Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 69 - 12. apríl 2002 Nr. 69 - 12. apríl 2002 7 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hóast apríl mánaði er um at vera hálvrunnin, fáa út- róðrarbátarnir, sum royna við snellu á Norðhavinum, framvegis væl av fiski, og nú er stórur toskur uppi í veiðini. Hósmorgunin ringdi Sosialurin á fartelefonina hjá nólsoyinginum, Juul M. Jacobsen, sum var staddur sjey fjórðingar úr Eiðis- kolli. Vit vildu ikki órógva ov leingi, tí nógv var at draga. - Eg liggi við góðum kenni, og nógvur og stórur fiskur er at fáa í morgun. Juul eigur 27 fót AWI bátin, Maj N. Síðan í februar hevur hann ligið í Haldórsvík, haðani hann hevur troytt Norðhavið, tá ið veðrið hevur verið til vildar. Saman við øðrum útróðrarmanni úr heim- bygdini hevur hann leigað hús í Haldórsvík, soleiðis at neyðuga hvíldin fæst ímillum túrarnar. Ætlar at royna allan mánaðin Tað var hugaligt at tosa við Juul í gjáramorgunin. Vit væntaðu, at hann hevði leitað sær suðuraftur til Nólsoyar, nú so nógv er útliðið, men so var ikki. - Eg var á fiskileið klokkan gott 7 í morgun og nú, eg havi roynt í tveir tímar, havi eg fingið 600 pund. Tað nógva er stórur og góður toskur. Juul sigur, at slagið er nógv betur nú, enn tað hevur verið fyrr í vár. Spurdur, hvussu leingi hann ætlar at vera norð- anfyri aftrat, sigur útróð- rarmaðurin, at hann helst fer at royna eftir várfiski tað, ið eftir er av hesum mánaðinum. Fleiri dagar, minni fiskur Juul sigur, at í byrjanini av várróðrinum viðraði ikki nakað serligt, og tí vóru dagarnir eisini fáir, men sum liðið er út á várið, hava útróðrarlíkindini verið betur. - Vit hava fingið á leið tað sama í ár sum í fjør, men útróðrardagarnir eru nógv fleiri. Minni hevur verið at fingið í vár, men fáa vit nakrar dagar aftrat, verður várið kanska ikki so galið kortini, tá ið saman um kemur. Juul M. Jacobsen vísir á, at enn royna fleiri bátar norðanfyri, og enn eru ikki allir avbygdamenninir farnir heimaftur. - Nakrir útróðrarbátar eru heimahoyrandi í Haldórs- vík, og teir royna enn eftir várfiski. Aftrat teimum eru vit úr Nólsoy og onkur bátur úr Kollafirði., sigur útróðrarmaðurin. Fáa stóran tosk á Norðhavinum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í vár hevur nógv verið skrivað um, hvussu smáur upsin er, sum trolararnir fáa. Spurt hevur verið, hvar tann stóri upsi er, nú gýtingin hevur verið. Virk- ir, sum hava neyvt eftirlit við tí fiski, sum fer ígjøg- num maskinurnar, siga, at upsin í miðal er lætnaður meira enn eitt pund í minni enn eitt ár. Men ein øgilig rúgva er til, siga teir sum fiska. Frægari slag á Føroya Banka Nú um dagarnar hava trol- arar, sum royna á Føroya Banka, fingið heldur fræg- ari slag av upsa. Av veiðini hjá Vestur- búgvanum, sum landaði í Vestmanna mánadagin og týsdagin, var meginparturin upsi 3. - Og tað er væl frægari fiskur enn upsi 4, sum hevur verið tað nógva, ið trolararnir hava fingið í vár, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna. Vesturbúgvin og Eystur- búgvin, sum landaði á Sandi, royndu hendan túrin á Føroya Banka. Vestur- búgvin hevði 250.000 pund og Eysturbúgvin 300.000 pund. At kalla øll veiðan var upsi. Aðrir trolarar hava eisini roynt á Føroya Banka í seinastuni, og eisini hjá teimum hevur slagið verið frægari. Grønanes, sum partrolar við Vesturtúgvuni, landaði í Vestmanna hósdagin. Teir høvdu 150.000 pund. Av veiðini vóru umleið 10.000 pund toskur. Restin var upsi. Vesturtúgvan landaði í Saltangará; teir høvdu nøkulunda tað sama sum Grønanes. Á Fiskavirking í Vest- manna siga tey, at Grøna- nes og Vesturtúgvan royndu á Føroya Banka einar 3-4 dagar, áðrenn teir komu inn. Tí høvdu skipini bæði 3’arar og 4’arar, ið er slagið, sum skipini hava fingið vestanfyri. Í Vestmanna siga tey, at Vestmenningur, sum eisini er úti, er við at fyllast nú, og teir koma helst innaftur at landa fyrst í komandi viku. 1 króna á muni Prísmunurin millum upsa 3 og upsa 4, er umleið króna. - Tann smái 4’arin er heldur smáur til portiónir, men vit royna at framleiða portiónir burtur úr øllum. Hinvegin er portións úrtøkan nógv minni burtur úr tí smáa fiskinum, siga tey í Vestmanna. Á Fiskavirking í Vest- manna hava tey ríkiligt at gera. Arbeitt verður við tvey-skiftivakt; tann fyrra frá klokkan 8 til 16 og tann seinna frá klokkan 16 til midnátt. Tá ið vit spyrja, hvat fólkið dámar skiftivís at arbeiða um kvøldarnar, siga tey á virkinum, at soleiðis hevur verið í fleiri ár. - Arbeiðið gongur væl, og eg kann bara siga, at vit kunnu taka hattin av fyri teimum, sum vilja arbeiða soleiðis ár um ár, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna. Á virkinum arbeiða umleið 100 fólk tilsamans. Fáa størri upsa á Føroya Banka Tað hevur verið minni at fingið á Norðhavinum í vár, men útróðrardagarnir hava verið fleiri. Hósmorgunin var stórur og góður toskur uppi í veiðini, og nógv var at fáa Tann frægari upsin, sum trolararnir nú fáa á Føroya Banka, er betur egnaður til portiónir á Fiskavirking í Vestmanna, har tey støðugt arbeiða við tvey skiftivakt. Prísmunurin á upsa 3 og upsa 4 er umleið ein króna At glíða í einum hundalorti gav kor- tini einki endurgjald. Bóndahjúnini Sølvá og Páll Patursson vórðu hósmorgunin fríkend í Landsrætt- inum, eftir at tey í Føroya Rætti vórðu dømd at rinda 42.000 krónur í endurgjald til íslendska kvinnu vegna vantandi reinføri HUNDALORTUR Stefan í Skorini Landsrætturin segði í úr- skurðinum, at Roykstovan við Sølvá og Páll einki skeivt hevur gjørt, sum kann geva teimum ábyrgd- ina av óhappinum, tá ein íslendsk kvinna gleið í einum hundalorti í gongini í Roykstovuni í 1993 og meiddi sær knæið. Hon misti átta prosent av ar- beiðsførinum vegna óhapp- ið. Føroya Rættur gav hin- vegin kvinnuni viðhald í endurgjaldskravinum, tá hann feldi dóm 4. sept- ember í fjør. Kvinnan fekk 42.000 krónur av kravinum, sum var 89.000 krónur. Landsrætturin er tó ikki av somu áskoðan. Íslendska kvinnan var á vitjan í Føroyum við einum skúlaflokki, og hon búði í Kirkjubø hjá einum vin- manni, sum hevði tætt til- knýti til garðin og familj- una Patursson, sum búði har. Eitt kvøldi fara tey oman at hyggja eftir Roykstovuni, og tá hendir óhappið við hundalortinum. Landsrætturin helt tað vera avgerandi, at hurðin, sum Bryndis og tey nýttu hetta kvøldið, var tann hurðin, ið bara húsfólkið og tey nærmastu vanliga nýta privat. Ferðafólk og aðrir gestir, sum skulu síggja Roykstovuna, nýta vanliga eina aðra almenna hurð, og hendan var stongd. Sølvá Patursson greiddi frá, at hundurin er komin inn í gongina, samstundis sum íslendska kvinnan og hinir gestirnir komu inn. Tann hundurin, sum lortin eigur, er komin inn, tí gest- irnir ikki hava latið hurðina aftur eftir sær. Dómurin í Føroya Rætti sigur, at vantandi reinføri var orsøkin til óhappið. Hesum vísir Landsrætturin nú aftur, tí Sølvá greiddi frá, at hon altíð kannar, um hølini tørva reingerð, tá hon stongir og sløkkir á kvøldi. Orsøkin til at íslendska kvinnan slapp inn í Royk- stovuna var, at hon var í fylgi við manni, ið hevði tilknýti til garðin, og tey nýttu privatu inngongdina. Tí er tað ikki avgerandi, at Roykstovan annars er alment atkomiligt stað. – Da appellanten således ikke har udvist ansvarspå- dragende adfærd, frifindes appellanten allerede af denne grund, siga dómar- arnir í niðurstøðuni. Íslendska kvinnan skal nú rinda hjúnunum 23.000 krónur fyri sakarmáls- kostnað. Fegin Sølva og Páll vóru sum vera man sera fegin, eftir at dómurin varð lisin upp hósmorgunin. – Hetta er ein stórur lætti hjá okkum. Eg roknaði ikki við, at vit fóru at vinna sak- ina, segði Sølvá Patursson, tá vit fingu orðið á hana. – Tað hevur eisini verið sera tyngjandi fyri okkum, at vit eru dømd fyri vant- andi reinføri í Føroya Rætti, tá eg havi gjørt alt fyri at halda Roykstovuna reina, sigur hon. Um eina viku flyta hjún- ini Páll og Sølvá út úr hús- unum, har Roykstovan er, og inn í onnur hús í Kirkju- bø. Sonurin tekur tá við festinum. Sølvá sigur, at nú kunnu tey lata garðin við góðari samvitsku, eftir at tey eru fríkend. Roykstovan fríkend fyri hundalortin Her hendir óhappið. Í gongini í roykstovuni har tíkin Frigg hevði hjálpt sær sjálvum. Hundurin á myndini er ósekur Mynd: Jens Kr. Vang Roykstovan við Sølvá og Páll Patursson varð fríkend í Landsrættinum, eftir at Føroya Rættur hevði álagt teimum at rinda 42.000 kr. til íslendska kvinnu, sum gleið í einum hundalorti Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6 Vágsbotn • Postboks 20 • 110 Tórshavn • Tel. 31 16 75 • Fax 31 08 22 ÚTSØLA ÚTSØLA Hesi stell verða seld fyri 1/2 prís Eisini hava vit ymiskt í 25,- marknað Eisini eru ymiskir pottaskjularir og breyðbakkar serveringsbakkar rammur v/ brúnum kanti borðføt + ljósastakar o.a. Calypso, Oakwood og Hampton Poesi 1/2 prís