leygardagur 25. mars 1950síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Feroya |
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
P. KARBECK MOURITSEN
Prent:
A. ØSTER
Rein orð til
»Dimmalætting«,
sambandsflokkin
Tað tænir øllum pørtum best
at hava reinar linjur, reint
borð.
Vit aftra okkum ti ikki við at
svara »Dimmalætting« og sam-
bandinum aftur uppá greinina:
„Rene ord til socialdemokratiet«.
Og okkara orð skulu ikki sakna
nakað í klárleika.
Vit javnaðarmenn
loysingarmenn.
Men vit hava viljað haft hin
nationála spurningin loystan.
Vit hava haraftrat viljað haft
stjórnarlagið broytt — sí okk-
ara uppskot til vina- og fræls-
isbræv Dana og Føroyinga mill-
um.
Vit hava verið ímóli sam-
bandsins stirvna — og áræðis-
liga uppgevingarpolitikki. Vit
håva verið ímóti honum, ti vit
hava — eins og nú flestir Dan-
ir — ásannað, at hann hevur
drigið fult so nógv sundir Dana
— og Føroyinga millum sum
»seperatistarnir«.
Tað var fyri at fremja hesa
okkara støðu, vit stjórnarliga
gingu saman við gamla sjálv-
stýrinum. Og tað var fyri at
verja Føroyar ímóti loysing, sum
fólkaflokkurin var komin at
krevja, at javnaðar — sjálvstýr-
issamgongan gekk saman við
sambandinum at taka ábyrgd-
ina undir krignum og aftaná.
Javnaðarmanna vina — og
frælsisbræv er næstan orðrætt
igjøgnumført.
Sambandið helt ímóti soleingi,
til >samhørigheden< var kom-
in at hanga á einum hári,
so sjálvt núverandi for-
maður fyri sambandinum Jó-
hann Poulsen herði givið
ysamhørigheden< upp fyri skutil
við Dantes orðrum yvir hel-
heimi: »Her lades alt håb ude« !
Hann segdi tad å donskum vid
Danir.
Men so gav sambandid eftir
og samtykti javnadarmanna upp-
skotið til nýggja stjórnarskipan.
Sambandið gav eftir í mál-
spurninginum.
Sambandið gav eftir í flagg-
spurninginum.
Sambandið gav eftir í lóg-
gávuspurningum.
Sambandið setti stutt sagt
eina tjúkka stríku yvir seg
sjálvan, sítt program, sítt mið
og mál. Ja, tað var til reiðar
eru ikki
soleiðis sum tess ikki táverandi,
men seinri komandi formaður
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
at geva rikisfelagsskapin heilt
upp, um ikki javnadarmenn
høvdu hildið høvdinum uppi og
verið menn fyri situatiónini.
Av tí gamla sambandspolitikk-
inum, sambandsstøðuni, er ikki
so frætt eftir sum eitt pu, eitt
hár. Eftiri standa nú bara nakrir
konservativir, politiskt rændir
menn, ið onga hugsjón, ongan
politikk hava, men bara vilja
vera uppi í.
Hesir menn gjørdu ein sált-
mála við javnaðarmenn við-
víkjandi — tingarbeiðinum til
næsta val,
Teir fingu løgmannin, sam-
bandsmenninir, og harvið meir-
lutan í stjórnini.
Men teir brutu orð sítt.
Jøhann Poulsen breyt undir-
skrift sína.
So brátt Andreas Samuelsen
hevði lagt formannsstavin
fyri sambandinum, snúði Jóhann
Poulsen og Kr. Djurhuus sam-
bandflokkinum frá samarbeið-
inum við javnaðermenn, róku
teir úr sæti, har id teir kundu
koma framat. Skammaðust ikki
við at ganga saman við fólka-
flokkinum, um tað var neyðugt,
fyri at fremja hetta verk. Ikki
bara í hesum, men alla staðni,
har id tað bar til, løgdu sam-
bandsmenn saman við fólk-
flokkinum fyri at kyrkja javnað-
armannamál og støður.
Saman við teimum kvaldu
teir javnaðarmanna uppskotini
um:
at geva fiskimannastattinum
javnan rætt við útgerðar
menninar at stýra Føroya
Fiskasølu, .
lógfestan frábýtisrætt í øllum
fiskiskapi,
lógfesta skipan um, at allar
avrokningar skipsfiskimanna
skulu ganga igjognum eitt av
fiskimannafeløgunum,
lógfesta skipan um, at reið-
arin ikki skal hava loyvi til
at pantsetta fiskimannsins part
av veidini,
lækkan av skattinum hjå teim
minnimentu, o. a. m. kvaldu
teir sum t.d. at landid skuldi
taka oljuhandilin, tí vað var
við oljubingum sínum og til-
søgn um at fáa KE. Fugløs
oljubing ført fyri at gera tað.
Hetta seinasta var tað ringa-
sta. Tí her hevði sambandið
skriftliga bundið seg.
Men hóast sína undirskrift
sambandsflokksins vegna stemm-
aðu Jóhann Poulsen og sam-
bandsmenn við honum ímóti
at taka oljuhandilin og at gera
oljubryggjuna í Sóldafirði.
Henda atkvøða fór fram við
navnakalli og vil til ævigar tíð-
ir geva sína lýsing av mannin-
um, av flokkinum.
Hvussu var tað, ið
Eflersøe sáli yrkti?
Slá upp í Føroya fólks sang-
„ók, Jóhann Poulsen, lærari!
Rasmus
Hvussu er tað hitt føroyska
orðtakið ljóðar?
Vit finna tað millum dr. Ja-
cobsen orðtakasavn.
Av hesum sæst, hvør id hev-
ur brotið samarbeidid, og hví
javnarflokkurin á tingi hevur
svørð í báðum hondum máti tí
aftursamanrunna kolsvarta aft-
urhaldinum..
25. mars 1950
Havnar
handverkarafelag
heldur FUND í losjuni leygar-
kvøldið 25. mars kl. 19% við
hesi dagsskrá:
1. Felagsmal,
2. Ýmist.
Allir limir biðjast møta!
Stjórnin.
Lýsing
Trolarafelagið »Hellufossur« lýsir til aðalfundar
fríggjadagin 31. marts 1950. m—
Fundarevni sambært felagslógina.
Til ummælis kemur annaðhvørt at slíta felagið
ella keypa annað skip í staðin fyri tann mista trolarin,
NEYNDIN.
Skipafelagið Føroyar
Telefonir 209 171
274
Tórshavn
NORTH ATLANTIC SALT CO. *
Nr. Í salt á goymslu.
Útskipan: 50—80 tons um tíman til fiskifør.
Kr. 105/ — ion leverað frítt umborð.
telgr. adr.: NORTHSALT, Tvøroyri. Tlf, 24 & 78.
———ieaniiiewew
SGR. REKLAMA
Tað er langtsíðan prógvað, at tær
føroysku sápurnar eru minst líka so
góðar og minst líka bíligar sum tær
útlendsku.
Skuldu-tygum verið ein teirra, sum
enn ikki hava vissað seg um hetta,
gerið táð so ....
teirra, ið longu nú siga
og teljist millum
»OK! OKKARA«
SS SJ TODO. SDS SEE "TEE LOS. SONNA ST DUG BEDE
= = 3 RER RG