Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-06-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya S0SIAL- DEMOKRATUR | Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER HEIMATÍÐINDI Guðstænastur 1. hvitusunnudag: Joensen próstur i Havnar kirkju. Thaysen prestur i Kirkj- ubøar kirkju. Rasmussen prestur í Klakksvíkar kirkju. Busch prestur í Árnafjarðar kirkju. Follend prestur í Sørvágs kirkju kl. 12 og í Miðvágs kirkju kl. 17. 2. hvítusunnudag: Thaysen prestur í Havnar kirkju. Joensen prøstur í Kal- baks kirkju. Rasmussen prestur í Húsar kirkju. Busch prestur í Klakksvíkar kirkju. Follend prestur í Biggjar kirkju kl. 12 og í Sandavágs kirkju kl. 17. Henda vikan hevði góðar dagar. Hóvligt veð- ur, eilt lítið gul og góð sól. Tað hevur verið sum fólk og fæ er lívnað upp av góðveðrinum og lýkuni. Seyðurin hevur ligið sær á hesum grøna bitinum, og fuglurin hevur látið so frynt- liga um morgnarnar. Nógv skip munu fara til Íslands í ár at royna við snørinum — serligd tey smærru skipini. Eysturlandið royndist so væl hjá snørisskip- unum í fjør. Maritana, sum fiskaði so óført á Eysturland- inum í fjør, fer yvir hagar aft- ur í ár. Hon fór í vikuni. Energy er komin, hon hevði 80 skp. Skip taka upsa heim og flekja hann. Rankin hevði rættiliga væl aftur við sær seinhst úr Onglandi. Nakað av upsanum keyptu fólk til døgverðamat. Sunnan fyri hevur útróðurin verið eingin. Alt fólk er eisini burtur, og sumt fólkið arbeiðir heima. Tíðindi úr Islandi Tíðindini Íslandi siga, at veðrið har hevur verið óvanliga ringt eftir hesari árstíð. Á Suðurlandinum var so nógvur vindur, at teir máldu vindstyrki 10. Á Norðurlándi- num liggur isurih líka í land. Skilligt er, at slík viðurskifti tarna fiskiskapinum. Donsk skúlaborn koma at vilja higar til Føroya aftur í summar. 20 í tali við 3 lærarum, Tey vóru mest í Vágum í fjør. Í ár skulu tey ferðast mest sunnanfyri. Dansk Vandrelaug kemur eisini upp higar í summar. FØROYA SOSIAL-"DEKOKRATUR Grønlandsskipint fara Tey skip, sum ætla til Grøn- lands, leggja nú frá landi og stevna vestur í hav. Nú hoyrir tú tey og kann fylgja teimum langa leið — inntil málini minka og hvørva heilt burtur. Til Grønlands er ikki heima- tiltikid, sum ley taka til: tað er drúgvur teinur at sigla. Í ár verður kanska meira enn van- liga stórar vónir settar til Grøn- landsfiskiskapin. Várið í Íslandi og yviri undir Noregi miseydn- aðist av óveðrinum; tað er tí nógv um at gera fyri landið alt, at fiskiskapurin uppi undir Grøn- landi vignast væl, og skip koma laðin aftur. Vit ynskja Grønlandsskipum góða eydnu, nú tey fara. Skúlin Ein lønarlóg ger skúlan hvørki danskan ella føroyskan. Vit kunna hava yvirtikið skúlan og halda alt tað peningaliga, men hann kann alsamt fyri tað standa á einum óheimligum botni. Um vit hava studentaskúla og skiparaskúla, sum umsitnir verða til fullnar av Føroyum, so eru hesir skúlar ikki før- oyskir, tå ið allar bøkur teirra eru á donskum máli. Men viðvíkjandi skúlanum í síni heild, so forðar henda nýggja lønarlógin ikki okkum at yvirtaka hann. Tað kann Løgtingið gera, um tað verður samt um spurningin. Men har eru aðrir spurningar at nevna um, sum teir, ið skrivað og talað hava um málið, ikki duga ella vilja geva gætur. Seyðurin og grødin Mangur maður, sum veltir epli, klagar seg, at tey fáa íkki frið fyri seyðinum, sum gongur á bøin og ger seg inn á epla- velturnar. Hetta skuldi íkki verið fyri neyðini. Lógin sigur at garðar skulu standa, tá ið seyðurin fer av bønum. Standa so ikki garðar til ta tíð, kann sýslumaðurin fáa mann at gera garðin og so leggja fram rokn- ing til eigarmannin. Og seyður, sum er garðbrótari, t.v.s., kem- ur inn um seyðhøgan garð, skal kleppast ella beinast burtur. Vit her í Føroyum leggja ikki so nógv í jørðina, so tað er harm- iligt, at tað sindrið, sum lagt verður, skal verða oyðilagt. Norðoyarstevnan Veðrið lovaði ikki gott, men tað tók seg betri upp enn vænt- að. Tey vitjandi stuttleikaðu sær væl og søgdu frá stórum blíðskapi. Leikirnir vóru nógvir, og ymiskt annað var eisini at síggja og fara til. Nú verða stevnurnar tættar, og so er bara at ynskja lagaligt veður. 4. juni 1949 BRÆV AV VIÐAREIÐI Kæri »Socialurin«, Tað gerst lítið annað enn at sessa seg vid penninum. Uttan- dura gerst einki. Regnið — í erva vatakavi — oysir niður. So hevur leika í í longru tíð — ja so leingi, at í hesum árinum hava bert verið fáir góðveðursdagar. Eplini eru nú komin í jørðina, og einstakir hava skorið nakað av torvi, sum nú liggur og blotnar av avfallinum úr land- nyðringi. Lembingin má nú vera kom- in at enda, og úrslitið er tolu- ligt, sjálvt um hann fleiri ferðir hevur kavað í bakka, so einki er at siga til um einstøk lomb eru farin. — Nordanfyri hevur i longri tid verið arbeitt dúgliga til basarin til frama fyri hitt hart treingj- andi ellisheimið fyri Norður- oyar. Arheiðið er nú lokið, og sunnudagin seinast var framsýn- ing av lutunum, ið kvinnurnar á Viðareiði so hegnisliga høvdu tilvirkað. Har var hópur av prýðuligum lutum — eitt prís- verdugt handarbeiði; eilt talandi prógv um, hvat id gerast kann í samvinnu. Vit hittu Nanku Vider6, ið hevur fyristaðið arbeiðinum, og spurdu hana hvat hon ætlaði lutirnar at kosta. Sjálvar basarlutirnar ætlaði hon til umlag 6000 kr. Hartil var latið fyri 1800 kr. til burtur- lutingina, so partur Viðinganna verður um 8000 kr. Klakks- víkar bygd skuldi eftir fólka- talinum kunnað gjørt eitt umlag 15 faldað so stórt arbeiði, t.v.s. fyri umlag 100.000 kr. Roknað verður tí við einum góðum úrs- liti. — Mannfólkið er alt burtur. Heima gerst einki. Landvirkir eru eingi, eingi almenn arbeiði .Oskukalt, Landbúnaðurin hevur góðar møguleikar, men hvat gerst? Amboðini duga ikki. Fyrr enn hakin og leypurin eru komin á forngripargoymsluna, er einki at hugsa um nakran stórslignan landbúnaða, id gevur nakað til muns. Í bygdini vóru nú tveir mo- torliggjar og ein traktorur, so aftureftir er tað ikki. Tíverri hevur ikki borið væl til við traktorinum higartil. Eftir møguleikunum er epla- framleiðslan lítil og eingin. Tað er ikki smávegis av bæði eplum og mjólk av útlendskum upp- runa, ið keypmenninir selja í bygdini. Samstundis mugu teir dúgligu eplaframleiðararnir í koyra í tunnuvís av eplum i køslin, ti eingin vil keypa. So er vorðið, okkkara egna framleiðsla í køstin, bygdini fyri at oyða fremmanda valutu til innflutning av óneyðugum vør- um. Hetta forðar øllum fram- burði innan landbúnaðan. Hesir trupulleikarnir saman vid okkara ringu jardaskipan, eru alt annað enn grundleggj- andi fyri øktari framleiðslu. Jarðaskipanin dugur sum keild ikki. Ognaðarjørðin er samfelags- skaðilig. Kongsjarðaskipanin á sama hátt. Hin órættvísa arvaskipanin má burtur. Garðarnir eru stórir og leigufriir. Bóndanum nýtist ikki, uttan hann sjálvur vil,. at velta eplir, hava neyt, og langt minni nakað annað; bert fseydurin er so ivaleysur at liva av. Fyrr enu bøndastætturin fær somu skipan, somu treytir, somu amboð, somu sølumøguleikar — alt hóskandi og samsvarandi okkara viðurskiftum — eins og aðrastaðni, er allur munandi framburður ógjørligur. Tað er harmandi at síggja tær stóru víddirnar av haga, id framvegis liggja ódyrkaðar. — Hvussu ómetiliga nógv vildi tær ikki givið um tær vórðu væl uppdyrkaðar við nýmótans am- boðum. Eisini verður til nógv stríð og nógv arbeiðsspillusein fittliga stórur partur av okkara neyð- ars hógvi grivin upp, turkaður og brendur. Har aðrar tjóðir royna at kultivera jørðina, har taka vit hana at brenna. OV- Alment heimaarbeidi er sum sagt ikki stórt. Aftaná at menn í 10 år hava stríðst við at fingið ein kirkju- garð, varð hann endiliga gjørd- ur í vetur, í síðstu løtu; men sum orðatakið sigur, betur seint enn ongatid. Bygdin hevur longum vegum; allir undir stórur dugur er ikki í teimum. Bilar eru, men illa gongst at fáa teir at halda. Ikki kann væntast annað, tá ið undirlendið teir skulu halda sær á, er djúp hol og berir steinar. Vegurin Viðareiði-Hvannasund ein men hóp av teir eru órøkt, so er bert hálvgjørdur. Viðingar hava gjørt sín part; høvdu Sundamenn haft gjørt sín part, var hann liðugur, men teir hava gjørt hin vegin, burtur frá Viðareiði. (Endar í næsta blað) Kanur skrivstovumaður ella skrivstlovunæmingur fær pláss beinan vegin Skrivlig um- sókn til Føroya Gjaldstovu. Kanur skrivstovumaður ella skrivslovunæmingur fær pláss beinan vegin. Skr ivlig um- sókn til Valutamidstødina.