leygardagur 26. februar 1949síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26. februar 1949
SKÚLI OG UPPFOSTRAN |
FØROYA SONIAL-DEMOKRATUR
so ára minnisrit Føroya Lærarafelags
Lagt til rættis hevur J. M. Kjæld
Um ársskiftið kom henda
snotiliga bók Lærarafelagsins út,
skrivað á sera góðum pappíri
og við nógvum frålikum mynd-
um. Øll fólk við áhuga eiga at
ogna sær hana. Lærarafelagið
kann eisini vera stolt av henni,
ti hon ber júst boð frá tí og tess
starvi í hesum farnu 50 árunum.
Bókin greiðir frá, at 17 lærara-
fólk og 4 prestar stovnaðu fel-
agið ólavsøkudag 1899.
Hetta er vert at leggja til merk-
is, tí millum lærarar og prestar
í Føroyum hevur altíð verið góð
semja, og nógv vinarbond eru
knýtt bæði teirra millum — og
av teirra ávum — manna mill-
um. Báðir partar hava ásannað
orðini úr Nehemja bók: >Latum
okkum gera okkum til og byggja“.
Hetta evnid nýtir eisini G. Ja-
cobsen, fyrrv.próstur, í ólavsøku-
prædikuni 50 ára dagin.
Hon er fyrsta greinin í bókini,
og hóskar eisini sera væl at
byrja eitt tílíkt rit við prædiku,
tí kristindómskunnleiki hevur
altíð ligið fremst í Føroya skúla,
um ikki í tímatali, so to i fi
anda, ið ræður innan skúlagátt.
Og hetta, at gera seg til og byggja,
er tráðurin gjøgnum alla bók-
ina.
Tær nógvu greinir bera boð
um, hvussu statturin hevur gjórt
seg til og bygt, so hann og skúlin
úr ongum eru vorðin tað, tey nú
eru.
Bókin er líka áhugaverd at
lesa hjá fólki uttan sum innan
skúlagátt.
Evnini eru:
Brot úr segu Føroya Lærarafel-
ags, eftir M. Johannesen, lærara.
Skúli og kirkja, eftir J. Joen-
sen próst.
Brot úr skúlasegu okkara í 19.
eld, eftir Z. Sørensen, yvirlærara.
Føroya skúli eftir 1900, eftir R.
Long, lærara. (Toganin aftur og
fram um danskt og føroyskt).
Hin hægri skúlin
eftir Th. Nygaard, skúlastjóra.
í Føroyum,
Læraraskúlin, eftir Chr. Liitzen,
yvirlærara.
Nøkur orð um framhaldsskúlar,
eftir S. E. Matras, lærara.
Kveldskúlar,
Skarði, lærara.
eftir Jákup av
Fólkaháskúlin og hinir skúlarnir,
eftir R. Rasmussen, fyrrv. lærara.
Eksamiuskúlin, eftir M. Joensen,
lærara.
Heimi og skúlin, eftir Johan
Kallsoy, lærara.
Yvirlit yvir sangin í okkara
skúla tey seinastu 50 árin, eftir
J. Waagstein, lærara.
Skúlakokur, eftir Kirsten Holm,
lærarinnu.
Skúlin og ítróttin, eftir Poul
Petersen, ráðgevara.
Intelligensroyndir, eftir Chr.
Liitzen, yvirlærara.
Móðurmál okkara, eftir Jóhs.
av Skarði, skúlastjóra.
Uppfostran og lærdómsgevan,
nøkur brot, eftir J. M. Kjæld,
lærara.
Henda geran seg til kemur tí
altíð til sjóndar, tá lærarafólk
hittast um skúlamál, og tá tey
málbera seg í skrift. Sjálvt um
lærarar fara frá av elli, so livir
stalturin og arbeiðir framvegis
fyri at útbyggja tað komandi
ættarliðið kappingarført í lívsins
yrki.
Langt er komið fram í hesi
50 ár; men tað tykist sum lær-
arar fílast á úrslitini og vilja
koma enn longri, og ein fær
fatan av, at teir hava eyguni
opin fyri tí, ið fer fram í øðrum
londum og gjarna vilja royna
tað innan sína skúlagátt. Um tað
so er eksamiuskúlin, sum liggur
i so fastari legu, so verður hann
havdur á máli; og manað verður
til at finna nakað enn betur,
tó ikki tað fyrsta tað besta, men
nakað, ið kann bera framstig
við sær.
Bókin prógvar, al føroyskir
lærarar eru tolerantir og ikki
liva í særgleði. Teir eru fúsir at
læra av øðrum, og enntá hava
teir haft og hava millum sín
menn, ið ikki beinleiðis hava
tikið læraraprógv, men vunnið
sær javngóðan kunnleika á ann-
an hátt. Hesir hava verið virdir
sum teirra egnu og eru settir
líka á formannssessin, ja, til at
vera heidurslimir.
Hetta er ein lætt skrivað bók,
ið ber boð til hvønn ein mann,
ið Føroyingur vil vera; og øll,
ið ikki bara hugsa um seg sjálv-
an, eiga at ogna sær hesa bók.
Bilig er hon, bert 10 kr., ikki
so mikið sum bara myndirnar
máttu kosta.
Tveroyri, í februar 1949
Facob Olsen.
Ohappi við „Oyrnafjalli“
»14. september« er aftur
frammi við persónligari út-
spillan.
»Oyrnafjall«, løgtingsskipið,
hevur verið fyri óhappi, og lá
er lagamanni at taka undir aftur
tær gomlu skuldsetingarnar,
sum frammi vóru, tá ið skipið
varð keypt: Gamalt og ringt
skip, raksturin illa fyriskipaður,
og so framført persónligt álop á
skiparin á »Oyrnafjalli«. »Bædi
nevndarformadurin og stjórin
vitstu longu summarið 1948, at |
hesin ikki maður at føra
skipið...
Óført er sum hesir menn, ið
stýra >14. september«, vita um
allar menn — og serliga ódygdir
og ódugileikar teirra — bæði á
landi og sjógvi.
Ikki at ivast í so eru nógvir
menn oddamenn eina og aðra-
staðni, sum ikki skuldu verið
tað! Men er ikki skilligt, at
hetta blaðið er bert eftir
vissum monnum og viss-
um óhappum. Hvaðni vita
styrismenn »I4« at siga, um tað
var av vanligum óhappi ella av
ólíkindum, at »Oyrnafjall« sigldi
á land?
Eru ikki onnur skip sigld á
land og hava verið fyri óførum
var
|
| Færøsk Margarine
VITA Nec I
Vitaminiseret
Færøsk Produkt.
DALI
Saltbingið á Drelnesi
er nú uppafturbygt, og
saltfarmur er komin -
Nr. 8
óhappi, og eingi bløð eru lopin
á skiparar teirra og lagt teir
undir at vera ódugiligar at føra
skip?
Skipari Oyrnafjalls kundi ikki
gera við, at maskinmenn vóru
óansnir, tað hevur 1. meistarin
at ansa eftir.
Og hví finnst ikki >14. septbr.«
at skipakeypi Skipafelagsins?
Gamalt burturblak hjá Íslend-
ingum — og har koma eisini
fram nógvir atfinningar.
Vit hava hildið fram, at bløð
eiga at finnast at, men tydiligt
er, at >14. septbr.« ikki finst at
fyri at rudda í almennum við-
urskiftum men fyri at koma
vissum monnum og vissum gerð-
um til livs.
Fint Produkt.
Vit avskipa 50 tons i timan til
fiskifør fyri kr. 120,00 pr. ton
netto kontant.
verda umbidnir at
til fel-
agsins å Drellnesi (telegramm-
Keyparar
venda sær skrivstovu
adressa: Northsalt, Tvøroyri).
Partafelagið
NORTH ATLANTIC SALT COMPANY
Kenna tygum svongd — so fái tygum
eina Dano keks — borðreið við Dano
keks — gev børnunum Dano keks —
bjóða gestum tygara Dano keks — ferð-
ast um allan heimin og hav Dano keks
við — Dano keks — keyp hana í kram-
búðini.
DANO KEKS moyrar og frálíkar
|
|
|
|
| DANO
|
|
|
|
LiænTenBER:
DANMARK
|
|
|
KEKS |
|
|
|
|