hósdagur 11. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 68 - 11. apríl 2002
Nr. 68 - 11. apríl 2002
9
– Prísurin á toski 1 og
2 hevur verið væl
betri seinastu dagarn-
ar, enn tá ið hann var
lægstur herfyri. Men
nú er aftur nógvur
fiskur á føroyska
marknaðinum, sigur
Abraham Løkin á
Fofish í Saltangará.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er so mangt, sum
ávirkar fiskaprísin.
Abraham Løkin á sølu-
felagnum, Fofish í Saltang-
ará, sigur, at prísurin á toski
1 og 2 hevur verið væl bet-
ur seinastu dagarnar, enn tá
ið hann var lægstur herfyri.
Hann heldur, at sølurnar
uttanlands í seinastuni hava
havt sína ávirkan í so máta
við tað, at tær hava lætt
nakað um trýstið á markn-
aðinum her heima. Har-
aftrat kemur, at eingin línu-
fiskur er landaður seinastu
dagarnar, tí línuskipini,
sum komu inn fyri páskir,
bíðaðu nakrar dagar eftir
betri streymi. Tey fóru út-
aftur tíðliga í síðstu viku og
koma væntandi innaftur teir
næstu dagarnar.
– Í morgun er aftur nógv-
ur fiskur á marknaðinum í
Føroyum, og um middagin
fæst at vita, hvussu prísurin
verður,
sigur Abraham
Løkin, sum væntar, at
nógvi fiskurin fer at gera,
at prísurin á toski lækkar
nakað aftur.
Sølur uttanlands
Síðan Fofish fór undir sítt
søluvirksemi, hevur felagið
selt fleiri lastir, bæði her
heima og í Skotlandi. Skip
hava siglt beinleiðis á
útlendska marknaðin við
fiskinum, og í øðrum før-
um er fiskurin landaður í
Føroyum og sendur av
landinum.
– Sølurnar uttanlands
hava higartil verið rímiliga
góðar. Tað hevur í øllum
førum loyst seg at selt fisk-
in á útlendska marknaðin-
um.
Abraham Løkin sigur, at
Fofish hyggur seg eisini um
eftir prísunum í Íslandi og
Danmark, men higartil er
fiskurin, sum er farin av
landinum, seldur í Skot-
landi.
Uttanlandssølur lætta um trýstið
á fiskamarknaðinum í Føroyum
Síðan tvær leiðir
vórðu lætnar upp-
aftur vestanfyri og
norðanfyri, 1. apríl,
hevur onkur trol-
bátur fingið uppí eftir
at hava roynt í eitt
gott samdøgur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Teir umleið 20 trolbátarnir,
sum hava minni enn 500
hk., hava havt sera góðan
fiskiskap, síðan kassi I
norður úr Mykinesi og
sonevndi geirin norður úr
Fugloynni vórðu lætnir
uppaftur fyri trolveiði, 1.
apríl. Hesi økir hava verið
friðað í gýtingartíðini, og
nú tey vórðu latin uppaftur,
hava trolbátarnir havt rætti-
ligan rokfiskiskap.
Theodor Poulsen, sum
saman við øðrum eigur
trolbátin, Búgvan, sigur, at
teir, sum hava fingið mest,
hava fingið uppí bátarnar
eftir 4-5 hálum. Vanliga
verður tógað einar 5 tímar,
men seinastu dagarnar hava
tógini verið stutt, einar 2-3
tímar.
– So, onkur bátur hevur
fingið uppí eftir at hava
roynt í stívliga eitt samdøg-
ur, sigur hann.
Theodor er lítillátin og
heldur fyri, at tað hevur
gingið
hampiligt
hesar
fyrstu dagarnar eftir, at gýt-
ingarøkini eru latin uppaft-
ur, men tað rætta at siga um
gongdina hesar dagarnar er,
at trolbátarnir hava havt
rættiligan rokfiskiskap.
Sum skilst, er meginpart-
urin av veiðini, sum trolbát-
arnir hava fingið, stórur og
góður toskur.
Á veg til Scrabster
Tá ið Sosialurin tosaði við
Theodor týskvøldið, var
Búgvin á veg niður til
Scrabster at selja. Skipið
var fult undir lúkurnar, eini
40.000 pund av toski.
Aðrir trolbátar hava eis-
ini selt í Scrabster. Sigling-
in tekur einar 28-30 tímar
hvønn vegin, og nettoprís-
urin hevur verið væl betur
enn í Føroyum.
Búgvin seldi í Scrabster
herfyri, og tá fingu teir ein
nettoprís, sum lá um góðar
14 krónur í miðal fyri kilo.
– Seldu vit lastina í Før-
oyum, fingu vit einar 11
krónur í miðal fyri kilo,
sum prísurin var tá. So,
hendan sølan loysti seg,
sigur Theodor.
Tað eru tó ikki allir trol-
bátarnir, sum hava selt
veiðina í Skotlandi. Sum
skilst, hava teir flestu selt á
marknaðinum í Føroyum.
Landa bæði dag
og nátt
Onkur hevur fýlst á, at
Fiskamarknaður
Føroya
ikki landar skip og bátar
allar dagar í vikuni og allar
tíðir á døgninum, tí tað
hevði passað betur hjá
teimum, sum koma inn í
vikuskiftinum og ætla sær
útaftur sum skjótast.
– Í Skotlandi er líkamik-
ið, hvør dagurin er, og tað
er eisini líka mikið, um tað
er dagur ella nátt. Teir
standa klárir, tá ið skipini
koma.
Theodor vísir á, at skotar
gera alt fyri at fáa hendur á
fiskinum.
– Men líkt er ikki til, at
hetta er neyðugt í Føroyum,
tí her er so nógvur fiskur á
marknaðinum kortini. Virk-
ini fáa tann fisk, tey vilja
hava. Teimum nýtist ikki at
gera nakran serligan inn-
sats í so máta. Í vár er tað
enntá hent, at virkir hava
sagt fisk frá sær, sigur
Theodor Poulsen at enda.
– Eingin toskur gýtir
á 200 favnum. Kortini
verður norðasti part-
urin av holinum, sum
er millum Skeiva-
banka og Mykines-
tunguna friðaður
sum gýtingarøki hjá
toski, sigur Theodor
Poulsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki altíð so lætt at
skilja politiska viljan og
politisku avgerðirnar.
Theodor Poulsen, sum
saman við øðrum eigur
trolbátin, Búgvan, skilir
ikki, hví landsstýrismaður-
in í fiskivinnumálum, Jør-
gen Niclasen, friðaði norð-
asta partin av sonevnda
holinum millum Skeiva-
banka og Mykinestunguna
í gýtingartíðini
– Hetta er eitt øki, sum í
støðum er heilar 200 favnar
djúpt og er avgjørt ikki gýt-
ingarleið hjá toski. Gýting-
arfiskur fer nevniliga uppá
grunt vatn at gýta og ikki
niður á 200 favna dýpi.
Theodor vísir á, at holið
er góð havtaskuleið hjá
trolbátunum, men við tað,
at norðasti parturin av
økinum hevur verið friðað-
ur, hava bátarnir mist tað
mesta av einum triðingi av
hesi havtaskuleiðini, og tað
hevur órógvað fiskiskapin
eftir havtasku í gýtingartíð-
ini.
Hetta økið, sum hevur
verið friðað í gýtingartíðini
í nøkur ár, er latið uppaftur,
1. apríl.
Á skriviborðinum
– Tað er ikki skilagott bara
at sita á eini skrivstovu og
seta nakrar tilvildarligar
strikur »her frá og har til«
uttan at vita, hvat tað er, tú
gert.
Theodor sigur, at norð-
asti partur av holinum er
tikin við uppí friðingina í
nøkur ár og teir, sum eiga
trolbátarnar, hava fleiri
ferðir roynt at fáa lands-
stýrismannin at skilja, at
einki endamál er við at
friða hendan partin.
– Men tað vísir seg at
gera tað sama, hvør situr í
Tinganesi, tí teir lurta ikki
eftir okkum kortini. Hin-
vegin eydnaðist útróðrar-
monnum at fáa Jørgen
Niclasen at økja um frið-
ingarnar vestanfyri, soleið-
is at línubátarnir vórðu
nógv skerdir. Men lands-
stýrismaðurin hevur ongar
sømdir veitt okkum, hóast
vit hava vent okkum til
hansara í samband við um-
rødda part av holinum mill-
um Skeivabanka og Myki-
nestunguna, sigur Theodor
Poulsen.
Trolbátarnir hava rokfiskiskap
Týskvøldið var trolbáturin, Búgvin av Toftum, á veg niður til Scrabster at selja. Skipið var fult
undir lúkurnar av góðum toski. Hetta er aðru ferð í stutta tíð, at Búgvin fer til Skotlands við
veiðini
Teir friða
á einum
skriviborði
– Tað er ikki skilagott bara at
sita á eini skrivstovu og seta
nakrar tilvildarligar strikur
»her frá og har til« uttan at
vita, hvat tað er, tú gert, sigur
Theodor Poulsen
– Higartil hava sølurnar
uttanlands verið rímiliga
góðar, sigur Abraham Løkin
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Mikumorgunin var ein 30
ára gamal dani í Føroya
Rætti, ákærdur fyri brot á
revsilógina viðvíkjandi rús-
evnum.
Maðurin,
sum
hevur bústað í Keypmanna-
havn, hevur sitið avbyrgdur
í varðhaldinum síðan 16.
januar, tá hann varð tikin í
danska høvuðsstaðnum.
Ákærin hevði fýra punkt
í ákæruritinum, og tey
snúðu seg øll um at selja
rúsevni og skipa fyri rús-
evnasmugling.
Hann er ákærdur fyri at
hava staðið fyri smugling
av tilsamans 50 grammum
av kokaini til Føroyar, har
hann hevði eina úrtøku á
12.500 krónur. Eisini er
hann ákærdur fyri at hava
staðið fyri smugling av
einum kilo av hassji til
Føroyar á vári ella sumri í
2001, tá hann hevði eina
úrtøku á 10.000 krónur.
Harumframt
er
hann
ákærdur fyri at hava selt og
keypt kokain og hassj í
Keypmannahavn.
Ákærin kravdi, at rættar-
fundurin fer fram fyri aftur-
latnum hurðum, tí kanning-
ararbeiðið í øðrum máli
ikki er liðugt enn. Hesum
tók dómarin undir við.
Hann vísti á, at í Danmark
hava fjølmiðlar rætt at kæra
eina slíka avgerð um aftur-
lating av hurðum, men so er
ikki í Føroyum.
Ein partur av próvførsl-
uni hjá ákæruvaldinum var
avlurting av telefonsamrøð-
um, tí í rættinum var útgerð
at lurta eftir bandaðum
samrøðum. Dómur fellur
skjótt í málinum, og hann
hava vit vónandi við í
blaðnum í morgin.
Avlurting avgerandi
Klaksvík: Strandfaraskip-
ið Barsskor fer nú aftur at
sigla eftir at hava verið á
beding í tríggjar vikur.
Barsskor
hevur
fingið
nýggjan motor.
Súni
Andreassen
frá
Teknisku Deild á Strand-
ferðsluni, sigur, at hann
vónar, at Barsskor fer aftur
at sigla í kvøld.
Hesa tíðina Barsskor
hevur ligið á beding, hevur
Súlan røkt siglingina um
Kalsoyarfjørð.
-sae-
Tíðindaskriv
Fólkaflokkurin, Sambands-
flokkurin, Javnaðarflokk-
urin og Tjóðveldisflokkurin
í Suðurstreymi skipa í felag
fyri trimum almennum val-
fundum í sambandi við
komandi løgtingsval. Sjálv-
stýrisflokkurin og Mið-
flokkurin eru eisini boðnir
við til
fundirnar.
Fundirnir verða skipaðir
við trimum umførum. Í
hvørjum umfari hava val-
evni hjá øllum flokkunum
fyrst eina stutta framløgu,
síðan verður høvið hjá
áhoyrarunum at seta teim-
um spurningar áðrenn fari
verður til næsta umfar. At
enda fáa flokkarnir helt
stutt
møguleika at draga saman
um.
Fundirnir
verða
á
Argjum, í Hoyvík og í
Havn hesar dagar:
Hósdagin 11. apríl, kl.
20.00 í skúlanum á Argjum,
Týsdagin 16. apríl, kl.
20.00 í skúlanum í Hoyvík
og Flagdagin, 25. apríl, kl.
20.30 á Læraraskúlanum í
Havn.
Harumframt er ætlanin at
hava ein valfund í Nólsoy,
nærri verður at frætta um
hendan fundin seinri.
Barsskor fer aftur
at sigla nú
Felags valfundir
VAL
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Striltið hevur gingið hjá
Sjálvstýrisflokkinum
í
Suðurstreym at gera upp-
stillingina lidna til komandi
løgtingsval, nú flokkurin
hevur verið so skerdur, tí
atkvøðuslúkurin
Helena
Dam á Neystabø hevur tik-
ið seg úr flokkinum.
Í seinastu løtu eydnaðist
tað at seta ein lista saman
og her eru so tey, sum skulu
lyfta arvin eftir Helenu.
Eilif Brimheim, kavari
Tjarnardeild 19 FO- 100
Tórshavn
John Eysturoy, skriv-
stovumaður Mýrisnípuveg-
ur 26 FO- 100 Tórshavn
Hans
J.
Hermansen,
koyrilærari Tórsbyrgi 16
FO- 100 Tórshavn
Noomi Sigmundsdóttir
Júliusson, handilskvinna
Dalagøta 22 FO- 100
Tórshavn
Ása Olsen, fakfelagsleið-
ari Berjabrekka 193 FO-
100 Tórshavn
Roar
Heini
Olsen,
góðskuleiðari Skúlagøta 5
FO- 100 Tórshavn
Ronald Poulsen, byggi-
frøðingur Turiðargøta 27
FO- 100 Tórshavn
Johan M. Stenberg, lær-
ari Viðargøta 12 FO- 160
Argir
Thordur Thorsteinsson,
sølumaður Sverrisgøta 19
FO- 100 Tórshavn.
Hesi skulu avloysa Helenu
Savnsmynd
C
M
Y
K
9
8
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 151.000 km.
94.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Peugeot 306 Diesel Aircon
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 47.000 km.
125.000
Opel Astra 1,8 Club Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 104.000 km.
70.000
Opel Astra 1,6 Club Wagon
reyður, 5 hurðar,
árg. 1995, 110.000 km.
55.000
Opel Astra 1,6 Club Wagon
brúnur, 5 hurðar,
árg. 1997, 40.000 km.
85.000
Opel Vectra 2,0 Di
beige, 4 hurðar,
árg. 1997, 80.000 km.
117.000
Opel Vectra 2,0 Sport
Svartur, 4 hurðar,
árg. 1999, 39.000 km.
157.000
Mazda 323 1,5
gráur, 4 hurðar,
árg. 1998, 66.000 km.
95.000
Mazda 323 F 1,6i GLX
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 116.000 km.
77.000
Seat Cordoba Vario 1,4
bláur, 5 hurðar,
árg. 1999, 25.000 km.
89.000
Toyota Starlet
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 60.000 km.
65.000
Ford Fiesta
bláur, 5 hurðar,
130.000 km.
22.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,6
reyður, 5 hurðar,
árg. 1999, 52.000 km.
119.000
Opel Astra 1,6 Club
grønur, 4 hurðar,
árg. 2000.
119.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Opel Astra 1,7d Wagon
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 142.000 km.
55.000