fríggjadagur 12. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 69 - 12. apríl 2002
Nr. 69 - 12. apríl 2002
29
Ein, ið við áhuga
hevur kaðað í nýggja
mentanarálitið, sum
Mentamálastýrið
legði fram fyri stutt-
um, er Birita Mohr, ið
er ein av undan-
gongufólkunum
innan yrkisleik í
Føroyum. Álitið
dámar henni væl,
men um framløguna í
Løgtinginum sigur
hon, at hóast nøkur
løgtingsfólk tóku
hetta í álvara, so var
viðgerðin sera
deprimerandi og
skelkandi, tí mong
høvdu ikki sett seg
inn í tað, sum stendur
í álitinum
MENTAN OG
MENNING
Dagfinn Olsen
- Mær dámar væl ment-
anarálitið. Mær dámar tað,
sum stendur at lesa, sigur
Birita Mohr, sjónleikari, tá
hon verður spurd, hvussu
henni hóvar nýggja ment-
anarálitið, ið er lagt fram av
mentanarpolitiska myndug-
leikanum.
- Hetta er eitt forleingilsi
av tí álitinum, sum kom í
1996, og sum vit sjálvi
vóru við til at orða, so eg
kann ikki annað, enn taka
undir. Her er tað kanska
meira ítøkiligt og tøl eru
sett á. Tosað verður um
”Tjóðpall Føroya”, sum
arbeitt verður fram ímóti,
og tað er jú tað, sum vit
hava droymt um, sigur
Birita, sum var ein teirra,
sum legði lunnar undir
føroyskan
yrkisleik,
tá
Gríma legði til brots í
sjeytiárunum, og hon er ein
teirra, ið hevur hildið á,
hóast leiðin hevur verið
ótrygg og mangan baldrut.
- Vit hava 25 ár á baki í
ár, so ein hevur nýtt nógva
tíð, orku og hugsanir uppá
hesi viðurskiftini, sigur
Birita, sum er sera væl
nøgd, nú álitið kemur frá
politiska myndugleikanum
sjálvum.
Idealisman farin
Spurd, hvørt hugsanirnar í
álitinum eru realistiskar,
sigur Birita, at fyri yrkis-
sjónleikin er hetta alneyð-
ugt.
- Sum er meti eg, at vit
hava trupulleikar við at
menna tað, vit fáast við.
Fólk fella spakuliga frá, tí
praktiskt og fíggjarliga
letur tað seg ikki gera at
vera yrkissjónleikari í Før-
oyum. Tað er spell, um tað
sum vit hava bygt upp í 25
ár ikki verður loftað og fær
tryggjað eitt grundarlag so
fólk kann liva av tí. Nýtt
fólk skal til, sigur Birita.
- Vit hava jú — í stóran
mun — arbeitt nógv útfrá
idealistiskum sjónarmið-
um. Tað hevur verið neyð-
ugt. Men tað er ein farin
tíð, tað fáa vit ikki ungfólk
í dag til, sigur Birita Mohr.
- Yngsti leikari í Grímu í
dag er 32 ár. Hetta er alt ov
høgur
miðalaldur
fyri
manningina í einum leik-
húsi, okkum tørvar ung
fólk, fólk sum hava verið í
útlondum og ment seg
innan økið, - vit mugu hava
tey heim so vit fáa nýggjar
orkustreymar úr stóru verð.
- Vit gomlu í Grímu hava
jú verið undangongufólk,
pionerar, og tá leggur ein jú
nógv fyri. Vit hava lagt
fundament, og víst, at
yrkisleikur er neyðugur um
sjónleikur skal mennast —
nú haldi eg, at tíðin er
komin til, at teir polistisku
myndugleikarnir taka um
endan og gera tað, sum
gerast skal, sigur Birita
Mohr.
Hongur ikki saman
- Løgtingsval nærkast. Og
vit vóna eitt positivt val,
sæð við mentanarligum
eygum, sigur Birita Mohr,
ið sum yrkislistafólk hevur
gjørt sær nógvar hugsanir
um hesi viðurskiftini.
- Eftir nógv ára heim-
loysi, hevur yrkissjónleikur
nú fingið eitt sjónleikarhús,
Meiaríið. Tað er eitt veru-
ligt lop. Vit hava eina
leiðslu, ið er professionell.
Tað merkir her eisini, at tey
eru sett í starv. Hetta er
okkara leikhús.
- So eru vit eini 8 — 10
sjónleikarar, ein kjarni, í
Føroyum, sum eru í leysari
luft, so at skilja, at vit eru
virkin sum sjónleikarar, tá
peningur er og leikætlanir
eru á skránni. Vit eru ikki
sett í starv nakrastaðni. Vit
kunnu ikki taka nakað
annað fast starv, tí so missa
vit møguleikan fyri at gera
tað, sum er okkara yrki, at
spæla sjónleik.
So vit royna so vítt
gjørligt at vera leys, so vit
eru til taks, tá peningur er
til at seta eitt leikverk í
gongd. Hetta er ógvuliga
torført og uppslítandi, sigur
Birita.
- So, tað okkum vantar, er
at ein kjarni verður settur í
starv, so ein veit, at hesi
fólkini eru har. Eg skal ikki
siga, hvussu leingi starvset-
anirnar skulu galda. Tað
skal ikki vera uppá lívstíð,
tí tað er m.a. tað, ið køvir
leikhús í londum kring
okkum, metir Birita Mohr.
Men um allir dreymarnir
ganga út, er so ikki vandin
til staðar, at tit sovna?
- Nei! Tað, ið umræður,
er at fáa nakrar árslønir, so
ein hevur ein fastan kjarna
at halda seg til. Nú er
eingin. Og roknast kann
ikki við, at fólk eru tøk, tí
tey fartast runt, fyri at
lívbjarga sær. Vit eru jú ikki
so nógv og tað kann ikki
bert vera vit, ið leika, vit
mugu alla tíðina lána sjón-
leikarar frá áhugafeløg-
unum. Lat okkum siga, at
eini 5 fólk verða sett í senn.
Og tað skal ikki verða tey
somu alla tíðina, sigur
Birita Mohr, sum tó ikki vil
leggja seg meira ítøkiligt
útí, hvussu farast skal fram
viðvíkjandi starvstíð og
øðrum.
- Men tað skal vera flyt-
ing í og síðani kunnu
starvslønir eisini koma
afturat, metir Birita.
- Hetta er dreymurin og
hann er ikki so ógvusligur,
metir Birita.
- Sjónleikaraarbeiði er
annað, enn bert at standa á
palli. Nógv praktiskt er at
gera í samband við ein leik
og sjálvt leikhúsið skal
haldast við líka, smærri
tiltøk setast í verk og
listarliga skal ein skal ein
sjónleikari eisini halda seg
viðlíka. Allur hesin parturin
koyrir enn uppá idealismu,
annars steðga ætlanir og vit
sjálvi jú upp, vísir Birita
Mohr á.
Skelkandi framløga á
tingi
Birita Mohr fegnast um, at
hóast fleiri álit eru komin
seinnu mongu árini, so er
hetta fyrstu ferð, at eitt álit
er komið á tingborð.
Men tó er ikki bert orsøk
at fegnast. Birita fylgdi við
áhuga framløgu og viðgerð,
tá mentanarálitið kom fyri í
Løgtinginum.
- Tað var positivt, um ein
hugsar
um Tjóðveldis-
flokkin, ið jú hevði lagt
álitið fram, og eisini var
sera góður uppbakningur
frá Katrini Dahl Jakobsen
úr
Javnaðarflokkinum.
Restin var sera depri-
merandi. Tey høvdu ikki
sett seg inn í tað, sum
stendur í álitium og alt
druknaði í tvætli og um-
beringum um, at tey høvdu
ikki havt tíð og so fram-
vegis, harmast Birita Mohr,
ið metir hetta verða sera
óseriøst, og nakað, ið ikki
kann takast í álvara.
- Eg gjørdist í hvussu er
skelkað av tí lítlu virðing,
ið tingfólk vístu bæði fyri
Føroya Løgtingi og fyri
listini í Føroyum, greiðir
Birita Mohr frá.
- Har vóru jú menn, sum
settu spurnartekin við før-
leikan
hjá
føroyskum
listarfólki, sera óbehagiligt
- eftir hendan eina dag, sum
áskoðari og lurtari í Føroya
Løgtingi, má eg siga, at eg
seti stórt spurnartekin við
førleikan hjá fleiri av land-
sins kosnu monnum.
Skifta tingmanning út
Men Birita hevur vónina
um, at nú fer okkurt at
henda.
- Tíðirnar eru so sera
góðar nú, at verður tað ikki
nú, so verður tað ongantíð.
Vit eiga politikarar, ið
stuðla okkum, sigur Birita
Mohr, ið eisini viðurkennir,
at mentan er sera ósjónlig í
føroyska samfelagnum og
ikki vigar nógv, tá um
valstríð ræður.
Hon metir, at vit eru ikki
komin so nógv longur og at
vit eru afturúrsigld saman-
borið við lond, sum vit
plaga at sammeta okkum
við.
- Tað hevur kanska
ongantíð verið meira neyð-
ugt enn nú at menna listina,
hugsar ein t.d. um olju og
um útlendsku árinini, sum
eru vorðin ein partur av
gerandisdegi okkara, metir
Birita Mohr.
- Mær dámar ikki at
grenja, men eg kenni tað,
sum eg sigi tað sama , sum
fyri 10-20 árum síðani. Eg
vóni, at vit fáa skift ein
stóran part av tingmann-
ingini út, so vit fáa eina
manning,
sum
hevur
sjónarmið, ið hóska betur
til okkara samfelag í dag,
vónar Birita.
Spurd, um føroyski velj-
arin kanska heldur ikki er
so at sær komin viðvíkjandi
mentan og politikki, sigur
Birita, at kanska er tað so.
- Men so má sigast, at
mentan og list er ikki nakað
sum ”selur” í einum val-
stríði. Men veljarin er farin
at ganga nógv til sjónleik
tey síðstu árini, tað er púra
givið. Vit fáa ótrúliga góða
móttøku og uppbakning frá
okkara áskoðarum, sum
vaksa í tali og serliga eru
tað ungfólk, sum økjast í
áskoðarafjøldini, og tað er
gleðiligt, sigur Birita Mohr.
- Nógv ung ganga til
sjónleik, og tað er nakað
nýtt, sigur Birita, ið eisini
vísir á, at mentanin er við at
broytast og at fólk t.d. eru
farin at ganga meira út til
tiltøk og á matstovur, og
hetta krevur, at ein hevur
sjónleikir og annað á
skránni, sum kunnu stuðla
undir eitt spennadi býarlív,
metir Birita.
- Vit hava eisini lagt dent
á barnaleik og hava ferðast
sera nógv runt í Føroyum.
Men hetta hava vit ikki ráð
til longur og tað er sera
spell, tí her venur ein unga
ættarliðið við leik, og
mennur líkasum nakað
annað hjá børnum, sigur
Birita, og viðgongur, at
hervið er eisini ein stórur
partur av ungu áskoðara-
fjøldini uttanfyri miðstað-
arøkið, ið ikki fær lut í
teimum tilboðum, ið eru.
Sera óheppin tíð
Sum heild metir Birita, at
tíðarandin er nógv broyttur.
Eisini áhugaleikurin merkir
hetta í stóran mun. Í dag er
trupult at fáa fólk at nýta tíð
uppá leik, tí tað er krevj-
andi. Fólk velja øðrvísi í
dag. Og tað er nú meira ein
spurningur um ”eg”, í mun
til “vit“, sum meira var
frammi í seksti- og sjeyti-
árunum. Einstaklingalyndi
er meira frammi í dag.
-
Fólk vilja ikki
hetta longur, at tey eru so
sera bundin í fleiri mán-
aðar.
Hendan tíðarbroytingin
hevur so við sær, at tað
koma onnur og nýggj
mynstur, - havi t.d. hoyrt
um eitt sjónleikarafelag, ið
ætlar at royna eina ætlan,
har tey venja ein sjónleik í
eitt ár, men so bara eina ella
tvær ferðir um vikuna, so
tey ikki gerast so niður-
koyrd, greiðir Birita frá.
Birita Mohr er væl nøgd
við sjálvt mentanarálitið.
Men hon viðgongur, at tað,
at álitið kemur júst nú, ið
løgtingsval stendur fyri
durum, er eitt sindur ó-
heppið.
- Tað var ov lætt hjá
politikaurnum
at
finna
umberingar, tí ein nýggj
samgonga skal skjótt taka
við, metir Birita Mohr, ið tó
er ivaleys í, at virðingin fyri
sjónleikinum millum fólk
flest er vaksandi og tað ger,
at hon trýr uppá eina betri
framtíð fyri sjónleiki og
listini í Føroyum.
Idealisaman hoyrir eini farnari tíð til
Hendan mánaðin er greinarøð í Sosialinum við sam-
røðum við skapandi og útinnandi listafólk. Listafólk,
umboðandi allar listagreinir, greiða frá sínum listaliga
lívi og gera sær tankar um mentunarálitið, Mentan og
Menning, og hvussu tey kunnu hugsað sær ein føroy-
skan mentunarpolitikk.
Mær dámar ikki at grenja, men eg kenni tað, sum eg sigi tað sama, sum fyri 10-20 árum síðani. Eg vóni, at vit fáa skift ein stóran part av tingmanningini út, so vit fáa eina manning, sum hevur
sjónarmið, ið hóska betur til okkara samfelag í dag, vónar Birita
Mynd: Jens Kristian Vang
- Tíðirnar eru so sera góðar nú, at verður tað ikki nú, so verður tað ongantíð. Vit eiga
politikarar, ið stuðla okkum, sigur Birita Mohr
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
29
28