leygardagur 17. september 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA SONSIAL-DEMOKRBATUR
Nr. 34
rer Sildaveidan endad
Føroya | Norsku sildabátarnir undir
SOSIAL-DEMOKRATUR | Íslandi eru nú við at enda
Blaðstjóri
P. KARBECK MOURITSEN
Prent:
A. ØSTER
Oljusølan
Við tað at Esmar Fuglø frå
1. septembir er vorðin stjóri fyri
Handilspartafelagid Esso og so-
leiðis skal hava í hondum søl-
una av Esso-oljuni í Føroyum,
hava vit vent okkum til Esmar
fyri at fáa nakað at vita um,
hvørjar ætlanir hann hevur við
hesum nýggja felag.
Hann sigur:
»Eftir at Føroysk Oljusøla og
Esso eru gingin saman, råda
vit nå yvir oljutangum å hesum
plássum: Tórshavn, Klakksvík,
Kongshavn, Vestmanna, Sørvági,
Tvøroyri, Vági og kunnu so-
leiðis tæna okkara viðskiftafólki
rættuliga væl.
Haraftrat kemur, at vit um-
framt tangarnar í Sørvági eisini
hava leigað landslýrisins stóru
tangar í Søldarfirði, ið kunnu
goyma 7000 tons. Táið tann
ællada brúgvin er gjørd, og
henda støðin kann verða tikin
í brúk, er ætlanin at flyta inn
brenniolju beinleiðis úr Amerika,
ikki sum higartil um Ongland,
og soleiðis vinna nakað, ið kann
koma teim føroysku brúkar-
unum til góðar.
Tilsamans hevur Esso tanga-
rúmd til 14000 tons, sum svarar
til brúkið í eitt år av benzini,
petroleum og brenniolju.
Mál okkara er at lata fólk
fáa bestu olju til billigasta pris«.
Ja, so sigur Esmar.
Javnaðarmenn hava sum mál,
at landið skal taka alla innflytan
av olju og øðrum stórútgerðar-
vørum fyri at keypa í stórum
beinleiðis frá framleiðslustað-
num fyri at fáa vørurnar bíli-
gast gjørligt.
Tað var við at koma í lag
viðvíkjandi oljusøluni. Men
fólkaflokksmenn bardust sum
úlvar ímóti — og so datt sam-
bandið eisini í part við teir og
sveik málið.
Har lá so oljumálið.
Tað vildi glett okkum, um
Esmar Fuglø. sum vildi stilla
øll síni bingi til løglingsins
nýtslu, um tingið tók oljuna, tó
við stórinnflytan kundi fingið
oljuprísin niður ájavnt prísin í
grannalondunum.
So var nógv vunnið.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
veiðina i ár. Í dag skulu allir
teir norsku bátarnir, ið roynt
hava við snerpunót, sigla heim,
og i morgin og ovurmorgin
byrja garnbátarnir at sigla heim.
Ikki hevur veiðan vignast væl
i ár,
Eisini sviar eru givnir uppat.
Teir lata heilt illa at veiðini.
€inki ! svar
Vit spurdu fyri 14 døgum
síðani leiðslunar fyri fólka-
flokkin og loysingarflokkin,
hvørja støðu tær tóku til spurn-
ingin um statsstudning til havna-
bygging í Tórshavn. Vit hildu
hetta vera ein mikið umráðandi
spurning fyri skattaborgararnar
í Tórshavn at fáa klárlagdan;
tí tann stalsstudning, id býar-
stýrið blakar frá sær skulu
skattaborgararnir hava at drag-
ast við sum eina meirútreiðslu
í mong ár.
Men hetta var ikki einasta
orsøkin til spurningin. Vit vildu
eisini hava at vita hvussu hesir
flokkar, ið hava verið so mál-
reystir í agitasjon, ætla at bera
seg at, tá teir verða settir beint
yvirfyri einum veruleika.
Loysingarmenn, ið eru so
óførir at spyrja aðrar og krevja
svar bæði í eystur og vestur,
eru í hesum spurningi tigandi
sum grøvin. Fólkaflokksmenn
hava heldur ikki torad í kast
við spurningin. Eingin av flokks-
ins oddamonnum hevur klovið
í tvey. »Dagbl.« hevði ein stubba
av uttanumtosi ein dagin, sum
tað er vant; men svar var einki.
Tað skjýtur seg inn undir at
leir vita ikki av, at nakar hevur
boðið teimum ella Tórshavnar
býarslýri nakran studning. Vit
halda okkum to vita, at fólka-
flokkurin eigur menn, ið fyrr
hava kent vegirnar til statsstud-
ning. So kanska onkur av
teimum kundi víst »Dagbl.« á
leið.
Spurningurin til loysinga- og
fólkaflokkin stendur enn ósvar-
aður, og hann er hesin: Stats-
studning ella ikki stalsstudning
í havnabygging í Tórshavn?
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð.
ØTI eiga at brúka
Føroyska hondsápu
frá fabrik OKKARA
. .
Fiskiskapurin
Selt i Bretlandi hava: Lam-
banes 171 ks. 797 £, Nordberg
421 ks. 1309 £, Glottin 396 ks.
1951 £, Justa 337 ks. 1078 £.
(og flutt fyri adrar 110 ks. 907 £),
Alvi 495 ks. 1561 £, Sonja Eg-
holm 270 ks. 875 £ og Akranes
315 ks. 907 £.
Å marknad sigla Høgifossur
víð 1100 kt. og Vesturvarði
við 1400 kt.
Undan Bjarnaoynni eru heim-
komnir: Barmur 190 tons,
Leivur Øssursson 195 t., Varð-
berg 190 t., Krossteinur 160 t.
Undan Íslandi: Lítla Emma
75 t. og Varvasteinur 23 t., bæði
hava roynt við snøri.
Undan Grønlandi eru komin:
Grundick 80 t. og Austerlitz
1200 skpd. Bædi hava royn
vid línu.
Nú verður roknað vid, at so
gott sum øll skip, ið fiskað
hava við Grønland eru á leið
heim.
Undir hamaran
»Eirikur Jarlur«, ið heim
kom eystanifrá við 190 tonsum
av saltfiski, er aftur nú lagdur,
og tidindini um hann eru, at
hann fer undir hamarin 5. okt.
Manningin fylist á úrtøkuna úr
síðsta túri, einar 1600 kr. í part.
LEON BLUM
Hin gamli franski javnaðar-
oddamaðurin Leon Blum sigur
seg at vera ógvuliga harman
yvir, at hin kendi afturhalds-
maðurin Adenauer er vorðin
fyrstiministari Vesturtysklands.
17. september 1949
NT [ff [AAA AA AA AA AA AA AAA Å Å[ AÅ A AA AA AA AA AA A AA AA Af AA Af Af ff
Hann heldur, at Adenauer ikki
vil hava nakran mann úr ar-
beidaraflokkunum i stjørnina,
og hetta vil gera kluftina mill-
um Eystur- og Vesturtyskland
enn størri enn hon er. Eystur-
tysk bløð finnast longu at val-
inum.
Hanus møtti ígjár einum
manni, ið segði seg at hava
lisið 5. part av R. Longs jere-
miadum í »Dagbl.«
HONDARBEIÐ
Ætlanin er at hava skeið í
hondarbeið fyri vaksin og børn.
Tær, id hava hug at verða við,
kunnu venda sær til.
Bergliót av Skarði
ella
Brynhild á Heygum Joensen,
felf, 113.
KAPPING
Útboðið verður til kappingar
tekning av nýggjum foroyskum
peningaseðlum.
Seðlarnir skulu hava somu
stødd og sama áljóðandi sum
danskir peningaseðlar (5 kr.,
10 kr., 30 kr., 100 kr. og 500
kr.).
Heiðursløn 500 kr. fáa tey
uppskot, id verða nýtt til seðla-
gerðina.
Uppskot mugu verða lands-
stýrinum í hendi í seinasta lagi
1. novembir 1949, kl. 12.
Føroya landsstyri.
VANDEX
Eru hús tygara ikki tølt, so er VANDEN avgjørt tað,
tygum skuldu smyrja húsini víð.
VANDEN fæst í litum: hvitt og grátt.
Tygum spara
máling vid at smyrja við VANDEN og
vinna tann fyrimun, at húsini ikki slaða longur.
VANDEN er altíð á goymslu hjá okkum !
Ordrar avgreiðast beinanvegin!
Telegramadrs.: Trawlerdrift
Telefonir: 3 — 5 29
Arhejdernes Trawlerdrift
a.m.b.a. Tvøroyri
Einsølurætt fyri Føroyar.
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR
THORSHAVN
Stiftet 1906
AFDELING:
TRANGISVAAG
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
Lørdsg
11-2