Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 68 - 11. apríl 2002 Nr. 68 - 11. apríl 2002 7 UPPBOÐSSØLA Ingrid Bjarnastein Tórshavn: Psykiatriska deild fekk 95.000 krónur inn á uppboðssøluni leygar- dagin, og hetta eru tey sjálvandi fegin um. – Vit høvdu 55 málningar við, og prísirnir svingaðu frá 200 krónum til 6.000 krónur, sigur Æna Reinert, sum er ein av stigtakar- unum. Góð 200 fólk vóru komin saman henda seinnapartin á Landssjúkrahúsinum. Byrj- anin var kanska eitt sindur stirvin, men sum frá leið, varð uppboðssølan lívlig og stuttlig, og tað syrgdi Rasmus Magnussen fyri. Tilsamans tók tað umleið tveir tímar at selja allar málningarnar. – Nú vanta bert okkurt um 20.000 krónur, so hava vit nóg mikið til bussin. Uppboðssølan var avgjørt eitt sera gott íkast til inn- savningina. Vit hava annars havt ymisk tiltøk til at savna pening inn, og fólk sum heild hava verið ógvu- liga positiv hesum viðvíkj- andi, og stovnar og onnur hava eisini latið stuðul, og hetta eru vit ógvuliga takk- som fyri, sigur Æna Rein- ert. Tey á psykiatrisku deild eru ógvuliga glað fyri, at fólk hava tikið so væl undir við tiltakinum, og í nærm- astu framtíð verður helst møguligt hjá teimum at keypa bussin, sum fer at geva sjúklingunum á deild- ini nógv betri møguleikar. Bussurin væl áleiðis Leygardagin varð herverk meldað um eina gravmaskinu, sum stendur uttanfyri Eikina á Argjum HERVERK Ingrid Bjarnastein Argir: Tveir rútar eru brot- nir. Ein framman og ein á síðuni, og hevur onkur skotið í rútin. Herverkið er helst framt náttina til leyg- ardag, men av politigarði- num í Havn, verður sagt, at gerningsmenninir eru ikki funnir enn. Einasta, sum er gjørt við málið higartil er, at tað er skrivað ein rapport um tað. Uppboðssølan hjá psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum gav 95.000 krónur til bussin savnað verður inn til Mynd: Jens Kristian Skotið í gravimaskinu Hol vóru skotin í rútin á hesi gravmaskinuni náttina til leygardagin. Løgreglan veit framvegis ikki, hvørjir gerningsmenninir eru Mynd: Jens Kristian Norskir granskarar vilja vera við, at toskaveiðan eigur at verða minkað frá 50-60 prosentum, hon er í dag, niður til 33 prosent FISKIVINNA Ingrid Bjarnastein Noreg: Norskir gransk- arar siga, at árliga toska- veiðan skal minka mun- andi, og hetta fara teir at leggja fram á fundi í Al- tjóða ráðnum í hav- gransking í komandi viku. Hetta skrivaði IntraFisk í gjár. – Veiðan av toski í dag er alt ov stór. Vit fiska millum 50 og 60 prosent av nøgdini, ið kann verða veidd. Skulu vit hava eina vón um at fáa gýtingarlagið upp á eitt ráðiligt stig, fara vit at mæla til, at veiðan í 2003 ikki verður størri enn 33 ella 34 prosen, sigur deildarleiðarin, Kjell Nedreaas í havgransk- ingarstovninum. Hørð mál Tað er í næstu viku, at norsku havgranskararnir fara til Keypmannhavnar at hitta limirnar í altjóða ráðnum fyri havgransk- ing. Málið hjá Noregi er at limirnir í ráðnum skulu verða samdir um, at eitt viðmæli á 33-34 prosent av toski í Bar- entshavinum. Við mink- ingini vóna granskararnir at fáa gýtingarlagið upp frá 300.000 tonsum til 500.000 tons innan fá ár. Nederaas sigur, at hetta kan verða eitt hart mál at náa longu í 2003. – Sannlíkindini fyri, at vit skulu klára hetta, hava nógv við, hvussu nógv av toski verður fiskaður framyvir, sigur Nederaas. Granskararnir frá Hav- granskingarstovninum skulu nú í gongd við út- rokningarnar um, hvussu fiskastovnar klára seg, og hetta inniheldur eisini granskingarúrslit frá Russlandi og øðrum londum, fiska á hesum stovninum. Nedreaas vónar, at viðmælið frá Havgranskingarráðnum verður tikið til eftirtektar. Toskaveiðan skal minkast Fyri góðum árið síðani varð byrjað at savna inn pening til ein buss á psykiatr- isku deild á Lands- sjúkrahúsinum. Seinasta leygardag varð skipað fyri eini uppboðssølu við mál- ningum, sum lands- og lokalpolitikkarar høvdu málað, og eis- ini var okkurt verkið hjá kendum listar- fólki við C M Y K 7 6