Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-06-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSBOKASAVN ØROYA SOSIAL DEMOKRATUR FRÆLSI Nr. 24 | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | 1. sidu, 10 Oyru å 3. og 4. síðu Ringir umboðsmenn Undirlutakensla, henda kensla sum skal koma upp av undir- kúgan ella fornum órætti, kann sýna seg á mangan hátt. Vanligt kann vera, at menn slórerpa sær av landí sínum, rósa øllum tí, sum haðani kem- ur, og halda ringt um alt, sum kemur aðrastaðni frá. Slíkur atburður býður ímóti, og tu verður illa við at koma í hóslag við slíkar umboðsmenn, sum leggja fram uttan ihald sítt egna sum eina skurðsjón. Men eilt annað lyndi er beint tvørt av hinum, og tað er at siga ódámligari og skaðiligari um hitt. Tað er eitt lyndi, sum altíð skal sita sítt egna niður! Slík menniskja snerkja at og herma eftir øllum tí, sum eyð- kennir heim, bygd, land o. fl. Tey eru sjúk eftir at tveita frá sær sín uppruna, slíta seg leys- an úr heimmoldini og verða sett niður í fremmandari mold. Heima verður læð og hermt eftir slíkum menniskjum. Tað er ikki fyrenn burturi, tey ger- ast ráðarík, og har sleppa tey ofta fram at, og tå kunna tey gera landi sínum skomm og skaða. Tí ein skal allíð minnast til, at hann, sum ferðast ella húsetist í fremmandum landi er umboðsmaður landsins, og sum hann týggjar sær, ella sum hann leggur fram land sítt, so- leiðis verður tað og fólk tess mett av fremminda manninum. Vit hava átt ættstór fólk, konservativ og heitstór, sum við øllum tægrum hava verið bundin til ættarheimin og ætt- arlandid. Tey hava ikki tosad nógv um kenslurnar, men tú hevur kent tað á veran teirra. Vit hava eisini ált — og eiga — nógv av hinum slagnum. Tað sum vanvirðir sítt egna og vil taka eftir øllum ti fremm- inda. Hetta slagið er ringur um- boðsmaður fyri føroysku tjóðina í útheiminum. Ikki bert tað, at tað sleppur hvørt band, sum bindur til heimlandið og alt tað, sum umboðar heimlandið fyri teimum fremmindu. Hetta slagið fer kanska at minka. Tað er ein vaking at kenna, sum sáttliga — eisini í ti fremminda — roynir at sýna seg fram sum Føroyingar og sýna teim fremmindu tað sum eyðkennir okkum. Vit hava tað fyri neyðini. Øll fólk hava tað fyri neyðini: At hava góðar umboðsmenn, sum vilja viðurkenna seg land og fólk og umboda tey á ein vakr- an og sámiligan hátt. Snarfryst grønmeti, degurðamatur o. a. Ætlanin er, at Keypmanna- havnarkeypmenn skulu fara og selja snarfrystar ber, grønmeli, dogurdamat, fiskafilet o. a. Frystingin gongur ógvuliga skjótt, og tí kunna vitaminirnar varðveitast í heilum skili. Í U.S.A. hava teir gjørt nógv av at suarfrysta føðivørur. Í 1948 var av snarfrystum mali brúkt i U.S.A. 25 kg uppá fólkið móti '/> kg framman undan krignum. JAVNAÐUR Mánadagin 27. juni 1949 Summarveðrið komið So kom hitt føroyska summ- arið, sum mangur spáddi ong- antíð at koma! Hetta hava verið vælsignaðir dagar. Eitt blankt skýleyst loft og brennandi terri. Ikki skvggj fyri sól allan dagin. Hitin hevur verið sum í Sunn- anlondum. Bæði menn og kvinn- ur hava klætt seg i tad tynnsta og lættasta tey eiga. Hvittklædd og hattleys. Men ikki er alt i lagið nakrantid! Nú kemur vatn-neydin at pina fólk. Eing- in dropi i åirnar, og hesar smáu vatnbrunnarnar, sum ikki eru størru enn tekoppar, tøm- ast. — Donsk skúlabern vitjunarferð til Hvalbiar 12 donsk skúlabørn komu upp nú í Tjaldrinum. Tey fóru til Hvalbiar. — Hjalte Natte- stad úr Hvalbø, sum er lærari í Danmark, var ferðaleiðari. Teir føroysku vitarnir Vitaskipanin í Føroyum er donsk, undir seinasta bardaga, tá ið Føroyar vóru uttan sam- band við Danmark, var litið og einki gjørt við vitarnar í Føroy- um, og so aftrat tí var á teimum tveimum størstu vitunum toku- lúður og radiopejling, sum týsk flogfør løgdu seg eftir at bumba, tey royndu mangan og til seinast eydnaðist tað at gera enda á bæði goðum og dýrum maskin- um bæði á Borini og í Mikinesi. Vitaleiðslan hevnr sidan bar- dagan roynt at gera tær mest åtrokandi bøtingar uppá tað sum farið er, og serliga í ár verður eitt ógvuliga stórt arbeiði gjørt. Hetta arbeiði er á ymiskum vitum í Føroyum, og tað sum verður gjørt á Borini, sum hevur størsta vitan í Føroyum, næstur- størsti í Norðeuropu kemur áleina at kosta yvir '/> millión krónur. Á Borini var undan krignum eitt hús við maskinum til toku- lúðirin og eisini til Radiopejling. Hetta lukkaðist týskarum at smyldra við sínum bumbum, siðanni settu enskir hermenn nakað bráfengis upp fyri so væl sum møguligt at hjálpast so leingi bardagin var. Hesar ensku greiðir eru soleiðis ikki brúkandi longur og annars er tað alt ov lítið, og vilastjórnin er her kom- in til tað úrslit, at her skal alt verkið gerast av nýggjum, og haraftrat sjálvir vitin, sum hevur staðið síðan 1893, skal hereftir brenna við ravmagn, sum kemur at virka soleiðis, at ljósið sæst væl klárari. Á Borini skal uppsetast eitt stórt maskinhús, og hetta arbeiði er nú i gerð, og maskinirnar eru komnar til landið við, »ARGUS«, skipið hjá fýrstjórnini, eg teir hava fingið hesar ma- skinur i land, men eitt er at koma á land, eitt annað er at fáa tær uppá plass, ti vegurin er langur. Nakað eystanfyri Borholið er ein lending hjá vitamonnum, her er so alt komið á land, og her er ein krani at hiva upp við, síðan verða lutirnir drignir niðan gjøgnum bratta brekku á jarn- breytsvognum, og tá ið teir tá eru komnir niðan á slætt, verða leir drignir víðari í annan rat- ning á sletu, men tá nógv av hesum lutum eru so tungir um eitt tons og eitt sindur lættari, so er helta sera torført arbeiði, tí veg- urin at draga er einar tvær km. og alt ígjøgnum haga, men i teimum seinastu døgunum hevur Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR 23 árg. verið so sera turt og heitt, at allur hagi er uppturkaður, tað hevur hjálpt væl uppá hetta arbeiði. Millum annað so verður ein langur vatnleiðingur lagdur til maskinhusið, og ein leidningur millum tann stóra vitan og til tann lítla vitan. Á mikineshólmi vera eisini stórar umbøtingar gjørdar, og umframt tað, so hevur vitaskipið greiðir við upp til Føroyar til allar vitarnar, og tað er ikki lítið, av olju, gassfløskum, og øðrum greiðum sum tervast til alt hetta, tí hetta er ein skipan, sum skal ganga betur enn nøkur klokka. Ta tíðina á árinum ein viti skal lýsa, tá lýsur hann. Ferðafólkini. Hetta er tidin, tå ið fólk fara út at ferðast. Summarfriloyvi verður givið, og so vil ein sleppa úr teirri trongu stovuni og burt- ur — helst til annað land. Vit hava havt vónir um at fáa Føroyar til eitt ferðamanna- land, men her er mangt ið er í ólagi, og eitt tað ringasta er veðrið. Fólk vóru nógv so ill um bókina »Kanska«, sum hin enski hermaðurin skrivaði, men nógv av henni var nú satt. Hvar á jarðarkringinum er ein so bundin av veðri sum í Før- oyum? Her skal ferðast og mest eftir sjónum, og er nakrastaðni veðurlagið so skiftandi sum hjá okkum? Tó skulu vit ikki lata ov illa at, helst ikki fyri útlendingum, tá kemur eingin til okkara. Hetta skiftandi veðrið er tað sum ivaleyst mest atdregur. Regn, mjørki — og so knapp- liga at lætta í — ja, hvar sær útlendingurin slíka sjón? Nei, latið okkum nú ynskja, at summarveðrið batnar, 'og latið okkum so triva í Rasmus Effersde, vónskaldið, >... »vakrast skínur sól á grønar líðir, tá id ælið freka fór sín kós.c GAGNAST VÆL