leygardagur 24. desember 1949síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. desember 1949
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
»LEMONÅDAN VIRKAR«
Tad munnu vera eini 40 år
síðani. Boðið var i brúdleyp i
eini lítlari føroyskari bygd. Tað
var ikki nakað, ið svitaðist,
kenningin var vís eftir gom-
lum siði.
Men brúðgómurin var frá-
haldsmadur, og hann hevði ti
ikki skrivad til Vilhelms; men
nakad skuldu menn hava at
sulta i seg, og hann fekk sær ti
fatur á nøkrum køssum av
lemonádu frá Ydun.
Dansurin byrjaði. Einki lív
var í. Menn vóru vanir við at
»hava gott bl6d«, tá teir dansaðu ;
men her vóru teir turra edrúir.
Væl høvdu teir smakkað á
lemonáduna — og væl smakk-
aði hon —, men hetta var ókent
slag, so teir høvdu ikki reiðiliga
torað at tíkið til sín — ilt var
at vita, hvussu sterkur hesin
ókendi løgur var. Dansurin varð
ikki til annað enn tvass. Summir
tóku meira ramliga til sín av
lemonáduni, men einki bætti.
Nakrir áttu ein løgg heima
við hús, treðið so,og so vid oglvið
fóru menn heim til sín sjálvs
og høvdu við sær einar tveir,
tríggjar av gestunum.
So við og við, sum hesir
menn komu aftur í brúdleyps-
húsið, fór dansurin at ganga
betur.
Á eini brík sat gamalur mað-
ur. Nú hann sær henda góða
dans, heldur hann sáttliga fyri
seg sjálvan: >Nú moyni eg,
lemonádan fer at virkac.
—0—
Dam og Poul Niclasen vendu
sær til Fiskaribankan og spurdu,
um hann kundi hugsa sær al
lána Føroya Fiskasølu upp til
10 milliónir fyri at Fiskasølan
sjálv kundi flyta fiskin heim úr
Grønlandi. Teir fingu tað svar,
at tað kundi bankin væl, og
hann vildi eisini lata føroyingar
fáa mann í stýri bankans. Hesi
tíðindi bóru Dam og P. Nicla-
sen aftur til Føroya. Men
Føroya Fiskasøla vendi sær ikki
til Fiskarábankan um lán.
Oyrna-fjallsneyndin vendi sær
til Fiskasøluna og beyð henni
Oyrnafjall til fiskaflutnings úr
Grønlandi; men Fiskasølan
tók ikki av og læt Brockie fáa
handilin við grønlandsfiskinum.
Fólkaflokksmenn hava bukt-
ina og báðar endarnar í Fiska-
søluni. Vit gita, at teir vóru so
ræddir fyri tí svávulgosi, ið
vildi standa móti teimum úr
>14q, at teir heldur enn at lána
pengar úr Danmark, vildu lata
fiskimenn selja sín fisk við tapi.
So statt er hin harðrendi og
óansvarligi loysingarpolitikkur
tjóðveldisflokksins kanska ein
høvuðsatvoldin til, at føroyskir
fiskimenn í ár hava vunnið alt
ov, lítið í Grønlandi.
Nú frættist, at Føroya Fiska-
søla fer at venda sær til Fiskari-
bankan um eitt lán uppá 10
milliónir kr. til flutning av grøn-
landsfiski 1950. Eisini hoyrist
graml um, at teir hava hug at
leiga Oyrnafjall til henda flutn-
ing av grønlandsfiski.
So segði maðurin á sinni:
>Nú moyni eg, lemonådan fer
at virka.«
— ()—
Tá javnadar- og sjálvstýris-
menn settu fram uppskot á
tingi um, at veiðimenninir
skuldu fáa ræði yvir Føroya
Fiskasølu í mun til tað, id teir
áttu av veidini — og tað er
helvtin — tå fingu teir av øllum
tingmonnum bara ein aftrat
sær, og tískil fall uppskotið.
Nú eru ymsir av fólkaflokk-
sins tingmonnum farnir al
mølma um, at fiskimenn eiga
rætt til at verða umboðaðir í
sjórn Føroya Fiskasølu í mun
til tann ognarrætt, teir hava í
veiðini sambart sáttmálar sínar.
Sum maðurin segði á sinni:
lemonádan fer at
>Nú moyni
virka«!
Landsstýrið hevur rætt (og
skyldu!) at velja ein mann Í
stjórn Føroya Fiskasolu. Vit
hava spurt, hvør hesin maður
er, tí vit vita tað ikki. Vit vita
ikki um hann er valdur —
okkum er tað ikki komið fyri
oyru. Her kunnu vit ikki siga
sum hin gamli maðurin segði
á sinni: >Nú moyni eg, lemon-
ådan fer at virkalc
Havnar arbeiðsmanna-
felag
heldur aðalfund hósdagin 29.
des. í ár kl. 8 s.p. í Tórshøll.
Dagsskrå:
1. Sambært lógina grein 25, stk. a.
2. Lógarbroytan.
3. Ymist.
Nevndin.
| Øl eiga at bråka
Føroyska hondsåpu
frå fabrik OKKARA
LastvognSkoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
tt
FØRCYSK
gronsápa
er tann besta
Í ——m—o—
Nr. 49
Nú kunnu tygum aftur fáa føroysk skóspenni, slips-
nálir, mansjettknappar, tvinni sløg av hálssmykkum,
armbond og ringar frá
HANS B. ARGE
Tórshavn. Tlf. 5
mær.
Skipafelagið Føroyar
Telefonir 209 171 274
Tórshavn
Tað eru roykpylsurnar ic
duga tær frá HOULBERG
Matligt er,
hurðin verður gloppað inn í royk-
og væl rýkur, tá ið
rúmið hjá Houlberg, har hundrað-
tals nossligar roykpylsur hanga lið
. HOUL-
BERGS roykpylsur eru gjørdar av
fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar,
vælsaltaðar og vælbúnar ...
S. HOULBERG '-
KODBYEN KOBENHAVI
um lið til at „,búnast“
* Umboð:
B. Mortensen
tlf. 8
Tórshavn .
Fiskireiðskapur
Línuhúkar frá nr. 7 til 12
Fiskisnøri 11/», 2, 21!/2 og 3 ]bs.
Ravmagnsperur
av øllum støddum eru bestar
og bíligast hjá okkum
Okkara klædnavørur
av øllum sløgum eru brátt
| viðgitnar um alt landið fyri
góðsku og prís
ARBEIÐARANNA TROLARAFELAG
A. m. b. A.
Jólaljós
bílig og góð, í stórari nøgd.
Dekoratiónsljós
vøkur, bílig og góð, t. 0. borðljós í ymsum
stoddum, ymisk figurljós )
stjørnukastarar, borðbumbur,
jólaleyparar á jólaserviettar
måli- og bilætabøkur
SÝRAN Tórshavn . telf. 58