Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1949síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1. oktober 1949 fullfermd, hava landað hvor síni 400 tons. Vestmanna fullfermd undan Íslandi. Róin komin heim við maskinskaða. Høvdaberg boðar frå 100 tonsum og Vørðan frá 30 tonsum. Beinisvørð heim- komin við 96 tonsum. Á Drelnesi hava skipum verið eftir salti. Einki trolarakol er í landin- um. Ætlar »Trolkol« ikki at flyta meira kol inn? hópur av Prístalið fyri oktober ársfjórðing er 265. Norska sjómarkið Í 1935 settu norðmenn sjó- mark sítt til 4 fjórðingar frá yistu skerum. — Onglendingar vildu ikki ganga undir hetta, og fóru tá samráðingar fram millum londini, ið endaðu við, at norðmenn góvu nakað eftir og lýstu 4-míla sjómarkið at galda frá ytstu landsoddum i staðin fyri sum fyrr frá ytstu skerum. Í summar tók norska sjó- verjan ein enskan trolara. Ong- lendingar søgdu henda trolara at vera tiknan á lógligum øki, og aftur hava drúgvar samráð- ingar farið fram millum lond- ini, men tær hava á hesum sinni verið úrslitaleysar. Bretar hava nú lagt spurning- in um norska sjómarkið fyri dómstólin i Haag. Teir krevja, at antin skal hitt gamla sjó- markið uppá 3 fjórðingar vera galdandi ella at markið einans skal vera sett til 4 fjórðingar úr ytstu landsoddum. Norð- menn fara ætlandi at halda uppá, at sjómarkið skal vera 4 fjórðingar úr ytstu skerum. Miðvikudagin tók dómstólurin í Haag móti klaguni; men vænt- andi verður ikki dømt í málin- um fyrr enn um eitt hálvt ár. Skiparar í Hull og Grimsby krevja nú eisini rætt til at sigla innanskers — framvið norsku strondini fyri at spara tid. Niels P. Holm evena- og ovrnalækni virkar É Sandi týsdug 4. okt. frá kl. 13. Í Klakksvík mánadag 10. okt. 15. okt, á sjúkrahúsinum frá kl. 10. Øl eiga at bråka Føroyska hondsåpu frå fabrik OKKARA hósdag 6. okt. leygardag FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR | Smádrongur meinslaður Miðvikudagin datt ein 9-ára gamal smádrongur, sonur Jákup á Lava, postbod, i lastina á damparanum Rendbjerg, id lá og lossaði sement í Havn. Høvd- ið á dronginum var illa meitt, og hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahúsið. Ohappið hendi, meðan arbeid- ararnir vóru til døgurð. — Teir høvdu ikki lagt lastalúkurnar á men einans breitt eina prosenn- ing yvir lastina. Drongurin varn- aðist ikki hetta, men steig á pro- senningina og fall niður á sem- entið í lastina. Tað síðsta, vit hava frætt frá dronginum, er, at hann livir heilt våndliga. Útflutningur av salt- og klippfiski Í fyrra árshelmingi í ár varð flutt út frá Føroyum stiv 15000 tons av salt- og klippfiski. Hetta gav í peningi slakar 24 milljónur krónur. Uppi í hesum var tó nakað av fiski, sum var veiddur í fjør. Meginparturin av hesum fiski var seldur til Italiu og Portugals, fyri einar 6 milliónur til Spaniu, og eitt sindur til Tysklands og Danmarkar, og 17 trolaraland- ingar í Onglandi og Danmørk eru íroknaðar talið. Tær góðu tilsamans slakar 3 milliónur. Foroya Forngripafelag heldur ársaðalf. í Føroya Forn- gripasavni 31. okt. kl. 8 sp. Formaðurin. | BARNAHJÁLPIN | ØL GAGNAST VÆL 10 krónir i békasølunum . Nr. 36 Kirkjuliga Heimamissions årsmøti í Havn. 20.—23. oktober 1949 Um Gud vil, heldur »Hin kirkjuliga Heima- missionin« í Føroyum ársmøti i Havn 20.—23. okt. Fyri uttan heimligar talarar, vænta vit sum gest og hjalparmann við møtini, sóknarprest E. Majdahl, Næsborg. Innivist til hesar dagar fæst við at siga frá áðrenn 17. okt. til Sofus Højgaard, tlf. 204, Frk. H. Bæ- renlsen tif. 428, R. Mortensen, Argir tlf. 1, Sjó- mannsheimið ella missioner Joh. Mortensen. > Vegna K. H. Samfundsráð í Føroyum C. Eltassen. Kunngerð fra Valutamiðstoðini Allir teir ið ynskja at flyta inn LEÐURSKÓGVAR, VOKSDÚK OG KØKSBUNYTTUR AV STEINTOY mugu senda umsóknir hetta til Valutamiðstøðina áðrenn tann 25. oktober 1949. Umsóknir, ið ikki eru Valutamiðstøðini í hendi tann 25. oktober 1949, kunnu ikki væntast at verða tiknar til viðgerðar. VALUTAMIDSTØDBDIN, tann 1. oktober 1949. Fiskireidskapur. FE. h. J. NICOLAISEN Línukúkar frå nr. 7 til 12. Fiskisnari 1'/,, 2, 2', og 3 ibs. sneri. Ravmagnsperur av øllum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum. Okkara klædnavørur av øllum slegum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og prís Arbeiðaranna Trolarafelag. A. m b. Å Nýggj bók: FØROYA — FOLKAHASKULI 1589 1949 Minningarrit Føroya Fólkaháskúlafelag gav út Bókin er send limunum TYGUM! Vilja lygum minnast og fáa góða hylling á kapitul í Føroya søgu almikid for- vitnisligt, keypid tá bókina!