Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 1949síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 ÅÉÉ[[Å [AAA AAA AA AA [fy [Of [ff [ff A [ff [| ———— havn å hundrad åra degnum fyri donsku grundvallarlógini. Hví skal brikslið tá einans ráma Føroyar. Íslendingar vóru har niðri. Hava teir veðsett Ísland? Finnar vóru har og Norðmenn, Sviar og Bretar vóru eisini. Eru nú øll hesi lond veðsett til Danmark- ar? Tað kundi verið forvitn- isligt at vitað, hvat „Dagblaðið“ hevur at fortelja um alt, ið nú er veðsett til Danmarkar. J. H. Danbjørg. Verður einki gjørt við innangands- jørðina? Ásannað er manga ferðina, at hin føroyska jørðin gevur lítið av sær. Hon liggur órøkt, hon liggur sum hagi. Aftur at øllum øðrum sum vit innfyla, mugu vit eisini flyta inn frá útlondum búnaðarvørur: mjólk, egg og ikki at tala um kjøtið og tað nógvu páleggs-innflytingina, ið hevur vundið so nógv upp á seg í seinastuni. Skilligt er, at hetta er ikki góður samfelagsligur økonomi- ur. Sjógvurin er og verður høv- y udsvinnuvegur okkara; men Og- vuliga ohålt er at hava ein vinnustrong. Tað ásanna øll lond, og allastaðni royna menn at bøta um aðrar vinnur, ela skapa úr nýggjum hjálpandi hjávinnur. Her á landi hava menn sjálv- andi roynt at greiða orsakir til, at jarðavinnan, sum einaferð var høvuðsvinna okkara, skuldi soleiðis falla niður fyri og ger- ast á flestum plåssum til ein reinan og skæran viðfáning. Sjálvandi er tað sjógvurin, sum fær skuldina. Táið Føroyingurin fekk før og havið gjørdist at- gongiligt, át sjóvinnan seg inn á hina gomlu jarðavinnuna gloypti hana. Alt mannført fór til sjós, og bóndin misti hús- og kallarnar. Aðrar orsakir verða drignar fram. Sølulíkindini eru ring. Utlendsku búnaðarvørur- nar verða fluttar inn, og so ligg- ur hin føroyski búnaðurin inni- brendur við sínum. Eitt av tí síðsta ein hevur sæð sett verða fram um henda fyri Føroyar athugaliga spurning er tað, at jørðin er ov smábyýtt. Arvavidurskiftini hava karvað hana sundur, og maður kann ikki liva av teirri jørð hann eig- ur. Hann noydist til sjós ella at søkja sær onnur starv, og so fær hann ikki stundir at røkja jørð- ina. eisini Ein onnur áskoðan. Men sum vit sóu í tí áhuga- verda tíðindabrævinum av Við- areiði, sum stóð í tveimum av teimum síðstu nr. av hesum FØROYA SOSIAL'DEMOKRATUR blaði, verður henda meining um jarðavíddina mótsøgd. Har verð- ur hildið fram, at bóndagarðar t. d. eru ov stórir. Hagar sum hoyra til slíkar stórar garðar, geva so nógvan seyð, at bóndan- ur er ikki neyðugt at dyrka inn- angarðsjørð (bó) sína. Hin ódyrkaði hagin kastar so nógv av sær, at hann kann lata bøin liggja í forna roynir kanska at:fáa so mikið av grasi, at hann kann leska seyðin um veturin, tá ið harðveður gerst. — Henda frásøgn tekur so eisini lívið av øremjanini um ringan kjotpris, og at jardavinnan ikki loysir seg. Sjålvandi skal seyður og hagi røkjast, um góð úrtøka skal fåast: men kann bert seyða- brúk geva manni, at síga heiln ársinntøku, so er væl fingið burtur úr. Tí seyður skal ikki verða røktur alt so har kann væl bera til at fáa ein trol- aratúr upp í millum. árið, alla staðni somu viður- Ikki skifti. Tó er at siga, at ikki eru alla- staðni í Føroyum slík viðurskif- ti. Bóndi kann hava stórt marka- tal, men hagi hansara gevur ikki so nógvan seyð, at hann kann leggja bøjørðina burtur og líta alt á hagan. Hagarnir í Føroy- um eru ógvuliga ójavnir, bæði viðv. grasvøkstri og veðurlagi, og summastaðni eru líkindi sera ring, sjálvt við góðari røkt at fáa nakað munandi burtur úr. Ein fløktur jarðaspurningur. Sum mangar ferðir áður nevnt er jarðarspurningurin her í Føroyum ógvuliga fløktur og víðgreindur. Finnast kann vera at, at jarðavinnan liggur á láni, og hon breyðføðir ov fá, og landið fær ovlítið burtur úr henni. Men orsøkirnar til aftur- songu ella tøvan í sama stað eru vist ikki altíð tær, ið åvistar verða, sum eru flest allar av einum ytru uppruna. Ivaleyst er, at skal jarðarbrúkið koma til heiður og æru aftur, má tað fáa munagott av huganum og alski- num; sum teir gomlu høvdu til tað. Nú er ringt at skapa alsk og hug, har tað ikki finnst. Føroy- ingar flestir hava mist allan hug til landið. Men ringast er, at teir, sum jørðina eiga, skulu hava mist hugin. Tí tað hava teir. tå ið hon er teimum eitt bert tiltak. Maður, sum eigur bø, og einki ger við hann, er ikki góður við hann. Jørð fyri hinum rætta jarðamanninum er ikki bert eitt deytt evni, sum gevur inntøkur. Hon er sum eitt lív, ið skal verða røkt og ansað — ikki pínd ella liggja í órøkt. Sam- felagið skal gera tær ytru støð- urnar góðar, men best var at fingið menn fram at við tí rætta huginum. 50 år Í sama virki, Tað man vera sjáldan, at menn hava so langan arbeiðisdag í sama virki. kann ein siga, og á sama virkistaði. Onsdagin 15. juni kundi Karl Oster á Tvøroyri halda 50 ára minnisdag sum bakari, og hevur hann ongantid skift pláss hesi nógvu ár. Hann fór í starvi sum 16 ára gamal hjá A/S Mortensen. So 'steðgaði hetta felagið, og handilshúsini vid úthúsum vóru keypt av A.T. (Arbeiðaranna Trolaradrift). Teir tóku eisini bakariið og Karl Øster helt áfram at arbeiða í sínum gamla arbeiðsplássi. Karl Øster er arbeiðisfúsur maður enn. Arbeiði hansara hevur ført við sær, at hann er vorðin kendur við nógv fólk, og fær hann tað skoðsmál frá øllum, sum hitta hann og heita á hann, um tað er heima við hús ella í bakarínum, at hann er frintligur og dámligur maður og góður at heita á. Honum skal verða ynskt eyðna og lukka við degnum og áhaldandi starvsmegi í framtíðini. Eplir Í vetur kundi ein fleiri ferðir, í >14 seplember« lesa, at vil keyptu ov lítið av eplum, og nú síggi eg i Sosialinum nr. 21, i einum brævi av Vidareidi, nokur ord um tað sama. Men tað er ikki so løgið um vit eru eitt sindur varnir við at keypa føroysk eplir, tí óivað eru tað fleiri enn eg. sum eru illa roynd av teimum. Eg keypti til dømis seinasta heyst 3 sekkir frá einum eysturoyingi, men tad gjørdi so n. ————ni" 20. juni 1949 | mikið, at eg aldri keypi eplir, fyrr enn eg havi sætt tey. Meginparturin av teimum vóru so mogin, at tað neyvan hevði funnist nakað krýatúr, sum hevði etið tey. Sjálvandi eru tað nógv góð eplir í Føroyum, men heltar dømið er ikki tad einasta eg veit, ti tað kom einaferð ein maður og bjóðaði mær væl »sorteradi« eplir. Ég keypti tå ein sekk, men har vóru einans avskorin eplir í, so tað eru slíkir seljarar sum spilla eplasøluna í Føroyum og íkki vit keyparar, sjålvt um prisirin er nógv hæðri á teim føroysku enn á teim útlendsku. Havn 5/6 49 Andreas Hansen FØRCYSK gronsápa er tann besta Lastvognskoyrnig Anton Arge (y) Húsabrúgv TIf. 443 ØT eiga at bråka Føroyska hondsåpu frå fabrik OKKARA Grót og skervur. Øll, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv fyri kommununa. Froðbiar sóknar uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanni kommuna. Umboð: 8. Mortensen Tórshavn - tlf. 326 — H——— =" — Detta virfóik inn á gólvið er dósamaíur frå HOULBERG tekur... Kemur gestur 4 gátt, og hjallurin er tómur, hava tygum altid okkurt for- kunnugt at bjóða, um dosamatur frá HOULBERG er í húsinum. matur mongum slagi, og alt er tað gjørt úr besta tilfari og undir strangasta eftirliti. Havið altíð nakrar HOUL- BERGARAR niðurfyri heima ella å sjogv! $. HOULBERG '; KØDBYEN Jos frå HOULBERG er til i KØBENHAVN