leygardagur 16. september 1950síða 6
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UPPSØGNIN TIL LANDSSTYRID
Tala P. M. Dams å tingi 1. august 1950.
UPPSØGNIN TIL LANDSSTYRID
Eg havi haft ta æru at umboða
javnaðarflokkin í stjórnarmálum
undir krignum og til landsstýrið
varð sett. Havi verið flokksins
talsmaður undir skapanini og
viðgerðini av teirri nýggju stýris-
skipanini. Hugsi ikki, at eg gangi
nøkrum ov nær, um eg sigi, at
at tað eru javnaðarflokksins
uppskot og tankar, id ein meir-
luti saman við Dønum at enda
samdust um og samtyktu á løg-
tingi og á ríkisdegi.
Sum teir veruligu fedrar til
stýrisskipaninanýggju,hildujavn-
aðarmenn seg skulda at vera
við til at mynda tað fyrsta
landsstýrið.
Javnaðarflokkurin, gamla sjálv-
stýrið og sambandsflokkurin
gingu so í samráðing um mynd-
an av landsstýrinum samd-
ust um,
at meðan sambandið skuldi
fáa løgmannin og harvið leiðs-
luna í landsstýrinum,
skuldi javnaðar- og sjálvstýris-
bólkurin fáa løgtingsformannin
og leiðsluna á tingi.
Harnæst undirskrivaðu flokkar-
nir við A. Samuelsen, løgmanni,
Johan Poulsen løgtingsmanni,
fyri = sambandsflokkin, Louis
Zachariasen, landsstýrismanni,
fyri sjálvstýrið og mær fyri
javnaðarflokkin ein arbeiðssátt-
mála við 15 punktum og sum
byrjaði soleiðis:
>Undirskrivaðu Sambands-
flokkur, Føroya javnadarflokk-
og
ur og Sjålvstyrisflokkur eru
vordnir samdir um at seta
landsstýrið við A. Samuelsen,
løgtingsmanni, sum løgmanni,
og at vit í fyrstu syftu binda
okkum til sum minsta mál at
arbeiða fyri...
Hesi 15 punktini viðvíktu:
1) Gera ta socialu forsorgina
í Føroyum ein góða og í Danmørk.
2) Fremja ta mikið umrøddu
heildarætlan = fyri = sjúkrahús-
bygging í Føroyum.
3) Statsstudning og hílig og
langfreistað lån til havnabygging
í Føroyum.
1) Skipa fyri at húsabyggingin
Føroyum verður eins væl
gjað og lætt at fáa í lag sum
Janmork.
5) Langfreistað og bilig statslån
til ravmagnan av Foroyum.
6) Ståtsstudningog biligstatslån
i
fig
i I
til bygging av kostskúla og
studentaskúla við umskipan av
okkara hægri skúlaskapi.
7) Inn og útflutning sum ser-
mál.
8) Skipan av valutavidurskiftun-
og sterlingh6lkaspurninginum.
9) Skjóta loysing av telefon- og
flúgvisambandinum vid útheimin.
10) Keyp av Landmandsbank-
ens partapeningi í Førova Banka
og broytan av bankaskipanini.
11) Industrialiseran av fiski-
vinnuni og styrkjan av øllum før-
oyskum ídnaði.
12) Arbeida fyri at fáa tey
stórst møguligu rættindi í Gron-
landi, harundir útbyggjan av
havnavidurskifitum, skipasmiðju,
oljutangum o. t.
13) Gjøgnumsføran av plán-
unum um Suðurhavshvalaveiðu
við byrjan í Førovum og møg-
uliga eisini í Grønlandi.
14) Oljubryggjan í Sóldafirði
verður at byggja sum samtykt
av tinginum, og spurningurin
um einkar flytan av olju verður
skjótast gjørligt nærri at seta í
verk (orðrætt úr sáttmálanum.)
15) Nýggja og betri lønskipan
fyri fólkaskúlalærarnar i
oyum.
Í treysti til at flokkkarnir fóru
at kenna seg bundnar av undir-
skriftum teirra oddamanna, seg-
ði eg við myndanina av lands-
stýrinum frá stórum vónum um
eitt gr6drarikt
Før-
samarheiði, og
eggav løgmanni mítt álítistreysti.
Menn tað gekk tesverri ikki
long tið, til sambandsflokkurin
breyt undirskrift A. Samuelsen,
løgmanns, og Jóhann Poulsens,
løgtingsmanns og lærara, við at
ganga saman við fólkaflokkinum
í at fella oljumálið.
Mær tykir sum hetta grima
brot av orði sínum og avtalu
eins og lamdi allar moralsku
aftringar í sambandinum yvir
fyri socialistunum — teim treyt-
um, sum socialistarnir settu fyri
at standa aftanfyri landsstýrið
undir sambandsflokksins leiðslu.
Sambandsmenn íkki einans
bråstedgadu við at leggja orku
sína at fremja mong av
teimum nevndu sáttmálapunkt-
unum, men tóku upp eitt syste-
matisk arbeiði fyri at troðka
javnaðarmenn burtur fráleiðsluni
í nevndum og á tingi.
A
a
Eg kann taka fram nøkur dømi:
William Smith var formaður
í fiskivinnunevndini. Sambandið
rak hann burtur og setti Poul
Niclasen ístaðin.
Í telefonnevndini valdisamband-
ið heldur fólkaflokksmannin
Hákun Djurhuus enn ein socialist
til formann.
I fíggjarneyndini varð eg
aysettur sum formaður og
sambandsmaðurin Johann Poul-
sen settur ístaðin.
Í veganevndini varð javnaðar-
og sjálvstýrisbólkamaðurin S. P.
Zacariasen avsettur sum formað-
ur og sambandsmaðurin Hans
Iversen settur ístaðin.
Í vérunevndini varð sambandið
við til at seta fólkaflokksmannin
Ellefsen formann aftaná
Davidsen.
Í Oyrnafjallsnevndini var sam-
bandið saman við fólkaflokkinum
at seta fólkaflokksmannin Hákun
Djurhuus sum formann ístaðin
fyri meg.
Í búnaðarráðnum hava sam-
bandsmenn í landsstýrinum ging-
ið frekligast móti avtalu og teim
sum