leygardagur 29. oktober 1949síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
29. oktoberber 1949
FØROYA SOSTIAL'-DEMOKRATUR
Nr. 41
EET rf ff———|f—o8————h——
Svar frå Føroya Fiskimannafelag:
Í Føroya Sosial-Demokrat fyri 25.
oktober hetta ár stendur ein grein
undirskrivað fleiri fiskimenn, og við
tað at henda grein fleiri ferðir
nevnir nøvnini Dánial Klein og J. H.
Danbjørg, ið eru formenn fyri ávika-
vist Føroya Fiskimannafelag og
Suðuroyar Fiskimannafelags, so
vilja vit svara uppá hesa grein, so
væl sum vit kunnu,
Fyrst endurgevur
grein 15 í „Sáttmáli fyri snøris- og
linufiskiveidu til saltfisk“, sum hev-
ur við lastamannin at gera.
Síðani tekur greinskrivarin til
orða: „Hetta er alt tað, ið stendur
um lastamannin, sáttmálasmiðurnir
hava púra gloymt at siga eitt orð
um lastamannin í samveiðu“.
Vit vilja lata greinskrivarin vita,
at vit eru ímillum sáttmálasmiður-
nar, men vit hava ikki gloymt lasta-
mannin í samveidu,
Vit vilja beinan vegin endurgeva
grein 18 í sama sáttmála. Hann
sigur: „Allar trætur um røttu fatan
av sáttmálanum skulu avgerast av
einúm gerðarrætti. Fiskimannafeløg-
ini velja 2, útgerðarmenninir 2
menn og hesir 4 velja uppmann,
men semjast teir ikki um hann, set-
ur rætturin hann út“.
Henda grein gevur okkum og eis-
ini reiðarafelagnum ein rætt, sum
í vissum førum kann hava ógvuliga
stóran tydning. Higartil hava vit
ikki vent okkum til Færdernes Re-
deriforening, sum er hin parturin i
ådurnevnda sáttmála, um at seta
nakran av hesum gerðarrættum, og
heldur ikki hava vit higar til dags
fingið áheitan frá reiðarafelagnum
um slíkt. Hesin sáttmáli er undir-
skrivaður 3. mars 1948. Føroya
Fiskimannafelag hevur millum ár og
dag so nógvar ymiskar spurningar
fyri, og eisini spurningar í sjálvum
sáttmálunum, sum ivingur kann
vera í. Vit hava, í teimum førum
sum hava verið, lagt okkara áskoðan
fram fyri reiðarafelagið, sum í hes-
um einstøku førum hevur verið á
somu áskoðan sum vit, og harvið
hevur so verið ógrundað at seta
ådurnevnda gerðarrætt higartil.
Vit hava í einum einstakum føri
verið ósamdir við eitt útgerðarfelag
um lastamannin. Hetta felag heyði
eitt skip á snørisveiðu, og fiskiskap-
urin var felagsveiða og ikki sjálv-
dráttur. Hetta hevði
avroknað lastamannin bert av mann-
ingarhelvtini, vit hildu hetta is ki
vera rætt, og vit løgdu málið fram
greinskrivarin
útgerðarfelag
fyri semingsmannin, av ti, at hetta
hendi beint aftaná, at
vóru gjørdir. Semingsmaðurin gav
okkum fult viðhald í okkara áskoðan
og hetta lótu vit útgerðarfelagið fáa
at vita, og teir rættaðu so avrokn-
ingina uttan nakað annað stríð.
Hetta hava vit so síðani havt til fyri-
dømi, og síðani hava vit ikki havt
nakað stríð við útgerðarfeløg um
lastamannin, uttan at vit hava fingið
tað rættað í øllum góðum, og uttan
at fara til rættin ella stevna ella
nakað líknadi.
Um sjálva útrokningina av lasta-
mannslønini, sum fleiri tykist nakað
torfør. hava vit eisini latið gjørt eina
„recept“, og sum vit hava frætt er
væl móttikin av teimum, sum skulu
brúka hana.
Hvussu vorðið er í Suðuroy kunnu
vit ikki svara á, men kanska S. F.
fer at greiða frá tí. Teir hava fleiri
ferðir spurt okkum um hvussu sátt-
málin um lastamannin skal fatast,
og teir hava hvørja ferð fingið greitt
svar. Her norðanfjørðs er eingin
ósemja um hetta mál.
sátltmálarnir
Viðvíkjandi landing i Grønlandi
um tað er skylda ella ikki at landa
fisk, so er hetta ein spurningur, sum
hoyrir dómstólunum at svara á, ti
hetta kemur at bera við sjólógina.
Síðani „Andel í Fragt“, her. vilja
vit lata greinskrivarin vita, at okk-
ara áskoðn er tann, at hetta ikki
kann koma inn undir teir útreiðslu-
postir, sum manningin tekur lut í at
gjalda, tí hesir postir standa allir
nevndir við navni, og teir eru:
1. Allar útreiðslur á sølustað.
Matur.
3. Salt.
4. Ísur.
n
5. Kol.
6. Olja.
Agn.
8. Vanlukkutrygging.
=
9. Trygging.
10. Havnargjøld í Føroyum og út-
landinum.
11. Gjald til Lønjavningargrunnin.
Vit vilja mótmæla fyri ein hvønn
útreiðslupost, sum kemur út um
hesar ådurnevndu, og hvat viðvíkjur
Andel i Fragt", so hava vit eina
rættarsak gangandi fyri eina mann-
ing, sum hevur goldið hetta í 1948,
og stå ið dómur er fallin í hesum
máli. sum verður um stutta tíð, so
er hetta ikki nakað ivamál longur,
vit vilja sjálvandi boyggja okkum um
dómurin skuldi falli okkum ímóti,
men sum vit tvørturímóti sum givið
rokna við fer at geva okkum viðhald.
Sjálva fiskasøluna vil greinskriv-
arin, at fiskimenn skulu hava líka
góðan rætt at taka avgerð um, sum
útgerðarmaðurin, men tað stendur
klárt og greitt í $ 16. Hesin 8 gevur
fiskimonnum fullan rætt at taka av-
gerð um sín egna part av veiðuni.
Tá ið fiskimenn hava fråbytisrætt
fyri sínum parti av felagsveiðuni, so
er óteinkjandi at kunna fáa fleiri
sømdir í einum sáttmála hesum við-
víkjandi.
Hvat viðvíkjur grein 8 stykki 2 og
3. so er hetta nakað av tí, sum i
øllum sáttmálanum hevur volt eina
mest trupulleikar, tí hesu bæði
stykkir eru fleiri ferðir broytt í
orðaljóði, tí tað koma dømir eitt ár,
sum ikki eru hóskandi til hetta orða-
ljóð, og so verður broytt, og so árið
eftir kann væl henda, at tad var
betur. sum stóð frammanund:n. Men
her hava vit nú fingið inn í grein 8
stykkið 1, at tað sum ikki klári og
tvdiliga kemur inn undir stykkið 2
ella 3 skal verða innanfyri stykkið
1 ella til 50 pst. av netto,
Um tað er nakað í teimum ymisku
sáttmálum, sum fiskimenn ikki skilja
so vilja teir altíð fáa tað at vila
við at venda sær til annað fiski-
mannafelagið, og skuldi tað hent, at
Færøernes Rederiforening“, sum vit
hava hesar sáttmálar við, skuldi havt
eina aðra áskoðan uppá málið, so
skjótari jú betur lat okkum fáa tað
klárlagt, tí ein sáttmáli um arbeiðs-
viðurskiftir er bestur, greiðari og
klárari hann er, og uttan nakað sum
kann misskiljast.
Tórshavn, tann 26. okt. 1949.
Føroya Fiskimannaf-!ag.
di 174,
GAGNAST VÆL
|
ASBEST CEMENT
TAGPLADER
atter paa Lager. - De hjemkomne Plader egner sig
ligeledes til udvendig Beklædning.
A-S BALSLEV & CO.
TORSHAVN
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
AFDELING:
TRANGISVAAG
HOVEDKONTOR
THORSHAVN
Stittet 1906
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000
Jankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 —3.
Lørdeg 11—2
Fiskireiðskapur
Línuhúkar frá nr. 7 til 12
Fiskisnøri 11/2, 2, 21/2 og 3 Ibs.
Ravmagnsperur
av øllum.støddum eru bestar
og bíligast hjá okkum
Okkara klædnavørur
av Ollum sløgum eru brått
vidgitnar um alt landið fyri
góðsku og prís
ARBEIÐARANNA TROLARAFELAG
A.m.b.A.
——————nia
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
i 372 Føroya Sjovåtrygging ... telf. 372
Føroya Kríggstrygging.. telf. 372
Førova Brunatrygging .. telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221
. Vit tryggja:
Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
Færøsk Margarine
VITANE!
Vitaminiseret
Færøsk Produkt. Fint Produkt.