Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-12-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. desember 1949síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24.: desember 1949 MALLE Dagurin kemur við skínandi sol, stilli og blonkum sjogv, áir- nar koma blankar sum nýstoytt tin oman úr grønum líðum. Stórar = mannamúgvur spåka seigliga gjøgnum hagarnar at fundarstaðnum. Fólk leggst á ból á vøllinum rundanum tann flaggskrýdda røðarasteinin. Ein maður trinur fram og biður syngja: Tað frættist nú og fregnast.... Aftaná songin er tøgn eina løtu. So kemur maður- in fram aftur: „Nú kemur frúg- vin Malla Mathiesen at tala fyri okkum“. Men Malla er ikki har, fólk bíðar. Eg geri meg til at skriva, seti dag og klokkutima, fundar- stað, festi í pipuna og híði. Maðurin við røðarasteinin ó- tolnast, kólar niðan í brekkuna, titar aftur og fram á vøllinum, rembir seg, harkar: „Vit skuldu kannska sungið eitt sindur aftur.... Men tá sóu vit, tað dagaði á syninj í erva: Malla. Håtidarliga kemur hon stig fyri stig oman úr erva, svinn og stiv, sum hevði hon eitt teinajarn gjøgnum mønuholið. Í aðrari hondini hevur hon ta lítlu, gráu tasku- (13 na, undir hinari seks dúglig bókabind. Håbærsliga trínur hon fram at røðarasteininum, leggur bøkurnar frá sær og lítur út yvir fólkið, loysir eitt turru- klæð av hálsinum, mestsum fyri at gera rúm fyri einum heilum gosi av anda at sleppa út. Vit á vøllinum liggja froast og stara. Malla hevjar sína rødd: „Háttvirda fúndarfólk. Latum okkum kvøða ørindini 75, 76 og 77 av Ólivarskvæði“. So sker hon í: „Høgg meg bak og høgg meg for høgg so hvat tú kann ikki bítur á mínum kroppi, hvussu tú stríkur fram. Tá ið ørindini eru kvøðin, tekur hon ta lítlu, gráu taskuna og leitar nidrii, hyggur rundan um seg, niður við steininum, trilvar inni á bringuni, uppi í ermunum, hoykir seg niður oman fyri steinin og hvørvur. Um eina løtu kemur hon upp aftur, toyggir seg fram yvir og breiðir hendurnar út: „Ég havi mist taluna burtur .... Spell! tí tað var mitt credo, eg ætlaði at lýsa fyri tykkum.“ Tað fór eitt súð gjøgnum mannamúgvuna. Menn tóku um skeggini og grundaðu tugdu. Konufólkini hildu fyri munnar- nar og glettu burtur øðrumegin. Einki orð fall. Malla tekur í bókarúgvuna, letur bind upp og blaðar, finnur fram á mannsmyndir og vísir okkum: Oswald Spengler, Absa- lon á Trøllanesi, Rosa Luxem- burg, Henry Ette, Vitus Bering og fleiri. Hon verður kelin í and- litið og tárar: . „Tað var mítt credo, ja Men nú má tað bíða nú má tað bíða.“ So biður hon okkum kvøða Egilsrímu og byrjar: Nú lystir meg at flúa beggja mína veingja súða. Leikar hind og folin grá Lat á lofti fjúa. Men tá fór fólkið. Malla stóð einsamøll eftir við røðarastein- FØROYASOSIALEMOKRATUR in og kvad rimuna at enda, Eg siti alsamt og skrivi. Tá ið hon er liðug, kemur hon til mín: „Halda tygum, tað gjørdi nak- að?“ „At hvat gjørdi nakað?“ „At eg misti taluna burtur?“ „Nei, tað gjørdi einki. Men vit vóru komin higar at hoyra tyg- um,“ „Ja, fyri at sleppa at sutla í mínum sálarlívi, ha? finna eitthvørt at svølgja niður raka til sín, átfundur .... ordi- nert sildavað við Útkonuvarða.“ So fór hon við øllum bókunum undir hondini, tí lítlu, gráu taskuni darlandi á mjødnini og båtsmanshattinum upp á sney. Einaferð úti á vetrinum komi eg gjøgnum Havnar geilar. Stórkavi og dungarok, ølerpip- urnar hingu sum rosslør úr hvørjum takskeggi. Tá hoyri eg kvøðing: Malla. Hon situr fyri einum opnum vindeyga: „Nú er tíð til bíar at ríða, Mamma má til tingar at stríða. Hon hevur barn á brósti, bók í aðrari hondini, sigarett í hin- ari. Bátsmanshatturin liggur undir líðini á henni. Teinas skjúrtið er líka stutt, men frunturin er ikki purlutur long- ur, hann hongur sum ein deyða seyðahali niður móti brúnum. Um eg visti, nær id sakin , moti Sumbingunum kom fyri i rættinum ? „Sumbingunum eg veit einki um tað“. „So, koma tygum ikki uppí sovorðið, kannska non inter- ventión, ha? Ongan áhuga fyri kvinnusakini“. „Hvat, kvinnusakini tygum ikki Sumbingar?“ „Jú, Sumbingar hava sligið havhest og eru stevndir Kvinnusakin, vita tygum, eru kvinnurnar, ið doyggja“. Hon beyd mær inn: Nógv børn á gólvinum, kát og srómut. Maðurin situr á einum skamli og skiftir bót á einum lítlum, bleikholdaður og blíður. Alt situr so ovarlaga á honum, oyru, nos, eygu, akslar, og so eitt lítið, spoyskt yvirskegg niður yvir munnin. Tað var so- vorðin friður yvir honum, er tað líkt til. Børnini leikaðu í, tað nervaði hann ikki, flugur settu seg á andlitið á honum og skriðu, men hann læt ikki við seg koma, ein hålv golvskrubba kom singlandi úr barnarúgvuni og brast í skallan á honum, nei, hann læt sum einki. Hann var liðugur at skifta á barninum, sak? Nei, søgdu tað tók eitt annað úr rúgvuni og legði tvørtur um knøini, fór aftur at loysa niðurfrá, segði einki, men hugdi viðhvørt smá- læandi uppá konuna og læt undirmunnin detta niður frá. Malla sat uppi á køksborði- num og dartaði við beinunum meðan hon roykti og læt barnið súgva, kavarokið noyddi hana at lata vindeygað aftur og strúka flykrurnar av andliti- num. —Rætti mær bókina, hon sat við, umen eg kendi. Eg lesi titulblaðið: Moritz Hørnes: Natur-und Urgeschich- te des Menschen, Wien 1909. „Nei, eg kenni ikki“. „S0.... íkki hoyri mannin gitnan, kanska, ongan áhuga fyri Cro-Magnon-menniskjanum ha — ella Heidelbergkjálka- beininum. „Nei, satt at síga, ikki stór- vegis". Tad ber til. Meira åhuga fyri SEV-dkjålkabeininum, ha? AT-istinum, UvakMeniskjanum — kanska sterlingstrevara- num?“ Tá hugdi maðurin uppá hana, smálæði og læt undirmunnin detta niðurfrá, segði einki, men tók eitthvørt súpandi av kom- fýrinum og seyp. Børnini løgd- ust á hann at biðja burturav og fingu. Tá ringir eitt vekiur og Malla loypur niður av borðinum, tek- ur båtsmannshattin og ta gráu taskuna, leggur barnið tvørtur um knøini á manninum við rumpuni upp eftir: „Nú má eg fara i dómhúsið“. Maðurin setur ta tóma ílatið frá sær og fer aftur at loysa niðurfrá. Eg segði farvæl og fór. Síðani tá havi eg ikki borið eyga við Mallu. Heðin Brú. Nr. 49 Lønjavningar-grunnur skipsfiskimanna viðbót fyri 1949: Bloð til umsóknir um lønar- viðbót verða flýggjað út hjá syslumonnunum, sóknarfútanum í Vági (í Skúvoy og Mykinesi hjá søknarstyrinum) og á skriv- stovu grunnsins í Tórshavn, tlf. 543. Tað verður mint á, at sóknirnar eiga at vera innkomnar innan 1. februar 1950 saman við avrokningunum fyri 1949. um- Stjórnin. Ungur maður, um 16 ár, fær arbeið í meiarfi- num beinan vegin. A/S Thors. Mælkeforsyning og Margarinefabrik. Føroya Bjór Øl- og Mineralvatnsvirki Vit hava HVITTØL i ár i '/a - JOLAØL og !/; fløskum. Biðji um tað frá teim handlandi. Keypmenn, ið enn einki hava fingið, skrivið ella ringið til EINAR WAAG Klakksvík. Nýggi bók MARTIN JOENSEN UTR Søgusavn 150 bls. 8,75 kr. + Tann góða jólagávan = FELAGIÐ VARÐIN pe FR