Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-10-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Í . TTT Tingið vn | kom saman afíur mánadagin, | SOSIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A. ØSTER Ymis tidindi Harris, ið hevur rikist uttanum Føroyar við óálítandi kumpas síðani síðst í farnu viku og ikki funn- ið land, kom miðvikudagin á Vestmanna. Hvalbáturin Falkur hevði rakt við skipið og fylgdi tí til lands. Grønlandsfarid varð týsdagin åsiglt av hålend- ska damparanum Lingestroom á Sørvági. Skaðin og arbeidis- tap varð mett til 50.000 kr., sum hálendska skipið mátti tryggja Grønlandsfarinum. Rókur sleipaði = sunnudagin tankbátin »Divina« inn á Skála- fjørð. »Divina« hevði á ferð frá Tvøroyri til Klakksvíkar fingið motorskaða og bað um hjálp. svenska Frakland Einki tykist at líða fyri, at stjórnarkreppan = í Fraklandi verður lovst í bræði. — Menn høvdu væntað, at tað Íór at eydnast javnaðarmanninum Moch at mynda stjórn, men tað varð ikki. Nú skal social-radikali flokkurin royna. Jugoslavia er innlimað í tryggingarráð FNs. Hetta líkar russar illa, og teir tala harðliga at hesum. Teir tvkjast ikki vilja sleppa nøkr- um, teir hava fingið klørnar í. Kommunistar í Noregi eru illa við aftaná stór- tingsvallið. leir fingu 6. u. 100.000 atkvøður men ongan mann valdan. Nú hava fteir bidid ríkisstýrið kanna eftir, um ikki møguligleiki er fyri, at teir á ein alla annan hátt kunnu verða umbodir á stórtingi. Teir hava fingið tað svar, at hetta er ógjørligt eftir vallógini; men samstundis verður sagt, al stjór- nin vil laka til viðgerðar broyt- an av vallógini. Hvor skal siga: Kanska næstu ferð. Tórshavnar havn fekk sær nakað síðani ein motorkrana at lossa við. Teir hava óivað havt gott brúk fyri honum, tí nú hava teir fingið sær ein aftrat. Hin fyrri lyfti upp til 2 tons, hesin nýkomni lyftur 4 til 6 tonsum. Hann kostar slakar 100.000 kr. og longu týsdagin kom trolara- málið til fyrstu viðgerð. Stórtingsvalið Fínteljingin til norska stórtings- valið er nú liðugt. Úrslilið varð, at javnaðarflokkurin vann 9 manns, hann hevur nú 85 stórlingsmenn. Kommunislar mistu allar sínar 11 lingmenn, og høgriflokkurin misti 2. Bónda- flokkurin vann flokkurin og vinstra vunnu hvør mann. 2 og kristiligi sín Grind Í gjár varð grind hildin til á Miðvági. 100 hvalir løgdu beinini, Gullbrúdleyp Marianna og Johan- hava Hjúnini nes Mortensen, gullbrúdleyp 24. oktober. Tvøroyri, o h . o Spinnandi galid Tad må vera spinnandi galid, at reidarar kunnu pantseta, um- framt sin egna fisk, fiskimannsins part i veidini, tå teir låna pening til sutgerdina. Hetta hevur javnadarflokkurin ikki hildið kunna borid til, og hann krevur tað tíð broytt. Men broytast kann tað ikki uttan við lóg, og hevur flokkurin tí heitt á tingid at fáa úlgerðarlógina broytta. Áheitanin á tingið ljóðar so: Sum nú er skipað, hevur út- gerðarmaðurin rætt til at seta alla veiðina, fiskimann- sins part, í veð fyri útgerðarlán. eisini Tá henda skipan kemst okkum at vera hættislig fyri fiskimannin, loyva vit okkum at biðja tað heiðraða løgting um at broyta útgerðarlánslógina soleiðis, at fiskimannsins partur ikki uttan manningarinnar samstykt verður settur í veð fyri útgerðarlán. URSLIT AV LUTAKASTI í burturluting Sjúklingafelagsins i Hoydali: 1. Modellskip 6788 2. Radioapparat 2567 3. Kaffimaskina 1452 í. Kjoli 9487 5. Konufolkatroyggja 3468 6. Mannfolkatrovggja 8538 7. Køkurørari 619 8. " Ljósadúkur 1548 Vinnarar biðjast venda sær til Sjúklingafelagsins í Hoydali. FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI Almennur fundir Til tess at halda 50 ára minn- ing Føroya Fólkaháskúla verður almennur fundur úti á háskúla- num 2. nov. kl. 8. Røðarar verða H. A. Djurhuus, Jóhannes av Skarði o. adr. Stjórnin. —— W————widiiii 22. oktober 1949 Til Foroya fólk Sum kunnugt fekk uppskotið frá Káre Orud, myndahøggara, Oslo, I. heiðursløn í kappingini um minnisvardan fyri okkara sjómonnum. Sjålv standmyndin verður í bronsu, 4 metrar høg, og er myndahøggarin nú, farin undir at gara hana. Fóturin á minnis- varðanum, ið er eitt 7 metra høgt stiliserað akker, verður gjørdur í jarnbeton og klæddur við basalti; hann verður boðin út í Føroy- um í vetur, soleiðis at hann kann fara í gerð til várs. Útbjóðingin fer fram eftir tekning myndahøggarans. Tvær stórar bronsuplátur á fótstykkinum skulu bera nøvnini á ollum teimum sjómønnum okkara, id fórust undir bardaganum. Plantasjunevndin hevur játtað, at minnisvarðin verður reistur á plantasjuni á einum heyggi við tjørnina har. Varðin verður, tåid hann er reistur, einar 11 metrar høgur, og fer at vera sæddur yvir alla Havnina og frá sjønum. Minnisvardanevndin Peter Nicolajsen, Chr Holm Jacobsen, Í. P. av Reynt Í. P, Henriksen Í. Waagstein Foroya Bjó Øl- og Mineralvatnsvirki Máltráð nr. 4 Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jerðber limonada FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Vanillie limonada Appolinaris Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur! EINAR WAAG Klakksvík. ASBEST CEMENT TAGPLADER atter paa Lager. - De hjemkomne Plader egner sig ligeledes til udvendig Beklædning. A-S BALSLEV & CO. TORSHAVN Bygging av leikfimis- og svimjihøll Útboðið verður stoypiarbeidi og útgrefstur við bygging av leikfimis- og svimjihøll við Tvøroyrar skúla sampart tekningar og arbeidistreytir, id eru til skjals hjá J. Hofgaard arkitekti, Hvitanesi, Tvør- oyri, og sum kunnu fåast ímóti at gjalda 25 kr., ið verða afturgoldnar, tá ið tær verða afturbornar. Tilboð verða at geva Froðbiar sóknar kommunu innan 1. november 1949 kl. 17. Kommunan heldur sær rætt til at velja millum tilbodini eins og einki at taka. Tvøroyri, hin 7. oktober 1949. Frodbiar sóknarstýri.