Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 11. apríl 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Trollmet Tá norðmenn á sinni komu fram á Troll- fundið, varð hildið, at tað fór ikki at bera til at útvinna olju, men bara gass har, men takkað verði áhaldni hjá myndugleikunum og Norsk Hydro eydnaðist tað at gera tað lønandi at útvinna olju á Troll- leiðini, sum annars er tann týdningarmesta norska gass-leiðin. Og mánadagin olju- framleiðslan á Troll- leiðini met. Tann dagin vórðu útvunnar 444.207 tunnur. Við dagsins høgu oljuprís- um merkir hetta, at mánadagin kom olja fyri 70.000 norskar krónur upp úr brunn- inum um minuttin. Troll-leiðin gevur í dag 60 prosent av øll- um tí gassi, sum norð- menn útvinna. Serfrøð- ingar siga, at har er nóg mikið av gassi til tey næstu 50 árini og nóg mikið av olju til tey næstu 20 árini. Troll-leiðin varð funnin fyri næstan 20 árum síðani, og tað eru 16 ár, síðani Stórtingið gav loyvi til tað fyrsta stigið í útbyggingini. Norsk Hydro er opera- tørur á oljuleiðini, meðan Statoil er opera- tørur á gassleiðini. 6 mia. í ársløn At tað kann loysa seg at vera stjóri í teimum ovurstóru amerikansku fyritøkunum, sæst í einum yvirliti, sum tíðarritið Buisness Week hevur gjørt. Har sæst m. a., at í fjør fekk stjórin í edv-fyritøkuni Oracle, Larry Ellison, næstan seks mia. krón- ur í løn. Talan er tó ikki bert um vanliga løn, tí stjórin vann eisini fitt av pengum burtur úr at selja partabrøv, sum hann átti í fyritøkuni. Til samanberingar kann nevnast, at tá Buisness Week í 1950 fyrstu ferð almanna- kunngjørdi eitt tílíkt yvirlit, var táverandi stjórin í bilfyritøkuni General Motors, Charl- es E. Wilson, tann best lønti tað árið. Um- roknað til dagsins virði var ársinntøka hansara umleið fýra mió. krón- ur. So her er nógv broytt. Úr Norðurlondum: Biðja norð- menn skrúva frá Altjóða orkustovnurin IEA vil hava Noreg at skrúva oljukranarnar meiri frá, nú Irak hevur steðgað sínum oljuút- flutningi. Í desember bant Noreg seg til at skerja sína oljufram- leiðslu 150.000 tunnur um dagin, men nú held- ur IEA, at norðmenn eiga at sleppa hesari avmarkingini og at økja framleiðsluna aftur. Stjórin í IEA, Robert Priddle, segði við Aft- enposten í gjár, at tað hevði verið ræt av Noregi at økt sína framleiðslu nú fyri at javna tey óstøðugu viðurskiftini á altjóða oljumarknaðinum. Thorsen útsetir Danski byggimeistarin Kurt Thorsen, sum í januar varð dømdur seks ára fongsul fyri svik, hevur søkt um at sleppa at bíða við at fara í fongslið at sita dómin. Upprunaliga skuldi hann verið farin í fongsul mánadagin, men Kurt Thorsen kom ikki. Sjálvur er Kurt Thorsen ikki serliga tíðindafróur. Hann sig- ur, at hann hevur søkt um at sleppa at bíða við at fara inn at sita, men hví hann hevur gjørt tað, vil hann ikki siga. Fyrrverandi varastjórin í tryggingarfelagnum PFA, Rasmus Trads, sum fekk fimm ára fongsul í sama máli, er farin inn at sita dómin. Kanna prísin Í Noregi hevur barna- ráðharrin Laila Dåvøy biðið myndugleikarnar kanna, hvussu nógvar pengar smábarnafor- eldur eru sinnað at rinda fyri barnagarðs- pláss. Tveir av flokkun- um í Stórtinginum, Sosialistiski Vinstra- flokkurin og Fram- burðsflokkurin, hava skotið upp, at eitt barnagarðspláss skal ongantíð kosta meiri enn 1500 krónur um mánaðin, men ráðharr- in hevur víst upp- skotinum frá sær. Nú vil hon hava foreldrini at seta markið. Í Noregi er framvegis meiriluti ímóti ES- limaskapi, men munurin er nú lítil og eingin. Siga íslendingar ja, siga norðmenn eisini ja NOREG Árni Joensen Ein kanning, sum Norsk Gallup hevur gjørt fyri sjónvarpið TV2 og blaðið VG, vísir, at 43,5 prosent av norðmonnum eru ímóti, at Noreg skal fara upp í ES, meðan 42 prosent siga ja. Í einari tilsvarandi kanning, sum varð gjørd í februar, var eisini meiriluti ímóti, men meðan munurin tá var seks prosentstig, er hann bara hálvt annað prosent- stig nú. Samstundis siga 35 prosent av teimum, sum eru fyri ES-limaskapi, at tey verða ein meiri sannførd um tað rætta í lima-skap- inum, um íslendingar fara uppí. Ellivu prosent av teimum, sum í dag siga nei, siga, at tey fara at umhugsa støðuna, siga íslendingar ja til limaskap í samveldinum. Formaðurin í Arbeiðara- flokkinum, Thorbjørn Jagland, fegnaðist í gjár um, at so nógv fólk leggja dent á, hvat íslendingar fara at gera , og hann segði seg vóna, at ES-málið kann koma til viðgerðar í hesum valskeiðinum. - Tað hevði verið ein stórur fyrimunur at søkt um limaskap saman við ís- lendingum heldur enn at fingið teir sum mótpart í møguligum samráðingum, segði Thorbjørn Jagland við blaðið Aftenposten. Nils Bibe hjá norska Gallupstovninum sigur kanningina vísa, at eitt íslendskt ja hevði fingið meirilutin av norðmonnum at sagt ja til limaskap í ES. - Í veruleikanum stendur á jøvnum nú, men søkir Ísland um limaskap, vísir kanningin, at tað eisini verður meiriluti fyri lima- skapi í Noregi, sigur Nils Vibe. Minst átta fólk doyðu, og 14 vórðu særd í einari sjálvmorðs- atsókn í ísraelska býnum Haifa í gjár MIÐEYSTUR Árni Joensen Bumban, sum var sera sterk, brast í einum bussi, sum var fullur av fólki, sum vóru á veg til arbeiðis. Bresturin var so ógvusligur, at eitt stórt hol kom á takið á bussinum. Løgreglu- ovastin í Haifa segði stutt eftir tilburðin, at ein pale- stini, sum var í bussinum, hevði havt bumbuna uppi á sær. Maðurin var komin upp í bussin, stutt áðrenn hann lat bumbuna ganga av, segði løgregluovastin. Bjargingarliðini í Haifa søgdu í gjár, at minst átta fólk høvdu latið lív í spreingingini, men aðrar ísraelskar keldur vildu vera við, at tíggju fólk vóru deyð. Var tað ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður, sum sprongdi bumbuna í Haifa í gjár, so er hetta tann fyrsta atsóknin av hesum slagnum í tíggju dagar. Ísraelska stjórnin hevur eisini meiri enn einaferð víst á, at sjálvmorðsatsókn- irnar steðgaðu, tá ísraelski herurin tók teir stóru pale- stinsku býirnar á Vestara Áarbakka. Herurin fór undir átakið tann 29. mars. Ein talsmaður hjá ís- raelsku stjórnini segði í gjár, at bumbuatsóknin í Haifa er ein palestinsk roynd at oyðileggja ameri- kansku semingsroyndirnar í Miðeystri. Einki var tá frætt frá teimum pale- stinsku myndugleikunum. Nakrar fáar tímar eftir spreingingina skuldi ameri- kanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, hitta umboð fyri ST, ES og Russland í Madrid. Powell kemur til Miðeysturs í morgin. Aftur ein sjálvmorðs- bumba í Ísrael Stendur á jøvnum um norskan ES-limaskap Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, kemur í morgin til Miðeysturs. Frammanundan hevur hann verið á rundferð í fleiri londum. Her er hann avmyndaður á tíðindafundi í Kairo týsdagin Mynd: Reuters 15 14 Nr. 68 - 11. apríl 2002 VIÐMERKINGAR Eldraøkið skal raðfestast hægri Sylverius Jacobsen Valevni Javnaðar- flokksis í Eysturoy Ein fylgja av teimum betraðu samfelagsviður- skiftunum, sum javnað- arflokkurin hevur havt sín stóra leiklut í og kann taka sær heiðurin fyri, er, at livialdurin er hækkaður munandi, og tað eiga vit at fegnast um. Men vandar eru í hvørjari vælferð. Ein partur av teimum, sum gerast gomul, verða av náttúrligum orsøkum meira ella minni illa fyri og mugu hjálpast. Her eru vit tíverri dragnaði aftur út og hava ikki fylgt nóg væl við tíðini. Tá illa vil til og tey avvarðandi ikki longur eru ment at taka sær av teimum gomlu, má samfelagið hjálpa til á hesum økinum. Vit hava ellisheim, røktarheim og sambýlir til nógv av teimum gomlu, sum treingja til støðuga hjálp, men bara ikki nóg mikið. Tað eru langir bíðilistar til allar hesar stovnar, tí hevur javnaðarflokkurin sett sær fyri, at fáa í minsta lagi 160 ellis og røktar- heimspláss, sum stórur tørvur er á , til vega í komandi valskeiði.. Tað er ikki komið nakað nýtt røktarheimspláss í fleiri ár, hóast góðar tíðir hesi seinastu árini. Eitt røktarheim er í umbúnað í Norðstreymoy, sum er átrokandi neyðugt og eisini eru ætlanir um víðkan av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið, sum vit øll frøast yvir. Gott er at seta sær høg mál og verða íðin at fremja tey, men vit mugu síggja í eyguni, at byggjan av røktarheim- um ikki er løtuverk, tí hevur Javnaðarflokkurin sett sær fyri, at veita kommunum trygd fyri, at landskassans partur av íløgum og rakstri verður játtaður, soleiðis at kommunur einsæris ella fleiri saman kunnu seta veruliga gongd á útvegan av nýggjum ellis- og røktarheimun. Ert tú samdur ella samd vit okkum um hetta, so gerst tú tað best við at seta kross tín við lista C. Jørgen Niclasen Landsstýrismaður Fólkafloksins So hvørt sum framstig hava verið gjørd á sjóvinnuvegi, hava føroyingar altíð fylgt væl við, og heldur ikki so sjálvdan hava vit verið undangongumenn. Vit liva í broytingartíðum, og stund- um kann vera torført at síggja hvørja leið, tað ber. Men samstundis beri eg ongan ótta fyri, at vit eisini í framtíðini fara at duga at fóta okkum – bæði á sjógvi sum á landi. Treytin er politikkarar ið vilja skapa røttu karmanar. Tað er ein aðaluppgáva hjá landinum at skapa góðar karmar fyri alt virksemi á sjógvi sum á landi. Hetta hevur við fólkaflokkinum hepnast seinnu árini. Málið er karmar sum geva møgu- leika fyri størri lønsemi. Lønsemið er vaksið ár undan ári, og tað er tað sum skal til fyri at náa betri trygd, størri trivnaði og møguleika fyri meira fríðtíð fyri okkara sjófólk. Framtíðin krevur meir av okkum, nú kapping er á øllum frontum. Vit mugu tí ikki leggja fótonglar, men geva siglandi vinnuni møguleika at menna seg og skapa ein effektivari og lønsamari flota. Vit eru komin nakað ávegis. Eftir fleiri ára stillstøðu, sýggja vit oftari og oftari nýggj og nýggjari skip koma í flotan. Skip, ið geva manningun- um betri trivnað og við effektiviteti størri hýru. Tíðin, har sjómaður fór avstað fyrst í januar og kom heim aftur á jólum, er farin, kappingin um fólkið er størri enn tað. Størri løn- semi og størri hýrur er fyritreytin, sum í framtíðini skal geva sjófólki fíggjar- ligan møguleika til meira tíð saman við familju. Tað er tungt at byggja upp, men skjótt at bróta niður. Lat ikki hinar flokk- arnar oyðileggja, tað sum er bygt upp. X við Fólkaflokkin Trygd, trivnaður og frítíð Páll Poulsen Eg síggi í blaðnum (Dimmu) mikudagin at Lisbeth Petersen; for- maður sambandsflok- sins sigur, at Føroya Landsstýri hevur sent eina rokning til komandi landsstýrissamgongu. Soleiðis kann eingin tala. Føroya Løgmaður arbeiðir undir ábyrgd frá Føroya Løgtingi, hesa ábyrgd hevur Føroya Løgting fingið frá Før- oya Fólki á Løgtingsvali 30 apríl 1998. Tá fólk fara á val, so hevði verið hóskandi um valevni talaðu greitt, heldur enn henda grenj- uta og til tíðir øvugta tónan, har øll vón fyri viti er farin fyri bakka. Um tað veruliga er soleiðis at komandi løg- ting einki fær gjørt fyri tí sitandi, so hevði verið uppá sítt pláss um Lisbeth tók seg aftur av listanum. Tosar Lisbeth svart? Sverre Midjord Valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Tað er eingin loyna, at Suðuroyggin verður trokað longur og longur burtur frá heildini. Henda samgonga, sum hevur havt fullveldi sum sítt aðalmál, gloymdi heilt at í einum fullveldi skuldi øll verið sett á líkað hátt, tað er bara ikki so. Teir søgdu seg hava ein útjaðara politikk, men í verki hava teir víst at so er ikki. Teir hava lagt nú í seinastu løtu nakrar ætlanir, tiltøk sum teir søgdu seg vilja fremja, men teir settu ongar pengar av til ætlaðu tiltøk teirra. Eitt tað mest ítøkiliga dømi er tann heimahjálpara skúli sum varð lagdur á Tvøroyri, hetta skuldi verða ein byrjan, framhaldi skuldi verða byggjan av skúla. Tvøroyrar kommuna gjørdi nøkur høli tøk, og varð hetta goldið av kommununi. Táverandi landsstýrismaður, Torbjørn Jacobsen, boðaði frá, at skúli skuldi byggjast, tað var eitt tungt tak hjá lands- stýrismanninum at flyta skúlan á Tvøroyrar, men tað var gjørt, og somuleiðis tilsøgn um byggjan av lærlingaheimi og skúla, men Torbjørn fór frá og annar settur í hansara stað, og úrslitið er at nýggi landsstýrimaðurin settið sjónleik og list hægri, og settið tí ikki oyra av til ætlaða skúlan á Tvøroyri. Eitt komandi landsstýri við javnaðarflokkinum verður at taka byggjan av einum sjúkrarøktar skúla álvarsliga, somuleiðis sum onnur almenn tiltøk, sum tykjast at vera fast læst á miðstaðar økinum, verða flutt út um landið. Skúlar og onnur almenn tiltøk kunnu og skulu leggjast meira runt landið, vit eru til reiðar at skipa fyri hesum, her skal henda ein broyting, tí Føroyar er ikki bara eitt miðstaðar øki, men ein heild. At menna livikorini í Suðuroy er málið Miðeysturstríð í Runavík Almennur fyrilestur um stríðið í Miðeystri verður í býráðssalinum í Runavík mána- kvøldið KUNNINGARTILTAK Edvard Joensen Runavík: Komandi mánakvøld tann 15. apríl klokkan 19.00 fer Hans Holm, fyrrverandi lektari á Føroya Læraraskúla, at seta spurningin, um tað verður friður í Miðeystri í okkara tíð. Spurningurin verður settur í almennum fyri- lestri í býráðssalinum í Runavík, og Hans Holm ætlar sær sjálvur at royna at svara spurninginum, sum so mong undan hon- um hava sett sær sjálvum og øðrum. Hans Holm fer at leita eftir upprunanum til stríðið, sum í dag er millum ísraelar og pale- stinar, og man hann ivaleyst fara heilt aftur í Gamla Testamenti, har av mongum verður hildið, at Ábraham gamli sjálvur er orsøkin til standandi stríðið. Tað var hann, sum átti synir við bæði konu og trælkonu og rak trælkon- una Hagar, við soninum Ísmael, á dyr, meðan Sára og Ísak vórðu verandi eftir heima. Ísmael, stakkalin, fekk tann spádóm, at hann skuldi vera .....» maður líkur villiasna; hond hans- ara skal vera ímóti hvørj- um manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkr- um av frændum sínum.« Arabar siga seg stava niður frá Ísmael, meðan jødar hinvegin meta Ísak í sínum parti. Báðir eru ættaðir frá Ábrahami og soleiðis frændur. Og ikki skal Ísmael víkja fyri nøkrum av frændum sín- um. Spennandi verður at vita, hvussu Hans Holm í fyrilestri sínum fer at greina hetta standandi stríðið har niðri. Tað er Kunningarstovan í Saltangará, sum skipar fyri tiltakinum í býráðs- salinum mánakvøldið klokkan 19.00 C M Y K 14