Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-07-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28. juli 1950 FØROYA SOSIAL-DHMOKRATUR Nr, 30 Føroya | $0SIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri P. KARBECK MOURITSEN Prent: A. ØSTER OLAVSØKA Ólavsøkan er hin stóra veit- sluhátíðin í Føroyum. Tá leggja fólk arbeiðið fra sær og fara til Havnar at hitta vinir og fræn- dir, fyri at luttaka ella hyggja at ítrótti, og summi fyri at gera ymisk ørindi. Ja, soleiðis er ólavsøkan nú. Og hvat so? Tað er bara gott at fólk kunnu finnast til skem- tan og ítrótt. At tingið verður sett henda dag, munnu ikki mong hugsa um. Setan av tin- ginum er kortini upprunin til veitsluhaldið. Tað eru ikki, meiri enn eini 35-40 ár síðani, ítrótturin byrjaði at seta sín dám á 6lavs- økuna. Men kortini hevur fólkið ferðast til Havnar frá øllum landinum á ólavsøku, ár eftir ár ígjøgnum øldir. Ólavsøkan hevur fingið navn sítt eftir norska konginum Ólavi hinum heilaga; men tað, at tin- gið varð sett júst henda dag, man einki hava við henda mann at gera. Hendan tíðin man hava fallið best [f dagliga yrki før- oyinga, iðitá høvdu líkasum ein skáða í arbeiðinum, beint áðrenn teir fóru undir at bjarga grø- ndini. Høvuðstingið í (Tórshavn man frá fyrstu tíðum hava veríð híldið um hesa tíðina — eisini áðrenn Ólavur hin heilagi varð borin í heim. Heldur ikki munnu føroyingar hava havt so gott at borið hesum norska kongi, ið hóast hann kristnaði Noregi, fór so harðliga fram móti norð- monnum við myrðingum, brandi og pínslum, at hann sjálv tá í tíðini mátti sigast at vera ein harðrendur maður, um ikki verri. Fyri efni 30 árum síðaní var tað fótbolturin, ið mestan athuga átti hjá fólki um ólavsøkuna, tá fyrst og fremst leikirnir mil- lum Havnina og Tvøroyri; men nú er tað so avgjørt kappróðurin, ið hugtekur fólkið, og mong koma til Havnar næstan einans fyri at síggja kappróðurin. Og helst er tað kappingin millum tíggju- mannaførini, ið virkur størstan eftirans — minni verður roknað við hinum smærru bátunum. <Hvussu gekst við kappróðri- num>. — «Ju, Vestmenningar vunnu>. Ella kanska vunnu Tvørámenn ella {onkur annar. Tað id her verður spurt um og svarað til, er, hvørt tíggjumanna- farið, ið vann. Sjáldan verður talað um hinar bátarnar beinan- vegin, tó kanska kvinnubátarnar. Nú ólavsøkan verður borin uppi av ítróttinum, ræður so nógv um, at veðrið verður gott; illveður og serliga váttligt veður tekur dámin av ólavsøkuni, og ynskjas má tí eftir at veðrið ver- dur gott á ólavsøku. Føroyingar eru nú við at gerast ítróttarmenn, og í mongum kunnu teir meta seg javnt við ítróttarmenn aðrastaðni; men ikki er tað sjáldsamt, at ítróttast- evnur her á landi enda í ósemju. Føroyskir ítróttarmenn eiga at leggja seg meira eftir at bera seg eins væl tá tað gongst teim illa í hond, sum tá væl gongur. — Fyrr enn teir hava lært hetta, eru teir ikki rættir ítróttarmenn. Songbók Feroya Fólks Nú er útkomin 4. broytta (og økta) útgáva av Songbók Føroya Fólks. Í mong ár hevur henda bók ikki fingist í handlunum. Hóast einki stendur í bókini um tað, skulu vit loyva okkum at siga frá, at tað er John Da- vidsen, id lagt hevur tilfarið til rættis. Ja, víst er hon broytt. ;Nakað er koyrt burtur úr henni og an- nað er komið aftrat; men, hóast bókin óivað hevur vunnið í góð- sku við hesum broytingum, so halda vit, at ikki allir teir nýggju sangirnir áttu at verið komnir við. Seinast í bókini eru settir 50 sálmar. Songbók Føroya Fólks hevur verið fólkaogn, og navnið hevur hon borið við góðum rætti. Tað er tí at gleðast yvir, at hon nú er at fáa aftur. Prísurin, 9,75 og 8,50 kr., kann ikki sigast at vera ov høgur heldur, tí bókin er upp ímóti 450 blaðsíður. Varðin 1. hefti, 28. bind er útkomið. Barjama Við egnari megi eydnaðist tað Barjamu at koma sær aftur á flot av Flesjunum, eftir at hon |he- vdi siglt seg fasta hósdagin í hini vikuni. Rókur og sandbátarnir tóku so nógv av farminum úr henni, at hon lætnaði væl. Ka- vari hevur sýnað botnpláturnar á skipinum, og eru tær nakað skalaðar, so helst verður skipið tikið upp í Føroyum og við- gjørt eitt sindur, áðrenn tað fær loyvi at sigla til Onglands aftur. Minnisdagur 1. august verða 30. ár síðani Poul Hansen, Pól á Verkinum, byrjaði at arbeiða á el-verkinum í Tórshavn. 11 tey síðstu árini hevur hann arbeitt har sum fyristøðumaður. Mjólkaútsolan og skrivstovan lata aftur fríggjadagin kl. 3. Ólavsøkudag er bert opið frá kl. 9—11. Th. Mælkeforsyning og Margarinefabrik. FØROYA FÓLKAHÁSKÚLAFELAG hevur almennan fund á Háskúlanum ólavsøkuaftan kl. 18.30. Røðarar verða: Gunnar Furuland, háskúlastjóri úr Sviaríki, og Johan Kallsoy, lærari av Eiði. Aftaná almenna fundin verður aðalfundur felagsins. Framsýning av hondarbeiði næminganna verður ólav- søkuaftan frá kl. 15—18 og ólavsøkudag frá kl. 10—19. Felagsstjórnin. Svenska bókagavan verður synd fram á Landsbókasavninum 30. juli og 1. og 2. august kl. 3—6 sp. OLAVSØKU KABARETTIN 1950 verður framførd í Sjónleikarhúsinum 6lavsøkuaftan 28. juli kl. 7 élavsøkudag 29. juli kl. 3.30 og kl. 6.30 og evt. SUNNUDAGIN 30. juli ATGONGUMERKI verda at fåa dagarnar, og kosta kr. 4.00 í Sjónleikarhúsinum frå kl. 12—13 báðar Skrá við tættum frá kabarettini 1949 fæst við inngongdina og kostar 50 oyru Inntøkan av kabarettini fer í mentunargrunn studentafelagsins Hitt føroyska studentafelagid i Keypmannahavn GIKTARMERKIÐ — BALDURSBRÅIN Í ár verður giktarmerkið selt Ólavsokudag um allar Foroyar. Tann peningur, sum inn kemur, fer til Føroya felag móti giktsjúkum, ið sum endamál hevur sett sær at hjálpa teimum, sum ringast eru komin fyri av giktsjúkum, so tey kunnu fáa heilsuna aftur. Hetta ætlar felagið at fremja við at hjálpa teimum til ser- køna viðgerð og við at styðja læknar og sjúkrasystrar, sum hava hug til at fáa sær framíhjá kunnleika um viðgerð og røkt av giktasjúklingum. Felagið er ungt og fátækt og til at fremja tey endamál, sum tað hevur sett sær, fara nógvir pengar. Vit loyva okkum tí at biðja fólk keypa ta lítlu baldursbráina fyri 25 oyru. Er nakar, sum hug hevur til at styðja felagið við eini peningagávu, lítlari ella stórari, verður hon ella hann biðin um at senda hana til kassameistara felagsins, A. Enniberg, fyrstalærara, Klakksvík. Føroya felag móti giktsjúku.