Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 • hósdagur • 11. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Odd Færø er settur sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá KÍ. Jón Harald Poul- sen hevði annars játtað at taka við enn eitt ár, eftir at hann hevði verið venj- ari hjá kvinnuliðnum í fjør. Hann tók seg tó aftur, og nú hevur Odd Færø fingið fyribils ábyrgd av liðnum, sum vann FM- heitið í fjør. Hetta sigur formaðurin í KÍ, Svend Jacobsen. Odd hevur tikið øll grundskeiðini fyri venj- arar hjá FSF, og hann hevur verið venjari í ung- dómsdeildunum hjá KÍ frammanundan. KÍ kvinnurnar fingið venjara Fríðin Ziskason, sum higartil hevur spælt við KÍ, skiftir nú felag til B68. Hann sigur, at vantandi spælitíð er orsøkin til skiftið, og hann vil eisini royna eina nýggja avbjóðing FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini B68 hevur styrkt um hópin við enn einum leikara. Tal- an er um miðvallarleikaran Fríðin Ziskason, sum kem- ur úr KÍ. Fríðin váttar fyri Sosiali- num, at hann fyrstu ferð vandi inni á Toftum týs- kvøldið, og alt bendir á, at B68 verður hansara nýggja felag. Hin klaksvíkingurin í B68, Arnold Joensen, fær sostatt fylgi úr Klaksvík, tá teir skulu venja. – Eg setti meg sjálvur í samband við B68, og teir vóru sera áhugaðir í at fáa meg út á Toftir at spæla, sigur Fríðin Ziskason, sum leggur doyðin á, at hann ikki er vorðin ósamdur við venjaran Kurt Mørkøre. – Hjá KÍ eru nógv fólk um boðið, og tað vísti seg, at eg ikki slapp at spæla nóg mikið, sigur hann, og tí valdi hann at skifta felag. Hann heldur ikki, at tað verður so nógv lættari at sleppa á lið hjá B68, tí nýggja felag hansara hevur eisini gott fólk og fleiri landsliðsleikarar, men hann vísir á, at spælið hjá B68 hóskar betur til hansara. – Hetta er ein nýggj av- bjóðing hjá mær, og eg vóni at fáa meira spælitíð, hóast B68 ikki hevur verri fólk enn KÍ, sigur hann. Svend Jacobsen, for- maður í KÍ, sigur, at Fríðin setti seg í samband við leið- sluna við ynski um at skifta felag, og hesum hevur leið- slan givið leikaranum loyvi til. Eftir er bara at fáa smá- lutirnir millum KÍ og B68 í sambandi við skiftið uppá pláss. Fríðin, sum er 29 ára gamal, er sterkur miðvall- ari, men hann kann eisini spæla í verjuni. Hann spæl- di sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá KÍ í 1989, og hann vann FM-heitið í 1991. Fríðin sigur, at hann hevur spælt eini 200 dystir tilsamans fyri KÍ, tá venj- ingardystir eisini verða tal- dir við. Reglurnar siga, at ein leikari er leikbannaður í ein mánað, tá hann skiftir felag, og tí verður Fríðin ikki at síggja í B68-troyggj- uni, fyrr enn landskapping- in byrjar. Klaksvíkar Róðrar- felag fer í mei at flota eitt nýtt 5- mannafar, og í hesum sambandi verður skipað fyri navnakapping, og vinningurin er 1.000 krónur KAPPRÓÐUR Stefan í Skorini Enn hevur róðrarfelagið ikki funnið navn til nýggja bátin, og tí verður ein kapping útskrivað, um hvør kann finna besta navnið. Vinnarin fær 1.000 krónur fyri ómak- in. Umframt tað nýggja 5- mannafarið hevur róðrar- felagið seks aðrar bátar. Teir eru 5-mannaførini Fípan Fagra og Snípan, 6-mannafarið Páll Fangi, 8-mannaførini Nevið Reyða og Havrenningur og 10-mannaførini Klaks- víkingur. Róðrarfelagið sigur í tíðindaskrivi, at uppskot- ið skal vera navnaleyst og bera frámerki, sum er fimm tilvildarlig tøl. Saman við uppskotinum skal vera ein afturlatin brævbjálvi við sama frá- merki á. Í tí afturlatna brævbjálvanum skal vera ein navnalepi, ið sigur frá navni, bústaði og telefon- nummari. Nevndin tekur støðu til innkomnu uppskotini, og hon tilskilar sær eisini rætt til ikki at nýta nakað av teimum uppskotunum. Síðsta freist at senda uppskot inn er 22. apríl, og ein møguligur vinnari verður kunngjørdur á heimasíðu felagsins www.krf.fo tann 28. apríl. Uppskotini skulu sendast Klaksvíkar Róð- rarfelag, postsmoga 358 í Klaksvík. Navnakapping um bát INTER TOTO Stefan í Skorini B68 skal aftur í ár um- boða Føroyar í Intertoto Cup, sum UEFA skipar fyri. Lutakast var týsdag- in í franska býnum Nyon um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kapping- ini. Lutakastið háttaði seg soleiðis, at B68 skal møta einum liði úr Sveis í fyrsta umfari. Hvat mótstøðuliðið verður er ikki greitt fyrr enn 8. mai, tá landskapp- ingin í Sveis endar. Fyrri dysturin verður leiktur í Sveis 22. juni, og seinni dysturin verður leiktur á Toftum eina viku seinni. Liðið, sum fer víðari, skal møta einum liði úr Hollandi í øðrum umfari. B68 møtir liði úr Sveis Fríðin fer til B68 Fríðin Ziskason skiftir felag. Hann fer framyvir at spæla við B68. Her er hann í dysti fyri gamla felag sítt, KÍ, í steypafinaluni á Tórsvølli í fjør Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16 Nr. 68 • hósdagur • 11. apríl 2002 • 76. árg. Í Danmark skulu allir nýggir bilar, ið verða skrásettir eftir 1. apríl í ár, hava E merkt dekk. Hetta er eisini galdandi, um teir skulu skifta til vulkaniseraði dekk seinni. Sum tann fyrsta fyritøkan í Danmark, og ein av teimum fyrstu í Evropa, vóru vulkani- seraðu dekkini hjá Tobøl Dæk A/S, fyri hálvum øðrum ári síðan, góðkend eftir nýggju ES reglugerð- unum DEKK Magnus Gunnarsson Frá 1. apríl av skulu allir nýggir bilar í Danmark hava ECE góðkend dekk. Persónbiladekk skulu merkjast við R-108 og dekk til lastbilar og bussar við R- 109. Síðan tey vulkani- seraðu dekkini av fyrstan tíð komu á marknaðin, hava tað verið deildar meiningar um slitstyrkina og kvali- tetin sum heild, og tað av góðum grundum. Ógvuliga ymiskt hevur verið sum arbeiðið við sjálvari vul- kaniseringini hevur verið gjørt, og í hvørjum standi dekki eru, tá slitbanin verður lagdur á. Fleiri máttu gevast Erik N.Rasmussen, stjóri á Tobøl Dæk, og formaður fyri "Fabrikantforeningen for Regummierede Dæk", sigur at nýggju lógarkrøv- ini hava havt við sær, at fleiri danskir dekkfram- leiðarar hava verið noyddir at gevast, tí tað er ov kostnaðarmikið at leggja um til tey strongu ES krøvini. Erik N. Rasmussen er javnan í Føroyum og vitjar sínar kundar saman við fólki frá Super Dekk við Hoyvíksvegin, ið um- boða Tobøl dekkini her. Hóast Renault Espace hevur verið á markn- aðinum síðan 1984, hevur hann ikki verði seldur í Danmark áður. Saman við Chrysler Voyager vóru Renault Espace fyrstir við MPV bilum. Tá nýggi Espace kemur á marknaðin í 2003 verður hann eisini at fáa í Danmark og Føroyum BILAR Magnus Gunnarsson Tá Renault komu við teim- um fyrstu Espace í 1984, vendu teir upp og niður uppá hvussu ein persón- bilur eisini kann síggja út og verða innrættaður. Bilurin var stórur, rúmligur og sera brúkaravinarligur, við tað at hann hevði heilt slætt gólv við skinnarum, soleiðis at setrini kundu flytast eftir egnum ynski. 3.0 dCi diesel Næsta ár kemur so ein heilt nýggjur Espace á markn- aðin. Hesaferð verður talan um ein luksus MPV, sum er gjørdur við teimum stóru Renault Avantime og Re- nault Vel Satis sum fyri- mynd. Til dømis fæst hann við einum 6 syl. 3.0 dCi turbodiesel motori við 180 hk og 5 trins automatiskum Proactive gearkassa, við møguleika at skifta manu- elt. Bilurin kemur á markn- aðin næsta ár. Renault Espace - sum luksus MPV í 2003 Dekkini skulu verða E-merkt frá 1. apríl Fríðrikur Bláhamar frá Super Dekk og Erik N. Rasmussen frá Tøbøl Dæk, ið eisini er formaður í "Fabrikantforeningen for Regummierede Dæk". Fyritøkan hjá honum er ein tann fremsta vulkaniseringsverksmiðjan í Evropa Renault Espace, ið kemur á marknaðin í 2003, verður ein stórur luksus MPV 17