Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-12-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. desember 1949síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA SOSIALDEMOKRATUR JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR FRÆLSI Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 -+ porto um fjórðingsárið Nr. 49 23 årg. Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Leygardag 24. desember 1949 | Vit vóru tveir, 19 stóðu úti á vegnum, eitt kvøldið. Tá kom hon framvið: Innføtt á øðrum beini, útføtt á hinum, nøsin upp í rógv, bar høvdið hallt, gekk eitt sindur krykin við hondun um samanløgdum í fanginum. Flættur niður eftir bakinum, båtsmanshatt á høvdinum og teinaskjúrt oman fyri knæ. Eg vendi mær á og hyggi aftaná henni: „Hvør var hatta ?" „Malla. Hví spyr tú so?“ „Nei, hon fall mær í eyguni.. Klædnaburðurin..“ Ár gingu, eg bar ikki eyga við hana aftur. Men so ein vetrar- dag, eg eri í kirkju, situr hon undir liðini á mær: Bátsmans- hatt, teinaskjúrt og loðtroyggju niður á miðju — sang ramliga, geispadi upp ímillum, men clmadi ikki á fyri tað. Prestur kemur fram og præd- ikar: Arvasyndin hevur beint fyri okkum. Menniskjan var Gudi lík í forðum. Men smátt í Ádóm, hann kom okkum í klotur.... „Og hvor fekk skuldina?“ stingur Malla mær inn í oyrað, „Kvinnan, Eva. Hvad Fatter gor.... ikki so?" Eg hvakk av henni og forkadi meg eftir brikini. Men hon kom aftaná: „Óhoyrt tvætl, hann sig- ur. óvitinskapiligt, banalt tvætl fossilt, ha?“ Men prestur reisir mannaætt- ina aftur, tað bilar ikki, bíða nú, tað ævinliga tolið er yvir okk- um. Sjálv eru vit einki før, ver tigandi. Men tað ævinliga tolid kann. Gyrð teg við vón og bíða, menniskja...“ Malla rassast á bríkini kovrir undir meg: „Orki ikki at hovra hatta longur, eitt hjalls- hongsl ið ríkir, ha ístaðin fyri at tosa um U N, Dumbarton Oaksavgerdina og tað“. Hon tek- ur sálmabókina undir hondina, kastar upp á nakka og fer til stroks út eftir kirkjugólvinum. og Ein fyrrapart eri eg inni i Tinghúsinum. Tá kemur Malla inn har og setur seg undir lidi- na á mær: Bátsmanshatt, teina- skjúrt, men flætturnar vóru burtur og fruntur hekk niður móti brúnum. Hon hevði eina lítla gráa tasku hjá sær, tók stokkar uppúr og setii seg at binda. Bleik í andliti, inn- fallin í kinnarnar og búkurin út í loft. Tingformaðurin leggur fram málið um víðkan av sjómarki- num. Tá Malla eftir førkar seg MALLA- „Hevur hetta málið eisini lokkað tygum inn higar?“ „Sjómarkið? Nei, eg kom at hitta ein mann, datt so inn”. „Ongan áhuga fyri sjómarki- num, kanska?“ „Nei, satt at siga menninar um tað“. Ah, fatalist, ha?“ Hon tagn- ar og slotar. Ein tingmaður reisir seg upp og mælir: „Hetta er eitt millum- landamål, her nyttar okkum einki at krevja, bert ynskja.... Teir stóru ráða“. So setur hann seg aftur. Malla gav seg illa. Eg helt, hon fekk ilt, men tað var bert henda víkjandi støðan í ting- salinum, ið gjørdi tað „For- barmi seg fyri malaci, ha? Hví fer eingin upp og rópar hann idiot, landasvíkjara, hund “ situr hon og letur: „Hava tygum vitað eitt sovorðið øni av deydningum, sum her er sam- anrikið?“ lati ting- „Hvat skulu vit í millum- landamálum?“ royni eg. „Tað er rætt, sum maðurin segði, at teir stóru ráða, Churchill, Tru- mann og teir“. Hon heldur uppat at binda, starir upp á meg, fánar: „Stalin nevna tygum ikki, ha? ikki millum teir stóru eoan- trop, kannska Áh, her er so lummurt, eg má fara“. Alt í einum var hon burtur, bert nøkur vát spor stóðu eftir á gólvinum. Árið eftir var eg á Vågastevnu Fólkafundur omanfyri Kálvalíð í Miðvági. Maður stendur og tal- ar um, at vit beina fyri Føroy- um: Brenna svørðin, ríva gaml- ar garðar niður, spreingja við dynamitt, so klípini fúka um ovruni, sorða oyggjarnar sund- ur. Best sum eg siti og skrivi alt hetta niður, ið maðurin sigur, kemur eitt høvd inn ímillum bókina hjá mær og andlitið: Malla: „At tygum tíma at sita og skriva upp banalt tvætl, idioti." Hon hevur fyrstu útgávu av Songbók Føroya Fólks undir hondini og sølbrillur, teina- skjúrt sum áður, men hattleys. Frunturin var gjørdur til nakr- ar purlur, ið stóðu upp. Talarin segði frá einari gaml- ari konu, sum hevði sagt nøkur fyndarorð, beint áðrenn hon doyði. Nú ætlaði hann at siga hesi orðini í taluni, men hann hevði gloymt tey. „Genialt, ha?“ tutlar Malla. beinkinum og koyrir undir meg: | „Tað einasta, ið kanska var vert at hoyra gloymt. Hvat er hetta fyri eitt cubiculum, her er, síðani tey steina hann ikki burt- ur av røðarapallinum ?“ Tey syngja: Vit Føroyingar fingu .... Malla syngur ramliga við, geispar upp ímillum, men linnar ikki á fyri tað. Næsti talari kemur fram og sigur frú barnaminnum, lysir tey gomlu heilagt og gerðandi. Eg skrivi síðu fyri og síðu eftir um konur á rotuskóm og tufl- um, við turrukløðunum bundn- um framyvir, ið hittust á kirkju- gøtum; um hvussu tær hildu á sålmabokum, hvussu tær settu munnin, hvussu tær mestsum bóru seg undan, tá ið menninir komu framvið skráandi og hugdu at teimum. Malla situr og blæsur millum læstar tenn, sum ein gás at hoyra: „At tygum alsamt sita og skriva — idiotiskt, sedativt orða- gos, ha?“ Búnaðarskúlin Búnaðarráðið hevur uppá at gera búnaðarskúlan á Dalsgarði í Skálavík. Týsdagin kom málið til avgerð- ar á tingi, har tað varð felt. Fyri vóru javnaðarflokkurin og 6 fólkaflokksmenn (10); ímóti vóru sambadsflokkurin, sjálvstýris- flokkurin og 2 fólkaflokksmenn. skotið Føroya Fiskimannafelag Enn eru ikki allar atkv6durnar til formannsvalið upptaldar; men tað er neyvan nakað at ivast í, at Dånjal Klein, hin gamla hetjan, verdur afturvaldur. Trolararnir Tingid samtykti tysdagin upp- skotid frå Vinnulånsgrunninum um hjålp til tey illa staddu fiski- førini. eftir hesum uppskoti hjálpa til við upp til 2 milliónum. Fyri upp- skotinum: 8 fólkaflokksmenn, 3 javnaðarmenn og 1 sambands- maður, meðan sjálvstýrisflokkur- in og 5 sambandsmenn ikki greiddu atkvøðu. Landskassin skal „Ég haldi, tað er fittligt at hoyra barnatíðina uppaftur- kippta, nú ið knavarnir eru harðnaðir.“ Malla tornar í andliti, eyguni smalka sum á fressi hádagin: »Ah, vøggukompleksið — Rura, rura rilla ha?“ Hon reisir seg upp á vollinum, tekur teina- skjurtid upp um knøini og nigur fyri talaranum. So fer hon av fundi. Ein dagin eri eg hjá hárskera í Havn. Sum eg siti, er mær hyggjandi i eitt blad. Har stend- ur ein lýsing: Fólkafundur norði við Útkonuvarða komandi sunn- udag. Frúgvin Malla Mathiesen talar. Taki Kvæðbók bind I—IV við. Har skal eg fyrstur á manni, so satt eg eri á fótum, setti eg mær fyri, nú verður einaferð hovi til at hoyra eina rødd frá í erva. (Frh. 2. síðu) Ongland og oljan Onglendingar heita á allar, ið nýla amerikanska olju, at spara mest møguligt og taka sum minst av olju, ið rindast skal við dollars. Teir royna samstun- dis at útbyggja mest møguligt oljuframleiðsluna innanfyri ster- lingsumraðið. Hetta líkar amerikumonnum illa, og væntandi er, at dollar- hjálpin til Onglands av hesum orsøkum verður minkað mun- andi næsta ár. Amerikansku ol- jukongarnir ætlast at hava stóra ávirkan á senatið, og teir vilja neyvan tigandi standa og hyggja at, tað verður til skaða fyri amerikanskan útflutning. Eystur-Týskland Hósdagin fóru fram samráð- ingar í Moskva millum russar og umboðsmenn fyri eysturtýsku stjórnina um at knýta Eystur- týskland enn nærri at Ruslandi. Løgtingid Týskvøldið var sidsti tingfund- ur fyri jól. Tingmenn eru nú heimfarnir, og tingið kemur ikki | saman aftur fyrr enn 9. januar. Gleðilig jól FØROYA SOSIALDEMOKRATUR lesarum sinum