Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 69 - 12. apríl 2002 Nr. 69 - 12. apríl 2002 9 Ruskmenninir í Tórs- havnar Kommunu hava gjørt vart við, at ruskposarnir eru yvirfyltir, viga ov nógv og standa ov langt frá vegnum, har ruskbilurin stendur RUSKINNSAVNING Ingrid Bjarnastein Klokkan er hálvgum tíggju á morgni, og í kaffivogn- inum á kajini situr heilt fitt av fólki. Her ímillum eru nakrir av ruskmonnunum í Tórshavnar Kommunum, sum eru komnir at fáa sær ein kaffimunn og eina sigarett. Í fyrstuni eru teir ikki so prátingarsamir, men tá glið er komið á, stendur ikki á at fortelja, hvat málið snýr seg um. – Trupulleikin er tann, at ruskposarnir eru yvirfyltir, teir viga ov nógv, og so standa teir aftan fyri hús, niðri í trappum, uppi í trappum, inni í skápum og í kjallarum, greiða rusk- menninir frá. – Fyri tað fyrsta, tá posin vigar ov nógv er tað næstan ógjørligt at klára at bera hann, serliga tá hann stend- ur langt vekk frá vegnum. Tá verða vit noyddir at draga hann aftaná okkum fyri at fáa hann við, og um tú dregur posan, so kemur hol á, og kemur hol á, so endar eitt sindur av rusk- inum í túninum. So ringja fólk og klaga um, at alt ruskið ikki er tikið, og tað vit vildu gera var rætt og slætt at gera eina góða gerð, og taka ruskið, sjálvt um posin var so fullur. Tá ruskposarnir standa goymdir aftanfyri hús, í kjallarum og aðrastaðni, so hevur hetta við sær, at tá avloysarar so koma, so vita teir ikki, hvar teir finna posarnar, og so aftur at klaga. Óumhugsin Afturvendandi tykist at vera, at fólk eru alt ov óumhugsin tá tey lata rusk í posarnar. Tey hugsa als ikki um, at tað kemur ein per- sónur eftir posanum, og posin eigur tí at uppfylla ymsar treytir. Tórshavn Kommuna lýsti í gjár í fjølmiðlunum við reglunum fyri, at ruskposar skulu verða avheintaðir, og um hesar treytir ikki verða uppfyltar, so eigur posin ikki at verða tikin. – Posarnir eiga ikki at viga meira enn eitt vist, alt eftir, hvussu langt teir standa frá vegnum. Men flest allir posar viga nógv meira enn hámarkið. Harafturat so blaka fólk blæður, bind og aðra óhumsku ovast í posanum, og teir 20 cm, sum eiga at vera til okkum at taka í, eru als ikki har, siga rusk- menninir við einum suffi. – Allir av okkum hava skorið okkum av posunum, bæði eina ferð og tvær ferðir. Brotnar fløskur, rútar, gløs, saksar... alt verður blakað í posan uttan at pakka tað inn. Eisini dósirnar, sum til dømis kettumatur er í eru hervi- ligar. Eisini visti ein rusk- maður at fortelja um ta einu ferðina hann hevði tikið ein ruskposa. Tá stakk ein knívur úr posanum, og tað varð bert av tilvild, at hann ikki hevði svinga posan uppá ryggin tann vegin knívurin vendi út. Ikki fyrr enn hann setti posan frá sær, sá hann, at knívurin stakk úr. – Fólk hugsa ikki um, at tað eru fólk, sum heinta teirra rusk. Tað taka tey fyri givið, og tí hugsa tey ikki um, hvat tey gera. Venjast betur Talan er mestsum um eina hugburðsbroyting. Fólk skulu hava eina beina linju at ganga eftir, júst sum í londunum rundan um okkum. Har hava tey ein ruskpolitikk, og um hann ikki verður yvirhildin, so verður posin ikki heintaður. Nú er tað eisini gjørt soleiðis, at tað er ókeypis at koyra rusk niðan á brenni- støðina, og hetta er fyri at lætta um hjá ruskmonn- unum, men siga teir, at tað eru tey fægstu í brúka henda møguleikan. – Vit merkja væl og virðiliga á ruskinum um tað hava verið høgtíðir. Tá eru posarnir stúvstappaðir og ofta stendur eisini eyka rusk við síðurnar av. Fólk eru eisini so dovin, at um vit ikki taka hetta eyka ruskið við okkum, so stend- ur tað bara har til næstu ferð. Vit gerast ikki sterk- ari, sjálvt um tað hava verið jól, og tí kann tað heldur ikki vera rímiligt, at pos- arnir viga meira. Ruskmenninir halda, at kommunan átti at sent ein faldara í hvørt hús, har greitt stóð, hvørjar treytir skulu uppfyllast fyri, at ruskposin skal verða heint- aður. Er tað minsta galið, so eigur posin ikki at verða tikin. Teir høvdu eisini viljað, at viðurskiftini vórðu skipað eins og tey á IRF. Havnin er jú ein stórur býur, og hvønn dag heinta ruskmenninir millum 700 og 800 ruskposar, og tá eru eyka ruskposarnir ikki taldir við. Um hvør rusk- posi vigar 40 kg, sum er hægst loyvda mark um ruskposin stendur minni enn 3 m frá bilinum, so hava teir tilsamans borið 32.000 kg ein dag, og eftir eini viku hava teir borið 1,6 tons. Síðani skalt tú eisini leggja eyka ruskið afturat. Lítil virðing fyri ruskmonnunum So fullir eru posarnir, og hetta er ikki eitt eindømi. Ruskmenninir bera millum 700 og 800 posar um dagin, og teir flestu eru yvirfyltir Mynd: Jens Kristian Tey 25 forskúlabørn- ini í Klaksvík, sum ætlaði sær til Havnar at bowla, mátti vegna væntandi tænastu frá Strandferðsluni avlýsa túrin, sum tey í langa tíð høvdu glett seg til STRANDFERÐSLAN Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Ætlanin var, at tey 25 forskúlabørnini í Dr. Margrethu barnagarðinum í farnu vikuni skuldu fara ein túr til Havnar, har tey mill- um annað skuldu bowla og taka sær av løttum í nakrar tímar. Men so varð ikki. Eftir at starvsfólkið í fleiri vikur høvdu fyrireikað túrin, máttu tey mikudagin bera børnunum boð um, at túr- urin gjørdist av ongum. Væntandi tænasta Orsøkin til hetta var vænt- andi tænasta frá Strand- ferðsluni. Nú Scania rekur sigling- ina um Leirvíksfjørðin, hevur Strandferðslan av- gjørt, at teir ongan eyka buss seta inn í leiðina mill- um Fuglafjørð og Havnina. Strandferðslan hevur ann- ars gjøgnum longri tíð bjóða eina tænastu út, sum serliga er ætlað til størri ferðabólkar. Hendan tæn- astan sigur, at ein bert skal siga frá, hvussu nógv eru í ferðandi bólkinum, og seta teir so ein eyka buss inn, soleiðis at øll tey ferðandi sleppa aftur og fram. – Hesa tænastu hava vit nýtt fleiri ferðir, og ringdu vit tískil fyrr í vikuni suður á Strandferðsluna. Tey bóðu okkum fara inn á heimasíðu teirra eftir ein- um bíleggingarseðla, sum vit síðani skuldu senda suð- ur, greiða tey frá úr barna- garðinum. Men boðini, tey fingu aftur úr Havnini, vóru stutt og greið. So leingi, sum Scania røkir siglingina um Leirvíksfjørð, verður eing- in eyka bussur settur at røkja leiðina suður til Havnar. – Orsøkina til hetta søgdu teir vera, at trupult er at fáa busskipanina at hóska saman við siglingar- tíðunum hjá Scaniu. Tað hjálpir bara ikki okkum so nógv, sigur eitt av starvs- fólkunum á Dr. Margretu barnagarðinum. Sleppa ikki norð Starvsfólkið fekk frá Strandferðsluni at vita, at øll børnini kundu sleppa suður til Havnar við bussin- um um morgunin, tá ætl- anin var at fara avstað. Men Strandferðslan kundi ikki geva nakra trygd fyri, at øll børnini sloppu norður aftur við bussinum sama seinnapart. – Ætlanin var, at vit skuldu taka bussin úr Havnini klokkan 15.00 seinnapartin, men eingin kundi tryggja okkum, at øll børnini fingu pláss í buss- inum, greiðir eitt av starvs- fólkunum frá. – Um so var, at pláss ikki hevði verið fyri øllum í sama bussi, so høvdu vit staðið eftir við eini rúgvu av 6-7 ára gomlum børn- um, sum ikki høvdu nakran møguleika fyri at sleppa úr Havnini fyrr enn klokkan 19.00 á kvøldið. Og so høvdu vit ikki verið í Klaksvík fyrr enn klokkan 22.00. Tað er jú langt yvir songartíð hjá teimum, siga tey úr barnagarðinum. Sera ónøgd Sum heild eru tey á barna- garðinum sera ónøgd við hesa væntandi tænastu, sum Strandferðslan nú hev- ur víst teimum. – Strandferðslan er jú ein almennur stovnur, og eigur at bjóða nøktandi flutnings- møguleikar til allar føroy- ingar. Hetta kemur eisini at hava stóra ávirkan á øll ítróttarliðini, sum hvørt vikuskiftið í hópatali ferð- ast úr Klaksvík, sigur eitt av starvsfólkunum. Barnagarðurin fekk ann- ars at vita frá Strandferðsl- uni, at tey kundu leiga sær ein buss frá onkrum øðrum, men tað eru tey ikki heilt nøgd við. – Tað merkir, at vit mugu fara aðrastaðni at keypa eina tænastu, sum Strand- ferðslan annars sigur seg bjóða viðskiftafólkunum ókeypis, og tað kann ikki vera rætt, halda tey í barna- garðinum. Sleppa ikki til Havnar ! Hetta er nøkur av forskúlabørnunum, sum hóast alt ikki sloppu til Havnar at bowla Á Dr. Margrethu barnagarðinum er tey sera vónbrotin av, at túrurin mátti avlýsast vegna væntandu tænastu frá Strandferðsluni Frá Strandferðsluni frætta vit, at tey seru sera hørm um, at hesi børnini ikki kundu fara á túrin, sum tey høvdu fyrireikað í so langa tíð. Men so leingi, sum Scania røkir siglingina um Leirvíksfjørð, fáa tey ikki veitt tær somu tænastur, sum tey vanliga gera STRANDFERÐSLAN Ragnhild Ellingsgaard Vit hava tosað við við Strandferðsluna, og tey greiða frá, at tey í nýggju ferðaætlanini hava lagt ser- ligan stóran dent á at skapa eitt týdningarmikið reglu- semi millum allar leiðirnar. Men hetta er gjørt við teim føstu leiðunum í huganum, og er Scania ikki ein av teimum. Trupulleikin er, at Scania nýtir longri tíð um Leir- víksfjørð enn Dúgvan, og tískil kann verða torført at fáa bussleiðina at hóska inn í somu leið. Tó leggja tey stóran dent á, at talan bert er um eina fyribils loysn, meðan Dúgvan er til eftirlit. Um Dúgvan sigldi, so hevði als eingin trupuleiki verið, og siga tey seg av tí sama vóna, at børnini møguliga kunnu fara á hendan túrin, tá Dúgvan aftur er farin í siglingarleið. Tey siga seg leggja stóran dent á at veita øllum við- skiftafólkunum eina góða tænastu, og tí eru tey sera hørm um hesa støðu. Sera harmiligt C M Y K 9 8 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Opel Vectra 2,0 Di beige, 4 hurðar, árg. 1997, 80.000 km. 117.000 Opel Vectra 2,0 Sport Svartur, 4 hurðar, árg. 1999, 39.000 km. 157.000 Mazda 323 1,5 gráur, 4 hurðar, árg. 1998, 66.000 km. 95.000 Mazda 323 F 1,6i GLX vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 116.000 km. 77.000 Seat Cordoba Vario 1,4 bláur, 5 hurðar, árg. 1999, 25.000 km. 89.000 Toyota Starlet bláur, 3 hurðar, árg. 1997, 60.000 km. 65.000 Ford Fiesta bláur, 5 hurðar, 130.000 km. 22.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,6 reyður, 5 hurðar, árg. 1999, 52.000 km. 119.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000