Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-09-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 1950síða 1

allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 FRÆLSI Nr. 39 | Lysingarprisur fyri mm: 20 oyru å 1. síðu, IS oyru á 3. og 4. síðu FØROYA ØROYA SBÓKASAVN JAVNAÐUR Til fólkatingsveljararnar Dastið av trimum árum er farið síðani seinasta fólkatingsval. Hesi ár hava verið avgerandi fyri land og fólk okkara. Tað hevur verið athugaligt — men eisini ábyrgdarmikið — at hava verið við í umskipanar- arbeiðinum, ið er farið fram. Eitt nýtt grundarlag er lagt fyri tjóð okkara — hin nýggja stýrisskipanin. Sjálvt stavlagið í og byggingin av hesi styrisskipan kenna velj- ararnir. Mær tørvar tí ikki at hava tað á máli. Stjórnarskipanin er sjálvandi hitt størsta føroyska málið, sum hevur verið á danatingi í míni tíð, vit kunnu vist siga nakra tíð. Við samtykt av hesum máli sýndu danir mikið frælslyndi. Tað verður at standa teimum til almiklan heiður. Í talum og viðmerkingum teirra undir viðgerðini varð und- irstrikad, at hjá dønum vildu føroyingar vinna samtykt av tí sjálvstýri, ið teir vilja taka fíggj- arligu, umsitingarligu og sið- menningarligu ábyrgd fyri. Frælsari og vinarligari støðu kundu danir íkki taka. Í nýggju stýrisskipanini er so statt lagt eitt frælst og hollt grundarlag fyri bestu samvinnu og vinarlagi dana og føroyinga ímillum. Hesa arlag stillaðar samvinnu og hetta vin- millum tvær javnbjóðis tjóðir havi eg ikki bara kent sum skyldu mína, men haft hug at styrkja og fremja sum ålitismadur hjá føroyingum á danatingi. Ég veit væl, at bara ein partur av fólkinum hevur valt meg. Men valdur kenni eg meg sum umboðsmann fyri alt“ fólkið. Tað er fólkið sum eigur sessin uttan mun til serstøður og sermeiningar. Og soleiðis vilja vit javnaðarmenn framvegis kenna støðu okkara. Tað er treysti og trúgv mín at stjórnarskipanin verður Før- oyum at gagni. Umframt stjórnarskipanina hava verið onnur týðandi mál at tikist við niðri. Sum fólka- tingsvalevni kenni eg skyldu at siga eitt sindur um nøkur av hesum málum. Her er fyrst og fremstal nevna ta sosialu forsorgina: ellis- og avlamisrentulógina, lógirnar um fólk í heimarøkt, einkjubørn 0. m. Hesar lógir eru stórt fram- stig! Við teimum er vunnið nakað av tí,sum okkara flokkur ígjøgn- um langar tíðir hevur havt upp- skot um á tingi. Ein serlig gleði kenst yvir framtakið her. Garðurin er brotin, og tað eru vónir fyri at vinna víðari á teirri sosialu forsorgarleiðini. Einki skal liggja okkum javn- aðarmonnum nærri enn at ar- heiða fyri tí. Ravmagnsmálið hevur átt all- an athuga javnaðarflokksins. Sum fólkatingsmaður havi eg sjálvandi gjørt tað, id eg havi verið mentur fyri at framt hetta mál. Og tað gleddi meg almikið nú ein dagin at fáa fjarrit frá oddamanninum í SEV, harra sóknarstýrisformanni sýslumanni Gunnar Dahl-Olsen, um at »Sevsakin« nú er í lagi. Men her er enn ikki allur fjørður rógvin. Tok eru eftiri at taka. Tað vil vera okkum javnað- arvalevnum ein heiður og æru- sak at leggja alla orku á at draga SEVmálið sum alt rav- Ný I í Føroyum heilt á mál, fáa tað lidugtgjørt. Tá ið tað er náað, verður stórur dagur í Føroyum. Marshallpeningurin var til við- gerðar og býttur, meðan eg sat á ríkisdegi. Tað er stuttligt at kunna siga, at okkara partur var ikki slakur. Eftir fólkatalinum skuldu vit átt */4 %%, men vit fingu Í % Fyribils eru samtyktar 10 mil. liónir. Men haraftrat verður seinri at koma ein kanska ikki reidiliga so stórur. men mun- andi peningur. Umframt henda pening av marshallhjálpini eydnaðist at fáa menn til — stundir vóru íkki at reisa málið gjøgnum lands- stýrið — at veita okkum føroy- ingum bróðurpartin av teim 75 milliónunum, sum danir høvdu lagt sær í ein grunn av mar- shallp: ti sínum til handverkara- og ídnaðarlán. Hin tágaldandi handverkara- og ídnaðarlógin fór úr gildi við marshallhjålpini, og tå id vit sum sagt høvdu fingið okkara góða part av hesi hjálp frábýttan og hesin partur var longu settur til ávís endamál — ravmagnanina og havnabyggingina — vildu for- oyingar komið at staðið uttan hesi sera bíligu og lagaligu hand- verkara- og ídnaðarlán, um ikki tær 75 milliónurnar eisini komu at kunna verða læntar til før- oyingar. "Hesa sera góðu vælvild eiga danir tokk fyri. Sjúkrahúsmálið er eitt av teim- um heilt stóru málunum. Her er eilt munandi stig vunnið: Sjúkrahúsið. í Suður- oy er í bygging. Eitt heilt nú- tímans øl åsiligt sjúkrahús kemur her ístaðin fyri hitt so út av lagi skirvisliga gamla. | Leygardagin 30. september 1950 | Eg kann siga av teimum mongu samráðingum um sjúkra- húsmálið, at landssjúkrahúsið hevur størsta athuga eisini niðri. Bara viljin var herheima til at tikið okkara part. Tessverri hevur ein meirluti á tingi felt javnaðarmannauppskotið um pe- ning til hetta endamál. Men hesum viðvíkjandi verður óivað komandi løgtingsval at broyt a. Alt, ið vit javnaðarmenn kunnu gera niðri á danatingi til frama fyri landssjúkrahúsmálið, vilja vit gera. Hetta er eitt mål, sum må verða loyst — og lovst so skjótt sum møguligt. Av oðrum málum, ið greidd eru til gagns og framburðs fyri okkara land og fólk, eiga at verða neynd lánið til Skipafe- lagið Føroyar, studningurin til havnabyggingina, skúla- og lær- arahúsabygging o. m. Valutaskipanin eigur ikki at verða ónevnd, tí hon er okkum holl, at tað er vist tí, at vit hava so fræls og ikki nógv skeivt í hei imsins lagaligastu og bestu valutaskipan. : (Framh. á 3. síðu) SOSIAL DEMOKRATUR Blaðið verður bílagt á "„posthúslnum, og kostar kr. 2 se + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR Csram er best Ljósperur — allar støddir á goymslu: 6,12, 24, 32, 36.65, 110 220, volt Ljósrør og armaturar. Csram er best. S. H. Jacobsen radiohandil Heildsølugoymsla Bryggjubakki 10 Vågsbotnur 9 Tlf. 382 & 682 GRØNLAND og DAM einaferð enn Hvi skulu møtstøðumenn okkara vera sjúkir heldur enn glaðir yvir, at tað veruliga er hent munandi rættarframstig í grønlandsmálinum, meðan Dam hevur sitid á ríkisdegi, verið í grønlanpsamráðingum í Dan- mark og uppi í Grønlandi? Tað er jú ein gleðiligur kenns- gerningur, at lóg um at opna Grønland fyri donskum stáls- búgvum, harundir føroyingum, er samtykt á rikisdegi og í grønlendska ráðnum. Men áðrenn hetta framstigið kann verða ein veruleiki, skuldu praktiskar fyriskipanir gerast. T. d. skuldi fara fram samráð- ingar við landsstýrið og føroysku fiskivinnufeløgini um — solu- vidurskiftini uppi i Grønlandi fyri fiskin, sum verdur veiddur innanfyri sjómarkið haruppi. Dam sagt í eini okkum. Einki Hetta hevur samrøðu við annað ! Erlendur Paturssonur, ið dugir at lesa, veit, at Dam hevur einki annað sagt. Dagblaðsstjórin veit tað við. Men kortini verða teir við í bløðum sínum at trútla og træta øðrvísi. Trúlta og træta, at Dam skal enntá hava fingið føroyingar at fiska innanfyri nú vid tað sama, áðrenn nevndi søluspurningur var loystur og Grønlands lógin endaliga sett í gildi fyri Føroyar. Teir gera hetta, hóast teir haraftrat eru fullkomuliga greiðir yvir, at einki skip er farið til Grønlands uttan fyrst at hava fingið grønlandsloyvi, og at tað hvørja ferð, grønlangsloyvi verð- ur givið, so týðiliga sum hugsast kann í tí skriftliga loyvinum, skiparin fær, verður sagt honum, hvar id hann kann fiska, og hvar id hann ikki má fiska. Eingin skipari, id er sann- leikanum trúgvur, vil avnokta hetta. Fyri at eingin skal vera í iva um, at Dam so tydiliga, sum ein kann ynskja, í samrøðu síni við blaðið segði, at so leingi, sum samráðingarnar um sølu- skipanina ikki vóru loknar, stóð hin gamla lógin við kraft, taka vit uppaftur nøkur orð úr greinini í blaðnum, sum sipað verður til. Har stendur — tikið úr Dams talu á ríkisdegi — D. 44 man har indsat i loven, at de særlige bestemmelser, der er i kraft med hensyn til Færingernes og — Danskernes fiskerirettigheder i Grønland, skal forblive i kraft, indtil man har lejlighed til at drøfte sagen med de respektive færøske myndigheder og fiskeriorganisationer.« Hetta vóru okkara og Dams orð viðvíkjandi nær ið lógin, (Framhald á 2. síðu)