Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-09-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

=“ 23. september 1950 KAPITALISTANNA BUDDATEMPUL „Dimmalætting“ fortelur okkum nú, hví fiskimenn ikki megu sleppa ovnær til Føroya Fiskasølu. Orsokin er tann, at F. Fiskasølan er eitt heil- agt stað, sum eingin fátækur fiski- maður kann rokna seg verdan at seta sin fót inn á. Ja, ut vita vit alt- so, hví eingin sambandsmaður kann greiða atkvøðu fyri at fiskimenn skulu verða umboðaðir í stýrinum fyri søluni. Vit fáa eisini at vita, at kapitalistarnir trúgva á ein Gud, sum eitur Budda, og at hann einans er fyri rík fólk og ríkmannaumboðs- menn, Nú er løgtingsval í hondum, og tí eru góð ráð dýr. Harfyri melur hin gamla „Dimma.“ nú rundan um Budda og kannar eftir um tað ber til at bjóða fiskimonnunum eitt ella annað fyribils, inntil valið er yvirstaðið. Hon uggar fiskimenn við ti, at Buddatemplið kanska verður um aftur bygt og tá fer at bera til at byggja ein forgarð, sum onkur fiskimaður onkuntíð kundi sloppið inn i at sæð haðani frå og inn i halgidómin. Hví settu sambandsmenn ikki eitt tílíkt uppskot framm á tingi? Trýr nakar at teir ætla fiskimonn- um at sleppa so langt sum í for- garðin? Hin 9. november fær annað ljóð, tá hava sambandsmenn fingið stemmurnar og fiskimanna høli í kapitalistanna gudatempli er og verður einans eitt luftkastel. Fiskimenn hava fingið nokk av kapitalistanna luftkastellum. Vit gera okkara skyldu og vit krevja okkara rætt. Vit hava rætt til at kunna fylgja við fiskasøluni. Vit hava kravt okkara rætt, men ongan fingið, og vit fáa ongan rætt fyrr enn sambandsmenn, fólkaflokksmenn og aðrir kapitalistaumboðsmenn eru riknir út av Føroya Løgtingi. Hin 9. november er ovseint! Tað er hin 8. november ið slagið stendur. Vónandi vinna fiskimenn stóran sigur og seta javnaðarmenn til stýrið í Føroyum. pípan eitt Fiskimaður. Arbeiðs- og fiskimenn ! Til valið kemur Føroya Sosial-De- mokratur blad arbeiðs- og fiski- manna í hvørt heim í Føroyum. Hetta verður gjørt sum ein álvars- lig roynd at vinna allar føroyskar arbeids- og fiskimenn, fyri sosialism- uni, sum í roynd og veru hevur víst seg at verið einasta politiska leið, ið heilt og fult hevur gingið slitmanna- fjøldini á møti í sínum rættvísis- krøvum, sum hin alt berandi stættin í okkara samfelag. Føroya javnaðarflokkur er tíverri ein fámentur flokkur, og í honum eru mest sum bara vanligir arbeiðs- og fiskimenn, Harvið er longu sagt at peningaligt ríkidømi ikki er til steð- ar, sum hjá hinum flokkunum, ið flest allir hava ótømiligar ríkdóms- keldur at oysa av fyri at kvala so- sialismuna og verja um peningapung- in hjá teimum stóru. Hesir, ið standa saman um javnaðarflokkin, vita hvat tað er fyri eitt stórt mál, ið teir berjast fram ímóti, og tí hava teir aldri ivast í at lagt rygg til, tá tað FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR hevur verið umráðandi at stuðla teirra egna blað. Føroya Sosial Demokratur er mál- gagn sosialistanna, og verður útgivið av føroyskum arbeiðarum og fiski- monnum, hvørs endamál er at lata hesa rødd ljóða um alt okkara land, so at allir arbeiðs- og fiskimenn, at enda koma at standa í einum sterk- um politiskum felagsskapi. Arbeiðs- og fiskimenn! Hvørt ein- asta av tykkara dagligu áhugamálum verður viðgjørt í hesum blaði og sannleikir um afturhaldsmanna ofta harðhjartaðu viðferð av tykkara mest týdningarmiklu lívsmálum verður greitt og týðuliga frásagdur. Tí er tað umráðandi at hvør ein- asti arbeiðs- og fiskimaður lesur og heldur sítt egna blað. Nú uppundir valið hava tykkara starvsbrodur gjørt av at lata blaðið koma í hvørt hús í Førovum, og tit vilja ásanna, at bar- dagi javnaðarmnna fyri tykkara áhugamálum er alt annað enn ein dansur á rósum. Vit javnaðarmenn kalla á tykkum starvsbrøður um alt Føroya land: Standið saman við okkum, gerist haldarar av Sosialinum og styðjið Sosialin peningaliga, so hin sosia- listiska røddin kann ljóða út í ytstu útryðjur í okkara landi. Arbeidarar á sjógvi og landi: FYLKIST! AVSANNAN Eg havi ikki sum „Dagblaðið“ sig- ur verið vid til at mæla til at geva í nøkrum einstakum felagi einkarrætt til oljusølu í Grønlandi. Merkiligt annars at „Dagblaðsins“ menn tala um landsins oljusølu í Grønlandi. Vit minnast, hvussu teir stríddust ímóti landsins einkarsølu við olju í Føroyum. Í Havn, 21/9—1950, P, M. Dam. Tit fåa bestu målingina hjå okkum. M. P, Jacobsens málarabúð Tórshavn - Telf. 323. Marknaðurin í Aberdeen er stongdur mánadagin | LÝSING 25. september 1950. Fiskivinnuskrivstovan Arbejdskonflikten! Fingu hesa grein til seinasta blað, men vegna óveður kom hon okkum ov seint í hendi. menn gita løntir hevur grein í Før- Eitt dulevni av Kampsax oval. av 9. i h. m. Har fáa vit i „Fylking“ lisið og sungið yvir okkara synduga høvur, sum um vit vóru verstu brotsmenn. Men áðrenn „Ger“ Kampsax biðil reisur gálgan til at heingja okkum í, skyldar hann at sýna so frætt dirvi, at hann torir at vísa andlit sítt og sítt kristna navn, Eitt dulnevni ella skotagåkur eig- ur vanliga onga aðra viðgerð og virðing at fáa uttan tøgnina. Men av ti at hetta dulnevni fær innivist fyri at leypa á okkum i einum måli, sum ikki einans hevur lokalan tydning, men er av princi- piellari nåtturu, fari eg sum „Fylk- ingar“ formaður at biðja blaðið um pláss fyri nøkrum orðum um ,,År- bejdskonflikten“ á Tvøroyri og um arbeiðaranna prinsipiellu støðu fyri betri korum. „Fylking“ er arbeiðsmannafelag eigur at vera sett á stovn fyri at verja arbeiðar- anna interessur í einum og øllum og alla staðni, hvar ið tær leika á. Hetta er eitt stórt og vittfevnandi mál, tí arbeiðaranna interessur leika eins og eitthvørt av sonnum allastaðni á. og berjast fyri ar- góðari sum Vit hugsa um beidslønsetingini so gjørligt. Vit hugsa um og berjast fyri at fáa arheiðskorini á arbeiðsplássinum so menniskjalig og góð sum møgu- ligt. Vit hugsa um og berjast fyri at fån so gott og varandi arbeiði sum vvirhøvur møguligt. Vit hugsa um og berjast fyri at ckkum verður tryggjað eina minstu- løn hvønn einasta dag, tí okkara likam og sál, okkara konur og børn krevja hvønn einasta dag tað er ikki so, at lívið og lívsins krøv steðgað, halda uppat at gera seg Í galdandi, fyri ti at vit hava einki at gera, onga inntøku, einki at liva av. Men vit eru vorðnir greiðir yvir, at:treytirnar fyri, at tað her neynda og alt annað, sum vit tráa eftir og treingja til, skal vera vunnið, eru ikki bara at lúka innan fyri fak: felagsins gátt. Men tær megu lúkast eisini uttan fyri felagsins gátt og maktøki, tessverri fult so nógv har sum innanfyri felagið. Vit hava lært at ásannað — við beiskastu royndum at okkara kor verða í størri lagi avgjørd á øðrum | pallum enn á einum felagsfundi. Við hesari lívsroynd í huga er tað vit fakfelagsmenn siga, at vit stevna ikki styttri enn at taka hesar pallar, hesar maktsessir — og vit vita at vit eru nóg nógvir til at gera tað. Fiskimenn og arbeiðsmenn megu nú gera sær greitt, hvønn politikk, teir skulu føra, ikki bara á felags fundum, men eisini í kommunum, og her á løgtingi og á ríkisdegi er bara talan um eina stevnu, ta arbeiðarapolitikk- | sosialistisku ella sins stevnu. og tad vilja vit kunnu vit Vilja vit vinna arbeiðs- og fiskimenn | íkki vera uttan fyri politikk. Vilja vit náa fram, longri og longri fram, mugu vit leggja uppí og gera okkara rætt galdandi, so vit ikki longri verða at sita vannbyttir, forfordeild- ir, ótryggin á skuggasíðuni. Slagorðið hjá monnum, at vit ikki skulu lata poli- tikk koma uppí okkara fakfelagsar- heiði, tað avvísi eg sum tað verstu gift, sum er givin arbeiðaraklassan- okkara mótstøðu- um, Øll arbeiðsmannafeløg í Føroyum eins og fiskimannafelågini eiga nú at:sera sum okkara norðurlendsku brøður ganga í eina politiska fylk- Í ing. Og her er sum sagt einki at gera þýti í. Okkara politiska stevna må Nr. 38 verða tann sama sum okkara norður- lendska brøðra tann socialistiska. Hesa støðu vil eg gjarna sláa fast. Hetta málið. Hesa principiellu av- gerðing, áðrenn eg fari yvir til at geva tær neyðugu upplýsingar við- víkjandi „Arbejdskonflikten“. Ein arbeiðsmaður var órættaður. Henda órætt vildu og vilja vit berjast fyri at fáa gjørdan góðan aftur. Fyri ikki at oysa um málið við beiskum orðum og ,kommentarum", skal eg ikki dálka meg við sama briksli og ringa og óhøviska, ja mannminkandi orðalag sum dul- nevnid, men einans lata „dulnevni“ í „Førovatíðindi“ vita: Eingin skal nerta við og nerva æruna hjá einum arbeiðara innan- fyri „Fylking“, uttan eg sum for- maður felagsins manni liðið til verju. Eingin skal royna at skerja og nerva arbeiðsrættindi, ið vunnin eru innanfyri „Fylking“, uttan eg sum formaður felagsins kalli menn mínar til verju. Lyftir, ið verða givin „Fylking“ viðvíkjandi arbeiði og løn, skulu ikki sleppa at flúgva og verða minnst ella gloymd sum tað liggur fyri. Eingin skal og má finna „Fylking“ dovnað og kraftarleyst, „Fylking“ má ikki bara verja tað vunna, men halda framm, føra ein uppbvyggjndi politikk, vinna víðari og víðari fram, heyja arbeiðarin. Soleiðis liggur landið. Soleiðis er fylkingin í dag. Hetta megu fremmandir sum heimaarbeiðsgevarar minnast til. Teir skulu minnast til tað, ikki bara fyri okkara skuld, men fyri sína egnu og fyri landsins skuld. Orðið fylking má í djúpastu merk- ing ganga inn í sálina á hvørjum fiskimanni, hvørjum arbeiðara fylking yvir heila Føroya land. Tvøroyri, tann 12, septbr. 1950. Karl Jespersen. Ójavnin er nú greiddur. Partarnir samráðast í vón um varandi arbeiðs- skipan. Blaðstj. Skattalag okkara má verða broytt! Javnaðarmannastøðan má vinna í skattamålunum, um minni= maðurin skal verða vardur og landið uppbyggjast. Tað kemur væl við, at Tórstein Petersen sjálvur er komin við inn- ganginum til orðaskiftið um skatt. Hetta orðaskifti er neyðugt. Einki treingir meiri til broyting enn okkara skattalag. Øll, ið vilja vera sonn og siga sum grund- er, megu ásanna: Tað er skilaleyst, at stórinntøkur skulu kunna sleppa undan bæði løg- tings- og kommunuskatti, meðan smámaðurin má vera noyddur at rinda skatt av at kalla hvørjum oyra, hann vinnur. Tað er skilalevst, at stórinntøku- maðurin kann fjala inntøkur sínar í bankum og sparikøssum, uttan at hesir peningastovnar eru skyldugir at: uppgeva skattamyndugleikunum inntøkurnar á sama hátt sum ar beidsgevarin og ein hvor annar er skyldugur at uppgeva arbeids- og fiskimanna og allar inntøkur til skattamyndugleikarnar. Tað er einki skil i, at landið ikki fyri langari tíð síðani hevur haft státsautoriseraðar roknskapargransk- (Framhatd á næstu síðu)