mánadagur 26. juli 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26. juli 1948
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. bladstjøri : MARTIN FOENSEN
Prent: A. OSTER's
HEIMA TÍÐINDI
Hans Hedtoft, statsminist.,
legði at í Føroyum á viljunar-
ferð til Grønland.
Hann hevði samráðingar við
landsslýrið og nýtti høvi at gera
seg kunnugari her heima. Men,
sum hann segði, so fáir dagar
røkka so stutt. Hann ætlar tí
at finna sær løgir at steðga longri
næstu ferð.
Tað er
hjá Hedtoft, stalsministara, at
her á landi eins og Grønlandi
mugu skapast góð og livlig kor
undir fríum vinarlagi við Danir
og Danmark.
Tey tiltøk sum nú verða gjørd í
Grønlandi til frama fyri Grøn-
lendingar og vinnulivid haruppi
eigur hann ikki minsta tåttin í.
Og hann er hin ítarsti talsmað-
ur fyri at Føroyingar undir full-
ari ábyrgd skulu fáa ta skipan,
teir vilja hava, men hann vil
gera sítt til, al Føroyingar og
Danir í fríum vilja skula standa
saman sum tvær brøðratjóðir
innan fyri sama ríkið.
Undan Íslandi.
Fiskiskapurin við snøri tykist
at vignast væl eins og í fjør.
Skip komu heim full við góð-
um og stórum fiski. >Vihelm-
ina« úr Vági hevur um 400
skippund.
„Albert Victor“ á land.
Sluppin »Albert Victor« úr
vågi for å land å Nordlandi-
num. Hon fekkst út aftur men
lak illa.
Hetlendingar.
»Tjaldur« fer inn í Hetlandi
at taka við ferðafólk og fótbolts-
spælarar, ið spæla sknlu móti
Zøroyingum á Ólavsøku. Nú
er langt síðan at teir vóru her
og vitjaðu. Vit ynskja okkara
eilt brennandi ynski
frændum úr Hetlandi at vera
væl komnir.
„Drottningin“
var á Havnini leygarkvøldið.
Hon hevði nógv ferðafólk vid
úr Íslandi, sum fór til Keyp-
mannahavnar.
„Vesturskin“
legði fiskin upp á Sørvági, vág
230 tons.
Favnaðarmannastevnan.
Javnaðarmannastevnan á Tvør-
oyri var væleydnað. Umhboðs-
menn fyri feløgini ymsa staðni
úr landinum vóru komnir til
staðar, og vóru fundir hildnir,
har røtt varð um tey mál, sum
á stevnuskránni stóðu.
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Hondboltstrætan.
Hr. Sølvi Jespersen umbods-
maður fyri itrottin i Suðuroy
hevur givið svar og frágreiðing
viðvíkjandi teimum tíðindum,
ið gingið hava um tær donsku
hondbóltsgenturnar og fleirra
vitjan til Tvøroyrar. Blaðið her
bar hetta fram sum vanlig tíð-
indi, men loyvdi sær uttan at
falla í part við nøkrum at átala
tad strid, sum mangan íkemur
av ítráltinum. Hvør ið skuld-
ina hevur fyri hesa ósemju,
mugu teir avvarandi partarnir
sjálvir greiða.
Nýggj bók.
»Føroyatidindi« sigur frá eins
og lýsing í bløðunum, at nýggj
bók eftir Richard B. Thomsen
rithøvund er búgvin at koma
út. Hon eitur >Riddarhøfn< og
kemur í bókahandlarnar um
Ólavsøkuna. Bøkur koma ikki
ofta út í Førovum, so forvitn-
isligt verður at síggja bók R.
Thomsens.
Skadatilburdur á ,Coraliu'.
»Coralia« lå og fiskadi vid
linu å bankanum, og tå i besti-
madurin Peter Hans Joensen ur
Nólsoy skuldi toyggja seg eftir
einum fiski vildi so illa til, at
hann stúrtnaði fyri borð. Hann
dugdi væl at svimja og var fáar
minuttir í vatninum, áðrenn teir
fingu hann inn aftur. Teir ar-
beiddu at fáa hann til livs aftur.
So sendu teir boð at fáa hjálp
til sín. »Thorshavn« fór út við
doktara, sum arbeiddi uppá
hann í fleiri tímar. Men einki
batti. Hann doyði á vegnum til
Havnar. P. H. Joensen var 38
ára gamal og giftur.
„Beinisvor“
kom á Vág við 180 tonsum.
»Dråttur« skipaði gott 200 tons
upp i Keypmannahavn. Hann
er farin i Hvitahavid.
Nógvur kalv.
Norðmenn fylla seg undir
Føroyum sum vanligt, bæði
kalvi og toskur. Teir koma til
yvir 20.000 pund av kalva. Teir
royna heilt úti á dýpinum, bar
eingin man hava roynt áður,
300 favnar. Nú gera Klakks-
víkingar seg til at taka sama
dýpið.
Føroya Lærarafelag 50 ár.
50 ára minningarguðstænasta
Føroya Lærarafelags verður í
Havnar kirkju týsmorgunin 27.
juli kl. 10.
Um kvøldið verður veitsla i
klubbanum.
„Tórhallur“
kom aftur úr Keypmannahavn
í gjár har hann hevur landað
fiskin. Ætlandi fer hann nú at
royna 3. saltfiskatúrin. 5
Nr. 28
„Ljómur“ á Tvøroyri.
Hitt foroyska sangkórið, >Ljóm-
Keypmannahavn náddi
rundan um
ur«, úr
í gjár á ferð síni
oyggjarnar Tvøroyri, og hevdi
kórið har seinrapartin sunnu-
dagin eina ófora væleydnaða
konsert. Nógv hava óivað í út-
varpinum hoyrt kórið, so tað
var ikki logið, at »Klubbin« var
stúgvándi fullur. Eftir at hr.
Henning Thomsen hevdi boðið
væl komin, varð lagt fyri við
»Land mitt«, og síðani kom eitt
lið av eldru donskum songum.
Tað skiltist og hoyrdist alt fyri
eitt, at her hevdi ein framman
fyri sær eitt sera gott og væl-
vant kór. Hevuðsæruna fyri
hetta eigur uttan iv hin kendi
hr. Kaj Oluf Buch. Sjáldan
finnur tú kórstjórar, sum so-
leiðis duga at fáa sanglidid at
liva við í sanginum. Har afturat
legði ein til frålika
greiðu tekstúttaluna.
merkis ta
Aftaná teir eldru donsku sang-
irnar komu nakrir foroyskir
og so til seinast nakrir danskir
sangir. Tá ið sangskráin end-
aði við »Føroyar mítt landa
mundi fagnaðurin ongan enda
tikið, og sum da capo varð so
sungið brot úr Aug. Sødermans
ógvuliga krevjandi „Ett Bond-
brøllop«.
Tað er at vóna, at kórið aftur
um ikki ovleingi fer at gista
Foroyar.
19—7—48.
Áhoyrari.
Føroyskt kol - útlendskt kol - koks.
Arbeidsmannafelagsins kolasøla,
Tórshavn — tlf. 405.
Eg keypi
klippfisk
tilvirkaðan til sølu í Italiu.
Interesseradir
seljarar seta seg i samband vid
meg
sum skjótast til at samrådast um pris.
GUDMUND ISFELT
Føroya Bjór
Øl- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fleskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG
Klakksvík.
Fiskireiðskapur.
Línuhúkar frá nr. 7 til 12.
Fiskisnari 1'/,, 2, 2'/, og 8 lbs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/„--6 oz.
Ravmagnsperur
av øllum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnaverur
av øllum slegum eru brátt vidgitnar um alt landið fyri góðsku og pr ís
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A m. b. Á