Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 1950síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

25. mars 1950 TÍÐINDABRÆV Ravmagns- spurningurin. Málið er nú til kanningar hjá fíggjarfrøðingum ministerisins. Út- litið fyri góðum úrsliti er ikki tað versta. Hugsi tað fer at eydnast at vinna á peningavansunum tað er har ið tað táttar nú so hetta stór- verk kann verða framt. Avgerðin verður at falla í næstum. Oljubingi í Førovingahavnini Oljubingi í Føroyingahavnini var eitt av teimum málum, sum Dam í røðum sínum á ríkisdegi skorðaði sterkt á at fáa: Og nú er avgerð tikin. Oljubingini í Norðmannshavnini hesum hava verða bygd ætlandi. Orsakað av ríkisdagsmenninir Dam og Niclasen reist spurningin, um møguleiki er hjá Føroyingum at setast við virkj- um á hesum staði. Kríggstryggingarpeningurin sum lán til forskotsrindan av lån skipsfiski- manna. Eftir samráðingum um hetta mál skuldi væl borið til at nýtt tann tøka kríggstryggingarpeningin sum lán til forskotsrindanina, í fyrstu syftu eina millión. Fáa vit so eina hálva milli- ón frá lønjavningargrunninum, eina frå sociala grunninum og 1% „av rakstrargrunni Føroya unnar og tess láni til fíggjan av fiskasøluni eins og samtykt varð á tingi, skuldi verið greitt at farið praktisera forskotsrinda- nina. Hesari forskotsrindan er so stórur tørvur á, at einki eygablikk má drálast við at fáa hana í lag. Statslán til p-f. Skipafelagið Føroyar veðhalda undir al Løgtingið samtykti at fyri einum láni uppá 3 milliónur til p/f. Skipafelagið Føroyar. Men skipið, ið byggjast skal, verður at kosta 9. Og tá ið Skipafelagið einans kann reisa 3 milliónur sjálvt, verða at tróta 3 mill. Hesar 3 milliónurnar søkir felagið státin um at læna. Státsministeriið hevur tikið undir við málinum og tilmælt „finansud- valget“ at læna tann umsøkta pen- ingin. Um so hin peningurin verður tøkur, skuldi hitt nýggja „Tjaldrið“ verið bjargað. So ræður um hjá skipafelaginum at seta so væl um driftina, at tað vinnur aftur allar Foroyingar fyri fyritøkuni. Sjómannsheimið Hitt nýggja sjómannsheimið verð- ur dýrt. Tað verður tungt tak at fáa peningin til vega. Talan er tí um at fáa státin at hjálpa, og er útlitið fyri hesum hitt besta. Nýggj posthús í Havn og í Klakksvík ; Landsstýrið gjørdi løgtinginum kunnugt, at tað hevði spurt hjá rík- isstýrinum, um møguleiki var fyri, at státurin hevði postlagið enn eina tid, eitt åvist åramål, og í hesi tíð lat byggja teir bygningar, sum so leingi hevði verið talan um at bygt, og um løgtingið, tá ið hetta áramálið var farið kundi yvirtaka hesar bygningar, ífall tað tá avgjørdi at taka postlagid undir stjórnarvald sitt, Hetta er ríkisstjórnin gingin við Fiskasøl- | FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR KOMMUNUVALINI Í DANMARK ORSAKA MØGULIGT RIKISDAGVAL? til, og verður nú farið undir at byggja nútímans posthús, í hvussu er í Havn. Logtingið ; verður at fáa sín part av apotekaragrunninum " Løgtingið hevur samtykt at yvir- taka apotekið. Tað er eisini gjørt. Talað hevur verið um, at Føroyar skulu fáa teirra part av apotekara- grunninum. Hetta er í lagi. Pening- urin, id løgtingið fær verður ætlandi at liggja um 400.000 kr. Státurin rindar 25 pst. til trafikhavnirnar Ríkisstýrið er gingið við til at lata ståtin rinda 25 pst. av tí, sum tað kostar at byggja trafikkhavnir í Føroyum, treytað av, at løgtingið játtar ein studning uppá 50 pst. og kommunurnar sjálvar 25 pst, og at havnirnar verða bygdar eftir fram- manundan góðkendum ,,projektum og tiknar at gera av manni ella fel- agi, sum eru før at gera arbeiðið liðugt. Tær fyrstu havnirnar, ið gjørdar eru sambært 10 ára ætlanina, i Fuglafirði og Seyrvági, vilja nú fáa 25 pst. av kostnaðinum goldið. Stats- ministeriið hevur nevniliga sent hesi havnamálini til „finansudvalget“ við tilmæli at rinda peningin. 10 millíónur til Føroya Fiskasølu Føroya Fiskasøla vendi sær til tingið um hjálp at fáa uppí 10 milli- ónur til fíggjan av okkara fiski- vinnu. Løgtingið samtykti at veða fyri hesum milliónum sum lán í bankum ella aðrastaðni. Men okkara bankar og peningastovnar eru á tampi við lánum. Teir kunna neyv- an uttan fíggjan uttanífrá fáa henda stóra peningin til vega. Talað hevur tí verið vid státsmyndugleikarnar. Og kann nú verða sagt, at gott útlit er fyri, at lánispurningurin kann verða greiddur. Hetta vil vera ein veldugur stuðul fyri fiskivinnuna og lívið í Føroyum. Danir til Bæringshavid og Grønland Bløðini greiða frá, at Grønlands- handilin og hin víðagitni Danin Claus Sørensen hava lagt saman til stórfiskiskap í Grønlandi. Skulu fiska við línu og snurpunót og frysta fiskin til „filéir“ at selja fyri dollar í Ameriku. Ætlanin er at nýta tær „modernu“ týsku filémaskinur, ið arbeiða minst móti 10 fólkum. Danskar “kvinnur, ið eru kønar i filé-arbeiði skulu upp til Grønlands at læra tær grønlendsku. Eini 70 stórir danskir snurruváðs- bátar fara at fiska reyðsprøku í Bæringshavinum har uppi hjá Russunum. Hesin fiskiskapur gav teim mikið í fjør. Tíðindamaður. Her hevur kókað av politiskum spenningi. Bløðini og menn løgdu nógv í, hvussu kommunuvalini fóru at taka seg upp fyri teir ymisku politisku flokkarnar. Skjeytst støðan nógv teirra politisku flokkanna mill- um, varð hildið, at tað fór at virka á støðuna hjá flokkunum á ríkisdegi. Fóru javnaðarmenn nógv aftur, komu hinir flokkarnir at vera meiri harð- rendir ímóti ríkisstýrinum, so harð- rendir kanska, at tað kom ikki at verða sitandi hjá stjórnini. Kommunuvalini kundu so statt bera ríkisdagsval í hølunum á sær. Valini hava nú verið. Javnaðarmenn stóðu seg nóg so væl. Gingu fram í atkvøðum. Men mistu nakrar fáar menn meiri enn teir vunnu. Summa staðni, har ið teir høvdu haft eitt tepur fleirtal, Nr. 12 mistu teir ein mann og harvið meirlutan. Men í høvuðsstaðnum, har ið teir seinasta val mistu meir- lutan, fingu teir hann aftur. Hesin sigur varð stórfagnaður. Annars var valsins serkenni, at teir konservativu og „Retsforbun- det“ vunnu stórliga, meðan „Dansk samling“ hvarv og kommunistarnir vóru skornir niður í helvt. Um ríkisdagsval verður beinan- vegin aftaná kommunuvalini er enn monnum nakað ógreitt. At teir kon- servativu og Retsforbundet vilja hava val, er einki at ivast i, Heldur er tað at ivast í støðuni hjá vinstra, sum tapti í stórum, og sum við teirri nýggju valskipanini skal missa 7 menn í minsta lagi, sjálvt um flokk- urin ikki fer aftur í atkvøðutali. Tíðindamaður. AKTIESELSKABET FØROYA BANKI HOVEDKONTOR THORSHAVN Stiftet 1906 AFDELING: TRANGISVAAG Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000 Bankforretninger af enhver Art udføres. Kontortid Kl. 11 — 3. Lørdag 11—2 NORDOY A SPARIK ASSI Sparikassin er opin hvønn gerandisdag kl. 12—1 og kl. 4 — 5, leygardag bert kl. 12 — 2. Lán verða givin móti veð í jørð og 'bygningum. Renta av innskoti-er frá 1. april 1950 3%, p. a. og fyri innskot uppá uppsøgn 31/,% p. a. Norðoya Sparikasst. TAXA BILSTODIN 149 9 BILAR koyring Nú ber til at gista í Ljóst og hugnaligt Bað Góður matur | Vestmanna er av vakrastu plåssum í land- | inum tað rætta til summar fritíðina TLF. 44 K. Hansen SGR-REKLAMA Á