hósdagur 11. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 11. apríl 2002
Nr. 68 - 11. apríl 2002
5
Bakaríið á Sandi er
gott arbeiðspláss,
heldur Guðrun Dals-
gaard, sum hevur
arbeitt har í eina
fjórðingsøld
BAKARÍ
Edvard Joensen
Heima á Sandi: Í 25 ár
hevur Guðrun Dalsgaard
latið sandoyingum bakara-
vørur um diskin. Ikki tí, at
hon er so ógvuliga gomul.
Nei, men hon var bara 13
ár, tá hon byrjaði at standa í
handlinum hjá grannanum,
sum hevði bakarí.
Tað hevur dámt henni so
mikið væl, at hon hevur
hildið fram til denna dag og
fer ivaleyst at gera tað eina
tíð enn, sum vit skilja, tá vit
støkka inn á gólvið í einasta
bakarínum í oynni.
Tann fyrsta august í fjør
vóru liðin 30 ár, síðan
Anfinnur í Soylu lat upp
bakarí á Sandi.
Hann arbeiddi framman-
undan í bakarínum hjá
Conradi Skaale í Havn, har
hann eisini hevði lært.
Anfinnur greiðir frá, at
hann øll hesi 30 árini hevur
verið næstan einsamallur
um at baka tað, sandoying-
ar hava etið av keyptum
bakaravørum. Ein lærlig
hevur hann havt hesi árini,
sigur hann.
– Tað hevur verið spenn-
andi, men øgiliga strævið.
Soleiðis á leið tíggjunda
hvørt ár havi eg havt feriu,
sigur hann. Hann hevur
havt tríggjar feriur, síðan
hann lat bakaríið upp.
Tað hevur verið strævið í
meira enn ein forstand,
greiðir hann frá. Bæði tá
nógv hevur verið at gjørt,
men so sanniliga ikki
minni, tá lítið hevur verið at
baka.
– Sum nú tá kreppan var
herfyri. Tá var mangan lítið
at gera, tí eingin keypti
slíkt, tey kundu gera sjálv,
sigur bakarin á Sandi.
Fiskavirkini lótu aftur, og
allar konurnar vórðu sendar
til hús. So tað var eyðsæð,
at rullukøkur og wiener-
breyð var ikki tað fyrsta,
fólk brúktu pengarnar til.
Har varð alt, sum til bar,
bakað heima.
Seinni er so vend komi
íaftur, og nú koma fólk
tíðari inn á gólvið hjá
bakaranum.
Anfinnur í Soylu er bæði
bakari og konditttari, so har
fást bæði rugbreyð og
moccakøkur, eins og snigl-
ar og rundstykki.
– Soleiðis var læran, tá eg
lærdi, greiðir hann frá.
Bæði bakari og kondittari í
einum. Og tað var einki
við, at lærlingarnir fingu frí
úr bakarínum at ganga í
skúla. Nei, tað skuldi gerast
um kvøldið, samstundis
sum bakað varð um náttina
og morgunin.
Framman fyri bakarínum
er sølubúð, sum vanligt er
hjá bakarum yvirhøvur.
Sýnisgluggin er freistandi
hjá honum, sum dámar ein
góðan bita afturvið kaff-
inum. Men eisini hjá øðr-
um, sum hava aðrar ætlanir,
veit bakarin at siga frá.
Innbrot hevur hann eisini
havt, hesi árini, hann hevur
havt bakaríið.
– Men tað var nú ikki
eftir weinerbreyðum ella
slíkum, sigur hann, uttan at
stjala pengar.
Umframt
Anfinn
og
Guðruna, er eisini ein onn-
ur ekpeditrisa, sum skiftir
við Guðruna.
– Og ikki minst er tað
frúan, sum hevur hildið skil
á øllum tølunum øll hesi
árini, sigur Anfinnur í
Soylu, bakari á Sandi, sum
bara nikkar, tá spurt verður,
um hann hevur hug at halda
fram nøkur ár enn.
Trívist væl í bakarínum
Guðrun Dalsgaard hevur starvast í góð 25 ár í bakarínum hjá Anfinni í Soylu, sum í skjótt 31 ár hevur glett gómarnar hjá
sandoyingum við bakstri sínum
Grótið, sum skal
prýða nýggja ting-
húsið, verður høgt í
Skopun og flutt til
Skotlands at viðgera,
áðtrenn tað kemur
aftur at verða lagt á
tingtrappurnar
GRÓTÍDNAÐUR
Edvard Joensen
Skopun:
Føroyska ting-
húsið skal partvís klæðast
við gróti. Føroyskum sjálv-
andi. Men tað má gerast
klárt í Skotlandi, tí einki
hóskandi virki er í Før-
oyum til endamálið.
Í høvdahaga í Skopun
høgga teir stórar blokkar av
góti. Teir verða fluttir við
lastbilum Heim á Sand, har
farmaskipið hjá Skipa-
felagnum er eftir teimum
og flytir teir til Aberdeen.
Í Aberdeen verða blokk-
arnir sagaðir og poleraðir
og viðgjørdir annars, áðr-
enn teir koma aftur til Før-
oya.
Afturkomnirtil
Føroya
skulu teir viðgjørdu stein-
arnir setast upp móti grund-
ini á nýggja millumbygn-
inginum millum gamla
tinghúsið og telefonverks-
húsið. Eisini skal nakað
brúkast til trappur hjá ting-
monnum og øðrum góðum
fólki at ganga á.
Í Aberdeen verður grotið
viðgjørt á sama virki, sum
eisini ger nýggja skotska
tinghúsið. Men grótið, sum
har verður brúkt, er tikið úr
heimligum
umhvørvi
í
Skotlandi.
Óli Nielsen, gróthøggari
í Havn, hevur staðið fyri tí
praktiska við at loysa
blokkarnar í Skopun og fáa
teir av landinum. Tilsamans
eru eini 150 tons av gróti
farin til Skotlands, sigur
hann.
Grundin til, at grótið
verður tikið úr Skopun, er
tann, sigur Óli Nielsen, at
har kemur tann einasta
føroyska lindin, sum hevur
egnað grót til so stórar
blokkar, sum brúk er fyri,
undan.
Hendan lindin liggur
ovarlaga í Mykinesi, í
Høvdahaga í Skopun, og í
Suðurstreymoy við Argja-
høvda og á Boðanesi.
Fyrr varð grót sprongt úr
grótbrotinum á Boðanesi,
men tað er nú friðað. Tí
verður slíkt grót tikið úr
Høvdahaga ístaðin.
Tað hevði ivaleyst verið
bíligari at klætt tinghúsið
við
útlendskum
gróti,
heldur Óli Nielsen, uttan tó
at vilja siga nakað sum
helst um, hvat hetta kostar.
– Men tað ber nú ikki so
væl til at fara klæða før-
oyska tinghúsið við út-
lendskum gróti. Tað má
vera føroyskt.
Úr Skopun til Aberdeen og aftur
Skopun letur grót til tinghúsið. Men tað skal ein túr til Aberdeen fyrst, áðrenn tað sleppur til
Havnar
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4