mikudagur 13. juli 1949síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
13. juli 1949
Frá landsstýrinum
Sambart lóg fyri Føroyar av
25. mars 1933 um statistikk hava
raiðarar skyldu til at geva upp-
lýsningar um fong av fiski, somu-
leiðis hevur hann, ið keypir fisk
frá øðrum skipum enn føroysk-
um, skyldu til at geva líknandi
uplýsningar; eisini er ásett regl-
ur um handils- og farmasiglingar-
statistikk. Nærri reglur hesum
viðvíkjandi eru ássettar í kunn-
gerð av 9. januar 1936.
Av tí, at tað er av størsta týd-
ningi fyri løgtingið, landsstýrið
og vinnuliv okkara, at teir um-
mældu upplýsingar; eru atkom-
andi, tá ið avgerðir skulu takast
viðvikjandi landsins sølu-, keyps-
og valutavidurskifti, verður gjørt
blaðnum og lesarunum kunnugt,
at landsstýrið nú hevur fyrirey-
kað, at nýggj oyðubløð nevnda
statistiki viðvíkjandi eru gjørd,
soleiðis at statistikkurin frå 1.
juli i år skuldi kunna blivi meira
fullfiggjaður enn fyrr. Tey nýggju
oyðubløðini viðvikjandi fiski-
vinnuni kunnu útvegast við at
venda sær til nærmasta vrakara-
eftirlitsmann og viðvikjandi han-
dils- og farmasiglingini til gjald-
stovu Føroya ella sýslimenninar
(sóknarfútan).
Viðmerkt verður, at lógin áset-
ur sektir fyri hann, id ikki gevur
teir umbidnu upplýsingar.
L. V.
F. Djurhuus,
Tey donsku skúlabernini
lata væl at ferðini í Foroyum
Sum áður er frásagt í bløðun-
um eru 22 donsk skúlabørn og
ferðast her uppi í Vøroym. Vid
børnunum sum ferðaleiðarar
eru hr. S. K. Kruhøffer, yvirlærari
og Frk. /nger Morin, lærarinna
og Heinesen, LYMNASTENÆMINEUV,
sonur Heinesen, lærara, ið er
lærari í Danmark.
Tey hava verið í Havn, og
haðani hava ley gjørt útferðir
norður eftir. Ur Havn gekk ferðin
til Suduroyar, á Tvøroyri og so
til Vágs. Úr Vági fara tey til
Sands, og í Drottningini skulu
tey so sigla heimaflur.
Veðrið hevur verið gott. Æla-
veður upp í millum, men skin-
andi sól, tá ið ælini eru íhildin.
Á útferðini norður eftir vóru
tey uppi á Slættaralindi, og so
væl vildi til, at tå id tey komu
úppá var klárt og brenniterri,
so tey sóu allan oyggjaringin
sum hann var.
Sunnanfýri vóru ley bilferð í
Famjin, ætlaðu at fara upp á
Gluggarnar, men tá kom mjørki
og tók topparnar burtur. Eilt
kvøldið var fótbolts- og hond-
bøltsleikur á Tvøroyri millum
tey donsku børnini og børn
haðan av plássinum. Atgongu-
peningurin var nyltur at keypa
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
TI rr UU
tó skylda teirra at taka lut í De store
lutir fyri, sum givnir vóru tei-
mum fremmandu sum eina
minnisgávu.
Vit hava hitt hr. Kruhøffer
yvirlærara og sigur hann at
hetta hevur verið ein frálík ferð.
Bæði ferðaleiðarar og børn eru
hugtikin av teirru vøkru náttúru,
sum Føroyar hava, og so laga-
ligt sum veðurlagið hevur verið.
Hr. Kruhøffer biður flyta fram
ferðaleiðaranna og barnanna
vegna tøkk fyri hesa ferð og
tann blíðskap, sum teimum er
sýntur.
ø.
INNIVIST
Eftir donskum blødum hevur
Reykjavíkar býarstýrið tikið upp
nýggjan sid. Kommunan letur
stoypa hús, tekja, seta vindeygu
og hurðar í og síðan selur hon
skrokkarnar við lagaligum treyt-
um til fólk, ið so sjálv kunnu
skyldra av og gera sær dalt eftir
egnnm tykki.
4 .
Lærtlómur ber skyldur vid sær
Studentaskulin hevur klakt vt
nýtt reiður av ungdómi. Tey
hava fingið góð ynski og góð
orð, og tað er alt væl. Tey hava
eisini ivaleyst hoyrt borið fram
tær skyldur, hann, sum nomið
hevur kunnleika og er vorðin
»harri í andanna rikjum«, hevur
móti landi og fólki sínum.
Við lærdóminum er hann á
mangan hált komin fremri enn
hin, sum ikki hevur haft høvir
at søkja hann. Hann er komin
inn í ein annan heim enn hin
dagliga, og hann hevur við stu-
denlsprógvinum fingid rætt og
loyvi at leita longri inn í henda
vandans heima.
Einaferð verður tó henda
granskingarferð at enda, og tá
skal tað, hann hevur funnið og
nomið verða umsett úti í livin-
um, í dagligum yrki millum sill
Tá er tað, at hann má kenna
ábyrgd og skyldu sína. Hevur
hann fingið andans og lærdóm-
ljós, eigur ikki at
krógva tað ella bert at lata (ad
skína frammanfyri einum skriv-
stóvuborði, har hann
sess, men halda tað fram fyri
hini, so tað kann lýsa eisini fyri
teimum.
Hann, ið søkir lærdóm, grevur
eftir gulli, men gullið eigur ikki
at verða fjall, men gjørt Gil pening
og so út af millum
manna.
Føroyingar eru fåment fólk,
og skal andsmentan bera fruktir
her hjá okkum, má alt fólk, sum
búgvið er, vera uppi i ti verki-
num.
Ofta kann ein fílast á menn
sum leita eftir kunnleika. Teir
søkja sær kannska kunnleika í
einari grein, men um so er, er
sins hann
fær ein
ganga
mentunarárbeiði og gera vart
við seg — bera ljós, sum skuldi
verið kveikt, so tað kann síggjast.
n.j
Er ikki skatta-
skipanin órættvis?
Sagt verður at skattaskipanin
verður gjørd greiðari og meira
effektiv; men hann, ið skattin
letur kann oftast ikki rósa skatta-
skipanini.
Eitt, ið er at finnast at, er tað,
at húsamaðurin við børnum fær
ovlítlan skattalætta. Born er ein
samfelagsogn og uppfostran teirra
má interessera teir stýrandi so
mikið, at skattalóggávan setur
rúmligar frádráttarreglur fyri
hjún við bornum.
Annað er, at viðurskiftini her
í Foroyum oftast hava verið so,
at born haft tey gomlu
foreldrini inni hjá sær, og tá ið
ellisrentan, sum øll vita hevur
mestsum bert verið eitt eiti (nú
er hon so hækkað), hevur hetta
verið húsmanni ein byrða, sum
skattavaldið skuldi havt í huga.
Fyrr góvu skattavaldini sær far
um mann við >lættum húsi< og
við »tungum husid«, men okkara
tíð, sum skal hava verið fremri
hevur sjáldan gjørt tað.
Eisini kann vera stórur munur
á skattaevnunum hjá tveimum
ungum monnum, sum tó hava
javnar inntokur. Annar kemur
úr ríkligum húsi, sum stendur
seg væl, meðan hin er av fátaks-
ligum húsi, ið treingir til stuðul
frá soninum.
Her kann verða drigið fram
dømi um hetta, og hvussu skat-
tavaldini tey hægstu ikki vildu
taka hensýn til slík viðurskifti:
Tað var undir krígnum, sum
hava
kundi geva mongum ein stóran
vinning ein túr ella eitt ár,
men so kundi aftur annað
árið miseyðnast og einki geva.
Ungur maður slapp burtur at
sigla tveir feskfiskatúrar og vann
væl. Hann var so skattsettur av
avvarandi sóknarstýri men tá ið
menninir vistu, at hann hevði
nýtt mesta partin av peninginum
at gjalda skuld fyri hjá påpanum,
góvu teir honum ein góðan skat-
talættu.
Skemair fóru til
og henda áðurneynda skattaåse-
tan var átalað; drongurin skuldi
lata skatt av síni heilu inntøku
uttan frádrátt.
Eftir trongari lóg heyði kanska
líkningarráðið rættin; men mo-
ralskt gjørdi sóknarstýrið beint -
og vardi eisini stødu sína. Skuldi
sóknarstýið havt annan drong av
líknarráðið,
somu inntøku, men sum kundi
seta inn allan pening sín ella
nýtti hann til eitthvørt annað,
vóru skattaevnini Ojøvn hjá he-
sum báðum báðum skattabor-
garum.
Nr. 26
æde de smaa
Tad hevur so verid og er tad
væl enn: »De store fiske æde
de smaa;< soleiðis er við klaks-
viksbåtum og teim smáu sands-
bátum.
Tað hevur mangan verið harm-
ast um, at enskir trolarar oyða
grunn okkara, tað er væl satt,
at teir gera skaða á teim plássum,
har teir arbeiða, men eg veit
ongantíð, at teir hava so oyð-
dripið um okkara leiðir, at vil
ikki hava fingið nokkso væl av
smáfiski og tildeils kalva inni
við land fyri tann skuld.
Nú síðan tey ståsuligu før úr
Klakksvík við besta agni øllum
hentleikum komu higar, nú er
ikki at bjóða til at fara á flot
her við opnum bátum.
Havn, sum kann goyma størri
før, eiga vit onga, men eitt er
vist, um Heimansandsmenn høv-
du 20—30 tons bálar, so høvdu
teir ikki rikist við línum norði
í Haraldssundi, tað skal eg gera
av.
Tidin rann, ein nyggjan sid i
Føroyum nakrir tóku.
Tað er ikki bara ut skaffa góð
før, tað krevjast menn till, sum
kunna dríva tey, og tað á ein
mannsligan hátt. Eg haldi, tað
sær lítið mannsligt út, at stór
og prúð før, sum t.d. STJÓRNAN
og fl. skulu ringseta uppaftur í
saman eftir dag nógvar,
nógvar línur, smáfiska og kalva-
dag
línu, fram undir taraskógnum
runt Skúvoy av Dalsfles og líka
á botn á Sandsvåg, o.s. fr. Hett-
ar tikist løgið. Eru tað bara
avleggsmenn, ið manna hesi før?
Gustav Reinert drivur kalvaveiði
og kemur tíðum inn her um
nållina, men fyri honum kunnu
vit fáa allan fisk bæði størri og
smærri, og væl hevur vignast
fyri honum álíkavæl.
Eitt valdralid úr Nólsoy hev-
ur tikið sær støðu her, um tað
er smillað við båtinum, veit eg
ikki, hann er úr Klakksvík.
Nólsoyingar vóru vanir at koma
her um leiðir fyrr (við Korn-
dal). Við tøkk.
Kollbein.
Tekk
Hjartaliga = tøkk fyri synda
samkenslu, tá kæri bróður
okkara,
SIGURD NICLASEN,
doyði og fór til gravar.
Sauna lLiitzen, Hans Niclasen.
f. Niclasen.
Ein 2.-stýrimaður,
1 fyrbølari og 10 trolmenn
kunnu fáa plúss beinan vegin.
Tlf, 503.