Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20. juni 1949 FØBOYA SOSTAL-DEMOKRATUR Nr. 23 Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER HEIMATÍÐINDI Torvterrin hevur ikki verid ringur, men nú gera menn vist ikki nógv av at skera torv. Flestu húsmenn eru burtur, og so fått er av mannfólki i bygdunum, at ringt er at fåa nakran at gera fyri seg. Menn keypa so heldur kol til brenni. Í nógvum bygdum fer eisini torvið at minka, so at mógvur er ikki at fáa, um ein vil skera. Nýtt Grønlandsskip Niels Pauli Nielsen skipari av Tvøroyri hevur verið leingi niðri í Danmark og søkt sær um eitt skip til Grønlands- fiskiskap. Honum hevur eyðnast at fáa eitt, og tað er størt og rúmligt far: Mogens S, sum er væl kent her í Føroyum. 38 manns skuluð við. Nógvur fiskur í Grønlandi Tíðindi siga, at óføra nógvur fiskur er at fáa í Grønlandi. Danir fingu 60 tons í tveir dagar. Studentaferð til Íslands Norðurlendsk studentastevna skal verða í Íslandi í summar, og norskir og svenskir studentar vitjaðu Havnina nú seinast á ferð við »Drotningini« til Íslands. Teir vóru ferð til Kirkjubøar og vóru fagnaðir av Landstýri og Collegium Academicum Faroense. — Føroyskir studentar. eru eisini bodnir til hesa stevnu, og eru fimm útneyndir at fara. Saltfiskur til Onglands Trolarar sigla við saltfiski til Onglands. Teir lata ikki so væl at prísi, men søluviðurskiftini eru ikki so góð í løtuni her hjá okkum. Sum onnur ár verður fiskurin uppskipaður, og menn fáa ikki at vita prísin. Tá halda teir, at fragari er at selja fiskin til Onglands. Har veitst tú so søluprísin, og verður fiskurin vigaður beinan vegin, meðan í Føroyum kann hann liggja, tornar upp og lættnar. yBeinisvørg sigldi fyrst í hesi vikuni lil Aberdeen við 130 — 150 tonsum av saltfiski. Summarveðrið Einki summar tykist at koma í ár. Einstakir góðir dagar eru, men so aftur vindur, regn og kuldi. Bæði bøur og hagi eru so berir, sum teir nakrantíð hava verið hesa tíð á árinum. Bjergint Hvalbingar og Sandvíkingar hava verið í Lítla Dímum eftir lomvigareggum. Ikki var nógv 51 egg til partin. Í Stóru Dímum hevði heldur ikki fingist nakað stórvegis, 2900. Tey skuldu verða send við >Ternunic til Havnar. Fuglur vera ógvuliga lítil á sjónum. Onkur hevur tó roynt við snaru. Sandvíkingar fingu nú ein dagin 250 fuglar á bát. sigst at Eimar Norby danski sangarin i Føroyum, Kongligi kamarsangari Eeinar Nørby við konu hevur verið vitjunarferð í Føroyum. Hann hevur havt konsertir í Sjónleikar- húsinum í Tórshavn. Einkarrættur Føroya Fiskasølu Vit eru bidnir um at prenta nidanfyri standandi skriv. Løglingi samtykti i eykating- setuni april—mai 1948, at tingid góðtekur tað framsenda upp- skotið til lógir fyri L.f. Føroya Fiskasølu og gevur landsstýri- num heimild til at geva hesum felag einkarrætt til sølu av salt- fiski og klippfiski, tá id tað er stovnað. Landsstýrið hevur samtykt at geva felagnum nevnda einkar- rætt undir hesum treytum: 1. Landsstýrið velur mann fyri hitt almenna at hava eftirlit við virki felagsins eftir nærri av landsstýrinum ásettum reglum. Samsýningin til henda eftirlits- mann, sum verður ásett av landsstýrinum, verður goldin av fnlagnum. 2. Samsvarandi løgtingslóg nr. 10, 8. juni 1948, um inn- og út- fluttning av fiski kann klipp- fiskur og saltfiskur ikki verða útfluttur = uttau landsstýrisins loyvi, og felagið má senda um- sóknir um tílíkt loyvi til lands- stýrið soleiðis, at landsstýrið kann fylgja við, til hvørji lond saltfiskur og klippfiskur verður seldur, og hvussu skipað er við valuta og prísum. 3. Føroya Fiskasøla skal átaka sær at keypa bátafisk frá smá- bygdunum, sjålvt um avvarandi ikki eru limir, móti provision i mesta lagi 2 %/. Møguligar treytir verða at avgera av lands- stýrinum. 4. Føroya Fiskasøla átekur sær at útrokna prísmunin við- víkjandi trolarafiski, sum í seinastu tíð er seldur til Dan- markar, og trolarafiskur, sum er seldur til Bretlands, og at geva tilmæli til landsstýrið, hvørvítt teir, ið hava selt til Bretlands, skulu hava nakað endurgjald frá hinum, sum hava selt til Danmarkar, sambært tev av landsstýrinum givnu søluloyvi, og um landsstýrið avger, at prísmunurin skal út- líknast, pliktar felagið seg at uppkrevja og uljavna henda pening. 5. Einkarrætturin kann verða tikin aftur, um felagið íkki yvirheldur tær skyldur, sum hvíla á tí samsvarandi lógun- um og hesum brævi, eins og einkarrætturin kann verða aftur- tikin við 3 mánaða ávaring til ein Í. januar. Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M. P, Jacobsens málarabúð, der Ól GAGNAST VÆL BARNAHJÅLPIN | verður í K.F K. ið ætla sær við, gerið so væl og sigið frå til K. F. U. í seinasta lagi 25. Juni. SUMMARLEIRUR.. í Havn frá 4. til 9. julí Kostnaðurin 25 k Tær K., telefon nr. 428, — Nærri frágreiðing um leirin kemur seinri — MÁLING Vit hava bæði blandaða og óblandaða máling av besta slag, kann eins væl nýtast til beton og til træ; kuunu fáast. nýtt til tað. — Allir litir verður eisini nógv — Alt málingatilfar. tjøra, mønja gólv-lakk og nógv onnur sløg av lakki til eitthvørt brúk, vanligt kitt & mønju kitt, penslar og tjørðukustar, tapet, gólvpapp og takpapp 0.a.m. — Glas, einkult, dupult og 4 mm. — Congoleum er væntandi vid fyrsta fari. Poul Jsaksen. Térshavn. Telf. 58 Føroya Bjór Øl- og Mineralvatnsvirki Máltráð nr. 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Citrén sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jerðber limonada Vanillie limonada Appolinaris Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur! EINAR WAAG Klakksvík. Fiskireiðskapur. Línuhúkar frá nr. Teymastykki av hamp frá 1! Ravmagnsperur 2 til 12. Fiskisnørt 1'/,, 2, 2', og 3 Ibs. sneri. |„—6 0Z. av ellum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum. Okkara klædnaverur av øllum slegum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku eg pris Arbeiðaranna Trolarafelag. A. m b. Å