Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-08-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIAL- DEMOKRATUR FRÆLSI Nr. 28 Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Leygardag 6. august 1949 | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR DEN BLODTORSTIGE Eitt danskt orðatak soleiðis: »Kært barn har mange navne«. Jú, sanniliga hevur undirritaði nú so við og við fingið mong og hvørt betri enn annað. »Dimmalælting» var leingið um at finna sítt kelinavn til mín men endiliga kom tað, og tad munaði,tú ið tað kom. Eg vil fyrigeva hini gomlu, at hon var heldur seinpjakut, tað eru jú ellisbrek,ið niva hana ,og so megu vit minnast til orðatakið, ið sigur: >Leingi er tað, id væl skal vera<. Seint og golt — seint og væl. sigur Ja, dygt var slagið, ella latum okkum siga, dygg vóru toygini, ið »Dimma« fekk. Hon følir blóðsmakk í munninum. Nakað er sundurstokkið innan í hini gomlu. Áh, ja, tað er hin illa samvitskan, ið brákað er. Men fað var ikki so illa. Nú er uppá tíðina at fáa brotið skalið »Dimmalæltingar« samvitsku. utlan av gomlu forherðaðu Hon veit ógvuliga væl, at hon hevur missbrúkt okkara fiski- menn framman undan hvørjum ali i nærum eilt mannaminni vid oddagreinini »Fornyelse af vor færøske fiskeflåde«. Okkara fiskimenn uggadu seg hvørja ferð teir lósu greinina og vónaðu, at nú fór tað at verða álvara við at fáa nýggj og tíðarhóskandi før. Men hvat fingu leir neyðar- menn? Ár aflaná ár máttu teir fyri hungursløn fara umborð í rotnar líkkistur, inntil tær sukku undir fótum teirra. Hetta er tann nakni og kaldi veruleikin og ti gleðir tað meg, at hin illa kapitalistiska samvitskan hev- ur fingid slik sår, at kapitalistanmbodsmenn eru farnir al føla blósmakk í munn- um fteirta. Ikki skulu fteir sleppa at doyggja í syndini. Samvitskan má vakna og hon skal vakna. Vit hava í løtuni nærum 40 trolarar í Føroyum, flest allir keyptir av fátækum monnum, sum hava tikið seg saman i felag. Hetta er eitt tilikt bragd, at tað ber prógv um, hvat dugur, ið er okkara fiskimonnum. Teir MARXIST... hava leingi verid kendir, sum veraldarinnar bestu sjómenn og nú hava teir eisini progv, at teir hava dirvi, áræði og vilja til at váða tann pening sum teir váddu lívið eftir millum kav- bátar, flogdrekar, spreingiknøttar bæði undir vatnskorpuni og niður úr loftinum. Hetta eru teir, id hildu okkara land uppi, tå ið vandin var størslur og sum enn halda okkara landi uppi, bara teir ikki verða rendir um koll av tí, at førini eru keypt í dýrum tíðum og harfyri tungt at arbeiða við. Her má landið kenna sína skyldu og treða hjálpandi til. Eg havi her framman fyri mær liggjandi eitt norskt blað, sum beint nú er komið. Tað er prentað 30. juni í ár og umtalar ein fund viðvíkjandi trolarum. Á hesum fundi varð samtykt at úttala millum annað, at fundurin framsetur fylgjandi uppskot: 1. Staten bygger Antallet bliv efter det som er til stede, 2. Staten leier ut båtene til en samvirkeorganisasjon, dannet av Noregs Fiskarlag, etter en om- forenet leie. 3. I tilfelle situationen blir slik (her hugsa teir um ein veraldar- bardage), at trålfiske ikke kan overføres trålerne til trålerne. behov, drives, staten. 4. Norges Fiskarlags samvirke- organisasjon fordeler båtene frå kysten slik, at eksistensgrunnlaget for kystbefolkningen ikke for- rykkes. . Her er allso ikki talað um at tað almenna skal skulka seg undan. Fyri at eingin misskiljing skal verða skal sigast, at fundur- in grundar uppskotið á tí støði, at nú er fridartid og tá eru trolarnir ov dýrir. Teir siga ikki, at tað er ørt at keypa trolarar í hesum líðum. Nei, tvørturímóti. Trolarar eru neyðugir at hava og tí megu teir keypast ella byggjast sjálvt um teir eru dýrir, men teir siga, at teir trúgva ikki at nakar privatur letur tryggja dýrar .trolarar nú ið prísirnir eru niðurgangandi, og ti má hitt almenna treda til. Tað sama siga Íslendingar" Teir settu 300 milj. krónur fastar í gulltíðini einans til skipakeyp og bygging nú aftaná krigslok. Hvat gjørdu Føroyin- gar? — Svarið stendur í >Tinga- krossic fyri 6. juli i ár og er sojlóðandi: >Vit minnast punds- valið, løgtingsvalið 1945. Maður av húsi at verja tey dýrabaru pund fyri at júst teir, sum søgdu seg at vilja verja pundini, í friði og náðum skuldu sleppa at eta tey upp«!! Eg vil ugga >Dimmuc við tí, at »Krossurin« ikki hugsar um sambandsmenninar. Teir vóru ikki teir ringastu, sjálvt um harra A. Samuelsen noyddist at viðganga og úttala hesi orð: »Hévdu vit meira haft fylgt javnadarmonnum, so hevði betri verið enn erc. Um stór lán og lítlan egnan pening verði eg at skriva í næstu grein. Í. H. Danbjørg. Skúlabernini, sum verið hava í Danmørk, eru afturkomin Tey láta væl at ferðini Nú í Tjaldrinum komu skúla- børnini, sum verið hava ferð- ingartår í Danmørk, aftur. Sjóferðin heimaftur var ikki so góð. Tjaldrið bóltaði, og so var sjóverkurin at dragast við. Men steðgurin í Danmark hevur givið teimum góðar løtur Tey hava sæð nógv, og fólkið hevur verið blítti Eina tíð vóru tey í Suður- jútlandi, á Als. Tey búðu á ein- um húshaldsskúla vitjaðu ymisk støð í landslutinum. og Síðstu dagarnar steðgaðu tey í Keypmannahavn. Har búðu ley hjá privatfólki. Tey flestu høvdu innivist hjá fólki, sum áttu børn, ið vóru við á donsku skúlabarnaferðini til Føroyar ífjør. Í Keypmannahavn er nógv at síggja, og vórðu tey fylgd runt í býnum og sóu minnisrik støð eins og øll kend mentunarstøð. Við sum ferðaleiðarar vóru Hjalmar Joensen lærari og frú og Djurholm, lærari. Hesar ferð- ir eru ætlaðar at halda við onnur ár. LØGTINGID Løgtingið er komið saman aftur. J. Fr. Øregárd var aftur- valdur til formann og Thorstein Petersen sum næstformaður. TROLARAR BERA SEG IKKI Allir menn láta illa at trola- rarakstrinum. Teir klaga seg um, at øll trolaraútgerð er so dýr og roynt skuldi verið, halda teir, at fingið tær niður. Summir tosa um at sett lands- nevnd niður, ið beinanvegin hevði raksturin í hondum á teimum trolarum, sum ikki stóðu seg. Henda nevnd skuldi so fyri- reika bílig innkeyp. FISKI- SKAPURIN Høgættin nú aftaná ólavsøku hevur verið hvasslig, og lítið hevur borið til við útiróðrinum. Annars hevur fiskiskapurin nú í góðveðrinum her framm- anfyri verið frálíkur. Bátar eru komnir til 3000 krónir í part síðan í juni mánað. Nú fara summir at leggja stillt, tí menn skulu fáa sær hoyggið bjargað. Grasveksturin Grasið sýnist at vera nógv á í ár serliga á nýggjari jørð og har sátt er. Fleiri staðnis er ásett fyri ólavsøku. Føroya Fólkaháskúli Vetrarskúli fyri dreingir verð- ur frá 1. oktober til 28. febr. Teir, ið ætla sær á skúlan, kunnu søkja um peningastyrk hjá landsstýrinum. Bønarbræv um styrk má vera landsstýrinum í hendi innan 1. sept. — Nærri frágreiðing hjá Jóhannesi av Skarði, Tlf. 243. GAGNAST VÆL