Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1949síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6. august 1949 FOROYA SOSIAL-DEMOKRBATUR HVAR SKULU AVLOPSPENGAR FØROYINGANNA NYTAST? Sidani krigslok hevur keypi- hugurin hjá Føroyingum verið óførur. Fólk hava keypt nógv, dýrt og oftani hevur tað, fólk hava givið stóran pening fyri, eisini verið ogvuliga lítið vert. Peningaognir okkara eru eisini ogvuliga nógy minkaðar, so at nógv feløg og virkir í dag ikki eiga tøkan pening til tað mest átroðkandi. Viðvíkjandi gjaldan av fiskimansins lønum, so er tað í nógvum førum nógv verri enn í teim ringastu árunum fyri kriggið. Flestu pengar okkara eru bruktir til skipakeyp. — Men tosar tú við fiskimenn, eru teir flestir á einum máli um, at nógv av teim skipum, vit hava givið milliónir fyri, eru í so ringum standi, so óhóskandi, at tey ikki kunnu nýtast fleiri ár afturat. Mest er tað kanska teir gomlu trolararnir, sum menn vóru ovlitid eftiransnir, tá keypt var. Fleiri eru e'sini longu farnir undir hamarin, og sigst tað almenna longu har at hava tapt eina slaka millión. Umleið 50 milliónir sigast at vera invisteraðar í Føroyum síðani kríggið endaði. Men uppi á landi sært tú lítið til allar hesar milliónir. Burtursæð frá løgtingsins havnaætlan, sum í fleira støðum ikki er byrjað, er sama ólagið, sum so leingi hevur verið her á landi. Aftan á kriggið keyptu nógvir menn sær stórar útróðrabátar og slor ið førd til var rúgvan, var lands við hesum bátum. Frá tiðliga á vári til seint á heysti ja, heila árið — førdu hesir bátar stóran fong til landið Læt tú upp radio títt, hoyrdi tú bátar kring landið, ið tosaðu um stóran fong. -- Smá- bátaútróðurin var eisini tíkin upp aftur kanska meira enn nakratíð fyrr, navnliga um summarið var óført fingið av hýsu, so menn, sum ikki vegna aldur ella annað kundu fara burtur, vunnu her væl av pen- ingi. Men nú tykist steðgur at vera komin í. Utróðrabátarnir eru nógvar staðir settir í neysl- ið, tí fiskur í nógvum små- bygdum íkki verður keyptur. Teir stóru bátarnir, sum hest seinastu árini hava fiskað úti á bankunum og fingið nógv burt- urúr, vóru í ár noyddir at fara til Íslands, har teir ikki hava fiskað til helvtar av ti, teir vildu haft fiskað, um umstøðurnar høvdu verið til at rød út her heima. Samstundis liggur hvør bryggja avtaklað við fremmand sum føra stóran fong fiskifør, undan Føroyum. So syndarliga illa er lagt til rættis á landi hjá okkum sjálv- um, at okkara egnu menn við skipum sum sera væl hóska til at røkja fiskivinnu við okkara egnu strendur, megu sigla lang- ar leiðir til onnur lond, tí at her eru eingi arbeiðislíkindir. Agnatrot í månadvis í bestu fiskilíð. Fiskur ikki keyptur uttan í havnaplássum. Summir rýma til oanur lond og aðrir draga í neystid. Okkum trýtur frystivirkir, okkum trýtur flaka- virkir, okkum trytur skip at flyta flakafisk við. Og fiska- keypid må »organiserast«, so fiskur allastaðni verður keyptur, og menn sleppa at rogva út. Men hvaðani fáa vit pening til hesi tiltøk? Vinnulánsgrunn- urin hevur ongar pengar, teir eru bruktir til skipakeyp. Og nógv vinnufeløg hava heldur ongan avlopspening við tað, at tey hava bundið pengar sínar í dýr skip. Tað er at bera ótta fyri, at um einki verður gjørt, so koma vit um stutta tíð aftur í somu støðu, vit voru í áðrenn kriggið. Á tingbordi liggur nú sak undirskrivað av Leif Vaagstein, S. P. Petersen, Daniel Klein og J. Chr. Johansen um at senda flogfar við 10 monnum til Grønlands fyri at kanna møgu- leikarnar fyri vesturi í Grøn- landi at byggja kaj, oljutankar, saltsiloir, koldepotir, frystihús, ffakavirkir, idnaðarvirkir og annað meira, kostnaðurin er ætlaður til 3 milliónir. Vit vita, at øll byggiarbeiðir í hesi tíð eru tvær ferðir so dýr sum ætlað, so vit kunnu gott siga, at henda ætlan ikki verður at kosta minni enn seks milliónir. Føroya Fiskasøla sigst at hava reist hetta mál, og onnur feløg hava so tikid undir við. Vit kunnu vera samdir í, at tað eigur at vera gjørt so lagaligt hjá okkara fiskimonnum at ar- heiða í Grønlandi, sum møgu- ligt, men vit eiga ikki at gloyma, at Føroyar er okkara land. Tað er ti bert rætt og rimi- ligt, at tað id fiskivinnan kastar av sær sum avlop hjá trygginga- feløgum, ið taka 5 % av skipa- 93 je virðinum og —fiskasoluni, ið tekur 2% av øllum sall- og klippfiskasulgi, fyrst og fremst eigur at vera nytt til at skapa arbeidislikindir hjå fiskimonn- um okkara heima í Føroyum, sum til allar tíðir verður Før- oyingum at gagni, meðan tað ið innvisterað verður i fremmand- um londum skjótt kann gleppa okkum av hendi. Men onkur halda at Føroyinganna fram- tíð liggur vestur við >Svarta- og hvør veit? g. Y sker« — Nr. 28 Firma ORLA JANTZEN-HOLST Tórshavn . Tlf. 187 . Tlgr.-adr. Trade-Holst HESSIAN TIL FISKAPAKKAR Beinleidis avgreidsla | TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR telf. 372 telf. 372 Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Føroya Kríggstrygging.. Foroya Brunatrygging .. Vit tryggja: Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn AKTIESELSKABET FØROYA BANKI AFDELING: TRANGISVAAG HOVEDKONTOR THORSHAVN Stittet 1906 Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000 Bankforretninger af enhver Art udføres Kontortid Kl. 11 — 3. Lørdsg 11-2 ESBJERG TOVVÆRKSFABRIK Aktieselskab . Esbjerg Manilatogverk . Sisaltogverk . Hamptogverr Manilasnurruváðstog . Kokustogverk . Kokustrossar Manilatrawitwine . Stsaltrawltwine Merligarn . Skipmannagarn e 5. fr. Einkarsøla í Foroyum C.C. JOHANSEN Torshavn ið hevur vørur á goymslu, ella úlvegar tær beinleiðis frá verksmíðjuni í Esbjerg