Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-05-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

USS Í | Føroya SOSIAL-DEMOKRATUR | | Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER Vem "een The Norseman Nummarid fyri januar og februar 1949 er komið, og er hetta heftið eins og hini áhuga- vert og aktuelt. Teir politisku stórspurning- arnir eiga høvuðsrúmdina. Fyrsta greinin er áhugaverd analysa av russiskapolitikkinum. Hon eitur WhatDoesStalin W ant? skrivað av George Soloveytchik, bretskur høvundur og blaðmaður, borin i SL Petersborg, núverandi Leningrad. Í endanum tekur hann so til orða: >... Stalin vil hava makt og tryggleika. Enn meira, hann ætlar verðaldar- kollvelting ... Men hann vil ikki hava kriggj, ti Rusland er ov veikt og ikki útgjørt ... Og kanska hann vónar, at kapital- isman týnir seg sjálv, um hann bíðar nóg leingi. Ti hann spælir við at vinna úr hvørjum mis- taki, hvørjum trupulleika ella dvøljan, sum Vesturdemokrati- ini leggja i ljósmála. Tianverri, teirra ivingasemi hjálpir honum stórliga og hann dugir at nýta tað til egnan vinning...“ Aðrar greinir í tíðarritinum snúgva seg nógv um Atlantssålt- málan og støðu Norðurlanda til hansara. Bókaummælini eru ikki tað, ið minst virði hava. Hesaferð verður bók um Ibsen havd frammi. Hon er skrivað av sonarkonu hansara Berg- ljót Ibsen gift við einasta barni Ibsens, hin kendi norski politikkarin Sigurd lbsen. Bergljót var dóttir hitt eina norska stórskaldið á teimum døgum Bjørnstjerne Bjørn- son. Bókin eitur De Tre og sigur frá teirri ibsensku familj- uni, sum Bergljót Ibsen hevði tey bestu líkindi at kenna. — Í bókini kemur eisini fram nógv, sum áður ikki var kent um hetta = verdaldargitna norska skaldið. Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 ——iilEl—— Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M, P, Jacobsens málarabúð. FØROYA SOSIAL"DEKOKRATUR Embæti verda sett Stór embæti her í Føroyum eru sett í hesum døgum. Danir hava útnevnt sín ríkis- umboðsmann. Tað var Vagn“ Hansen, su mnú hevur sitið sum embætismaður her í Føroyum fyrst sum amtmaður og síðan sum ríkisumboðsmaður. Landslæknaembætið, sum yv- irlæknin á hospitalinum Pauli Dahl hevur umsitið nú nøkur ár, er eisini sett. Tað var Hans Debes Joensen, fylkislækni í Vestmanna, sum fekk hetta em- bætið. Embætini sum stjóri og full- trúi á Løgtingsskrivstovuni hava verið ósett, og nú eru menn eis- ini settir í teir sessirnar. Johan F. Djurhuus cand. jur. hevur fingið stjórasessin og Jens Pauli Ellendersen cand. jur. er vorðin fulltrúi hansara. Bløð søgdu frá, at einigr aðrir Føroyingar við teimum kravdu examiunum enn hesir báðir nevndu høvdu søkt embætini. Hetta má tykjast mongum løgið, tí sum frásagt er, so skulu lógfrøðingarnir verða í stórum meiriluta millum lærdar Føroy- ingar. Í Føroyum eru fleiri, og í Danmark eiga eisini at vera fleiri, sum tó sjálvandi sita í embæti. Hetta vóru stórir og fyri land- ið ógvuliga týdningarmiklir sess- ir (serliga stjóraembætið). Ein hoyrir ofta, at ungir Føroyingar, sum lesa niðri, táið teir senda heilsanir heim til land sítt, bera fram tann tokka teir bera til fosturlandið, og at teir vilja seta mátt og megi sína í fosturlands- ins tænastu. At so at siga eingin hirðir seg at leggja fram umsókn til slík almenn embæti, sum eisini eru væ lønt, geva ikki so ríkar vónir um fosturlandssinni og noyðir ein at ivast um vøkur og hug- takandi orð, sum havd verða á lofti. GENTA fær pláss, 100 kr. um mán. Sjómannsheimið GAGNAST VÆL gronsápa er tann besta ATHENÆUM Hetta er tfdarrit fyri bók- mentir. Ritstjóri er Sven M. Kristensen dr. phil. Ritið kannar bæði danskar bókmentir, norðurlendskar og tað, id vert er at nevna úr heimsbók ment- unu. Heftið fyri fyrsta árs- fjórðingin av 1949 hevur grein- ir av tveimum Føroyingum, tí unga bókmentamanninum ma- gistara Ole Jacobsen ættaður úr Vági og William Heine- sen. Ole Jacobsen skrivar um amerikanska skaldkvinnu, Ka- thrine Anne Porter, sum menn nevna millum eitt av teimum fáu skaldunum úr amerikansku bókaflóðini, id vert er at lesa. Ole Jacobsen hevur eisini týtt eina av hennara bókum Det skæve Taarn til danskt mál. William Heinesen skrivar stuttligt og inspirerað føðingar- Fiskireiðskapur. 14. maí 1949 dagsbræv til skaldið Otto Gjel- sted, sum nú her fyri fylti 60 ár. Hetta tíðarritið kann eisini vera athugavert at kunnast við hjá Føroyingum, sum bókmenta- hugaðir eru, og sum vilja hava eitt yvirlit yvir tær bókment- irnar, sum virði kunna hava. lt. Ójavnur fiskiskapur Fiskiskapurin í Íslandi hevur verið ógvuliga ójavnur. Snøris- skip eru sum hava fiskað nógv, og onnur eru, sum eru heilt sør. Albert kom á Tvøroyri í vikuni, bert 160 skippund. Teir søgdu frá sera ringum veðri, so illa hevði borið til at fiska. Mari- tana var heima við 400 skipp., og hon er aftur á heimveg við góðum farmi. Somuleiðis hava summar skonnartir fiskað væl. So ójavnt hevur verið. Línuhúkar frá nr. 7 til 12. Fiskisneri 1'/,, 2, 2'/, og 8 lbs. sneri. Teymastykki av hamp frá 1'/,—6 oz. Ravmagnsperur av ellum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum. Okkara klædnaverur av øllum slegum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og pr ís Arbeiðaranna Trolarafelag. A. m b.Å ——————————m= Grót og skervur. Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kem- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bílstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna. Partafelagið telefon 259 og 133 ÍSUR AGNSILD | FRYSTIGÓÐS HAVNAR FISKACENTRAL Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn