Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 68 - 11. apríl 2002 Nr. 68 - 11. apríl 2002 3 Týsdagin 9. apríl fylti Hall- dór Olafsson 90 ár. Halldór er ættaður og uppvaksin á Viðareiði. Halldór búði annars mong ár suðuri í Vági og nú í meira enn 40 ár hevur hann so búð í høvuðsstaðnum. Hann hev- ur sostatt lagt drúgvan dag eftir seg í norði, suðri og miðuni av landinum. Halldór var elstur av 6 systkjum. 14 ára gamal fór hann til skips og var sjó- maður í nøkur ár. Fyrst í 30-árunum fór Halldór suður til Vágs, til farbróð- urin Martin Joensen. Hesin suðuroyartúrur gjørdist helst drúgvari enn Halldór av fyrstum hevði væntað. Í Vági fann hann gentuna Lenu, ið var elsta dóttir kenda skiparan Gunnar Danielsen. Halldór var eis- ini til skips við verfaðiri- num sum skipara. Í 1938 giftust Halldór og Lena og í 1942 fingu tey sonin Árna. Árni hevur í mong ár starv- ast í danska uttanríkisráð- num, m.a. sum serkønur í føroyskum viðurskiftum. Hann var ein av høvuðsper- sónunum í teimum truplu embætissamráðingum við bretsku stjórnuna um undirgrundarmarkið. Seinast í fimmtiárunum fluttu Halldór og Lena til Havnar. Her hevði Halldór í mong ár egna heilsølu. Lena doyði í 1967 og 3 ár seinni giftist Halldór við Sunnuvu Lindal úr Kunoy. Sunnuva doyði í 1997. Einasta skúlagongdin hjá Halldór er á Viðareiði. Men hann er gott dømi um, at væl ber til at nema sær kunnleika uttanfyri skúla- gátt. Sum ungur legði hann seg eftir at læra enskt mál og hetta gav sum vera man atgongd til ein stóran bóka- heim. Hann hevur lisið nógv og minni hevur hann sum fáur. Halldór hevur havt sína dagligu gongd í samkom- uni í Ebenezer. Sum talari dugir hann væl at taka til og orðafelli sum bæði eru tikin úr viðareiðismáli og vágs- máli kunnu hugtaka áhoyr- arar. Vit ynskja Halldór til lukku við teimum níti ár- unum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra systir okkara Elsa Kaiser, Tórshavn – ættað úr Skúvoy andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 9. apríl, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Systkini Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata eina gávu til Sclerosufelagið. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt hava víst okkum samkenslu í sorgini, tá kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hans Nybo andaðist og varð jarðaður. Takk til familju og kenningar. Takk til Sverra Steinhólm, prest, fyri tey vøkru orð í kirkjuni og tøkk til klokkara, sangarar, berarar og gravarar. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini, og tykkum øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og brøv. Takk til øll tey á E3 og tøkk til heimahjálpina, heimasjúkrasystrarnar og tey á kapellinum á Landssjúkrahúsinum. Familjunnar vegna Borgar, Ásfríð, Poul Arni, Erhard, Marita, Erik og Mary við familjum Týsdagin tann 9. apríl fylti Birgitte Viderø í Havn 95 ár. Birta, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað av Viðareiði. Foreldrini vóru Jóannes í Innistovu av Viðareiði, og mamman var Anna, ættað av Skælingi. Birta var elst av sjey systkjum, og hon fór tíðliga at hjálpa til í húsinum. Hon var arbeiðssom, hugagóð og dugdi alt. Birta giftist í 1934 við Niels Jóhannes Viderø, ættaður úr Miðstovu á Viðareiði. Tey búsettust í Havn og fingu trý børn. Ásbjørn, sum var bóndi á Viðareiði í fleiri ár, og sum nú býr í Klaksvík, Emma og Sverri, sum búgva í Havn. Eitt sereyðkenni fyri heim teirra var gestablídni, og mong eru tey, sum har hava sitið væl. Niels Jóhannes, maður Birtu, doyði brádliga í 1968 av hjartatilburði. Birta hevur sostatt sitið einkja í 34 ár. Hon hevur borið hetta still og tolin við treysti og styrki frá Harra- num, ið hon sum ung lærdi at seta sítt álit á. Hóast høga aldurin hevur hon gott skil, minnist framúr væl, og hugnaligt er at vitja hana og hoyra hana siga frá. Henni verður ynskt hjarta liga til lukku við degnum og Harrans styrki komandi dagar. Tá ið eg á 14 ára aldri flutti úr Vági til Tvøroyrar, var Arni Nolsøe ein av teimum fyrstu, eg minnist har – hann var og er enn tann fjøllbroytti Arni. Arni á Posthúsinum har hann búði og starvaðist, Arni í biografinum, Arni í tryggingini, Arni á fót- bóltsvøllinum, Arni við saxofonini, violinini, klaverinum og kirkjuurg- uni. – Og ikki minst Arni hin prátingarsami. Sum árini runnu, kom eg at kenna hann gjøllari her í Havn. Hann var lam- in í øðrum arminum eftir eina ferðsluvanlukku, men hetta køvdi ikki hansara eyðkenni. Hin fryntligi, prátingarsami Arni var hin sami. Ein av býarmynd- unum í Havn – á sløttum, í mót- og undanbrekku – við- og uttan “gelendara”. Eg kendi Arna í klubb- um og ikki minst privat, har eg ofta vitjaði hann. Altíð var hann bæði blíður og týður og gramdi seg lít- ið um lívsins mótgang. At enda sveimaði hann uppi yvir trongskygnum rásum her á fold; og hevur nú nátt sítt æviga stevnu- mið. Við hesum í huga ert tú, Arni, friðlýstur við góðum minnum og sorgblídni hjá tínum vinum og kæru Heri Smith Halldór Olafsson 90 ár Birta Viderø 95 ár Arna Nolsøe til minnis (1929 – 2002) Nú vóru dagar tínir taldir, og nógvir vóru teir í tali, nú tú legði frá tær, 95 ára gomul. Heilt ert tú kortini ikki burturi, tí tey góðu minni fara altíð at vera eftir hjá okkum, sum kendu teg. Hóast tú misti mannin fyri nøkrum árum síðani, sat tú ikki einsamøll eftir, men helt fram við at samla fólk rundan um teg í tínu fjálgu og hugnaligu stovu, har ein altíð fekk størsta blíðskap og besta selskap. Tú fylgdi við í øllum rundan um teg, um tað so vóru samfelagslig ella menniskjanslig viður- skifti. Tað góða, gleddist tú um, annað harmaðist tú um, og summum gjørdi tú við gløggskygni gjøldur burturúr, og tókst við skemti okkum øll við í tín hjartaliga látur. Røsk og sterk vart tú - eisini á ellisárum. Dreiv á við øllum húsligum ar- beiði, um tað so kravdi nógva likamliga megi – og tað var eitt vakurt heim, tú hevði sum rammu um ta list, ið tú við arbeiði stuð- laði og við alski hýsti øll árini. Hugmyndin um teg hvørki ferst ella kámast, men fjálgar og luggar, hó- ast tú ert farin Karin Elsubudóttir Heinesen Lisa Heinesen in memoriam C M Y K 3 2