Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1950síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8. apríl 1950 DÓMUR Dómur er fallin í sakini, Brockie reisti móti blaðstjóra »14, Sept“s Blaðstjórin er dømdur til at betala í bót til statskassan 750 kr. — sum hann eisini kann sita av í 30 dagar, um hann heldur tað vera stutt- ligari. Hartil skal hann rinda 1000 kr. til Brockie fyri „ved den ubeføjede beskyldning til- føjede tort“. Eisini skal hann rinda kostnaðin av sakarmál- inum við 300 kr. Bustubindaravirki. Fyri stuttum var eg ein ferð- ingartúr í Klakksvík, og kom mær snøggliga í huga at fara inn á gólvið hjá tí nýggja bustubindaranum, ið hevur seti seg niður har. Virkið er ungt, so ein kann siga, at ikki er reiðilig gongd komin á; men hetta er nakað, ið hevur minni at siga, byrj- anin er altíð hitt tyngsta og tor- førasta stigið. Maðurin, ið ger busturnar, er John Nybo — ein unglingi í bestu árum ættaður av Við- areiði. Serkunnleikan á hesum øki hevur hann fingið í Dan- mørk, og kann hann í sínum virki gera øll møgulig sløg av bustum, sum í flestu førum eru betri enn tær, ið gjørdar verða á útlendskum verksmiðjum. Sjálvt um hetta er einasta virki av sínum slag í Føroyum. kann John lættliga — uttan maskintól — gera allar tær bustur, ið nýttar verða her á landi. Sjálvt um tað ikki er føroy- ingum fyri, so eiga vit at styðja føroysk virkir, tí á tann hátt spara vit útlendsk gjaldoyru, og tað kemur landinum til góðar. Vit ynskja John eydnu og framgongd við sínum virki. Bos. Belgia. Fyrst i vikuni vard van Zee- land, ið hoyrir til katólska flokkin, biðin um at mynda stjórn og sjálvur vera forseti. Hann er av ídnastu monnum fyri at fáa kongin aftur, og tá hesi tíðindi frættust, samtyktu leiðslan fyri fakfeløgini, at um Leopold kongur kom aftur til landið, vildu 650.000 arbeiðarar byrja streiku um alt landið. Leopold kongur boðaði hós- dagin frá, at hann vildi taka við aftur kongsstarvinum, um bel- giska parlamentið samtykti at bidja hann um tað. Nú er tað so, at alt hongur á parlamentinum. Einans tað ræður nú fyri, um Leopold FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR verður kongur aftur ella ikki. Skulu bæði húsini undir einum stemma, so eru teir, ið vilja hava kongin aftur, við yvirlut- an, men stemma tey hvørt sær, so verður Leopold ikki kongur aftur í Belgia. van Zeeland vil hava, at kongaspurningurin verður av- gjørdur av parlamentinum undir einum. Seinastu tíðindi frá Belgiu siga, at væntast kann, at nakrir limir av katólska flokkinum í eystu stund vilja stemma ímóti konginum fyri at bjarga land- inum undir sundurliman. „Oyrnafjall.“ „Oyrnafjall“ fór 14. februar úr Føroyum til Bilbao við fiski. Tað hevur síðani fermt málm úr Bilbao til Workington og koks úr Glasgow til Esbjerg. Aftaná at hava uppskipað í Es- bjerg fór „Oyrnafjall“ í dokk í Hamburg (1. apríl), og verður tað liðugt haðani um 10. í hes- um mánaði, og síðani skal tað ferma kol úr Onglandi til Før- oyar. Snurruváðsbáturin Sonja Egholm er farin eystur i Barentshavið at royna. Akranes, ið roynir undir Ís- landi, hevur verið inni fyri spælskaða, sum hann hevur fingið afturbøttan. Atlantssáttmálin. Enski admiralurin lord Frey- ser er farin til USA, har hann skal halda røður fyri amerik- anskum heryvirmonnum. Aftur at hesum skal hann tingast við amerikansku herleiðsluna um verjuna av atlants sáttmála- londunum. Til haldararnar ! Ferð eftir ferð frætta vit, at haldarar ikki fáa blaðið og tá helst teir nýggju haldararnir Kemur blaðið óregluliga, DÅ gerid tå so væl at siga frá beinleiðis til blað- stjåran. OPPPISPSISIIPISISILILLILILIILSLILIIILILT AA 5 $ : Her at håsum tygara! N ? Pørvar teimum ikki N < .. | ? FÆROSIT? $ ELLLLLAALILLAAGEMILIAEGILACGEGEEIE" Nr. 14 LÝSING Fiskamarknaðurin í Aberdeen verður stongdur mána- dagin 17. apríl 1950. Tórshavn, 31. mars 1950. FISKIVINNUSKRIVSTOVAN Skipafelagið Føroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn a —iivinin Færøsk Margarine VITA Ns |} Vitaminiseret Fint Produkt. Færøsk Produkt LYSING Viðvíkjandi feskfiskasølu í Bretlandi, minna vit á (sam- bart lýsing av 9/12-1947) at eigarin ella reiðarin hevur skyldu til at søkja um landingsloyvi og søluhavn áðrenn túrurin byrjar og at hvør einstøk landing er treytað av, at skiparin boðar Fiskivinnuskrivstovuni frá veiðunøgd og ætlandi sølu- degi minnst 3 dagar áðrenn skipið kemur í søluhavnina. Tórshavn, 31. mars 1950. FISKIVINNUSKRIVSTOVAN Tlgr.-adr. Fiskafluttning, tlf. nr. 525. Um påskini hevur STJORNAN bert opið skírhósdag og 2. påska- dag frá kl. 6 s.p. Stjarnan TRYGGINGARSAMBANDIÐ FOØROYAR telf. 372 telf. 37 Virdingarfylst Gunnar Olsen. Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Foroya Vanlukkutrygging telf. 221 Foroya Kríggstrygging.. Foroya Brunatrygging .. Vit tryggja: Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Býráðsskrivstovan er stongd páskaaftan. Ein dugnalig genta kann fáa pláss beinan vegin í Stjørnuni. í : Býráðskrivstovan, Gunnur (Rn. tann 3. april 1950