Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-03-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 Føroya | SOSIAL-DEMOKRATUR | AR | Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A. ØSTER Rygg móti rygg! „Hann má gjalda, ið vil valda, tað er sjálvsagt. Og sjálvandi kostar tað ikki einki at stjórna einum landi. Men at gamla sjálvstýrið skuldi fara at verða samband- sins sterkasta verja, tað mundi fáur hava hugsað sær; tó, sjón gongur fyri søgn: Gl. sjálvstýri ber í bøtuflaka fyri tey upp- skot, sambandið og fólkaflokk- urin hava sett fram og samtykt á tingi í år, uppskot ið leggja meira toll á fólkið. „Tey valøgn, ið verða krøkt uppá eina javnaðarvallínu, kunnu eisini vera tey mest ótrú- ligu," heldur Tingakrossur. At Tingakrossur ikki sær ann- að enn valpropaganda í teim uppskotum, javnaðarmenn hava sett fram á tingi fyri at verja tey, ið tær lægstu inntøkurnar hava, móti at bera tær tyngstu byrðirnar í samfelagnum — ja, tað merkir menninar, ið standa aftanfyri tað blaðið. Tað er nú einaferð uppgåva javnaðar- flokksins at royna at bota um kor teirra, ið tær minstu inn- tøkurnar hava. At GI. sjálvstýri stevnir móti øðrum málum, skulu vit ikki siga teir illar fyri; men at teir rygg móti ryggi við sambandið skulu verja eina støðu, har tær tyngstu byrðirnar verða lagdar á teir veikastu herðarnar, tað mátti verið beisk- ur kostur at svølgt. Høvdu javnaðarmenn eingi uppskot havt, ið veitt kundu tinginum tann pening, tí krevst, ja, so var heldur ikki stórt at sagt til, at Gl. sjálvstýri eingi áð visti sær uttan at dottið í tann partin, sum legði stein oman á byrðu á teir herðar, ið ikki eru mentir at bera hesar byrðir. Men so var ikki, javnað- arflokkurin hevði fullgóð upp- skot, ið høvdu tikid peningin haðani hann var at fáa. Nei, javnaðarmanna uppskot vóru bygd á veruleikar; men tað kann henda, at Tingakross- ur kemur at ásanna, at tær lóg- arsamtyktir, sum hann nú verjir saman við sambandinum, koma at vísa seg, sum hann sjálvur sigur um hinar, at „hava tann veikleika at vera sveimandi og í mongum førum meira i loft- inum enn á jørðini.“ * FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Skemt. Formaðurin: Og hoyr so, skriv- arin. So skalt tú skriva: kussar av sprutti, 14 kassar av bayarum og ein sodavatn til Dia. »25 . Oregluligt val? Á fundi i Havnar arbeids- mannafelag 28. februar varð stjórnarvalið, ið fór fram 2 mánaðar frammanundan, sagt at vera farið óregluliga fram. Ein nevnd varð sett at kanna spurn- ingin, og í kvøld verður fundur í felagnum, har kanningar- nevndin leggur fram tað úrslit, hon er komin til, og so verður møguligt nýtt val av stjórn. Ja, ofta gongur stórur roykur av lítlum brandi ! Goymið silkihattin! Í dag er føðingardagur kongs, og einki er at ívast í, al mang- ar fínar frúur í Tórshavnar býi í gjárkvøldið sótu og bustaðu silkihattin hjá manninum, id vanur er at fara til »reception« ríkisumboðsmanninum henda dag. — Men gakk! So mátti ríkisumboðsmaðurin fara á flóg til København »i tjenstlig anledning«, og so varð »recep- tionen aflyst« — og frúurnar máttu so goyma silkihattin í vón um betri eydnu næstu ferð. hjá HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG hevur framhald av aðalfundi, leygardagin 11, mars Al. 8 í Tórs- høll. ; DAGSSKRÁ : 1. Kanningarnevndin frå úrslitinum. 2. Møguligt nýval av nevnd og og øðrum ålitisstørvum. greidur ). Logbroytan. 4. Ymist. Nevndin. Að dd åd dede bets stk betalt mn 3ta€ adat dede 00000000000000 0000000000000 ÉT ET a Enir midjan månadin eri eg aftur til reidar vid byggi- arbeidi. Cl. Dalsgaard. 000000000000 000000000000000 TA EOS AA ANTIKRIST ER KOMMET Hvem er han? Hvor er han? Hvilke tydelige bibelske kjenne- tegn er det som avslører ham og setter oss istand til med sik- kerhet å vite hvem han er? astor Joh. A. Tillgren taler over dette emne i Losjesalen Sond. kl. 18 (6). Alle er velkommen! TIRSDAG KL. 20, Emne: Antikrist 'erobrer hele Kristenheden. Når? Nu? Hvorledes? | 11. mars 1950 LICITATION Timburarbeidi til køliverk at sær og målaraar- beidi at sær vid Torshavnar nyggja el-verk verdur her bodid fram at gera sambart tekningar, treytur og frågreidingar, sum fáast til láns hjá H. C. W- Torgard, arkitekti, M. D. A. Boð verða send Tórshavnar elektriciletsverki i seinasta lagi fríggjadagin t. 21. mars 1950 kl. 14 og verða tá opnaði í hjáverðu teirra, sum boðið hava. Elektricitetsnevnd Tórshavnar býráðs. KUNNGERÐ FRÁ VALUTAMIÐSTOÐINI flyta inn úr Bretlandi Allir teir, id ynskja at persónvognar, lastvognar og vøruvognar, mugu senda umsókn um hetta til Valutamidst6dina áðrenn 13. mars 1950. Umsóknir, ið ikki eru Valutamiðstøðini í hendi áðurnevnda dag, kunna ikki væntast at verða tiknar til viðgerðar. mars 1950. VALUTAMIÐSTØÐIN, tann 2. E. h. J Nicolaisen. Afturlatingartíðir Vit hava nú roynt week-end í januar og februar, men av tí at ein handil her í Havn ikki hevur viljað givið seg undir felagssamtyktina, verða nú afturlatingartíðirnar broyttar til kl. 7 fríggjadag, kl. 6 leygardag og kl. 5 hinar dagarnar. Henda skipan verður í gildi til ársaðalfund felagsins tann 10. apríl, tá tann endaliga avgerðin verður tikin hesum máli viðvíkjandi. Havnar Detailhandlarafelag Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn NORTH ATLANTIC SALT CO. = Nr. Í salt á goymslu. Útskipan: 50—80 tons um tíman til fiskifør. Kr. 105/ — ion leverað frítt umborð. telgr. adr.: NORTHSALT, Tvøroyri. Tlf. 24 & 78. Í —————————————————s—N<NY—