Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-07-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Nr. 25 Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu FØROYA SOSIAL:DEMOKRATUR JAVNAÐUR Hitt bundna initiativið Vøkur og eggjandi orð verða ofta talað um hitt fría og privata initiativid, sum ikki eigur at verða bundið og trælkað av einum statsriknum — initiativi., Men i royndum er tad ikki so Statsskipanin bæði i Føroyum og mongum øðrum londum er so háttað, at hon nettupp bindur og trælkar hitt privata initiativið. Maðurin við áræðishuga, mað- urin, sum hugin hevur at gera okkurt, stovna okkurt, fær ikki vent sær, sum læst stongt av valdum, monopolum, trustum o. sl. Handilslivid alt er í einum monopolbandi. Virkir geva einum manni ella einum felagi monopol uppá eina ella fleiri vørusølur, og so sleppur eingin annar framat. Smámað- urin, sum ætlar at byrja, kódn- ar burtur, hann kemur ikki upp- undan. Teir stóru Lrustarnir spýggja frá sær miljónir av ein- um vissum luti, teir hava eina- valdi at framleiða henda lutin, teir eru lutsins kongar, teir av- alt er og gera, hvussu hann skal vera, teir avgera prísin, og einki annað initiativ sleppur framat. Hitt privata initiativid er cisi- ni i hondunum å peningavald- inum. Skal maður fáa sett nakað í verk, má hann heita á peninga- stovnan, og so er hann í hondum peningastovnans, hann hevur valdið á honum og virki hans- ara. Hann skal gjalda honum fyrst mikla leigu fyri at fáa peningin, og treytirnar eru so strangar, at kemur ein kuril á, so er tað úti við honum og ini- tiativi hansara. Sostatt er tað privata initia- tivið bundið hvar tað vendir sær. Jørð kann t. d. vera á ein- stakra = mannahondum. Hon kann liggja sum hagin, og tað er ikki gjørligt at fáa sær so frætt sum einar húsagrundir av henni. Og ikki bert tað fasta, tað materiella, kann vera valds- bundið, eisini andsmegin kann liggja í bondum. Hitt skrivaða, hitt prentaða orðið verður ein fabrikksvøra. Monopol kana leggjast á andan, monopol kann leggjast bæði á tað talaða skrivaða orðið, tað kann eisini og verða gjørt til ein bundnan handilslut. Hitt friska samfelagið eigur ikki at statsbinda ella monopol- binda. Rætt sosialisma trælkar ikki mannin og ger hann ófríð- an bæði andaliga og handaliga. Hon skal loysa evnini. Hon skal gera menn kappingarførar. Hon skal leita eftir tí skapandi neist- anum og geva honum oljuna, so > hann kann loga bjart. Statsskipanin eigur at vera gjørd so, at hon lívgar um alt sum lívført er, og sum kann bera vøkstur og framburð til felagið. Peningur og peninga- vald eigur ikki at hin strangi harrin men hin hjálpar- fúsi tænarin. sam- vera Leygardagin 2. juli 1949 | | Katolikkar vunnu valið í Beigiu. Val hevur verið í Belgiu til umboðstingið, og katolikkar hava gingið nógv fram, meðan Kommunistar eru farnir til afturs og eru minkaðir til helvtina. Katolikkar hava lika so nógv sum allir hinir tilsamans, 86 menn ímóti 82 hjá øllum hinum flokkunum. Hesin valsigur fer at hava tað at týða fyri Belgiu, at Leopold kongur verður at koma aftur. Kalolikkar vilja hava kongin og fáa stuðul frá einstøkum øðrum flokki. Teir ætla at búgva til folkaatkv6du beinanvegin. Jóansgkan á Tvøroyri , Jóansøkan, sum hildin var í úr á Tvøroyri, tók ímóti fólki við brennandi sól, ið vardi allan dagin. Hópur av fólki var sam- ankomin. Fólk úr bygdunum í Suðuroy, „Ternan“ við nógvum fólki úr Havn, og so tætt í h6l- unum á henni var „Smiril“ sum seinni fór suður á Vág og lá har um nåttina. Stevnan byrjaði vid gudstæn- astu i Tvøroyrar kirkju, har presturin fyri nordara parti av oynni, pastor Bjerg prædikaði. Sagt var, at teir føroysku prest- arnir vóru bidnir, so guðstæn- astan kundi verða hildin á før- oyskum, men ikki bar nøkrum til at koma. Itrotturin er nú urin av hesum folkastevnunum, vit halda, og tad var hann eisini til Jóansøkuna. Hann byrjaði vid kappróðri. Spell var bert, at ikki fleiri båt- ar róðu, tí hesin ítróttur, sum er upprunaliga føroyskur, dåmar eisini føroyingum best. 6-mannafor vóru fyrst. Tvørá- bátur og Vágsbátur. Tvoråbåt- urin vann. Teir báðir seinru båt- arnir vaktu spenningin á áskoð- arunum. Tað var „Suðuroying- urin“, Tvøroyrabáturin og „Hav- narbáturin“ úr Havn við Havn- armonnum. Úti á var ringt at siga, hvør undan var, men kom- nir áraka fólkið var skilligt, at „Suðurovyingurin“ var framman- fyri. Hesin bútur tykist at ganga væl, og í løtuni man eingin av kappróðrabátunum fara fram høvuðstátt- um hann. Úti á fótbóltsvøllinum var bæði hondbóltur og fótbólt- ur. Hondbóltur var fyrst millum Tvøroyragentur og Vágsgentur. Fótbólturin millum 1. lid úr Havn og 1. lið av Tvøroyri var ein góður og áhugaverdur leik- ur. Hann var livandi og ágrýtið spæl, so áskoðararnir vóru við alla tíðina. Men tá ið atfinning- ar skulu so er tað at siga, at bilar. Spælarar „sparka bóltin langt og nýta megi alla“, men tað er sum teir vita ikki av hvørjum øðr- um. Leikurin endaði við sigri til Havnarliðið 3—0. Triðji leikur á vøllinum var hondbóltur millum Neistan úr Havn og Tvøroyra- gentur. Kvøldið hevði dans sum van- ligt, enskan og føroyskan. Tá ið Ternan fór avstað, var nógv fólk á bryggjuni at fylgja teimum vitjandi. Ternan er kvik at fara á flog, so har var skund- ur á øllum. Men stundir fingu tey at heilsast og rópa hurrá fyri hvørjum øðrum, áðrenn hon streyk út eftir, eftir tí blanka firðinum, sum var eins og ein sveiti allur samal í teirri bleigu summardimmu. havast, samanspælid baldur. Komid skip Hollendska skipið »Linge- stroom« hevur verið á ymiskum plåssum í Føroyum við góðsi serliga til Kampsaz við byggi- tilfari til tey ymisku havnarar- beiði, sum hetta felag hevur í Sørvági og Fuglafirði. Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR Ringt skil Hvat id viðvíkur fiskimonnum kunna vit siga, at teirra løn- viðurskifti eru komin í eitt slíkt lag, at tað neyvan nakran tíð á ævuni hevur verið verri. Eg skal ikki á hesum sinni nerta nógv við sáttmálarnar, tó har kundi verið mangt at rætta; men tað, ið eg í løtuni hugsi meira um, er tað óskilið, at fiskimenn noyðast at steðga eftir pengunum í hálv og heil ár og stundum longri, og viðhvørt missa teir hesar peningar, sum teir so harðliga treingja til at fáa og, sum teir hava slitið og strevað fyri vátir og illa tuskað- ir við lítlum svøvni og ofta vid deyðanum fyri eygunum. Lat meg við tað sama siga, at nógvir reiðarar rinda pen- ingin í toluliga rættari tíð, og flestir vildu rindað, um teir høvdu pening. Harfyri má or- søkin til óskilið finnast aðra- staðni nevniliga í ti, at fiskur ofta liggur leingi óseldur og einki lán fæst meðan bíðað verður eftir peningum fyri fiskin. Fyri nøkrum árum síðan fekkst lán uppá óseldan fisk. Ta id tað ikki fæst nú, so er hetta ein afturgongd til stóran skaða fyri okkara fiskimenn. Annað óskilið er tað, at fá- tækir reiðarar rinda aðrar skuld- ir og lata fiskimenninar steðga. Hetta óskil má burtur. Hvussu kann og betur skil fáast? ruddast annað Higar koma brøv frá mong- um monnum, sum ikki hava fingið tann pening, sum teir áttu at hava fingið fyri hálvum ella heilum ári síðan. óskilið takið Sum dømi um eg framm eitt av hesum brøv- um. Tað eru tveir menn, ið spyrja um peningar, sum teir fyrr hava biðið felagið um at hjálpa teimum at fáa. Teir siga m. a. hesi orð: >Vit loyva okk- um at spyrja, nær tygum halda, at vit kunna fáa tann pening vit eiga og sum vit hava bidad eftir í eitt heilt ár. Vit biðja tygum um at skunda undir málið, so vit fáa tann pening, sum vit so harðliga hava brúk fyri«, Tad er ræduligt at hugsa sær, at kjarnan í okkara fólki verd- (Framhald å 3. sidu)