Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

46 % > … lendska Nr. 35 Føroya | S0SIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A. ØSTER FØROYA SONIAL-DEMOKRATUR Klakksvíkar teknisk skil byrjar 4. oktober kl. Skeid fyri motor- og sr menn byrjar 5. okt. kl. 18. Innm. áðrenn 1. okt. til JÓHAN RASMUSSEN, telf. 16. TIL GRØNLANDS I Rikisstyrid bað landsstýrið velja mann til at vera við í viðgerðini av fiskiskapsspurn- inginum í Grønlandi. Stýrið valdi fyrst Poul Nicla- Men tá id sen, landstingsmann. harra landstingsmadurin var noyddur at fara til Spanialands og Italiu fyri at samrådast um fiskasølu, skeyt hann til min at vera fyri hann i samrådingun- um um grønlandsfiskiskapin. sg kom soleiðis at verða limur í teirri undirnevnd, sum viðgjørdi og viðger Grønlands fiskiskapsspurningin. Í høvuðsnevndini — stjórnar- målanevndini — id vidger grøn- framtíðar stjórnar- spurning, sita bara Grønlend- ingar og Danir. Undirnevndirnar eru einans rådgevandi hjá høvudsnevndini viðvíkjandi skipanini av serstøku greinunum í ti grønlendska tjóðarlívinum — mentunarlig, jarðfrøðisliga, fiskivinnuliga, ídnaðarliga sum heilsuligu. Longu tíðliga á vári í ár varð talað um eina grønlandsferð fyri á ástaðnum at gera seg kunnugan við viðurskiftini har- uppi. | Ætlanin var upprunaliga ógvuliga rummisk. Samráðst varð um at nýla hitt stóra skipið »Bernstorff«, ið kundi taka bæði høvuðsneynd- ina við embætismonnum, ríkis- dagsins fastsitandi grønlands- nevnd og undirnevndirnar eins og eina rúgvu av blaðmonnum. Men tað varð av ongum við »Bernstorff«. Hetta skipið kom at vera ov dýrt, varð sagt. So varð avgjørt at nýta hitt nýggja skipið >Umanak<. Men í tí var ikki pláss til fleiri enn hovudsnevndina, rikisdagsins grånlandsnevnd og embætis- menninar, ið høvdu við grøn- landsmálini at gera. Undirnevndirnar og blað- menninir mátti detta burtur úr. Eg roknaði so statt ikki við at koma við á grønlandsferðini, Men sama morgunin, sum eg um kvøldið skuldi fara heim til Føroyar, aftaná at ríkisdag- urin var sendur heim, fekk eg boð frá Andreas Møller, de- partementschefi, um at koma á fund við honum kl. 4 á degi. av Petur Mohr Dam Har varð sagt mær, at stats- ministeriið bjóðaði mær við til Grønlands sum umboðsmann fyri tær serligu føroysku inter- essurnar har uppi. Hetta kom mær óvæntað. Og av ti, at eg hevði verið viðvirkandi til at fáa ríkisdags- ins figgjarnevnd til Føroyar í summar, fyri at hon personliga kundi fáa høvi at samráðast við ástaðisfólkið um ravmagns- málið og aðrar týðandi spurn- ingar, ið nevndin kom at fáa til viðgerðar, takkaði eg men mátti bíða við at svara, til eg hevði fingið stundir at leggja innbjóðingina fyri landsstýrið. Aftrat hesum kom, at eg sum sóknarstýrisformaður á Tvør- oyri hevði umboðingarskyldu, tá ið kongur kom at vitja. Men landsstýrið og eg vórðu á einum máli, at í Grønlandi leikaði so nógv á hjá Føroying- um, at eg ikki kundi bera meg undan at taka við innbjøðing- ini og nýta høvi at fara hagar á teirri grønlandsk-donsku sendimannaferðini. Og eg kann, nú ferðin er lið- ug, válta, at tað var neyðugt. Ti tað, sum nú leikar mest á hjá okkum fyri at vinna sómd- ir har uppi, er at koma á tal við teir grønlendsku ábyrgdar- menninar eins væl og við tað meiniga fólkið. Allar árar megu leggjast um borð fyri at skapa eilt vinarlag millum Grønlendingar og Før- oyingar. Grønlendingar megu av roynd- um læra, at Føroyingar eru hollir vinir teirra, og at tað er báðum pørtum til mikið gagn at arbeiða saman og í allar málar royna at hjálpa og dugna hvørjum øðrum. Vit megu vinna mesta partin á sjónum fyri at liva, og teir verða óivað í meiri muni noyddir at vinna føði sína á sjónum. Hvørgin parturin er so stórur, at neyðugt er at stríðast heldur enn at veiða saman í kappveiðu við aðrar tjóðir. Føroyingar eru fremri enn Grønlendingar í veiðihátíum og førum, kunnu Grønlendingar læra almikið av teimum. Men viðvíkjandi framleiðslu av góð- um saltfiski standa vit Føroy- ingar aftari enn Grønlendingar í dag. Her hava vit langan tein at rógva aftur. Og tað leikar almikið á hjá føroysku tjóðini, at doyður verður lagdur á, at vit skjótast møguligt — ongatíð ovskjótt — taka okkum fram ájavnt við teir bestu saltfiska- framleiðarar. At Grønlendingar standa frem- stir í hesum føri í dag er teim- um til miklan heiður og skal ikki loynast. Eg hevði høvi at fylgja við, hvussu Grønlendingar hagreiða sín fisk. Hvør einasti fiskur verður bløðgaður, skorin á háls, tá hann er komin innan stokka. Undir flekingini verður ansað eftir, at alt blóðið, id eftiri er í fiskinum, verður reinskað burt- ur. Grønlendingar hava ein ann- an flekingarhátt enn vit. Vandir at ansa væl eftir, at ikki verður ov djúpt skorið. Áttatalið skal síggjast sum hjá okkum. Men ryggurin verður loystur báðu megin frá, áðrenn høgt verður. Haraftrat verður eitt kut gjørt niður eftir mønuni í ryggjalut- inum, ið situr eftir í sporlinum. Hetta verður gjørt fyri at taka blóðið úr hesum ryggjapartinum. Menn minnast her hjá okkum, tá ið vaskað var til turkingingar, hvussu siður var at benda fiskin fyri at fáa hetta blóðið, í hvussu er tað, ið situr yfst við áttatalið, út, Fiskurin verður ógvuliga væl vaskaður, og royggið verður úrlikið, áðrenn saltað verður. 24. september 1949 Aftaná eitt vist dagatal, verður fiskurin umrivin, men vaskað- ur av nýggjum, áðrenn hann verður aftur saltaður. Allur fiskur, ið seldur verður sum saltfiskur í Grønlandi, er soleið- is veruliga tað, vit vanliga kalla fyri vaskaðan og persaðan fisk, fannhvítur og so avgjørt fyrsta- flokksvøra, id fær hægsta boð i kapping við allar aðrar tjóðir. Frammi eru uppskot um at byggja bráfrysti- og flakavirki og konservesvirki ymsastaðni í Grønlandi. Firðirnir eru fullir av og uttan fyri ikki minni. Veiði- og framieiðsluúrslitið er so statt óført hjá Grønlend- ingum. Takið er at fáa teimum før og menna teir og venja teir til av fullum huga og við sama ágrýtni og hegni sum aðrir fiskimenn at leggja út í stór- veiðu. Her megu teir leita sær til dugna lærimeistarar og starvsfelagir. Eg veit ongar betri enn Føroyingar. fiski Eitt samstarv á jøvnum føti millum Grønlendingar og Føroy- ingar vildi givið hesum báðum smátjóðunum miklan framburð. Eg mæli til at leggja út fyri hesum samstarvi. Her kunnu reiðarar, skiparar og fiskimenn gera almikið fyri at skapa eitt satt vinarlag við í øllum fori har ið fað er møguligt, at vera teimum til hjálpar og aldri sýna teimum annað enn spekt og høviskheit. Niðurlagt. Føroya Bjór Øl- og Mineralvatnsvirki Máltráð nr. 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Øl! og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jerðber limonada Vanillíe limonada Appolinaris ið senda kassar og fleskur aftur. Sendið tómt góðs aftur! EINAR WAAG Klakksvík. Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn