leygardagur 7. januar 1950síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
= =
sier
pr
==
=S
|
I
Í
Í
i
|
Í
|
FRÆLSI
| DE
|
| Lýsingarprísur fyri mm:
Nr. í | ýsingarp y
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu |
-ØROYA
OSTAL DEMOKRATUR
JAVNAÐUR
12 oyru á |
Leygardag 7. januar 1950 |
| Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2 50 + = Porto um fjórðingsárið
BROÐURSKAPUR
0-80 kýr
Út av teirri blaðskriving, sum
hevur farið í teim
føroysku bløðunum, man tað
vera øllum kunnugt, at upp-
skotið um at byggja búnaðar-
skúla- í Dalsgarði í Skálavík fall
á tingi. Sostatt man ætlanin enn
sum áður vera at byggja skúlan
Kollafirði.
Nú kemur Sjúrður Patursson
fram við uppskoti um at leggja
Flatnarhaga við Tórs-
fram
skúlan
havn.
Hetta er ikki nakað nýtt upp-
skot. Sum Sjúrður sjálvur sigur
frá, hevur Jóannes Patursson í
síni líð sett fram uppskot um
búnaðarskúla í Flatnarhaga;
men tá fall tað.
Skilja vit Sjúrð rætt, heldur
hann líkindini fyri búnaðar-
skúla i Flatnarhaga; vera
ivaleysa so góð sum í Kolla-
firði, og hann vísir samstundis
á tann stóra týdning, tað vildi
havt fyri Havnar bý, um ein
skúli við einum neytahaldi
uppá eini 50-80 neyt kom at
liggja býnum so nær — her
hugsar hann fyrst og fremst um
mjólk til bernini.
Vit halda, at tå løglingsmenn
vrakaðu Dalsgarð, so munnu
líkindini fyri at fáa teir at taka
Flatnarhagan vera enn minni;
men um 30 verður, at tingmenn
okkara ikki vilja hava skúlan
aðrastaðni enn í Kollafirði, ja,
so gerst einki við tað hr
fyri eigur tann tanki, ið
Sjúrður Patursson setti fram,
ikki at verða fallin niður fyri.
Tad er so satt, sum tað er
sagt, at Havnini trýtur mjólk
ólukku máta, og nakað má
gerast fyri at fáa fólki ta mjólk,
ið teim tørvar.
Hvat um Havnar kommuna
gjørdi tað bragd, at hon við
teim tólum, id nú fáast til ny-
dyrkingar, í ein skund dyrkaði
upp úr haga eini 50-80 kúfóður
og síðan setti ein kønan upp-
sifara á garðin og lat hann fáa
øll nýmótans tól, ið krevjast
fyri at dríva eilt slíkt brúk?
Gerast kann tað, og vit halda,
at hetta åtti at verið gjørt; ti
sum jarðabrúkið og jarðarøktin
hevur utviklad seg tey seinastu
árini, er einki annað at vænla,
enn at ið hvussu er mjólka-
trotið fer at økjast ár eftir ár
Og serliga Havnin, sum nørist
so nógv i fólkatali, meðan neyta-
talið stendur við alla minkar,
má fáa eina ábót viðvíkjandi
mjólkatilførsluni, tað halda vit,
at allir eiga at duga at síggja,
ið skil hava á, hvussu neyðtur-
viligt mjólkin er fyri børnini.
Tað hevur tey seinnu árini
so ofta verið talað og skrivað
um, at neytahald í Føroyum
loysir seg illa. At hava eina
kugv skal vera tað bera
tidartarn og peningaspell, og at
hava 4—5 skal heldur íkki
loysa seg. Um ein slíkur garður
við 30—80 mjólkkúm kann
bera seg peningaliga, vita vil
ikki, hóast tað mátti hann tó
gjørt; men sjålvt um hann ikki
gjørdi tað, so átti hesin tankin
at verið gjørdur til álvara.
Mjólktrolið er so stórt, at tað
er landaskaði, og sjålvtum ikki
ein slík roynd kom at bera seg
peningaliga, so vildi tann bati,
ein slík økt mjólkalilførsla vildi
verið býnum, lættliga viðað upp
tapið í peningi.
Sjúrður! Leggja teir skúlan
Kollafirði og tað gera teir,
sum teir halda vera best — tå
átti tú at komið tær saman við
øðrum búnaðarkønum monnum
og gjørt ein fullfiggjadan plån
yvir ein tílíkt brúk í Flatnar-
haga og síðani horið hann fram
á rætta staði. Vit, id vila, hvat
tað hevur at lýða ongalíð at
kunna fáa nóg mikið av mjólk,
vildu verið tær takksamir fyri
tað.
Eisini var vert at hugsað um
at farið yvir um ánna. Tað
lendið, ið liggur oman at ánni
Velbastað megin har norðuri í
dalinum mátti verið frálíka væl
egnað at arbeitt vid maskinam-
bodum og fyri okkum sær tad
út at vera gott dyrkilendi; men
hetta verdur bara sagt sum eilt
uppískoyti. Far tú nú, Sjárður
undir at fáa nakað burtur ú
hesum. Sjålvt um tú kanska ikki
hevur hugsað tær eitt tílíkt brúk
í Havnardali, so man tú duga
at síggja, at eitt tilfktkann koma
at verða býnum til mikið gagn.
Tveir Havnarmenn.
Danmark-
Ongland
Í næstu viku fara menn úr
Danmark til Orglands al sam-
ráðast um nýggjan handils-
sáttmála landanna millum.
Danska skuldin til Onglands er
minkað munandi teir síðstu
mánaðirnar. Danir fara óivað
at royna at fáa betri prísir fyri
útflutningsvørur sínar! Men teir
hava ikki stórar vónir til at tað
fer at eydnast teimum.
Í Onglandi er komið út í orð.
at um ikki danir fáa hægri
prísir fyri útflutningsvørur sínar
í Onglandi, so fara teir at minka
um útflutningin til Onglands og
flyta meira til Tysklands; men
enska ríkisstýrið trýr ikki, at so
fer at verða.
Amerika og
Jugoslavia
USA hevur sent nýggjan um-
boðsmann til Jugoslaviu. Hesin
maður steðgaði á í London, og
segði hann har bløðunum frá,
at USA. vildi mótseta seg eitt-
hvørt álop á Jugoslaviu og veita
tí hjálp, um tað varð álopið av
russum, sum í seinastum púra
opið hava hóttað við at gjørt
seg inn á landið.
Viðvíkjandi peningahjålp til
Jugoslaviu segði hann, at landið
var millum teirra, ið á sinni fekk
lyfti um marshallhjálpina, og at
tað framvegis stóð tí í boði at
taka av.
Umboðsmaðurin varð síðani
hann helt, at
Jugoslavia slapp inn undir atlants-
sáttmálan. Hartil svaraði hann,
at um Jugoslavia ynskti tað,
vildi oll tey lond, id undirskrivað
hava sáttmálan, taka støðu til
spurningin.
spurdur, um
|
Truman
presidentur í USA
at USA vildi
ikki veita kinesisku stjórnini á
Formosa hjálp móti kommunis-
Truman
segði um dagirnar,
unum. Hverki vildu teir lána
pening til hana ella seta herfólk
á land á oynni.
Republikanski flokkurin í
USA er illa noygdur við hesa
støðu Trumans og siga flokks-
leiðarar, at hon er einki matari
enn Onglands støða á sinni, tá
Miinchen-såttmålin var gjørdur.
Teir lova, at leggja spurningin
fyri senatið.
Grikkaland
Hóskvøldið varð Grikkaland
uttan stjórn og grikkski herurin
uttan leiðslu. Landastjórnin og
herleiðslan høvdu lagt frá sær.
Har man heldur ikki alt vera so
tespiligt aftaná 10-åra kríggj og
borgarkríggj.
Kuldavetur
Úr Canada frættist um harðan
kulda. Teir hava mált 30 kuldastig
haryviri í hesi vikuni. Men ikki
er minni kalt í Europu. Í
Miðsviaríki máldu teir hósdagin
51 kuldastig.
Har skal tú síggja!
>14. Septbr.« er ikki komin
yvir høgtidarhaldid enn, sum
tað sær út. Fyrsta blaðið í ár
sigur frá, at Oyrnafjall kemur
til Føroya við salfiskafarmi
úr Afriku! Nakað síðani segði
sama blaðið, at Oyrnafjall skuldi
koma við kolafarmi til landið.
Hvat skal ein nú trúgva? — Vit
hava hoyrt, at skipið er fermt
við salti.
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
telf. 372 Feroya Sjóvátrygging... telf. 372
Foroya Kríggstrygging .
Foroya Brunatrygging .. telf. 372
Føroya Vanlukkutrygging telf. 221
Vit tryggja:
Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
landsins egnu trygging —
2