leygardagur 6. august 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28
Føroya |
S0SIAL-DEMOKRATUR |
Bráðf. blaðstjóri:
MARTIN JOENSEN
Prent:
A. ØSTER
STUDENTA-
KABARETTIN
Kabarettin, sum føroyska stu-
dentafelagið hevði um ólavsø-
kuna, var óføra væl vitjað, og
stuttleikaði hon teimum vitjandi
frålikt.
Føroyskir studentar hava fyrr
sýnt, at teir duga at skapa slíkt
frískt og meinaleyst skemt og
eisini væl at frambera tað.
Henda kabarettin ólavsøkuna
ber prógv um, at evnini fin-
nast enn.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
RIDDARAR UTNEVNDIR
Nú kongur vitjadi Føroyar
utnevndi hann hesar menn til
riddarar av Dannebrog:
C. A. Vagn-Hansen,
ríkisumboðsmann.
Jacob Joensen, próst.
J.Fr.Øregárd, løgtingsformann.
Thomas Thomsen, konsul,
Tvøroyri.
Gunnar Dahl-Olsen,
sýslumann, Vestmanna.
Kjartan Mohr, býráðsformann,
Tórshavn.
Peter Nicolajsen,
havnarmeistari, Tórshavn
J. Dalberg, royndarleiðari,
Sandi, fingu silvurkrossin.
Loðsurin Theodor Samuelsen
og aðrir menn, sum fylgdu
kongaskipinum á ferðini millum
oyggjarnar, fingu minningar-
medalju.
Framsýning av kappingum til minnisvarða fyri
foroyskum sjómonnum, sum sjólótust undir
heimsbardaganum
Ógvuliga áhugaverd og fjøllbroyt framsýning
Sum kunnugt er var peninga-
innsavnan um landið við teirri
ætlan at reisa ein minnisvarða
fyri føroyskar sjómenn og fiski-
menn, sum sjólólust undir síðsta
bardaga. Út var so boðið til
listarmenn í Norðanlondum at
kappast um at gera uppskot til
henda minnisvarða, og var
dómsnevnd sett at kanna tað,
ið innkom.
Til dómsmenn vóru valdir:
Per Palle Storm, professari,
J. Waagstein, kunstmalari, Tórs-
havn og Ingolf av Reyni, kunst-
málari, Tórshavn.
Nú hava kappingarmenn lagt
fram royndir sínar, og eru
heilir 72 listarmenn, ið tikið
hava við útbjóðingini og roynt
seg hava.
Nr. 2 hevur neyndin valt
burturúr sum hitt besta, fær tað
sostatt 1. heiðursløn, og verður
minnisvarðin reistur eftir hesari
myndini.
Myndin hevur heiti: >Sjó-
mannsmonument<. Hon sýnir
mann í sjóklæðum og við skips-
greiðum — búgvin at fara til
verka. Slabbin ella varðin, sum
maðurin stendur á, er eitt akk-
er, sum eisini hevur skapilsi av
— og kann uppfatast — sum
ein krossur.
Myndin er sera einfald og
lættliga skiljandi. Hon er monu-
mental og fer at sýna seg. —
Linjurnar eru reinar og greiðar,
og serliga er tað andlitið á
manninum, sum sýnir seg skarp-
liga og festir seg í áskoðarin.
Hann, ið gjørt hevur hesa
myndina, er Kaare Orud,
Oslo.
2. heiðursløn er latin til
Sigurjón Olafsson, Reykja-
vík, og 3. heiðursløn til Kri-
stoffer Lerdal, Trondheimi.
Sex aðrar myndir havn eis-
ini fingið samsýning, men nøvn
teirra, sum hesar hava gjørt,
eru ikki kunngjørd.
Sum nevnt er framsyningin
ógvuliga fjøllbroyft og motivini
eru nógv. Summi eru einfald
og greið, onnur eru symbolsk
og samansett.
— Fer at vera kannað eftir
persónligum hugi, so verður
altíð ymiskt, sum teimum ym-
isku dáma. Har eru myndir,
sum eru so alføroyskar í skapi
og uppfatan, at tær fara iva-
leyst at taka mangan føroying
um hjartað.
Henda myndasavning er so
áhugaverd og minnisrík, at ein
kundi ynskt, at landið tók hana
— í hvussu er tær bestu mynd-
irnar — og varðveitti hana sum
nationalogn og framsýningar-
evni.
Grót og skervur.
QOll, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanni
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna.
TERNAN
maskinskaða
Ternan, ið var á veg til
Noregis eftir teimum føroysku
luttakarunum í lingiadini i
Stockholm, målti vegna maskin-
skaða inn í Leirwick, haðani
skipið ígjár kl. 11.30 sendi so-
ljóðandi fjarrit: Alt verður
gjørt fyri at vit kunna halda
fram til Noregis. —
Vit vilja skoyta upp í, at
Føroyingar, bæði menn og
kvinnur, eru stórliga heiðraðir
í Stockholm har teir stóðu seg
væl í øllum brøgdum.
Fiskiskapurin
burturi
Íslandsskip eru nógv heim-
komin fyrsta túr og fara nú
av stað aftur. Fiskiskapurin ó-
javnur. — Fiskurin ógvuliga
smáur. Maritaina var heima
við 400 skpd., fyri 8 døgum
síðan hevdi hon aftur 130 skpd.
Trolarar fiskadu væl eystan
fyri. Beinisvørð er heima við
120 tonsum og Høddaberg við
130 tonsum.
Nevndarstýrið Í Legtinginum
má verða avtikid!
Okkara gamla stýrisskipan var
so skikkað, at Løgtingið skeyt
øll mál undir eina mongd av
nevndum, sum skuldu leggja
tey til rættis og greiða tey úr
hondum.
Nú nýggja stýrisskipanin kom,
var væutandi, at hetta lagið var
broytt. Landsstýrið var sett og
tað skuldi vera ábyrgdarráðið
(ministerium), sum málini fóru
til, og sum eisini hevði hitt fulla
ræðið at greiða tey.
Hetta er tó ikki hent. Løgt- .
ingið hevur nevndirnar sitandi,
og tær koma sjálvandi uppí
landsstýrisarbeiðið bæði í tíð og
úrtíð.
Hetta má verða broytt. Ting-
ið kemur saman nú, og tað má
greiða viðurskifti og ikki føkja
tey. Taið landsstýrið avger mál
6. august 1949
og gevur tey uppí hendi á
hjálparmonnum sínum, so kann
ikki ein nevnd ella ein nevndar-
limur koma óg leggja uppí, tí
hon ella hann eru ávirkað og
hava fingið knappliga aðra
áskoðan.
Hava vit landsstýrið og hava
vit ein løntan sakkunnleika, so
mugu teirra råd og avgerðir
verða fylgdar, hitt førir til eitt
forkomandi skilaloysi.
HIÐANI OG HAÐANI
Fjúrtandi kom út komingardag
kongs, men hesa hending hevði
g.
hann ikki á máli. Tó mugu tey
kongaligu hava malið í høvdin-
um á honum: Á mynd á 4. siðu
sást hestavágnur við Elisabeth,
prinsessu av Onglandi, og manni
hennara, táið tey vitjaðu ensku
oyggjarnar í Kanalini,—
D. Danielsen sigur í »Dimm.«
at hann er >kommet fra be-
skedne Kaarg og nú er hann
so »underbaaret« við peningi
nýggju
lógini, at han veit ikki, hvat
av feirri læraralønar-
hann skal brúka hann til..
Bolli heldur, at er tað so,
kan hann lata »akaØd í trolara-
puljuna hjá Føroya Fiskasølu
— hon man treingja til tað.
Bolli.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
Tit fåa
bestu målingina hjå okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð,
FØRCYSK
grønsaåpa
er tann besta
Fiskireiðskapur.
Linuhkkar frá nr. 7 til 12.
Fiskisneri 1'/,, 2, 2'|, og 3 lbs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/„—-6 oz.
Ravmagnsperur
av ellum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnaverur
av øllum slegum eru brátt vidgitnar um alt landið fyri góðsku og pr ís
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A. mb. Å