Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-10-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tv Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu SOSIALISTISKUR UNGDOMUR... nøkrum døgum síðani sosialistisk ungmanna- stevna hildin í Onglandi, fyri- reikað av ungmannadeildini í »Labour Party«, við tí endamåli at mana fram góðar og dugu- ligar røðarar til komandi parla- mentsval. Í alt luttóku 4000 ung- fólk, harav 1000, id á ein ella annan hátt eru bundin til leiðs- luna av enska arbeidaraflokk- inum. Tey luttakandi vóru flest oll millum 16 og 25 ár. Eisini sosialistisk ungfólk úr øðrum londum vóru boðin til stevnuna, — soleiðis møttu 18 ungfólk úr Danmark og 32 úr Sveriki. Av luttakandi var og er Fyri var ein øllum teimum helmingurin kvinnur, — hetta vert at leggja til merkis. Stevnan hevði leigað ein heilan feriubý, hvørs eigarar eru stórir kapitalistar. Her tvorraði einki, tí feriubýurin hevur allar hent- leikar: teatir, biograf, svimjihøll, fimleikahøll, ítróttavellir o.s.fr. Sum røðarar møttu nógvir mætir menn, ráðharrar, parlamentslimir og nógvir frá leiðsluni fyri arbeiðaraflokkin, fakfeløgini, bråksfeløgini o. a. — So nógv ger og verður gjørt fyri hin sosialistiska ungdómin úti í heiminum. Nú er spurningurin: Hvat gera vit fyri okkara sosialistaka ung- fólk her heima? Tvíverri verður lítið og einki gjørt. Væl eru vit fámentir, og hartil hava vit sum føroyingar ilt við at standa saman og fylkj- ast, soleiðis sum ungfólk gera í øðrum londum. Men fámentari vit eru, størri er okkara skylda, og meira umfatandi er arbeids- gestir og Okid, har vit í skrift og talu skulu breiða hin sosialistiska boðskapin og mana fram ein sterkan og menniligan sosialist- iskan ungmannaflokk,- id til fullnar kann gera sína skyldu ímóti fólki og landi. Ungdómurin må vekjast til arbeiði og ikki drukna í politiskum vón- og vitloysi, við tað, at hann sum einastu politisku foði fær tað, ið tey pólitísku afturhaldsblødini hava at bjóða av botnleysum klandri vavgreyti. Teir málvíst og nationalum ikki-sosialistisku flokkarnir hava yvirhøvur einki at bjóða okkara ungdómi, í verunleikanum eru teir einki. Teirra einasta enda- mál er at verja afturhaldið og kapitalismuna, soleiðis at før- oyskur ungdómur og Føroya fólk ikki fær tikið seg saman um at vinna fullan sigur fyri sosial- ismuni, soleiðis sum okkara frændir og vinir hava gjørt tað í Norðurlondum og flest øllum vestevropeiskum londum. Uppgávan er stór, men hon má loysast. Tó mugu vit minn- ast til, at vit vinna ongan sigur, uttan vit berjast av allari orku, — og berjast líka til hin seinasti afturhaldsmaðurin er burtur av tingi, og ikki minst, til øll okkara arbeids- og fiskimannafelog eru sosialistisk, til hitt mest full- komna. Kammiråtar! Føroya ungu sosialistisku kvinnur og menn! Standi saman! Lat ikki ta skomm sita á okkum at vit eru aftari enn ungdómurin í okkara grannalondum. Lat okkum gera JAVNAÐUR Leygardag 1. oktober 1949 | sum teir, og av kraft fylkjast um hina sosialistisku stevnuna, og at fylkjast um hesa stevnu, er tað sama sum at berjast fyri frígering arbeiðs- og fiskimann og ikki minst frígering ungdóms- ins, tí ungdómurin er landsins framtíð. Okkara mál má vera: Fólkaheimið Føroyar. Sum støð- an er í dag, er tað vissuliga langt burtur, men so satt sum vit hava viljan til at náa hesum máli, so satt er tað eisini, at einaferð vil tann dagur koma, tá hin núverandi sosialistiski ungdómurin kemur at hava | ábyrgdina í okkara: føroysk-so- sialistiska fólkaheimi, og tá er av sonnum eydnusólin upp- runnin yvir øllum teimum, ið so trongliga hava liva á lívsins skuggasíðu, undir tí kalda og hjartaleysa afturhaldsstýri, ið vit hava haft her á landi, iklætt ymiskar gekkaskortar, sum samband, sjålvstyri, fólkaflokk- ur o.a. Føroyskur ungdómur eigur tí í dag at taka eitt trivaligt lógva- tak saman, og fylkjast um, at fremja eina radikala sosialismu Foroya fólki til her á landi, gagn og frama. Ungur sosialistur. Hin nýggi lønarsåttmålin Í dag kemur í gildi hin nýggi lønarsáltmálin millum Føroya arbeiðarafelag og Før- oya arbeidsgevarafelag. Hin týdningarmesta broyting- in í hesum såttmåla er, at ar- beiðslønin nú verður hin sama um alt landið, Í króna um tíman í grundløn (burtursæð frá Tvøroyri og Hvalba, id hava 105 oyr. fyri arbeiðstiman). Afturat grundlønini kemur so enn sum áður um alt landið dýrtíðarviðbotin, 1 oyra fyri hvørt prístalsstigið og haraftur- at eykadýrlíðarviðbótin, id er 40 ovr. um tíman fyri bøna- manna- og lossingararbeið og 50 oyr. um tíman fyri bilstýr- arar og handverkarar. Hand- verkarar fáa framvegis somu samsýning, sum teir áður høvdu, fyri at halda sær við amboðum. Somuleidis við teimum, sum høvdu eykaløn í vanligum ar- beiði sum kol-, sall-, sement- og grolarbeidi o.s. fr. Lønin fyri ungarbeiðarar verður roknað á sama hátt sum áður, tó soleiðis, at har grund- lønin var lægri enn króna um tíman, verður hon nú roknað út frá 1. krónu. = — Grundlønin fyri kvinnur innanfyri Føroya arbeiðarafelag er sett til 40 oyr. um tíman og verður annars útroknað sum áður. í Yvirtíðarlønin er hækkað nakað, og verður frá í dag at rokna soleiðis: Frá kl. 17—21: 60 pst. av grundlønini, frá kl. 21—7: 120 pst. av grundlønini, og fyri sunnudags- og halgidagsarbeiði: 200 pst. av grundlønini. Fyri arbeiði uppá fisk og av- greiðslu av fiskivinnuførum verður tó yvirlíðarlønin hin sama sum higartil: 50 pst., 100 pst. og 100 pst. fyri sunnu- dags- og halgidagsarbeið. Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR Stríðið harðnar Russar hava sagt upp vina- og verjusåttmålan við Jugo- slaviu. Teir siga í sambandi við uppsøgnina, at jugoslavar sjálv- ir hava trampað henda sátt- málan sundur og drivið figginda politikk móti Sovjetruslandi. Nýggir politistar Týskvøldið 'setti Tórshavnar býráð 4 nýggjar politistar. Teir eru: Hans Jespersen úr Hans Øregaard úr Mourits Rubeksen og Hansen úr Havn. Teir triggir fyrstnevndu hava allir gingið á politiskúla í Dan- mørk. Herluf Hansen var í nøkur ár eykapolitistur. Henry Djurhuus er á politi- skúla, og tá hann kemur aftur, er ætlanin, at hann verður yvirbetjentur. Hvalbæ, Leirvík, Herluf Fiskiskapurin Landað í Bretlandi: Norðheim 287 ks, 1177 £, Barið 328 ks, 618 £ (4 flutt 55 ks. 418 £), Blåfoss 296 ks. 555 £ (+ 4 ks. 49 £), Trygvi 113 ks. 418 £, Tre Kroner 345 ks. 1085 £ og Fossá 457 ks. 1098 £. Ferskfiskalandingarnar í Bret- landi vóru í september í ár 851,57 tons ímóli í september i fjør 1453,49 tons. Í peningi gav hesin fiskur íár 802.072 kr. ímóti 1.457.253 kr. fyri sama mánað í fjør. Tíðindi frá Fiskasøluní: Ur Grønlandi: City of Norwick 70 tons, Skálanes 125 tons, Falkur 60 tons, Bearnaise 200 tons (sidstnevnda við snøri og línu), Albert (snøri) 91 tons. Undan Íslandi: Maritana 76 tons (4. túrur), Keflavík 52, Johanne 52, Kittywake 48 og Regina 30 tons (snørisskip). Undan Bjarna- oynni: Dragaberg 125 tons, og úr Hvítahavinum: Beinisvørð 96 tons (trol). Havborgin siglur heim við 130 tonsum. Fiskitíðindi = úr Suðuroy: Rankin 140 tons av stórtorski, Drottur 120 tons av stórtorski. Maríte og Vesturvík á heimleið