leygardagur 30. apríl 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16
Føroya
|
SOS/AL-DEMOKRATUR |
Bráðf. blaðstjóri:
MARTIN JOENSEN
Prent:
A. ØSTER
HEIMATÍÐINDI
Guðstænastur
2. sunn. e. páskir:
Jespersen prestur í Havnar
kirkju. Skriftarmál kl. 10.40.
Thaysen prestur í Kirkjubøar
kirkju.
K.F,U,M, og -K.
Sunnukvøldið kl. 8'/> verður
ungdómsfundur í K.F. U.K. —
Oll ung eru vælkomin.
Tórshavnar kommunuskúli
Fyri stuttum byrjaði Tórs-
havnar kommunuskúli nýtt
skúlaár, aftaná at hava hildið
ársroynd. Henda endaði við
góðum úrsliti.
Meðaltølini vóru hesi:
31 ug, 54 ug, 68 ug? 64 mg,
39 mg, 35 mg+, 22 mg?,7 gt,
5 g 3 g“ I tg í tg
Av teimum 31 ug, vóru heili
13 í 2a klassa.
10 næmingar vóru sjúkir og
kundu tí ikki luttaka í ársroynd-
ini, ialt vóru 340 næmingar til
royndina.
Við teimum nýinnmeldaðu
hevur skúlin nú yvir 400 næm-
ingar.
Í tí nýggja skúlaárinum verða
15 klassar. Frammanundan ha-
va verið dupultir kl. allanvegin,
men í ár eru 3 5. klassar og
hevdi verið rúm til tað, so
høvdu verið fleiri enn.
Skúlin er ógvuliga illa fyri
viðvíkjandi høli, men nú frætt-
ist, at gongd skal koma í bygg-
ingina. Hevði hetta verið, so
hevði hetta nýggja býráðið havt
nakað at rost sær av, vit gleða
okkum og takka framman-
undan. P.
„Ritan“ komin. Skipið sum løg-
tingið hevur latið gjørt í Danmark
til Sandoyarsiglingina er nú komið,
aftaná eina 14 dagars ferð úr Dan-
mark. Skipið hevur verið inni í No-
reg og Hetlandi vegna óveður, men
tó at tað hevur ligið so leingi inni,
so varð tað tó roynt sum sjóskip á
ferðini úr Hetlandi til Føroyar, ti
henda ferðin kom at vera teir ring-
astu illveðursdagarnar í hesu vik-
uni, Manningin letur væl at skipi-
num, sum sjóskip.
Skipið er ca, 30 tons, og hevur ein
sera høgan yvirbygning, sum er ætl-
aður til ferðafólk at vera í. Hesin
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
FØROYA SOSIAL.-DEMOKRATUR
yvirbygningur ella „Salon“ hava
ikki vanlig kúgveygur, men rútar
uppá ca. I m í firkant, Hetta vil gera,
at har inni vil vera sera ljóst, um
lúkurnar, sum eru uttaná at smoygg-
ja niðurfyri, eru uppi, men skal
skipið sigla í føroyskum firðum, so
verður ofta, at hesar lúkur noyðast
at verða niðurfyri.
Annars er at siga um hetta skip,
at vakurt er tað ikki, og tað ljóðaði,
at fyrstu ferð tað skuldi koma til
Føroyar, vildi manningin ikki fara
við tí, tí skipið var ikki egnað til
føroyska sigling vegna sín høga yvir-
bygning. Henda yvirbygning er to
einki gjørt við síðani.
Skipið er óivað sterkt bygt, men
arbeiðið er ikki so snotuligt gjørt,
sum vit eru von at síggja á nýggjum
skipum ella á gomlum skipum sum
hava verið í Danmark til umvøling-
ar. Skipið hevur Vølund motor.
Fiskiskapurin.
Tíðindi úr Íslandi ljóða frá góð-
um fiskiskapi fyri snørisskip, teir
dagar fiskiveður hevur verið, men
samtíðis verður sagt, at í aprílmánað
hava tað verið serliga nógvir óveð-
ursdagar.
Trolarar og línuskip
fyri tí verra bítinum, men sør eru
hesu skip heldur ikki.
Trolararnir hava fingið: Hav-
borgin 60 t. heimkomin, Miðafellið
70 t. heimkomin, Eirik Jall 60 —70 t.
og á veg heim. Sjúrðarberg er enn
í Íslandi og hjá honum hevur ofta
ljóða frá góðum fiskiskapi.
Fleiri trolarar gera nú út til at
fara uppá saltfiskaveiðu, og hesir
ætla sær allir eystireftir,
hava verið
Fiskasøla.
Sum kunnugt so hevur
Fiskasøla selt nakað av upsa til Týsk-
lands, og skip er í hesum døgum í
taka ein part av
Føroya
Føroyum fyri at
hesum upsa.
Aðalfundir.
Fyrst í vikuni hevði p-f. Sjóvinnu-
bankin aðalfund, og vísti rakstrar-
roknskapurin eitt líknandi yvirskot
fyri 1948 sum fyri 1947, harafturat
hevði bankin gjørt leysan nakað av
peningi, sum hevdi staðið bundin til
eitt serligt endamál. Soleiðis verður
fyri 1948 meira av peningi til av-
lops, og avgjørt varð, at partaeiga-
rarnir umframt sínu 10 pst. skulu
fáa 10 pst. í premiu.
Um somu tíð hevði p-f. „Sælinga-
hella“ aðalfund, teir nevndarlimir,
sum gingu út, vóru afturvaldir. Rak-
strarroknskapurin sá tíverri ikki so
væl út, felagið hevði eitt undirskot
uppá ca. kr. 42.000. Men trolarin hjá
felagnum var seinasta summar fyri
tí óhappi at vera yvirsigldur av s-s.
„Barjama“, og enn hevur felagið ikki
fingið endurgjald fyri henda skaða,
men teir kunnu fáa ca. 40.000, og so-
leiðis verður árið 1948 um leið at
vera sjálvbjargi.
TUBBAKSHANDILIN
Allar vanligar tubbaksvørur
ÓLI NOLSØE
Tvøroyri
FØRCYSK
gronsápa
er tann besta
Saltskip. Á Havnini er saltskip til
landshandilin, tað er gott at tað
kemur nakað av saltið til landið
eisini hesa árstíðina, so tað íkki
verður sum í fjør, tá skip noyddist
at sigla bygd av bygd fyri at fáa
nøkur tons av salt her og der.
Poul í Geil deyður. Seinasta miku-
morgun doyði ein væl kendur Havn-
armadur, Poul Isaksen, vanliga nevn-
dur Poul i Geil.
Poul i Geil var 74 åra gamal og
sonur til tann kenda Djona i Geil, og
hinir brøðurnir Petur og Christin
eru deyðir fyri fleiri árum síðani.
Flest allir Føroyingar kenna Poul í
Geil frá hansara málingahandli, sum
er elsti av tí slagnum í landinum.
Eina tíð handlaði hann við máling,
linoleum og innbúgvi o. 6. t., men
sum handilin vaks og lítlir møgu-
leikar vóru fyri at vaksa um plássi,
so gavst hann við handlinum við
innbúgvi og fekk hondkeyps-
søluna „Sýran“.
Annars var Poul í Geil uttanfyri
sítt virki ein avhildin maður, sum
hevur haft fleiri álitisstørv, millum
annað hevur hann ínógv ár verið
limur í skúlakommissiónini í Havn,
sær
30. apríl 1949
A si
og stjóri fyri nótafelagnum í Havn
hevur hann verið í mong ár, bæði
nógv góð seiðaár, Bg eisini síðani, at
nótakast at kalla er falli burtur í
Havn,
Poul var ein blíður og fryntligur
madur at koma til, og hann vil vera
saknaður av mongum.
Eftir sita einkja og ein vaksin
sonur.
Lønarbsemjan,
Eftir ti vit frættu tå id bladid
var lidugt til prentingar, vænt-
adu arbeiðsmenninir at tað
kundi verða arbeiðsgevararnir
fóru at geva eftir.
Í gjárkvøldið skuldu arbeiðs-
menninir hava fund um upp-
skot semingsmannsins.
Skuldi tað hent, at arbeiðs-
gevararnir søgdu uppskotið frá
sær, vænta menn, at semings-
maðurin í dag setur fram nýtt
uppskot, meðan báðir partar
eru til staðar, og so er tað
væntandi, at verkfall ikki verður.
Fyribils ferðaætlan fyri m.s „Ternan“
Månadag k
Vág - Tvøroyri - Hvalba - Skálavík - Tórshavn
17:
Tisdag kl. 7: Tórsh.- Lorvik - Fuglafjørð - Klakksvík - Tórsh.
17:
Mikudag k
Tórshavn - Tvøroyri - Våg - Tórshavn
Hosdag kl. 7: Tørshavn-Koltur- Midvåg - Vestmanna - Tórsh.
Friggjad. kl. 7: Torsh.- Skålav.- Håsav.- Hvalba-Tvøroyri -Vág
Leygard. kl. 7:
Våg - Tvøroyri - Tórshavn
> > kl.15: Tórshavn - Tvøroyri - Våg
ADMINISTRATOR
Partafelagid
telefon 259 og 133
ÍSUR
AGNSILD
FRYSTIGODS
HAVNAR FISKACENTRAL
TRYGGINGARSAMBANDID
FØROYAR
telf. 372
telf. 372
Feroya Kríggstrygging..
Føroya Brunatrygging ..
Føroya Sjovåtrygging ... telf. 372
Føroya Vanlukkutrygging telf. 221
Vit tryggja:
Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —