Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-11-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1949síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 | - Føroya | S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A. ØSTER YMIST El-ljósið í Sørvågi lýsir nú alla náttina. Fyrr varð slókt yvir alla bygdina um midnátt. Enn er el-innleggingin ikki lið- ug, og fólk „eru ótolin eftir at fáa hetta gjørt. Í Sandavági leggja teir eisini inn el-ljós, men ikki er komið so væl ávegis har sum í Sør- Vági. Annars ganga tey tíðindi, at J.E. Thomsen keypmaður ætlar at seta í verk stórfingið arbeiði við tilvirkan av fiski. Í Miðvági er eisini el-verk, og lýsir hetta ljós upp allar vegir og úti á havnaverkinum, sam- stundis sum nógv hús hava el- ljós frá hesum verki. Í Bø hevur privatmaður gjørt sær egið el-verk, og lýsir hetta væl. Tað er Ove Heinesen, sum hevur gjørt hetta henta verk. Í Vágum hevur hesa seinastu tíðina verið nógv arbeiði við at pakka og avskipa saltfiskin, sum veiddur er í hesum ári. Miðvágs skúli er víðkaður við einum lærara aftrat. Hin nýggi lærarin er Jens Vang, fyrrverandi lærari í Norðdepli. — Nú eru 3 lærarar í Miðvági. Í Sandavági hevur verið lær- araskifti. Frits Petersen er kom- FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR in f embæti og Jåkub Heinesen er farin år embætinum; hann er nú lærari í Kunoy. Frits var lærari á Slættanesi, áðrenn hann kom til Sandavágs. Í hesum mánaða vænta fólk, at flúgviruta kemur í lag í Vág- um. Tað er Dánjal Niclasen keypmaður, sum er undangongu- maðurin. Í Vestmanna er nógv arbeiði í gongd. Frú Kalla Hansen bygg- ir gistingarhús. Otto Jacobsen keypmaður byggir veru- og fiskagoymslu. Vestmanna skips- verft víðkar um eki og skipa- smiðju sína. Skúlanum líður væl. Hita- og reinsunarverk til svimjihøllina er keypt. Annars eru Vestmenningar ógvuliga ó- tolnir eftir at fáa skúla teirra skipadan sum keypstaðarskúla; alt ov leingi gongur við at fáa hetta í lag, halda teir. Á Válinum byggja teir eisini nýggjan skúla. I Funningi er hin nýggi skúl- in nú vígdur, men hann er ikki heilt liðugur enn. Hin nýggja kirkjan í Hvanna- sundi er nú vígd. Lærarahús eru nú gjørd í Arna- firði. Klakksvíkingar gera skúla teirra enn størri. — Havnaverk teirra er við at útbyggjast, men teir eru tarnaðir, tí teir ikki fáa verkfrøðingarnar at gera plán- irnar lidnar. Í Tórshavnar kirkju verða tann 22. nov. vígd sum hjún Dagny Midjord og Viljormur Tórsheim. Í vikuni komu sperrur á dr. Ingriðar barnagarð og pråsta- garðin í Tórshavn. TROLARADRIFTIN Røda av P, M. Dam undir saneringarvidgerdint Ímynda vit okkum støðuna í árunum aftaná kriggið, um eingi skip vørðu keypt, og meta vit hana við støðuna í dag hava vit tvær ólíkar myndir. Munurin er sum millum tveir bóndur, ið hava verið á fjalli. Annar kemur aftur við einans einum sløði av seyði, illa nóg mikið til fjall- menninar, tí meginparturin av áseyðinum var farin við skalvs- lopi, og eingin nýggjur áseyður var settur við. Hjá hesum bónda kom ásurin at vera tómur. Meðan kemur hin bøndin aftur við teirri slørstu gongu, hann á nøkrum sinni hevur tikið. Kjøt- ásur hansara kom at verða fullur út á endarnar umframt allan seyðin ið hann kundi selja monnum at drepa. Her er munur á skurðum. Hin fyrri við armóðini! Hin seinri við yvirflóðini, heyði einans tað at kæra seg yvir, at hagi hansara var við at verða yvir- skipaður, og at summar ræsur vóru burturtradkadar, so tað var neyðugt at leggja nýggjar ræsur og umskipað røktina. Tað var best, um landið hevði haft kunnað keypt sær bara nýggj skip. Men tað er manga- ferðir betri at hava keypt skipini vit hava, heldur enn at gjørt sum summir bara at sitið á krigságóðanum við eini svangari fjøld. Tí hvussu skal farleysur fiskimaður vinna sær fyri føðina. Hvussu nógv tey keyptu skip- ini hava givið landi og fólki okk- ara, fáa vit eina hylling á við at meta skattainntøkurnar aftaná krigslok við skattainn- tøkurnar undan og undir krignum. Hin stóra veiðan, ið tey keyptu nýggju sum gomlu skipini eins og tey umvaldu og nútímans- gjørdu eru komin heim við, hevur givið livsevni út í ytsta krók í okkara samfelag. Og tað gleðiliga er, at vit við undantak av nøkrum lánum i Kongeriget Danmarks Fiskeri- bank hava goldid flotan við peningi úr Føroyum. Landið Føroyar eigur so statt flotan. Hetta, at okkara høvuðsarbeiðs- amboð er frítt fyri trýst uttani- frá, er ein veldugur fyrimunur. Tað ger spurningin um eina nyskipan av rakstri og drifthåtti, so driftin aftur kann koma at hvíla í sær sjálvari, nógv lættari enn hjá honum, ið er heftur av út- leudskum skuldarbondum. Ístað- in fyri sum hjå ti, sum er i utlendskum skuldarhafti, at ofra meginpartin av peningaorkuni til at sæta ti útlendska kreditorin- um, kunnu vit sáltliga og sak- liga viðgera, hvussu vit á besta og lagaligasta hátt kunnu ikki bara lætta vinnuni fyri ein part av peningatrýstinum frá teimum, ið hava drigið sær ríkidømi undir krignum, men eisini lala teir beinan vegin koma at taka eitt tak við at bera ein part av kriggskostnadinum og eykabyrð- unum. Ein partur av okkara veiði- amboðum kom at verða keyptur oy dýrt og hevur haraftrat verið fyri ymsum óhappum og ókøn- um fyrisæti og ókønari umsiting. At bøta her liggur nú fyri tinginum. Ábótarspurningurin hevur verið til kanningar hjá nevnd og landsstýri okkara. Úrslitið av hesum kanningar- arbeiði kann ikki sigast at vísa á fullfiggjadar ábótarleiðir, hóast tikið verður undir við summ- um, ið skotið verður uppá. Grein Í, Í. og 2. petti, um at landsstýri skal kunna læna er samsvarandi við tað vald, id landsstýrið hevur í dag sam- bart lóg. Petti 3 ast meiri um at ikki skal læn- enn 1,5 million, er 19. november 1949 nytt. Tann i hesum petti setta avmarkan er ikki bein. Her eigur landsstýrið at standa frítt at handla eftir ábyrgd eftir sum umstøðurnar koma at falla. 1. petti í grein 2, um at bara í Føroyum búgvandi kunna fáa lán, er rætt, meðan 2. petti vil vera betri, um tað verður broytt soleiðis, at umsitingin verður løgd undir eina trýmannaneynd við einum manni valdum av landsstýrinum, einum valdum av Vinnulåni Føroya Løgtings og einum valdum av bankanum. Tað liggur beint fyri, at um- sitingin fer ígjøgnum Vinnuláns- grunnin. Reglugerðin fyri umsitingina eigur at verða viðgjørd og sam- tykt av løgtingi og landsstyri- num. (Framhald). Aðalfundur. Ársaðalfundur verður hildin mikudagin 30. november 1949 kl. 20 í Havnar klubba. Dagsskrå: Roknskapur, Nyval, Ymist. Tórshavn, 11. novbr. 1949. Nevnd Færgernes Rederiforeninsg Galv. vaskibaljur 28, 30 og 32“ hjá Th. Dam & Co., Telf. 13 . Box 13. AKTIESELSKABET FØROYA BANKI HOVEDKONTOR THORSHAVN Stittet 1906 AFDELING: TRANGISVAAG Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000 Bankforretninger af enhver Art udføres. Kontortid Kl. 11 — 3. Lerdag 11—2 Færøsk Margarine VITA Ne: I Vilaminiseret Færøsk Produkt. Fint Produkt.