Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1949síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

17. september 1949 A —øiiøiv—iix—wwiyiwWwiwWwWiwwih> FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR Stutt frågreiding frå Grønlandssendinevndini august—september 1949 [juli mánaði vendi Føroya Fiskasøla sær saman við vinnu- feløgunum til Løgting og Lands- stýri um at fáa vidmæli til, at ein sovorðin sendiferð varð gjørd og at Lågtingid lat ein mann fyri tingið vera við í sendinevndini. Vit skutu uppá, at Landsstýrið fyri fiskivinnuna kom við. Løgtingið viðgjørdi málið og viðlók, at biðja Kr. Djurhuus, landsstýrismang, um at umboða Løglingið á sendiferðini. Av tí sendinevnd frá figgjarnevndini ríkisins kom til Føroya, tá ið sendinevnd okkara skuldi fara, hevði landsstýrismaðurin ikki høvi til at fara til Grønlands. Í brævi til Logtingid gevur lands- stýrismaður Kr. Djurhuus mál- inum sítt besta viðmæli. Sum sagt frá í tí brævi, Før- ova Fiskasøla og vinnufeløgini sendu Løglinginum varð skilað til, at sendinevndin skuldi kanna møguleikarnar fyri at byggja bryggju á mest hósk- andi plássi, at seta upp ymsar kranar, at byggja goymsluhús til salt- fisk og salt og til kol, ser- liga til okkara trolarar, tangar til olju, frystihús til agn o.a. at búgva út mekaniskan verk- slað o.a. Limir sendinevndinar vóru D. Klein fyri mannafelag. L. Waagstein fyri Felag før- oyskra trolaraeigara, D. Niclasen fyri Færøernes Rederiforening, J. C. Johannesen fyri L.f Før- oya Fiskasølu. Føroya Fiski- Føroya skipara- og navigatør- felag var væl huga fyri målin- um, men kundi ongan mann senda. Sum teknikarar tók sendi- nevndin Johs. Petersen, verkfrøðing og Chr. E. Lamhauge, > Roynt varð at biðja Anton Djurhuus, verkfrøðing, fara við okkum til Grønlands. Hann hevði ikki høvi til at koma, men vísti okkum á stjóran fyri Saabye & Lerche, sum var í Grønlandi. — Samtykt var at biðja stjóra Osv. Andersen, verk- frøðing, um at vera okkum til hjálpar í Grønlandi, Djurhuus- ar vegna. Ferðin til Grønlands. Farið var við st Jóannes Patursson. Æltlanin var at Osv. Andersen skuldi koma umborð í Julianc- haab. Vil Julianehaab fingu i buktini fyrsta dømi uppá teir trupulleikar, okkara fiskifør ar- beiða undir í Grønlandi. Ísurin var so nógvur at tað var heilt ógjørligt at koma meira enn 30 fjórðingar at landi. Ætlanin var eisini at fara inn í Ravns Storø. Ísurin har forð- aði fyri hesum. Aftaná at hava samdøgur komu vit til Føroy- ingahavnina 29. august kl. 19 siglt í 5'/2 gmt. Nevndin viljaði beinanvegin umboðsmannin fyri Grønlands Styrelse, kontrollør Møller og segði honum frá endamålinum, sum sendinevndin hevði. Hann lat okkum vita av hvørji øki, ið vóru latin til aðrar. Næsta dag — týsdag — kom kommandør de Lichtenberg saman við lí fung. landsfútanum í Godthaab til Føroyingahavnina fyri at heilsa uppá okkum og fáa lagt til rættis fluttningin í Grønlandi og møguliga heim- ferð. Vit gjørdu nógvar kanningar- ferðir runt í Føroyingahavnini. Okkum dåmdu væl tað plássið í ti innara parti av firðinum sum lað dansk-norska felagið A.S Grønlands Handels- og In- dustri Kompagni (Asgrico) hevdi fingid, men tad var so farid og onnur hóskandi byggilendi vóru ikki at finna í hesum fjørðin- um, sum er ógvuliga víður og djúpur. Vit kannaðu síðan tann uttara fjørðin ógvuliga gjølla og samdust um nøkur ávís Oki, sum kundu haldast nýtilig til endamálið. Hesin partur av Førovingahavnini er tann, sum Føroyingar vanliga hava nýtt og her er góður ankarbotnur, og tað lívur á øllum æltum. — Landøki harafturímóti er berir klettar og slætt byggilendi fæst bert við spreinging. Nógv føroysk fiskiskip vóru inni í Føroyingahavnini, meðan vit vóru har, fyri at taka fisk og olju umborð og hála vatn. Fiskurin, ið lá ymsastaðni í Føroyingahavnini mátti fáast umborð í bátum, oljufølini vóru sleipaði til skipini og vatn var tikið í tunnum og seglum. Tóm oljuføt í túsindvís sløðast um alla Føroyingahavnina. Av tí vit kundu síggja eru umstøðurnar hjá teimum før- oysku fiskiskipunum út av lagi vánaligar og stórur tørvur er á, at ein broytan kemur sum skjótast. Vit hava tosað við skiparar og fiskimenn á um og í Førovingahavnini. All- ir vóru á einum máli um, al tað var neyðugt at okkurt varð gjørt. Ov nógv tid var burtur- nógvar vegn- spilt tá ið salt, vatn og olju skuldi førast umborð. Tá ið fiskur skuldi landast, varð ofla neyðugt at bíða í dagarvís - dømi vóru uppá 8—10 dagar fyri at koma av við fisk til dampara. Teir nevndu eisini agnspurningin. Fleiri av skip- unum høvdu — sum teir søgdu — »tiggad« sær agn hjá dansk- norska felagnum. Eftir hvat varð sagt okkum, má roknast við, at fleiri og fleiri skip ganga yvir til linuveidi. Tí er avgjørt neyðugt at hava frystihús í landi. Urslitið av okkara kanning- um kann gerast soleiðis upp Vit fara beinanvegin undir at gera uppskot til Løgting og Landsstyri um úlbyggjan av Føroyingahavnini. Verkfrøðingarnir hava målt upp og nivellerað. Samstund- is sum teir gera eitt skilse- projekt, arbeiða uðrir í sendi- neyndini uppá eitt uppskot til finansiering av útbygging- ini. Nr. 34 Neyðugt er, at Løgling og Landsstyri = samráðast við Statsministeriet og Grønlands Styrelse um tey rættindi sum Føroying- ar hava, um vit úlbýggja Føroyingahavnina, og allar teir spurningar, sum standa í samband vid utbyggingina. Sendinevndin hevur eisini viljað Tovkussak, har havnin og anleggið hjá Claus Sørensen arð gjølla kanna. Umstøðurn- ar i Tovkussak vóru ikki góð- ar til úthyggjan og ankarplássið var ov lítið. Danska marinu- og hertænast- an í Grønlandi vóru ógvuliga beinasamir við flytan bæði við skipi og flogfari. Sendinevndin, sum búði á føroyska sjómannsheiminum í Føroyingahavnini, var væl fagn- að har. - Missionerurin og frú hansara gera eitt ógvuliga gott og tørvandi arbeiði. | BARNAHJÁLPIN NÝGGJ OLJUSØLA Í FØROYUM Fra 1. september 1949 hevur Handilspartafel- agid Esso við hr. Esmar Fugle sum stjóra yvir- tikið einkarsøluna í Føroyum av Essovørunum: benzin, petroleum, solarolju, smyrjiolju og ødrum. Vid tangum í Tórshavn, Klakksvík, Kongshavn, Vestmanna, Servági, Tvøroyri og Vági og haraftrat landstyrisins tangum í Seldarfirði hevur Esso goymslurúmd fyri meiri enn 15 milliónum litrum tilsam- ans, og svarar hetta til eitt árs- brúk av benzini, petroleum og brenniolju. Esso verurnar, ið verða seldar um allan heimin, hava vunnið sær gott umdømi fyri góðsku, sum er úrslitið av starvi gjøgnum nógv år í sambandi við oljuframleiðslu, og verkfrødingar og serkønir vísinda menn arbeiða støðugt við at bota enn meiri um góðskuna. HANDILSPARTAFELAGIÐ ESSO A SIGN OF QUALITY — TELEFON 288 A SYMBOL OF SERVICE TELEGRAMMADRESSA: ESSO Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn