0.
Frå 1943 til 1948 eru Javnadarfl. og Sjålvstyrisfl. (i år hava
stillad hvor sær) gingnir fram vid 1404 atkvøðum ella frå 19,39 %/
til 28,89, ein framgongd uppá 9,50 %/.
Sambandið 1943: 32,30 9/0, 1948: 28,43 %/,, ein afturgongd
uppá 3,87. Fólkaflokkur 1943: 48,31, 1948: 42,689/,, ein aftur-
gongd uppá 5,63%/, tilsamans 9,50 %. ;
HAVNAR SJÓNLEIKARFELAG
Leygarkvøld kl. 8, sunnukvøld kl. 6 og mánakvøld kl. 8:
GALDRALOFTUR
sjónleikur í 3 pørtum eftir JÓHANN SIGURJÓNSSON
Atgongumerki til øll kvøldini (3 kr.) fáast frá friggjadegi kl. 12
i H.N. Jacobsens bokahandli.
Fiskireidskapur.
Línuhúkar frå nr. 7 til 12.
Fiskisneri 1'/,, 2, 2'/ og 3 lbs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/,--6 oz.
Ravmagnsperur
av øllum støddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnavørur
av øllum slegum eru brátt vidgitnar um alt landið fyri góðsku og pis
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A m. b. Á
Ferðagóðstrygging
teknast hjá okkum.
TRYGGINGARSAMBANDIÐ »FOROYAR«
Setið lýsing tygara í »Sosialin«.